týsdagur 22. desember 1992síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20
Nr. 244 — 22. DESEMBER 1992
Landsbankastjórin:
Politikararnir
mugu taka
eina avgerð
beinanvegin ;
Tad er m.a. at fáa fíggjarlógina upp á pláss og syrgja fyri, AGE
landskassin hevur tókan pening.
elagnum við til at bera kreppuna,
ramman. Tað besta, sun
xann ré
1
So ér etr
N
erða ikki allir bólkar í sam-
1gin bjarging fyri
nda er, um øll ganga við til
ina lønarlækking. Tá sleppa flest møgulig at varðveita sítt
wbeiði. Peningarstovnarnir
verða tvingaðir til at lækka
entuna. Hetta eru nakrar av niðurstóðunum hjá Sigurd
Poulsen, landsbankastjóra, sum Sosialurin hevur tosað við.
Hasi úttalilsini kenni eg
kki aftur. Eg havi ikki
noyrt teir úttala seg um, at
stødan í Føroyum er verri,
enn teir høvdu roknað við.
Og tað ivist eg í, at teir
hava sagt við nakran.
Hetta sigur Sigurd
Poulsen, landsbankastjóri
í eini viðmerking til grein
í Oyggjatíðindum
har blaðið upplýsir frá
ónavngivnum keldum, at
IMF-ararnir skulu hava
sagt við fólk í Føroyum
teir hava tosað við, at
stødan í Føroyum er nógv
verri enn teir høvdu
droymt um.
Hann vísir á, at tíðinda-
skrivið landsstýrið sendi
út er ógvuliga rímuligt.
Øll høvudspunktini eru
vid frå ti fyribils nidur-
støduni hjå IMF-arunum.
Sigurd Poulsen sigur
vidari, at sum so er einki
nýtt í slíkum gitingum og
metingum, tí vit øll eru vit
greið yvir, at stødan í
Føroyum er ålvarslig.
-Men heldur ti, at
Føroya fólk veruliga veit,
hvussu ålvarslig stóðan er
og hvat stendur fyri
framman?
-Ja tað haldi tey gera.
Ein kennir tó ikki alt, sum
stendur fyri framman.
Spurningurin er, um ein
hevur vón um, at tað ber
til at koma burtur úr ringu
støduni ella ikki og ta
vónina haldi eg mong fólk
hava.
-Men er stóðan ikki so
mikið ring, at tað er einki
at hava ta vónina í?
-Tað haldi eg ikki. Men
hon krevur, at øll taka
saman um og koma burtur
úr tí. Eingin kann krevja,
at verða frítikin fyri at
luttaka í, at samfelagið
kemur fyri seg aftur.
Um týðandi bólkar í
landinum siga, at tað er so
Órættvíst, at teir hava
fingið so lítið burtur úr tí,
sum er farið fram, at teir
vilja ikki hjálpa til, so
síggi eg onga bjarging.
Men tá hugsi eg um týð-
andi fólkabólkar í landi-
num.
-Hvat hugsar tú her
um?
-T.d. er tað rættiliga
freistandi hjá teimum,
sum hava spart upp alla
tíðina at siga: -Vit hava
ikki lænt okkum út á
sjógv, og tí vilja vit ikki
vera við. Og tað kann
eisini vera freistandi hjá
honum, sum er
lønm6ttakari at siga: -Eg
havi fingið løn fyri mítt
arbeiði, men eg havi ikki
verið við til at skapa hesa
kreppu. Og ti vil eg als
ikki vera vid at hjålpa til
nú ástendur.
Tá er so heldur eingin
bjarging leggur Sigurd
Poulsen aftrat.
Og soleiðis kundi ein
hildið fram at nevnt aðrar
bólkar eisini. Hvat tá við
einum bólki, sum forvinn-
ur nógvan pening eitt nú
læknamar! Til tað sigur
Sigurd Poulsen, at har
standa vit møguliga í ein-
um dilemma. Tí tey fólk-
ini hava nakað at hótta
við. Um tey framtúra og
siga, at tey kunnu fáa
arbeiði aðrastaðni, og at
teimum nýtist ikki at vera
við í hesum tiltøkum, so
skunda tey undir illviljan í
ødrum bólkum.
Sigurd Poulsen sigur tó
víðari, at hann dugir ikki
at síggja nakran fólkabólk,
sum samfelt sigur, at hann
vil ikki vera við, men tað
er greitt, at tað eru nógvir
einstaklingar í hvørjum
bólki, sum kenna seg
ósekar og halda tað vera
órættvíst at skula skerja so
nógv.
-Nú brúkar tú vendingar
sum at vera við, men vera
við til hvat!
-Tað er at skerja livi-
fótin so ella so tvs. at fara
niður í løn ella gjalda
meira í skatti. Og tað kann
so eisini gerast við at
skerja almenna sektorin
við uppsøgnum.
-Hvat er títt boð, og
hvat munar best?
-Tað er at velja tær
loysnir, sum bæði hjálpa
nú og virka uppá longri
sikt.
