Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1992síða 22

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2 og tíðarritum. Hjørdis Hå- berg, einkjan eftir Petur, var so beinasom at lata mær alt tað, maðurin hevði skrivað, og tá dagbøkumar eftir bæði eldra og yngra Sloan vóru atkomuligar, so var longu komið væl ávegis. Í fyrra partinum av bók- ini, ið snýr seg um gamla Sloan, hevur uppgávan ver- ið at sambandað og skipað tilfarið í tidarrød, sum aðrir hava skrivað, serliga er tað rúgvismikla tilfarið, sum lá eftir Andrew Sloan og dag- bøkurnar hjá gamla Sloan. Påll Róland Poulsen i Klaksvík hevur gjøgnum- gingið ulfarið framman- undan, og tað var stór hjálp. Í seinna partinum hevur Sigurd sjálvur havt ein stórri skrivligan leiklut, men hann sipar eisini til aðrar. Tað tlfarið hevur hann snikkað til, so tað var klárt at geva út í bók. — Hóast seinni parturin hevur verið meira at bróta burtur úr nýggjum enn tað um gamla Sloan, so kendist fyrri = parturin meira torførur. Tað fall lættari at skipa frágreiðingar um seinnu tíðina, tí keldurnar vóru nærri, og tað hevur í mongum førum borið til at seta seg í samband við fólk, sum hava havt gott innlit og greiða vitan um tað, eg var áhugaður í. Tað bar ikki til í fyrra partinum. Har var bara skrivada tilfarid at halda seg til, og um ivaspurningur tók seg upp, hvussu ymsu keld- urnar passaðu saman i tid arrødini, so var onga aðra staðni at fara enn at mýkja tað, ið var tøkt og arbeiða vid tí, til ivaspumingurin var loystur. Nógv bíðar Ta tíðina, Sigurd hevur savnað og skrivað bókina, sum nú er komin undan kavi, er so nógv annað komið ul høldar. Einki at ivasti, at tað seinni kemur út í bók. — Eg fari ikki undir nýggja bók. Aldurin er ov høgur til tað. Tann, sum tekur upp- gávuna á seg, kann fara undir arbeiðið út frá tilfarin- um, sum eg havi liggjandi. Tað snýr seg serliga um tær samkomurnar, ið vórðu sett- ar á stovn eftir at gamli Sloan var deyður. Tá farið varð undir út- komnu bókina, var ætlanin at taka alt við. Í tí samband- inum var eg saman við gðr- um og tosaði við fleiri eldri fólk. Samrødumar vórðu festar á band, og tað var í tókum tíma, tí fleiri teirra, sum søgufr6d greiddu frá, eru ikki millum okkara longur. Eftir at tað var arbeitt við tilfarinum eina tíð, gjørdist tað klárt, at tad fór at vera ov rúgvismikið, um alt skuldi ða22 Nr 245 —23. DESEMBER 1992 skipast og fáast út í einari bók. Ossur, sonur okkara, helt tá fyri, at tað hevði gjørt uppgávuna greiðari, um bókin varð avmarkað til tíðarskeiðið, sum Sloan livdi. Sum í so mongum øðrum í sambandi við bók- ina, vístu hesi sonarráðini seg at vera holl. Nú fari eg at royna — so leingi sum orkan er til tað — at skipa tilfarið, ið ikki er komið í bókina, soleiðis at tað fer at bera til hjá gðrum at taka arbeiðið uppaftur. Hugurin hevur altíð staðið til tað målsliga Undan hesi bókini er ein onnur bók komin av Sigudsa hondum. Tað var Bíbliuorðabókin, sum kom út upp undir jól í 1985. Tann bókin, sum M. A. Jacobsens virðislón varð latin fyri, fylti 500 síður, og sam- komusøgan er 352 síður. Tað vil siga, at síðutalið táttar væl í túsund, sum høvundin hevur fjølgað før- oyska bókaheimin við hesi seinastu sjey árini, frá tí at hann var knapt 75 og til hann nú er 82. Tað er sjáldsamt, at høv- undar fara undir bókaút- gávu í so høgum aldri? — Eg havi ongantíð kent meg sum tann, ið skuldi skriva bøkur, men eg havi altíð havt áhuga fyri málin- um og tí skrivaða orðinum. Kærleikin til móðirmálið og ansurin fyri orðum og vend- ingum kveiktist