mikudagur 23. desember 1992síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hanus heima í Túni og konan Sigga Maria.
Toftamaðurin
sum dugdi eingilskt
Hann átti bæði mammu-
beiggja og fastur í Svínoy.
Hesi vóru ávikavist Jóannes
í Ovasta húsi, sum var ætt-
iður úr Útistovu á Toftum
g var giftur við Annu
»ofiu, ættað úr Ovasta húst
jannes var sum 14 ára
mal komin til Svínoyar
m húskallur uppi í Húsi
ar
ett } un: á
nesi Lind
.atrina, hon var sv sur Jó
innes í Ovasta húsi, og hon
var eisini nógv í Svínoy
sum genta. Hon var frammi
í Garði hjá Jóa beiggja og
Annu Malenu, sum var
mostir hennara. Seinni gift-
ist hon út á Toftir við
Jústinus heima í Túni, og
elsti sonur teirra var Hanus.
Hanus heima í Túni giftist
Siggu Mariu Thomassen í
Nes kirkju 5. oktober 1913.
Hon var ættað uttan av Bø í
Svínoy. Foreldrini vóru
Jósup, ið var ættaður úr Kók
í Havn, og Anna Katrina, ið
var ættað úr Keldhúsinum í
Hattarvík. Tey høvdu bæði
tænt har Heimi í Svínoy, og
tá tey giftust í 1880, settu
tey búgv úti á Bø.
Helst hevur Hanus hitt
Siggu, tá hann hevur vitjað
skyldfólkini í Svínoy
Nøkur ár búðu tey á Nesi,
men seinni bygdu tey á
Toftum. Teimum var ikki
langt lív lagað. Sigga plág-
aðist av tuberklum og doyði
I i feb uar 1935, og
sler út av deyð
siglaranum Sealous í sep
tember 19
T {
ey áttu fimm bøm. Ein
genta doyði fýra ára gomu! í
1923. Sigga var í Svínoy og
ferðaðist, børnini fingu kik-
hostan og lítla Elisabeth
fekk lungnabruna og doyði.
Hon varð grivin í Svínoy.
Hini fýra børnini vuksu upp
hjá góðum fólki.
Hanus segðist hava góðar
gávur at læra, m.a. skuldi
hann ganga heilt stutt upp á
skúla, tá hann tók skipara-
prógv hjá Djurholm á
Glyvrum. Á Toftum verður
sagt, at teir vóru tveir, ið
fingu fult stigatal, 42, til
prévtøkuna. Teir vóru Gutt-
ormur Olsen, Guttormur
uppi á Regni, og so Hanus.
Tað lá stak væl fyri hjá
Hanusi í eingilskum. Tað
skuldi komast av at hann
hevði siglt við eingilskum
trolarum. Gulak Jacobsen
var um tað mundið kappel-
anur á Nesi. Hann hevði
kvøldskula í eingilskum við | I
ungdóminum, og har sigst,
at Hanus hevði gingið ngk-
ur kvold
Jukim Olsen var nógv á
Toftum, tå bygdin varð
matrikulerað fyrst í áttati
árunum. Tá hoyrdi hann, at
toftamenn róptu eitt fyri
Fopphamarsmið. Hann
fekk staðfest, at talan var
um Topphamarin í Havnar-
enni á Svínoynni.
Hamarin er lítil, tá hugsað |
verður um fråstøduna mill- |
um Svinoynna og Toftir, so |
er sannlikt, at navnið er
komið til Toftir, ti svinoy-
ingar hava verid å Toftum
og vitjað skyldfólk, ella
toftamenn hava verið í
Svínoy. M.a. var Jóannes í
Ovasta húsi, sum var ætt-
aður av Toftum, dúgligur
útróðrarmaður. Hann var
fastur fjallmaður í Heimi-
stovu í Svínoy, sum haga-
parturin hoyrir til, ið Topp-
hamarin er í. Kanska er
navnið komið til Toftir í
sambandi við hann.
Nr. 245 — 23. DESEMBER 1992 Síða ?1
vur givið
1000 síður út
Í aldurdóminum
Sigurd Berghamar hevur ongantíð mett seg sjálvan sum
rithøvund. Men tá umstødurnar gjørdu, at teir, ið vóru
meira upplagdir at gera arbeiðið, ikki høvdu møguleikan,
| Í gjár fylti hann 82, men
| hann er framvegis skjótur
og lættur. Tað er Sigurd
Berghamar, vit tosa um.
Hann hevur skrivað bókina
um samkomurnar av brødr-
um, ið kom út fyri stuttum,
og tað er í tí sambandinum,
vit støkka inn á gólvið í
Dalatúni 5, har hann og
konan Tinna í mong ár hava
havt hugnaligt og fjálgt
heim.
— Hugsanin um at festa
søguna hjá samkomuni i
| Føroyum á blað er ikki
| nýggj. Men tað var ongan-
| tíð í huganum, at eg skuldi
| fara undir tað arbeiðið.
Aðrir vóru nógv betur
skikkaðir til tað. Ikki minst
Petur Háberg. Hann fór tíð-
liga at skriva um gamla
Sloan, og hann fekk nógv
tilfar frá Andrew Sloan,
syni gamla Sloan. Fyrst í
sekstiårunum kom nakað av
tilfarinum i Liv og læru.
Petur var fram úr við penn-
inum. Í mínum eygum var
tað so rímuligt, at hann
skrivaði samkomusøguna.
Men soleiðis skuldi tað
ikki verða. Petur gjørdist
tíðliga veikur, og í 1984
andaðist hann bert 70 ára
gamal.
Fór 75 ára gamal
at savna tilfar
Neistin til at Sigurd Berg-
hamar tók uppgávuna at
skriva samkomusøguna á
seg varð kyndur, tá tað aftur
| so fór hann undir stórar uppgåvur eftir at dagligi arbeiðs-
| dagurin var lokin
og altur vóru tey, sum g«
ul kennar, at tað var spell
eingin søga var
Og tad kyknaði rættiliga
stutt eftir, at Bíbliuorða-
bókin kom út upp undir jól
1985. Tað var ein, sum kom
inn á gólvið eftir bók, hann
hevði keypt. Adrenn hann
fór avstað aftur, helt hann
fyri, at næsta takið var at
fara undir samkomusøg-
una.
Ég var tá 75 ára gamal og
helt, at tað fór at vera av-
markað, hvat kundi fáast frá
hondini í so høgum aldri. Ti
var fyrsta málið at kort-
leggja tað, ið aðrir høvdu
skrivað um samkomur og
persónar í bløðum, bókum