-Og tær eru?
-Tann, sum hevði hjálpt
best nú hevði verið ein
lønarlækking, tí tá slapst
tú undan at blaka fólk út í
arbeiðsloysi. Tú kanst fáa
nakað tað sama við eini
skattahækking, men tað tú
vinnur við lønarlækking í
mun til skattahækking er,
at útflutningsvinnan verð-
ur heldur meira kapping-
arfør.
Sigurd Poulsen sigur
vidari, at hann ivast onga
løtu i, at hetta at keypi-
orkan fer at minka, fer at
leggja tryst å rentuna hjå
peningastovnunum,
soleidis at hon fer at
lækka.
Har er so aftur ein fyri-
munur vid lønarlækking
heldur enn vid uppsøgn-
um. Fær tå eina lønar-
lækking yvir ein breidan
skara av fólki, so verður
tapið á virkinum minni, og
bankarnir kunnu tá betri
forsvara at lækka rentuna.
Rentan fer at lækka
-Undrar tað teg, at pen-
ingastovnarnir ikki longu
hava lækkað rentuna?
-Teir hava eisini ávís
áhugamál at rgkja, men
ein kann sjálvandi taka
teir uppí sum bólk.
-Meinar tú tá við, at vit
kunnu samanbera bankar-
nar við aðrar bólkar í
samfelagnum, sum fáa
løn, og at teirra løn er
rentan og skulu teir sum
aðrir bólkar niður í løn
sum so, tá er tað rentan,
sum skal lækkast?
-Teir eru ein bólkur,
men teir eru í eini ser-
stóðu, tí teir standa fyri so
mongum tapum. Tað er
tað, sum setir mark fyri,
hvussu nógv teir kunnu
lækka rentuna, men eg
haldi, at teir av egnum
áhuga koma at lækka rent-
una fyri ikki at fáa ov stór
tap upp á privatkundarnar.
Men tá teir samtíðis
tapa upp á
Tíðindablaðið (ISF)
vinnukundarnar, so hava
teir ein trupulleika,
nevniliga hvussu langt teir
kunnu fara. Hatta er rein
kalkulatión og ikki so
nógv moralur. Peninga-
stovnarnir eru í eini ser-
stóðu. Teir eru greiðir
yvir, at monopolstødan
teir hava er einki verd til
at vinna pening í løtuni.
Lønarlækking
Sigurd Poulsen sigur, at
stødan er so mikid ålvars-
lig, at fólk í flestu bólkum
mugu verða sinnað til at
taka undir við eini lønar-
lækking.
-Men tað sær ikki ser-
liga bjart út í so máta?
-Eg vóni, at hetta broyt-
ist.
-Men um einki broytist,
hvat skulu politikararnir
so gera?
-Teir hava framvegis
tað valið at hækka skattin,
og tað merkir at senda
fólk út í arbeiðsloysi í
privata sektorinum, teir
kunnu siga fólki upp hjá tí
almenna, og tað skapar
eisini arbeiðsloysi.
-Men hvat sigur tú til at
tvinga igjøgnum eina
lønarlækking við lóg?
-Um ein stórur partur av
fólkinum fer út á gøtuna at
mótmæla, so er tað eingin
loysn.
Sigurd Poulsen sigur
víðari, at tíverri eru tey
úttalilsi, sum eru komin
frå parti av fakfeløgunum,
soleiðis orðað, at feløgini
góðtaka heldur uppsagnir
enn lønarlækking. Tað,
sum arbeiðsmarknaðurin
hevur latið landsstýrið
vita, er at tað fær færri
trupulleikar av fakfeløg-
unum við at siga fólki upp
enn at lækka lønirnar.
Og tað haldi eg sjálvur
er stórt spell.
-Heldur tú, at fak-
feløgini eru ov lítið soli-
darisk?
-Nei, og eg skilji tey
eisini væl. Tað er torført
at geara um. Tað er tað
sama sum at viðganga, at
ein skal taka ábyrgd fyri
øllum búskapinum eis-
ini. Tað kann verða trup-
ult, um limirnir krevja, at
feløgini skulu tryggja
teirra áhugamál. Annars
havi eg fyrr víst á vandan
við, at fakfelggini verða
ein felagsskapur fyri tey,
sum hava arbeiði og ikki
tey, sum eru arbeiðsleys.
Eg haldi eg havi merkt, at
feløgini hugsa um hatta, tí
tað er ein trupulleiki.
-Men tímaglasið
rennur. Hvusssu stóran
skund hevur ein loysn?
-Nú eri eg ikki ein, sum
setir tingini uppá spíðsar-
nar. Trupulleikin er tann,
at verður fíggjarlógin
samtykt uttan at hini
tiltøkini verða við, tå kann
tað henda, at landskassin
má steðga sínum útgjald-
ingum longu til várs.
Hóast útlitið ikki er
gott, so sigur
landsbankastjórin, at út frá
einum heildarsjónarmiði
sær alt ikki bara dapurt út.
-Fólk í fyritøkum, pen-
Framhald á síðu 2:3