bæði heima við hús — mamma var jú lær- aralærd — og í skúlanum í Klaksvík, har teir báðir vikutímarnir í føroyskum hjå Simuni Petur Zacharias- sen tóktust gevandi og eggj- andi. Kanska var tað, ti eg var afturhaldin og hevði ilt við at taka orðið millum fólk, at hugurin fyri orðum og vendingum var so stórur. Eg hugsaði nógv, men sum oftast kom tað ikki longur enn til hugsanina, ti tå vendingin var snákað til, so var prátið komið longur! Victor meistari — eisini målsliga Hóast Sigurd Berghamar ikki stóð sum høvundur at bókum fyrr enn eftir at hann hevði lagt dagliga yrkið frå sær, so hevur hann verið uppi í, tá útgávur hava verið fyriskipaðar: - Í 1932 fluttu eg úr Klaksvík til Havnar og fór í starv í nýstovnaða Sjó- vinnubankanum. Tað var um hesa tíðina, at Victor Danielsen av álvara fór undir at týða partar av Bíbli- uni til føroyskt. Tað mundi vera eina ferð miðskeiðis í tríatiárunum, at eg fyrstu ferð hoyrdi Victor lesa úr ti, hann hevði týtt. Vit vóru staddir i Klaksvík, og Victor bað nakrar koma á Vágsheygin í heimið hjá Kal. Vit vóru Jóan Jakku á Viðareiði, í Niels Vang, sum tá búði í Klaksvík, og eg sjálvur. Tað stendur púra klárt fyri mær, tá Victor las um Simeon og Annu, sum bíðaðu eftir Harranum í templinum. Hví Victor hevði biðið megkoma, veiteg ikki, men eftir tað hjálpti eg saman við Konrad bróðir honum við rættlestrinum. Victor hevði stóra ávirkan á meg — eisini málsliga. Hann var eisini á tí økinum ein meist- ari, og eg havi amngan hugsað, hvat Victor mundi havt sagt, tá eg havi ivast i, hvussu okkurt skuldi sigast. Lósu bíbliuhandritið — Eftir kriggid týddi Victor alla Bíbliuna av nýggjum. Hann sendi mær avrit av handritinum, og uttan at hann hevði heitt á meg um at gera tað, so dittaði eg mær at biðja nakrar koma saman at lesa handritið og sammeta tað við umseting- arnar, sum Victor hevði týtt til føroyskt eftir. Tað var týdningarmikið, at umset- ingin innihaldsliga var í samsvari við tað, ið týtt var eftir. Vit vóru sjey menn, sum í meira enn eitt ár hittust eitt ella tvey kvøld um vikuna. Tað vóru Jens Guttesen, Knút Háberg, Petur Háberg, Konrad Joensen, Jógvan Skylindal, Otto Sørensen og eg sjálvur. Ein las úr Victorsa handrit og hinir sótu við teimum útgávun- um, Victor hevði umsett eftir. Vit høvdu uppskot um onkrar broytingar, sum vit hildu vera neydugar. Eftir at Bíblian var komin út, stóðst nógv stríð av um umsetingin var rett ella ikki. Tákom tað væl við hjá okkum, at vit so gjølla høvdu kannað og sammett føroysku útgávuna við tær, ið vórðu nýttar í øðrum londum. Victor yrkti og umsetti hópin av sálmum og sang- um, og hann tók stig til at geva sangbøkur út. Størsta útgávan var í 1952 útgávan av Sangbók Guds Fólks. Hon taldi 1125 sangir og sálmar. Í tí sambandinum kom eg eisini at eiga part í rættlestrinum og í at røkja sambandið vid prentsmiðj- una. Men eg yrkti einki, og sum sagt, so var tað ikki í mínum huga at gera sjálv- stødugt skrivligt arbeiði. Góða heilsa og meiri tíð í aldurdóminum Men tú hevur skrivað nógv seinni? — Lat meg siga tað so- leiðis, at um nøkur evni ella talent eru til staðar, so vóru tey væl goymd til dagliga yrkið var lokið í 1976. Tá legði eg frá mær á Esso, har gerandisdagurin hevði ver- ið síðan krigslok — fyrst hjá Esmari Fuglø, sum stovnaði og átti Føroya Oljusølu, og síðani á Esso, sum keypti ognimar hjá Føroya Olju- sølu. Hjå mongum føroyingi nivdu tuberklarnir fyrra partin í hesi øldini, og so- leiðis var tað eisini hjá Sigurdi Berghamar: -—11933 var eg fyrstu ferð á bróstsjúkrahúsinum