Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 1992síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 244 — 22. DESEMBER 1992 Sida 23 Framhald av síðu 20 ingastovnum og aðrastaðni síggja stórar trupulleikar fyri framman. Hóttafall kann koma í nógva staðni. Tað, sum eg síggi, er, at stórar forskjótingar fara at koma, men tað er ikki neyðugt, at tær skulu koma allastaðni. Eg havi eina hóming av, at koma forskjótingar í einum stað, áðrenn tær fara í gongd aðrastaðni, so skapa tær eitt sindur av plássi fyri gørum. T.d. um innflutn- ingurin minkar, so brúka vit eitt sindur minni av peningi har, og so verður meira peningur til annað. Men um alt steðgar í senn, so fær eingin eyga á hasar møguleikarnar, og tí kann útlitið síggja meira dapurt út sæð frá tí einstaka. Legtingið má taka avgerð nú Sigurd Poulsen heldur tað tí vera sera umráðandi, at løgtingid nú beinanvegin tekur tær avgerðir, sum eru neyðugar, soleiðis at restin av samfelagnum kendi, hvat tað hevur at virka út frá. Við hesum sipar hann til at fáa fíggjarlógina upp á pláss og syrgja fyri, at tað ikki verður stongt fyri likviditeti úr landskassa- num. Politikararnir mugu til at taka eina avgerð, ti restin av samfelagnum bíðar eftir hesum. IMF og ráðgeving Upp á fyrispurning hvat kann henda um politik- ararnir ikki megna at taka eina avgerð, um IMF- ararnir tá fara at taka hana fyri okkum sigur Sigurd Poulsen, at tað gera teir ikki. Ráðgeving teirra er til landsstýrið og ríkis- stjórnina. Sigurd Poulsen heldur ikki, at IMF-ararnir eru komnir higar til at seta okkum ngkur krgv ella líknandi. -Eg síggi tað avgjørt sum eina hjálp og nakað positivt, at teir hava verið i Føroyum. Hvat vidvikur giting- unum í bløðum um, at teir hava málað støðuna í Før- oyum serstakliga ræðandi sigur landsbankastjórin, at IMF-ararnir hava sagt, at stødan her hjá okkum ikki er serliga speciel í mun til aðrastaðni. -Teir siga, at vit eru eitt ríkt land. Trupulleikarnir vit hava finnast eisini aðrastaðni, og teir meina, at tann metodan teir plaga at brúka í slíkari stóðu er egnað til okkara viður- skifti. Vit spurdu Sigurd Poulsen, hvat IMF-ararnir halda um okkara rentus- kattaskipan. Til tað sigur hann, at hann ikki kann upplýsa hetta nú men leggur tó aftrat: -Tað at fólk koma at merkja støduna á livif- ótinum í nøkur ár, tvs. allir bólkar og eisini tey, sum hava havt gleði av rentuskattinum ivist eg ikki í, sjálvt um teir ikki hava sagt tað soleiðis sigur landsbankastjórin í samrødu við Sosialin. jan Minningarord um Andreas Petur Jacobsen Friggjadagin 4. i hesum doyði Andreas Petur i heimi sinum å Nesi, bert 44 åra gamal, aftanå at hava verið sjúkur tað mesta av einum ári. Andreas Petur, ið aft- aná lokið læraraprógv í 1972 kom suður higar at vera lærari við Vágs Skúla og búði á Nesi, var ættað- ur úr Syðrugetu; einasti sonur Herluf og Sonnu Jacobsen. Her suðurin kom hann so at starvast í 20 ár — burtursæð frá 2 árum hann var lærari í Leirvík. Vit, sum starvaðust saman við honum hesa tíðina, vilja minnast hann sum ein góðan starvsfel- aga, ið eisini var væl lýdd- ur av