mikudagur 23. desember 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
LE
T
íðindablaðið ESF!
Sakførarar
fara at telja
Nú atkvødurnar til býráðs-
valid i Havn verða taldar
av nýggjum, verður vænt-
andi greiðari hjá øllum í
framtíðini
Spurningurin um tær 35 atkvødurnar í býráðnum í
Havn gongur ikki so mikið út uppá, um valúrslitið
kann gerast ødrvisi. Málið snýr seg meira um, hvat
skal til fyri at gókenna eina atkvødu.
Valnevndin í Havnar kommunu helt onga orsøk
vera til at telja av nýggjum, soleiðis sum Havnar
Framburðafelag, valfelagið hjá fólkaflokkinum,
hevði bidid um. Valnevndin helt seg hava gjørt sínar
skyldur.
Men Petur í Gong mælti til at fáa talt av nýggjum
fyri at eingin misskiljing skuldi vera, at rætt var farið
fram.
Hetta tók Tórshavnar býráð til eftirtektar á fundi
mánakvgldið, og samtykt var at telja allar atkvødur-
nar av nýggjum.
Ivamálið um rætt var talt tók seg upp, ti vrakaðar
vóru nakrar atkvødur við fleiri krossum til valevni á
sama lista vóru vrakað. Framburðsfelagið vísir til
reglugerðina fyri valið, har sagt verður, at eru fleiri
atkvødur til sama lista, fellir atkvødan til listan.
Jens Marius Poulsen, býráðsskrivari, sigur, at
reglugerðin, ið víst verður til, bara er fyri grov-
teljingina, sum fer fram í valhølinum beint eftir valið
er av.
Tá fíntalt verður, ganga teir eftir vallógini, sum
sigur, at bara ein krossur skal setast.
Nú hava fýra sakførarar fingið uppgávuna at tel ja
av nýggjum. Tað verður upp til teirra at avgera,
hverja atkvødur verða góðkendar. Jens Marius Poul-
sen væntar, at henda uppteljingin verður avgerandi,
hvgrjar reglur verða galdandi í komandi valum, og
hann heldur tað vera gott at fáa hetta greitt.
Sakfgararnir vórðu bidnir um at telja, tí ikki bar til
at fara til Kommunala Eftirlitið. Møguleikin at kæra
til landsstýrið skal standa eftir, sjálvt um talt verður
av nýggjum.
randi
Nr. 245 — 23. DESEMBER 1992
- Politikararnir skulu ikki fáa ta gleði, at F akfelagssamskipanin
syndrast, sigur Hildur
Hildur Patursson, tals-
kvinna hjá feløgunum i
Fakfelagssamskipini er í
døpurhuga, hvat er at gera,
nú tað er komið fram, at
ósemja er millum feløgini.
Hon grunaði einki ilt, á
hon í seinastu viku frætti
gjøgnum útvarpið, at seks
feløg vóru ímóti, at feløgini
tosadu um lønarskatt. Hetta
visti hon einki um, fyrr enn
hesi feløg sendu út yvirlys-
ing, har feløgini åtala, at
fakfelagsleidarar koma vid
slikum tilmælum.
Eitt av hesum seks feløg-
um var Føroya Arbeidara-
felag, sum haraftrat friggja-
dagin gjørdi fundarsamtykt
vid kravi um, at Fakfelags-
samskipanin tekur upp-
skotid um lønarskatt aftur.
Annars fer Føroya Arbeið-
arafelag burturúr sam-
starvinum.
Inegborg Vinther sigur, at
hon ikki hevði hoyrt um
nakað uppskot um lønar-
skatt, fyrr enn Jógvan Sund-
stein var í fjølmidlunum og
segði, at uppskotið var
komið frá fakfeløgunum.
Uppskotið hevði verið
nevnt á fundi í fíggjar-
nevndini, men Ingeborg
Vinther hevði ikki verið á ti
fundinum.
Hon helt tað ikki vera
skilagott av Fakfelagssam-
skipanini at koma við slík-
um, tí rættir tú politikaru-
num lítlafingur, taka teir
alla hondina, sigur hon.
