Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 83 - 2. mai 2003 Nr. 83 - 2. mai 2003 17 UTTAN ÚR HEIMI Drepa húsdjórini Myndugleikarnir í Kina hava givið løgregluni boð um at avlíva húsdjórini hjá fólki, sum eru vorðin smittað við lungnasjúkuni SARS. Heilsumyndugleikarnir bera ótta fyri, at húsdjórini kunnu bera smittuna og smitta onnur, og tí hava teir givið boð um at taka og avlíva húsdjórini. Í Beijing hava løgreglumenn seinastu dagarnar verið og leitað eftir húsdjórum hjá fólki, sum eru skrásett sum SARS- smittað. Eingin veit, um djór kunnu bera SARS-smitt- una, men kinesararnir halda, at tað er betur at vera fyri- varin. Samstundis sum kinesisku myndugleikarnir hava hert átakið ímóti sjúkuni, er fráboðað, at fleiri fólk afturat í Kina, Hongkong og Taiwan eru deyð av SARS. Skerja ikki oljufram- leiðsluna Felagsskapurin hjá oljuútflytaralondunum, OPEC, hevur biðið Noreg skerja oljuframleiðsluna til tess at fáa prísin í eina meiri støðuga legu. Men Noreg fer ikki at gera eftir áheitanini, sigur Ein- ar Steensnæs, oljumálaráðharri. Hann sigur, at norska stjórnin fer at fylgja gjølla við gongdini á marknaðin- um, og skuldi tað hent, at prísurin fellur nógv, er stjórn- in til reiðar at taka neyðug stig. Tað gjørdi Noreg eisini í 1998 og í 2001, men sum er er eingin orsøk til at taka nakað tílíkt stig, sigur Einar Steenanæs. OPEC-londini samdust á fundi í síðstu viku um at skerja framleiðsluna tvær milliónir tunnur. Um orsøk- ina varð sagt, at stigið er neyðugt, tí roknast má við, at framleiðslan í Irak fer í gongd aftur um stutta tíð. Har- afturat varð víst á, at síðani kríggið í Irak endaði, er oljuprísurin fallin úr 30 niður í einar 25 dollarar fyri tunnuna. Fleiri álop á tíðindafólk Ein uppgerð hjá felagsskapinum Tíðindafólk uttan landamark vísir, at ágangurin ímóti tíðindafólkum vaks nógv í fjør samanborið við árið fyri. Sagt verður, at 25 tíðindafólk vórðu myrd í 2002, og at talið á teimum, sum vórðu hótt ella álopin, vaks nógv. Uppgerðin vísir eisini, at 40 prosent fleiri tíð- indafólk vórðu sett í fongsul í fjør enn í 2001. Í nógv- um londum hava myndugleikarnir nýtt bardagan ímóti yvirgangi sum eina umbering fyri at kúga andstøðuna og tey, sum annars verða roknað sum óheft, stendur í uppgerðini. Sambært felagsskapinum vórðu 700 tíðindafólk sett í fongsul í 2002, og 127 teirra sita framvegis í fongsli. Minst 1240 tíðindafólk vórðu álopin, hótt ella burtur- flutt. Tølini í ár verða neyvan stórt betur, sigur felags- skapurin og vísir á, at higartil í ár hava 14 tíðindafólk latið lív, harav tíggju í krígnum í Irak. Triðja stjórnin í 30 ár Í Saudiarabia hevur Fahd kongur skipað nýggja stjórn, men allir teir týdningarmestu ráðharrarnir eru teir somu sum frammanundan. Abdullah bin Abdul Aziz, krúnprinsur heldur fram sum forsætisráðharri, og flestu av hinum týdningar- miklu ráðharrunum eru eisini úr kongsættini. Teirra millum eru varaforsætisráðharrin, verjumálaráðharrin, uttanríkisráðharrin og innanríkisráðharrin, sum eisini sótu í undanfarnu stjórnini. Fíggjarmálaráðharrin og oljumálaráðharrin halda eisini fram. Vanliga sita saudiarabiskar stjórnir leingi, og stjórn- arskiftið ella-broytingin hesaferð er bert tað triðja seinastu 30 árini. Amerikanska stjórnin fer nú at leggja størri dent á at fáa frið millum ísraelsmenn og palestinar. MIÐEYSTUR Árni Joensen Ísraelsmenn og palestinar fingu fyrradagin ta nógv umrøddu friðarætlanina, sum tann sonevnda Miðeystur-kvartettin, ST, USA, Russland og ES, hava lagt til rættis. Amerikanski forsetin, George W. Bush, segði í gjár, at hann hevur góðar vónir um, at nakað fer at spyrjast burtur úr friðartil- gongdini nú. Bush vísti á, at palestinar hava fingið nýggjan forsætisráðharra, og at talan er um ein mann, sum amerikanarar kunnu samstarva við. - Mahmoud Abbas er ein maður, sum eg kann