bernunum. Væl dámdi honum at vera í skúlanum, tað sást serliga ta síðstu tíðina, tá ið hann royndi at ragga sær í skúla, sjålvt um vit øll skilliga sóu, at kreftirnar vóru farnar at ganga undan. Tað tók honum fast, tá ið vermamman fyri umleið einum mánaði síðan doyði; men kortini royndi hann at vera á fótum og var onkran túr inni á gólvinum hjá vinfólki so seint sumvikuna fyri, sum hann doyði. Umframt at vera góður lærari hevði hann serligt hegni at fáast við kríatúr, og tað kom honum til góð- ar, tá ið hann saman við konu síni Elini tók við garðinum í Sjóvartoftum. Hann var sera sterkur og fimur, og ofta varð hann biðin at reka í Lítlu Dím- un og at taka seyð í feiti- lendi, og ikki minst, tá ið flettingin kom fyri, varð heitt á hann um at hjálpa til. Var kríatúr sjúkt — seyður ella neyt — vórðu boð eftir honum og væl gekst honum at síggja, hvat ið feilti. Hann virk- aði sum djóralækni á stað- num ofta eftir boðum frá djóralækna í Havn. Honum dámdi væl at sleppa til sjós í frítíðini og var hann manga summar- feriu við trol- og línubát- um. Eisini var hann av raskastu grindamonnum. Hann hevði nógv álitis- sterv, m.a. var hann fleiri ferðir lærararådsformad- ur, tingmaður fyri Suður- oynna umboðandi Javnað- arflokkin eins og hann sat í býráðnum, eitt skifti sum formaður. Hann gjerdi ikki nógv burtur úr sær sjálvum; og ikki tosaði hann fólki eftir munninum; tú visti altíð hvar tú hevði hann. Góður var hann at heita á og blíð- ur at koma inn til. Vinir hevði hann nógvar, tað sást á tí stóru fjeld, ið saman var komin í kirkju- ni at vísa honum seinasta heiður. Í samkenslu við tykk- um, ið eftir sita, konu, soni, nammu og systrum, vilja vit lýsa frið yvir minnið um okkara góða starvsfelaga. Lærararnir við Vágs skúla Týsdagur 22. desember 0.15 Asia Today 0.25 Newsnight 1.00-6.00 World Service News every full Hour 1.15 In Search of the Dead 1:3 2.15 Asia Today 2.25 Newsnight 3.25 QED: >A Man who writes Birdsong« 4.25 TopGear 13:13 5.25 The Clothes Show 6.30 Breakfast News from London 9.00 World Service News 9.25 Playdays: >The Why-Bird Stop« 9.45 Bitsa: >Woody Bits< 10:13 10.00 Priddy the Hedgehog 11.00 World Service News 11.30 UNWorid 12.00 Mediterranean Coockery 2:7 1230 World Review '92: »Lithuania/Latin America« 2:11 13.00 One O'Ciock News and Weather 13.30 Come Dancing: »London North-Sheffield« 9:10 14.00 World Service News 14.30 Six Scottish Burghs: »Kelso« 1:6 15.00 Chucklevision: >The Art Dealers< 13:15 15.20 Kevin & Co. 6:6 15.45 Ipso Facto: »Colours« 6:6 16.10 Blue Peter 16.35 Look Stranger: »River of Pearl< 17.00 Tomorrow's World 17.30 Wildlife: »Lifesize« 18.00 Six O'Clock News and Weather 18.30 Bellamy rides again: >The Nitrogen Cycle 2:3 19.00 Eldorado 19.30 Eastenders 20.00 2,4 Children Christmas: »Misery« 20.30 The Face of Tutankhamun 5:5 21.20 Trouble Shooter: »Charge the Gun« 47 2200 World Service News 22.25 World Business Report 22.55 A Concerto for Evelyn 23.30 Newsnight Mikudagur 23. desember 0.15 Asia Today 0.25 Newsnight 1.00-6.00 World Service News every full Hour 1.15 40 Minutes: >A cruel Ritual« 2.15 