i Hoydølum í næstan eitt år, og í 1938 var eg aftur noyddur at vera á Sanatori- inum í 10 mánaðir. Tað var Stutt eftir, at vit vóru gift, og Gunnvør elsta dóttir okkara var á veg. Harrin gav í náði síni lekidóm. Kropsligu kreftir- nar høvdu ongantíð verið tær nógvu, og tuberklarnir bøttu ikki um. Nú tå eg hyggi aftur á lívið, er tað kanska væl skiljandi, at einki yvirskot var til sjálv- stødugt skrivligt arbeiði, tå roynt varð at útinna dagsins skyldur, og so arbeiðið í sambandi við Bibliu, sang- bók og rættlestur í mongum ødrum kom afturat. Arheiðið bíðaði eftir at verða gjørt At tað so alíkavæl bleiv til tað, at eg fór undir Bíbliu- orðabókina og síðan sam- komusøguna, skal m.a. síggjast í ljósinum av, at tað bleiv nógv rúmligari við tíð, tá vinnuligi arbeiðsdagurin var liðugur, og at eg fram- vegis var væl fyri. Men tað skal eisini síggjast í ljósin- um av, hvussu tíðin og um- støðurnar lagaðu seg. Omanfyri er greitt frá, hvussu skumpið kom til ný- komnu bókina. Søgan um , Bíbliuorðabókina spennir yvir eitt langt tíðarskeið: Eliesar Poulsen, sum seinni hevði bókhandilin Thule í Klaksvík, og eg vóru báðir í starvi hjá K jøl- bro í tjúgunum. Hann vísti mær norsku bíbliuorða- bókina, sum er væl kend millum føroyingar. Tá kveiktist tankin um, at tað hevði verið rætt og natúr- ligt, at vit á føroyskum áttu slíka bók at sláa upp í. Hetta tóktist veruleikafjart, tí Bíblian var ikki á føroysk- um. Nýggja Testamentið kom fyrstu ferð í 1937, og oll Bíblian í 1949, Eftir fóroysku bíbliuút- gávuna bylgdist hugsanin aftur um føroyska bibliu- orðabók, men tað fall fram- vegis lætt at nýta ta norsku, ti danskur og norskur bíbliulesnaður hevði verið 50 inngrógvin, at tað lá væl fyri at leita í norsku bókini, hóast nú varð lisið á før- oyskum. Tibetur grundfestist før- oyskt sum bibliumål, og iey, sum nú eru væl uppi í manndómi, vita ikki um annað, enn at lesa skriftir- nar á móðirmálinum. "rað hevur glett meg, men sam- stundis varð tørvurin á orðabókini alt meira eyð- sýndur. Men eingin fór undir tað verkið, og so kendi eg tað Tíðindablaðið sum eina byrðu og sum mína ábyrgd at royna. Tað vóru 26 mánaðir frá tí, at farið varð undir arbeiðið, og til bókin var liðug. Læran og familjan Tað hevur verið frammi, bæði her í blaðnum og í útvarpsummælinum hjá Peturi Martin Rasmussen, dómprósti, av nýggju bók- ini, at tað hevði verið áhugavert, um meira varð skrivað um teologiina hjá brødrunum. Hevur tú ikki hugsað um tann partin? — Sum sagt so havi eg ongantíð kent tað soleiðis, at eg var rætti maðurin at fara undir tær báðar upp- gåvurnar, sum alíkavæl gjørdust til bøkur. Tá tað ræður um læruna, so kenni eg als ikki, at eg eri rætti maðurin til slíkt verk. Eg eri glaður um, at evangeliið kom til mín, tá eg var ein ungur maður, og eg eri takksamur fyri lívið, soleiðis sum tað er livað. Avbjóðingarnar, tá tað ræður um at skriva bøkur t.d. um teologiskar spurn- ingar, eru tað fleiri og yngri og evnaríkir menn, ið hava hegni og innlit til at gera. Familjan hevur verið grundstuðul í so mongum. Ikki minst hesi árini bøk- umnar hava verið skrivadar hava tey staðið saman við mær. Dótturin Erla hevur dagligt yrki, sum hevur við bøkur og tað prentlistarliga at gera, og tað er komið stak væl við, serliga í sambandi við samkomusøguna. Hevdi tað ikki verið, so hevði tað verið ógvuliga trupult hjá mær at givið bók út, endar litillætni maðurin, sum í gjár helt 82 ára fød- ingardagin. Vit takka fyri okkum og ynskja Sigurdi saman við familjuni eini gleðilig jól. Orð Jóannes Hansen