mikudagur 23. desember 1992síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20
Nr. 245 — 23. DESEMBER 1992
EITT 80 ÁRA MINNI:
Tíðindablaðið ÆTI:
Alt bar á skeiva borðið
Tað varð hildið at vera stak óheppið, at óroyndur 20 ára
gamal unglingi skuldi standa við róðrið um borð á
Oleariu. At dagarnir hjá ungu svínoyingunum vóru
taldir sæst á fleiri óhepnum umstødum, sum allar bóru
á tað borðið, at báturin skuldi siglast yvir
Sjórættur í sambandi við
vanlukkuna varð settur í
tinghúsinum hin 21. des.
1912 klokkan 6 seinnapart-
in. Í sjórættinum vóru dóm-
arin, Christian Christiansen
ella Christian í Dali og Jens
Andreassen ella Jens í Dali.
Annars vóru í rættinum
bretski konsulin Coates,
varakonsulin Valdemar
Liitzen og Poul Effersøe
sum umbod fyri Ulykkes
forsikringen for danske
fiskere. Tolkur var Vilhelm
Mohr, býráðsskrivari.
Tað er ikki rúm fyri gjølla
at viðgera alt tað, ið kom
íram í sjórættinum, sum
arði í fleiri dagar. Sambært
skrivaðu frágreiðingini
fóru teir ógvuliga gjøllaum,
og bæði føroyingar og
bretar vórðu avhoyrdir fleiri
ferðir.
Gera vit ein stuttan sam-
andrått, so eru tað fleiri lut-
ir, ið benda á, at viðurskift-
ini lagaðu seg soleiðis, at
vanlagnan bara skuldi raka
Jarnbard og teir sjey menn-
inar.
Símun Jacobsen var av
góðum grundum tann ein-
ast av båtsmonnunum, sum
var avhoyrdur. Hansara frá-
greiðing er væl í tråd við
tað, sum Jógvan og Edvard
seinni hava greitt frá. Vert
er at leggja ul merkis, at
hann sigur, at allir báts-
menninir sótu í olju- ella
skinnklæðum, og Jóan
Jákup var í oljustivlum,
sum teir róptu tað. Klæðini
hava ikki betrað um møgu-
leikarnar hjá monnunum at
klára seg, tá teir flutu í sjó-
num.
Sjúkur skipari
Skiparin á Oleariu, hin 38
ára gamli John Crompton,
seðgi, at hann hevði verið
sjúkur, og hann kendi seg
framvegis illa, tá hann
góðan hálvan tíma undan
samanstoytinum fór niður
undir. Manningin arbeiddi
trol á dekkinum, bestimað-
urin hevði ábyrgdina oman-
deks, og ein 20 ára gamal
dekkari stóð til róðurs.
Kósin var í ein landnyrðing,
og skiparin gav róðurs-
manninum boð um at siga
sær frá, tá Eysturhøvdi var í
norðan.
Klokkan var fimm mi-
nuttir yvir tvey, tá 2. meist-
arin kom við boðunum frá
róðursmanninum. Skiparin
gav beinanvegin boð um at
steðga maskinuni, men hon
gekk fimm minuttir eftir, at
hann hevði givið boðini.
Næstu boðini skiparin fekk
var at koma á brúnna, tí teir
høvdu siglt á ein bát. Tá
hann kom upp stóð telegraf-
urin á >full back<, og teir
tókust við at fáa jolluna út.
Saman við 2. stýrimanni og
einum dekkararóði skiparin
til teir báðar, sum framvegis
vóru omaná. Teir sóu ongan
annan.
Eftir slíka vanlukku ber
sjálvandi altíð ul at eftir-
meta og siga, at um saman-
spælið millum ymisk við-
urskifti ikki var akkurát,
sum tað var, so hevði borið
til at sloppið undan van-
lukkuni.
Í hesum førinum kunnu
vit síga, at um skiparin ikki
hevði verið sjúkur, og um
boðini frá honum um at
steðga vórðu tikin ul eftir-
tektar beinanvegin, so var
einki hent, og høvdu svín-
oyingarnir ikki sitid í olju-
og skinnklæðum, so høvdu
teir kanska klárað seg betur.
Misskiltur stýrimaður
Skuldin fyri samanstoytin
varð løgd á 20 ára gamla
róðursmannin. Hann segði
seg ikki hava lagt til merkis,
at ein bátur var í nánd. Hann
hevði bara hugt eftir landin-
um, og tað var ikki fyrr enn
stýrimaðurin á dekkinum
rópti, at bátur var framman
fyri í stýriborð, at hann sá
hann. Tá royndi hann at
snara í bakborð, men tað
gekk bara lítil løta so brast.
Stýrimaðurin greiddi har
aftur ímóti frá, at hann sá
båtin, tá hann var ein fjórð-
ing burtur. Hann segði seg
við hondunum geva tekin til
róðursmannin um at snara í
stýriborð fyri at ganga leys-
ur av bátinum. Hann spurdi
róðursmannin, um hann
hevði fatað boðini, og hesin
skuldi hava sagt ja. Tískil
helt stýrimaðurin fram við
trolarbeiðnum, og sá einki
fyrr enn teir vóru heilt tætt
hjá bátinum.