Asia Today 2.25 Newsnight 3.25 The Clothes Show 4.25 Ken Hom's Chinese Cookery 3:8 5.25 Kilroy 6.30 Breakfast News from London 9.00 World Service News 9.25 Playdays: »The Playground Stop« 9.45 Bitsa: »Scary Bits« 11:13 10.00 Drift the Mute Swan 11.00 News from London 11.30 Hearts of Gold 1:3 1230 World Review '92: »Bhutan/West Af- rica« 3:11 Tysdagur 22. desember 13.30 Guiding Light 14.15 Pør i hjørtum 15.05 A-Team Murdock verður rændur av sjúkrahúsinum, har hann er innlagdur, og sendur til Suður Amerika. Tað eru breðurnir Woods, sum vilja hava hann at hjálpa temum at gera eitt álopslið, sum skal stjala eina russiska her- aðartyrlu. 16.00 Barnaletan hjá Skurt 16.10 Disneytímin 16.30 Winnie the Pooh 17.00 21 Jump Street Eftir at hava verið við til jarðarferðina hjá Kaptein Jenko, sum var dripin av ferðslu- vanlukku, fær Adam Fuller tilboð um at verða við í Jump Street bólkinum. Fyrsta uppgåva hansara verður at bjarga einum skúla, har næmingarnir sita sum gíslar. 18.00 Grannar 18.30 Tíðindi 18.35 The Fanelli Boys 19.00 Real Men Amerikanskur filmur frá 1987. James Belushi og John Ritter eru tveir sera ólíkir menn, sum skulu verða partnarar í hesum filminum, sum fær hyggjaran at spyrja: Hvat er ein rættur maður? Er tað Nick Pirandello, hin besti CIA-agenturin í heim- inum, ella er tað Bob Wilson, ein tolin, róligur skrivstovumaður, sum ongantíð leggur seg út í nakað stríð 20.30 Barney Miller 20.55 Tíðindi 21.00 Married With Children 21.30 McCall 22.25 Quincy 23.25 Liðugt Tysdagur 22. desember 18.30 Vættrarnir av Galdralondum 34 (ft) 19.10 Tíðindi fyri deyv 19.20 Barnasendingin 1955 SvF-lysingar 20.00 Dagur og vika SvF-lysingar 20.35 Kjak 21.05 Havið etur Danmark Norska sjónvarpið hevur gjørt hesa re- portasjuna frá vesturstrondini í Jyllandi. Havid er bæði vinur og fíggindi hjá teimum, ið búgva nærhendis. Vitjað verður í Lønst- rup, Rubjerg Knude og kirkjuni í Maarum. 21.35 Í einum ári við 13 mánaðum - ty. filmur (ikki fyri sm. børn) Týskur filmur um Erwin, sum hevur fingið eina skurðviðgerð og nú er vorðin Elvira. Endamálið var at fáa fatur í einum manni, sum hann/hon er hugtikin av, men eydnan er ikki altíð løtt at fáa fatur i. 23.35 Liðugt Týsdagur 22. desember 9.30 Gísla sega Súrssonar (e) 10.10 Máltráðurin 11.01 Heilsa og heilsurekt Í sendingini fer ein kvinna at siga frá hvussu tað er at hava eina reaktiva psykosu. Í fyrru sending greiddi August Wang frá, at ein reaktiv psykosa er ein sjúka, sum øll kunnu fáa. Eitt menniskja kann fáa tað svárt onkursvegna, missa ein av sínum kæru, hjúnaskilnað osfr., gerandisdagurin verður ov harður og tungur av hesi uppliving. So menniskjað reagerar við at verða psykotiskt, verða sinnissjúkt og ferð inn í ein óveruligan hugaheim. Sær yvir seg og fær ranghugsanir. Síðani er uppgávan hjá avvarðandi og sálarlækna at fáa viðkomandi aftur í henda veruleika. 17.05 Úrplátusavninum 17.30 Vælgagnist (e) 18.00 Barnaútvarpið 19.00 Feroyar í dag 19.30 Nocturne 20.30 Blåfelli 12. partur (e) Mikudagur 23. desember 9.30 Føroyar í dag (e) 10.10 Kveðuljómar til sjófólkið 11.01 Bøkur og list (e)