sam- starva við, og hendan møguleikan fari eg at nýta, segði Bush. Samstundis varð kunn- gjørt, at Colin Powell, uttan- ríkisráðharri fer til Miðeyst- urs í næstu viku. Har skal hann tosa við teir báðar for- sætisráðharrarnar, Ariel Sharon og Mahmoud Abbas. Serligi Miðeystur-sendi- maðurin hjá amerikansku stjórnini, William Burns, fer at vitja tey palestinsku sjálvsstýrisøkini í næstu viku. Eisini hann skal hitta Mahmoud Abbas. Tað eru tó minni enn so øll, sum halda, at tann nýggja friðarætlanin fer at gera enda á ófriðinum mill- um ísraelsmenn og palest- inar, og summi bera ótta fyri beinleiðis borgara- kríggi. Meiri um tað í blaðnum í morgin. Bush hevur vón um frið í Miðeystri Ein belgiskur sakfør- ari fyrireikar sakar- mál ímóti amerik- anska generalinum Tommy Franks, sum verður skuldsettur fyri brot á fólka- rættin. KRÍGSBROTSVERK Árni Joensen Belgiski sakførarin er farin undir málið vegna 19 irakar, sum vilja vera við, at amer- ikansku hermenninir framdu krígsbrotsverk undir krígn- um í Irak. Tommy Franks, generalur hevði ovastu leiðsluna av hermonnunum. - Talan er um eitt serligt mál við serligum próvtil- fari, og eg dugi ikki at síggja, at teir kunnu vísa tí frá sær, sigur belgiski sak- førarin Jan Fermon. Tann 13. mai skal hann leggja málið fyri rættin. Sambært sakføraranum eru tað belgiskir læknar, sum arbeiða í Bagdad, sum hava savnað próvtilfarið, og eftir tí hava amerikansku hermenninir brotið lógina í seytjan førum. Millum ann- að hava læknarnir myndir og annað, sum sigst vísa, at amerikanararnir søktu at sjúkrabilum í Bagdad, og at teir skutu eftir óvápnaðum sivilfólki. Sambært belgisku krígs brotsmannalógini kann dómsvaldið revsa út- lendskar ríkisborgarar, verða teir funnir sekir í at hava framt krígsbrotsverk í einum øðrum landi. Amerikanska stjórnin er í øðini um ákærurnar, og at málið kemur fyri rættin í Belgia. Uttanríkisráðið í Washington hevur biðið belgisku stjórnina forða fyri, at krígsbrotsmannalógin verður nýtt sum eitt politiskt amboð, sum amerikanarar orða tað. Sambært BBC skal amerikanska stjórnin hava hótt við diplomatiskum tiltøkum, kemur málið ímóti generalinum fyri rættin. Men tað ræðir ikki Jan Fermon, sakførara. - Hava amerikanarar einki at dylja, eigur tað eisini at hava teirra áhuga, at málið fær eina óhefta viðgerð og hví ikki í Belgia? Ella hava teir okkurt, sum teir vilja dylja og tí royna at hótta Belgia, sigur Jan Fermon. Vil hava Tommy Franks fyri krígsbrotsmannadómstólin Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri saman við amerikanskum hermonnum í Irak. Nú verða teir lagdir undir krígsbrotsverk C M Y K 17 16 Leygardagin kl. 13.30 byrjar eitt stórt tiltak í gamla kommunu- skúlagarðinum í Havn. Felagið Tórs- havn og fimleika- felagið Ljósið skipa fyri mótaframsýning, har handlarnir í miðbýnum sýna fram nýggjasta vár og summarmótan TILTAK Magnus Gunnarsson Í sambandi við at langur leygardagur verður í Havn 3. mai, skipa Felagið Tórs- havn og fimleikafelagið Ljósið fyri felags tiltaki, sum byrjar kl. 13.30 í gamla kommunuskúla- garði. Tiltakið byrjar við at Brandur Enni syngur, síðan hava handlarnir í miðbýn- um mótaframsýning við nýggjasta vár og summar- mótanum, har varða sýnd fram klæðir til ung og eldri, nýggjasti hármótin, make- up, prýðislutir, brillur, skógvar o.a. Frásøgumaður verður James Olsen. Ein dansibólkur frá fimleika- felagnum Ljósinum verður eisini á pallinum. Annars verður nógv annað í miðbý- num leygardagin, so sum loppimarknaður, kafé, skreiðibani, fjarstýrdir bát- ar, fiskidammur, søla av kaffi, køkum, pylsum og øðrum. Kl. 16.00 spælir Havnar Hornorkestur. Handlarnir hava opið til kl. 17.00. Um veðrið ikki verður til vildar, verður til- takið flutt niðan í Bad- mintonhøllina í Gundadali. Stórt felags tiltak í gamla Kommunuskúlagarðinum Foto og styling: Berit Kloster