týsdagur 22. desember 1992síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22 Nr. 244 — 22. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið ED
Liningarråd Føroya:
Langfarafiskimenn skulu fåa frådrått,
um lógarheimild er fyri hesum
Óli Jacobsen, formaður í
Føroya Fiskimannafelag
ger í bløðunum rættuliga
nógv burtur úr málinum
viðvíkjandi frádrátti fyri
telefonútreiðslur frá lang-
farafiskimonnum. Orsøkin
er, atm ålid er nú lagt fyri
rættin.
Málið viðvíkjandi frå-
drátti fyri telefonútreiðslur
er nakað fløkt og skal ráðið
tí koma við hesi stuttu frá-
greiðing.
Í februar 1991 vendi Før-
oya Fiskimannafelag sær til
Líkningarráðið við fyri-
spurningi um galdandi
skattalóg heimilar frádrátti í
skattskyldugu inntgkuni
fyri telefonútreiðslum hjá
langfarafiskimonnum.
Fiskimannafelagið gjørdi
galdandi, at hesar útreiðslur
eru at meta sum neyðugar
hjá langfarafiskimonnum
og eisini neyðugar fyri at
tryggja inntøkuna hjá teim-
um, t.v.s. at felagið metti, at
hesar útreiðslur vóru at
meta sum ein rakstrarút-
reiðsla.
Líkningarráðið kannaði
spurningin og fekk m.a.
nakað av taltilfari frá Fiski-
mannafelagnum og fekk
løgfrødislig ulmæli frá um-
sitingini. Niðurstóðan hjá
ráðnum var púra greið:
Galdandi skattalóg heimil-
ar ikki frádrátti fyri tele-
fonútreiðslum hjá langfara-
fiskimonnum.
Ráðið metti, at hesar út-
reiðslur vóru umfataðar av
lønm6ttakarafrådråttinum.
Fiskimannafelagið kærdi
hesa avgerð til Lands-
skattanevndina, sum eftir
drúgva viðger kom til ta
niðurstøðu, at telefonút-
reiðslumar kundu dragast
frå í skattskyldugu inntøk-
uni vid heimild i paragr. 31 i
skattalógini.
Líkningarráðið fekk síð-
ani málið aftur til viðgerðar
og stóða skuldi m.a. takast
til, um málið var av slíkum
slagi, at hetta skuldi roynast
við Føroya Rætt. Skatta-
lógin gevur ráðnum hesa
heimild.
Nidurstødan varð, at ráð-
ið metti seg bundið av av-
gerðini hjá landsskatta-
nevndini og tók sostatt av-
gerðina til eftirtektar. Fyri
yvirhøvur at kunna umsita
frádráttin, varð alment
rundskriv gjørt hesum við-
víkjandi til allar deildir ráð-
sins.
Tað er eingin loyna, at
nidurstødan hjá Lands-
skattanevndini av umsit-
ingini hjå Likningarråd-
num var mett sum ivasom
og sama gjørdi seg galdandi
hjå Likningarnevndini i
Tórshavn og umsiting
hennara.
Térshavnar Likningar-
nevnd vendi sær eisini til
Líkningarráðið og bað hetta
um at viðgera málið av
nýggjum og fundur varð
hildin, har m.a. løgfrøding-
urin hjå nevndini greiddi frå
teirra sjónarmiðum.
Líkningarráðið vidgjørdi
málið enn einaferð og svar-
aði Tórshavnar Líkningar-
nevnd, at ráðið framvegis
kendi seg bundið av avgerð-
ini hjá Landsskattanevnd-
ini og tók enn einaferð av-
gerð um ikki at fara í rættin
við málinum.
Tórshavnar Likningar-
nevnd boðaði eftir hetta frå,
at nevndin so sjálv fór í
rættin við málinum og bað
Líkningarráðið tí enn eina-
ferð umhugsa málið.
Undir hesum umstødum
metti ráðið, at tá málið so-
statt undir øllum umstødum
fór at verða lagt fyri rættin,
So var rættast, at ráðið, sum
hægsti líkningarmyndug-
leiki, sjálvt tók sær av rætt-
armálinum.
Hetta er so orsøkin til, at
Líkningarráðið stendur sum
saksøkjari mótvegis einum
einstøkum limi í Føroya
Fiskimannafelag. Av hesi
broyttu stóðu varð sam-
stundis av gjørt, at taka aftur
rundskriv hesum viðvíkj-
andi.
Stødan hjá ráðnum er nú
tann, at spurningurin um
galdandi skattalóg gevur
heimild fyri hesum frádrátti
ella ikki, nú má bíða til rætt-
urin hevur talað.
Føroya Fiskimannafelag
hevur sjálvsagt nú høvi til at
føra fram øll tey sjónarmið í
Føroya Rætti, sum vóru
løgd fyri Landsskatta-
nevndina og tá endalig av-
gerð fyriliggur, verður
skattaálíkningin hjá limun-
um í Føroya Fiskimanna-
felag sjálvsagt eisini sam-
svarandi hesum.