Hildur Patursson heldur
ikki, at feløgini gjørdu
nakað skeivt. Tey fóru ikki í
landsstýrið við uppskoti-
num, soleiðis sum tey seks
feløgini siga í yvirlýsingini,
men tey nevndu møgu-
leikan á fundi vid figgj-
amevndina. Hildur Paturs-
son leggur dent á, at feløgini
nevndu lønarskatt á háinn-
tøkur, og tað skuldi vera
progressivur skattur, t.v.s.,
at skatturin skuldu vera
hægri, jú hægri inntøkan
var.
Bara tey, sum orka
- Hetta gjørdu vit fyri at visa
okkara góða vilja og vísa á
onkran ítgkiligan máta at
útvega landinum pengar.
Tað er okkar hugburður, at
tey, sum orka, skulu bera
byrðarnar. Meira skatt á
Patursson, talskvinna hjá fakfelógunum
ÍF akfelagssamskipanini hevur verið ein fundur og annar eftir, men torfért er at finna
sama stevið
låginntøkurnar ber ikki til at
leggja, tí tey orka íkki at
gjalda meira, sigur Hildur
Patursson.
Aftan á fundinum í fíggj-
amevndini kom Jógvan
Sundstein fram og segði, at
uppskotið um lgnarskatt
kom frá fakfeløgunum.
- Tað var ikki satt, ti hans-
ara uppskot hevði einki við
okkara at gera, tí vit tilskil-
aðu, at skattur bara mátti
leggjast á tær høgu lønirnar,
sigur Hildur Patursson.
- Tí haldi eg ikki, nakar
kann krevjaav okkum, at vit
taka aftur eitt uppskot, ið vit
einki eiga í, sigur hon.
Hon heldur tað ver harmi-
ligt, at figgjarnevndin og
landsstyrid ikki aftur hava
lagt í at tosa við feløgini.
- Vit bjóðaðu teimum ein
dialog, teir søgdu ja takk,
men vit hoyrdu einki aftur,
sigur Hildur Patursson.
Eftir høgtidina fer hon at
kalla feløgini aftur á fund, tí
í hesum døgum ber illa til,
og fíggjarlógin verður sam-
tykt kortini. Hildur Paturs-
son heldur, at samstarvið
millum feløgini má haida
fram, sjálvt um nøkur tí-
verri møguliga ikki vera
við.
randi Í
1
fritidarløn
Teir fimm
vaktarmenninir,
sum i fjór løgdu arbeiðið niður
hjá Vaktargarði, fingu einki
endurgjald fyri mista inntóku
Tú stendur veikt, um tú
leggur arbeiðið niður og
ikki hevur heimild fyri at
gera hetta.
Tað kunnu fimm mans
sanna, sum í fjør løgdu ar-
beiðið niður hjá Vaktar-
garði.
Teir komu í andstøðu til
arbeiðsgevaran, tá summ-
arfrítíðarætlanin = skuldi
leggjast í apríl mánaði í
fjør. Arbeiðsgevarin helt
seg hava fullan rætt til at
leggja ætlanina, sum hann
vildi. Hetta vóru menninir
misnøgdir við og løgdu
arbeiðið niður. Hetta var 6.
apríl í fjør.
Teir vóru limir í Havnar
Arbeiðsmannafelag, sum
stóð fyri arbeiðssteðginum.
Felagið kravdi sáttmála við
Vaktargarð, men leiðarin
Bjarni Thomsen vildi ikki
gera nakran sáttmála.
Havnar Arbeiðsmanna-
felag stevndi síðan Vaktar-
garði eftir lønarmissi, sum
felagið helt, at fyrrverandi
vaktarmenninir høvdu
havt. Eisini varð stevnt eftir
rentum av frítíðarpengum,
menninir áttu ul góðar.
Føroya Rættur kom
fríggjadagin til ta niður-
stóðu, at menninir greitt
høvdu lagt arbeiðið niður
sjålvir, og at teir ikki vórðu
koyrdir.
Lønarkravid hjá Havnar
Arbeiðsmannafelag = var
221.000 krónur. Tað var
afturvíst.
Í staðin varð gjørd semja
um, at Vaktargarður skal
rinda Havnar Arbeiðs-
mannafelag vegna menn-
inar 6.406 krónur í rentum
av fritidarløn.
Partarnir rinda sjálvir
sakarmálskostaðin.
randi
Síða 9
Samskipanin
heldur fram
er *