Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (5071) Síða 10 Nr. 245 — 23. DESEMBER 1992 Framsýning í Fuglafirði um flóttarfólk: onurin fekk | bod um at drepa £ - Okkara neyð er á luksusstødi í mun til ta neyð, sum valdar í fyrrverandi Jugoslavia, sigur Petur Martin Petersen í Fuglafirði, sum hevur skipað fyri framsyning , har flóttafólk síga sína søgu Vinarlagið millum fyrrver- andi jugoslavar og fugl- firingar er livgandi søgan um menniskjansliga neyð gðrumegin og umhugsni og vinskap hinumegin Ålborg og Fuglafjørdur eru vinarbýir bandi var framsýning á fornminnissavninum í Ál- borg um Fuglafjørð seinasta summar. Vakti minnii um heimlandið Petur Martin Petersen í Fuglafirði stóð fyri fram- sýningini, og hann legði til merkis, at tvey fólk vitjaðu framsýningina, og at tey vóru har leingi. - Eg helt tey kanska vera grønlendingar, men tå eg spurdi, søgdu tey at tey vóru flóttafólk úr Kroatia. - Hesi fólkini komu aftur hvønn dag, og vit pråtadu tí í SUM sam- Á eisini komu úr oyggjarlandi og at orsøkin ul, at tey komu aftir fleiri ferðir var tí tey vóru so hugtikin av framsýningini, sum í mynd- um líkust so nógv heim- landi teirra. Framsýningin í gomlu sýslumanshúsunum i Fuglafirði er dømi um, hvussu jagstarð fólk sum hesi kenna tað, tá tilveran verður syndrað, og kríggið noyðir tey at flýggja heim- anífrá. Tey eru flóttafólk og búg- va í eini fýra-songsstovu á nidurløgdum sjúkrahúsi i Ålborg. Tey eru seks fólk, sum búgva og virka í hesum Mamman á svartalista Orsøkin til at tey flyddu í fyrrverandi Jugoslavia er tann, at konan er hálvur serbi/kroati, og maðurin er serbi. Tey eiga try børn, tvi- burdar, gentu og drong, sum eru 17, umframt 19 åra gamla dóttur, sum áður búðu í býnum Split. Tá kríggið kom, flýggjaðu tey til oynna Zlarin, í barna- heimið hjá manninum, men hermenninir funnu tey har. Sonurin var tá 16 ára gamal. Serbisku hermenninir tóku sonin, handaðu honum eina skammbyrsu og bóðu hann fara heim at skjóta mammu sína. - Tí vóru tey noydd at flýggja somu náttina, og komu tl Danmarkar, har familjan áður hevur arbeitt. Pápin er landmátari og mamman lærari. Hon starv- aðist á slaviska universitet- inum í Keypmannahavn, tá SKIP RIÐ tvíburðarnir vóru føddir. Seinni fóru tey heimaftur, tí børnini vóru sjúk. Læknin í Danmark hevði sagt teim- um, at veðurlagið í Jugo- slavia fór at gagna børnu- num. - Vit gjørdust væl og prát- aðu saman hvønn dag. Tá framsýningin var lið- ug, bjóðaðu flóttarfólkini okkum - konuni og mær - heim til sín. - Vit vóru bilsin, tá vit sóu, hvussu tey búleikaðust. Tey vóru seks fólk í einum skoti at kalla. Har búðu og arbeiddu tey í hesum rúmi. Tað var reint og hugnaligt inni, men tað hugtók okk- um, at øll familjan var skap- andi fólk og ógvuliga virk- in. Tey teknaðu, málaðu, spældu tónleik og yngsta dóttirin var skald, sum Milena Adun, skald og útbúgvin á tónlistaskúla, spælir Na her til heiðurs fyri føroyavinunum i katólskari kirkju í Ålborg. S ystir hennara Danicia sæst eisini å myndini. Hon er útbúgvin í design og myndamáling í Split hevði vunnið fyrstu virðis- løn í fyrrverandi Jugoslavia fyri ungar yrkjarar, tá hon var 14 ára gomul. Tey hava eisini skipað fyri framsýningum í Dan- mark. Vit hildu eftir heim- ferðina brævasamband við hesi fóttafólk, og alt meira vóru vit varug við, at tey sálarliga vóru illa fyri, tí umstødurnar vóru so trong- ar. Eisini vóru tey kroyst, tí vissa er ikki fyri, um tey sleppa at verða verandi í Danmark. Vilja Ikki hava serviðgerð Verða tey send heimaftur, so var tað bert spurningur um tímar til mamman verð- ur skotin. - Vit vóru nøkur í Fugla- firði, sum hildu, at vit áttu at bjóða teimum til Føroyar í einar 14 dagar, so tey kundu fáa hvíld, men hóast Reyði Krossur og flóttafólka- nevndin játtaðu, so noktaði fremmandapolitiið teimum at fara. Her eru flóttafólkini í lítla rúminum í Álborg, har tey liva og virka. Vinstrumegin síggjast: Davorin, Mate, Milena Danica, drongur henna og mamman Mira Foreldrini búðu í Dørnini eru fodd har - So góvu vit teimum í- staðin 14 dagar í summar- húsi í Skagen, og tað hava tey eisini verið fegin um. - Hesi fólk eru ógvuliga lítillátin. Hóast tey fegin vildu til Føroya, so dámdu Framhald á síðu 17 Myndir, yrkingar og annað listaligt tilfar, sum flóttafólkafamiljan hevur sýnt fram í Danmark, eru um upplivingar teirra í fyrrverandi Jogoslavina og tilveruna, sum hon myndar seg í dag