Annars er at viðmerkja, at
Líkningarráðið sjálvsagt er
sett til at umsita ta til eina og
hvørja tíð galdandi skatta-
lóg og ráðið eigur at vera
borgarans garantur fyri eini
rættari álíkning.
At landsstýrið nú hevur
lagt ymisk lógaruppskot
fyri tingið, sum m.a. avtaka
løntakarafrådråttin og
møguliga broyta rættar-
støduna å hesm øki, er ein
politiskur spurningur, sum
ráðið sjálvsagt onga åvirkan
hevur á.
Annars skal viðgangast,
at málið fekk eina heldur
óvanliga gongd, en hetta
broytir so einki vid høvuds-
spurningin, nevniliga, um
galdandi skattalóg heimilar
frádrátti fyri telefonút-
reiðslum hjá langfarafiski-
monnum ella ikki.
Hesin spurningur er nú
lagdur fyri rættin og málið
má tí bíða til endalig stóða
fyriliggur í rættarmálinum .
Fær Fiskimannafelagið
viðhald í rættarmálinum,
fáa langfarafiskimenn
sjálvsagt eisini loyvi til at
draga telefonútreiðslurnar
frá. So einfalt er tað.
Tórshavn,
tann 17. des. 1992
v/ Líkningarráð Føroya
Christian Andreasen,
form.
Á veg
Morgunin liggur i bøla-
niðu. Eg havi trilvað meg
fram til busssteðgistaðið
og standi einsamøll í váta-
kavanum. Eg havi ballað
meg inn í tvey turriklæði,
líkist mest einari musl-
imskari kvinnu, einari av
teimum, ið bert eyguni
síggjast á.
Meðan flykrurnar
bráðna niður í turriklødini,
er hugaligt at hugsa um, at
hetta er síðstu ferð. Tá eg
nú fari, síggi eg eisini fyri
síðstu ferð vátakava. Task-
an er full av stuttum
buksum og løttum troyggj-
um. Og sólkremi og mala-
riatablettum. Jú, tað fer at
verða strævið at venja seg
við sólina og hitan, men eg
óttist ikki. Eg eri ikki enn
Ov gomul at venja meg við
at liva og arbeiða í sólskini
og steikjandi hita. Og
skuldi tað onkuntíð farið
at kennast tungt, havi eg
hesa løtuna í våtakava og
bølanidu at minnast á.
Bíðitíðin kennist long.
Kanska er bussurin seink-
aður. Tankarnir fara á flog,
aftur til gjårkvøldid, tá eg
var inni á gólvinum hjá
Hildigunn. Vinkonan og
javnaldurin, sum eg havi
hildið saman við, síðan vit
byrjaðu í fyrsta flokki
saman. Hon stóð so smíl-
andi í durunum og veittr-
aði farvæl í gjár, meðan eg,
vitandi, at hetta var síðsta
ferðin, eg sá hana, gekk frá
húsunum.
Aftan fyri hennara
svarta skapilsi í durakarm-
inum hómaðist ein annar
skuggi. Bárður, drongurin
hjá henni, sum var so ófgra
fittur, hevði eisini sagt mær
farvæl og ynskt mær alt
gott í míni framtíð í tí
Okenda. Mundi eitt vet av
lætta liggja aftan fyri tað
hjartaliga brosið? Fór eg
nú avstað, hevði Hildigunn
ikki nakra vinkonu eftir, ið
enn gekk inn á gólvið og
royndi at fáa hana út í býin
við. Tað fór at verða lætt-
ari at „stýra henni“, at fáa
eina góða konu burtur úr
henni, nú tey skuldu seta
búgv. Og eina mammu.
Hildigunn hevði fegin sagt
mær frá, at hon var við
barn, uttan at greiða mær
frá, hví hon var so fegin og
trygg í sínari gleði. Eg
segði tillukku, meðan eg,
ivandi og ótrygg, mintist á
barnastyrk, heilsuverk og
barnsburðarfarloyvi, ið eg
hevði hoyrt og lisið um, at
tey skuldu skerja. Og á
javnstóðulógina, ið fyri
stuttum varð feld her á
landi. Nei, Hildigunn
hevði jú einki arbeiði at
missa, har var einki at
stúra fyri, hugsaði eg so.
Tað fer at verða gott hjá
henni at fáa eitt barn at
fáast við, so hevur hon
okkurt at stytta sær dagar-
nar við. Ja, tað fer heldur
ikki at verða so einsligt hjá
henni, tá Bárður er burt-
uri.
Hann er sjómaður, siglir
við rokskipara, lénin er
góð, og tað hevði ikki gjørt
mun, um hon hevði havt
arbeiði, einki konufólka-
arbeiði á flakavirki ella í
krambúð er so væl lønt. Jú,
tey fara at klára seg. Bárð-
ur er væl dámdur umborð.
Skiparin fer ikki at koyra
hann av, hann fer ikki at
gerast arbeiðsleysur. Og
hann er heldur ikki ein av
teimum, ið leggjast á
brennivínið, hann dugir at
standa ímóti freistingum.
Eg havi góðar vónir um
framtíð Hildigunnar, barn-
dómsvinkonu mínar.
Eg havi, av onkrari
orsøk, gloymt at lata
Hildigunn fáa nýggju adr-
essu mína. Hon fer ikki at
kunna skriva og siga mær
frá barninum, tá tað kem-
ur, og brúdleypinum og
húsinum, sum tey óivað
skulu hava. Eg átti kanska
at ringt av flogvøllinum og
sagt henni adressuna? Nei,
tvætl, tey hava nóg mikið
um at vera, hon fer ikki at
hava tíð at lata meg frætta
frá sær aftur. Tey fara at
klára seg.
„Nú, bussurin er seinur í
morgun, ha?“
Eg hvøkki við. Havi ikki
sansað, at eg ikki eri ein-
samøll. Ein eldri maður, ið
eg kenni av navni, er eisini
komin at bíða.
„Jú,“ svari eg, „eg havi
bíða eina góða løtu nú.“
„Keðiligt, at tað skal
vera so myrkt, teir áttu at
latið gøtuljésini loga hesa
tíðina um morgunin, um
teir so skulu spara,“ haldi
eg fram.
„He, ja,“ sigur gamli
maðurin innhugsin. , Tå eg
var ungur, søgdu tey, at
trøllini flyddu nidan i
fjøllini, tá gøtuljésini
komu. Hvør veit, kann
vera, tey fara at koma om-
an aftur, he, he.“
Hesum standa vit og
flenna at, tá bussurin hoyr-
ist nærkast. Tá hann steðg-
ar, stíga vit upp, og hin
gamli trilvar í einum slitn-
um pengapungi og handar
bussføraranum reidan
pening. Ein føroyskur seð-
il verður býttur um við ein
ferðaseðil og nakrar
danskar myntir. Eg hugsi
um, hvussu uttanlands-
skuldin verður goldin: í
seðlum ella myntum. Seðl-
arnir eru lættari, sjálvandi,
men hvussu man virðið
aftanfyri teir vera? Nei,
sjálvandi verður goldið í
markum, dollarum — ella
ECU, kanska?
Tá eg opni mína mappu,
síggjast tríggjar myndir við
smílandi andlitum á. Tvær
vinkonur, ein týsk og ein
donsk, og ein føroyingur á
asfaltinum, sum eg skal
vitja á míni ferð suðureftir.
Tað frættist, at tey hava
hoyrt og lisið nógv um
Føroyar hesa seinastu
tíðina, og oftast hevur tað
verið ring tíðindi. Grind-
adráp, oyðslusemi og ein
politisk korruptión av slík-
um slagi, ið hevði verið
óhugsandi alla aðrastaðni.
Hetta er í dag, ið vit føroy-
ingar verða umrøddir fyri.
Ég sessist og hyggi út í
niðuna. Órógv er alla tíð-
ina á mær. Nú eri eg endi-
liga á veg hiðani. Havi
hoyrt meg móða av ringum
tíðindum um landið, sum
eg vaks upp í. Og eg havi
gjórt av at fara burtur,
meðan tíð er. Eg haldi meg
ikki hava gjørt nakað
skeivt, eri alt ov ung til at
hava nakra skyld í verandi
stóðu, og tískil hevði tað
verið órættvíst, um eg
skuldi verið ein av teim-
um, ið fara at líða undir
fylgjunum. Tí tað er greitt:
Tey, ið eftir vera, ganga
svárum tíðum og tungum
byrðum á meti.
Hvat ið liggur fyri
framman í tí ókenda, veit
eg ikki. Kanska okkurt
strævnari enn tað, eg fari
frá nú. Men í øllum fórum
veit eg, at hetta var mín
egna avgerð. At eg ikki
bara eri ein, ið skal rudda
upp í sugguni eftir eitt
annað ættarlið, onnur fólk,
ið samvitskuleys hava
oyðslað felags rikidømi,
væl vitandi, at onnur fóru
at svíða fyri tað.
Eg kenni meg trygga nú.
Á veg inn í eina óvissa
framtíð, vitandi, hverjar
fylgjurnar høvdu verið, um
eg ikki fór.
Ilt er at vita, hvussu ein
verður móttikin í tí
fremmanda. Eg havi gjørt
nógv við at vinna mær vin-
ir uttanlands, havi lært
meg fremmand mál, og
sjálvandi havi eg lisið nógv
um komandi heimlandið.
Men nú skulu so míni evni
at laga meg til standa sína
roynd. Um stutta tíð fái eg
at vita, um tað ber til, heilt
ella partvíst, at koma upp í
eina nýggja heild at gerast
ein av teimum, mínum
nýggju landsmonnum. Eg
fari ikki at krevja, at eg
framvegis skal sleppa at
hava mini serligu, før-
oysku fråmerki, ella at
undantøk skulu gerast
bara fyri mínar sakir.
Møguleikarnir eru nógvir,
útfallið er ógvuliga óvist,
men vónirnar eru góðar ...
Soleiðis hugsi eg, meðan
bussurin spakuliga fer í
gongd og flytur meg út um
bygdarmark, út móti sjón-
arringinum, ið verður al-
samt gyltari av rísandi sól-
as Sigrun Kjærbo