Hevdi stýrimaðurin sum
Nógvur skyldska
Teir vóru sjey, sum vóru til
útróðrar við Jambardi.
Tvær ferðirnir tríggir brød-
Jógvan á Geilini og konan Elsebeth Malena.
ur og so Niels Jensen í
Gulaksstovu. Hann var 16
ára gamal.
Bróðurnir á
Geilini vóru Jógvan, sum
var 31 ára gamal, Ólav, 26,
og Hans Pauli 20 ára gamal.
Hinir brødurnir vóru synir
hjá Símuni Júst úti í Váli.
Hann hevði handil og var
lærari. Símun var 20 ára
gamal, Hans Jákup var 18
og Jóan Jákup 16 ára gamal.
Tað hevur verið vanligt í
Føroyum, at nógvur skyld-
skapur var í bygdunum.
Ferðasambandið og tískil
ferðingin var lítil í mun til
nú, og tað bar aftur í sær, at
ofta vóru tey, sum funnu
saman í hjúnalag, nær í ætt.
Hesir bátsfelagarnir vóru
nær í ætt. Omma dreingir-
nar hjá Símun Júst æt Else-
beth Fredrikka. Hon var gift
Miðlinga = Símuni úr
Gulaksstovu. Tað vóru 26
ár teirra millum. Hann var
52 og hon 26, tá tey giftust í
1870. Longu mikkjals-
messudag í 1884 doyði
hann á veg aftur úr Borð-
oyarvik saman við Fríðriki
á Fløtti.
Tey áttu tríggjar døtur, og
ein teirra var Inga, sum gift-
ábyrgdarmaður farið á
brúnna, tá hann sá bátin, so
hevði eingin vanlukka stað-
istav. Róðursmaðurin tykist
hava snarað í mótsatt borð
av tí, stýrimaðurin gav boð
um.
Teir arbeiddu trol á dekk-
inum. Sambært galdandi
lógum skuldi fiskireidskap-
urin vera goymdur, lá teir
vóru so nær landi. Høvdu
teir hildið seg til lógina, so
hevði stýrimaðurin verið á
brúnni, og so hevdi neyvan
skaði spurst burturúr.
Bjargingararbeiðnum
kundi eisini gingist betur
við: Ein dekkari ætlaði at
blaka bjargingarkík út, men
teir komu ov langt frá bát-
inum, og hin bjargingarkík-
urin var ikki tøkur. Hann
skolaði fyri borð á veg til
Føroya.
Soleidis bar tad til, at båt-
urin vard nidursigldur, og at
fimm menn druknaðu. Høv-
udsorsøkin til samanstoytin
var, at 20 åra gamal drong-
ur, sum hvørki hevdi skil å
at handfara róður, og ei
heldur var maður fyri at fáa
tað litið upp í hendur, einsa-
mallur stóð á brúnni, og
kanska í ovfarakæti og
kanska við at misskilja boð
frá stýrimanninum, sigldi
bátin niður.
Men tað sæst eisini av
omanfyri standandi, at tað
skuldi bara vera soleiðis.
Dagarnir hjá hesum fimm
ungu og røsku dreingjunum
vóru uppi.
ur UDPIl
ist vid Simuni Júst úti í Váli
í 1891. Seinnu árni búði
Elsebeth Fredrikka hjá
dóttrini úti í Váli, og har
doyði hon í mai 1924.
Henda Elsebeth Fred-
rikka átti tríggjar systrar,
sum allar giftust úti í Svín-
oy. Ein teirra var Elisabeth
Malena, sum i 1878 giftist
vid Olavi å Geilini. Tey
vóru foreldur at dreingjuni á
Geilini, sum vóru við í bát-
inum. Tað vil altso síga, at
teir triggir dreingirnir á
Geilini vóru systkinabørn
við Ingu, mammu teir
tríggjar úti í Váli.
Jukim Olsen vísir eisini á,
hvussu Niels var í ætt við
teir úti í Váli. Miðlinga
Símun og Andrass, bóndin í
Gulaksstovu, vóru bróður.
Andrass átti ein son, sum æt
Símun. Hann giftist í 1858
við Malenu, sum var elsta
dóttir Janus bónda eysturi í
Búð á Viðareiði. Malena
átti ein beiggja, men hann
doyði í 1858 29 ára gamal, tí
tók Símun úr Gulaksstovu
við festinum eysturi í Búð í
1864.
Malena doyði stutt eftir
barsilssong. Tá áttu tey
tríggjar synir. Símun giftis!
upp aftur við Julianm
Fredrikku Andreasdatter
uttan av Nesi, og tey fingt
tvær døtur — Malenu og
Petru.
Yngsti sonurin í fyrru
giftuni, Jens, fór út til Svín-
oyar, har hann festi eftir
abban í Gulaksstovu í 1886
Hann gifist í 1887 við Jó-
honnu Henriettu Matras í
Follindi á Viðareiði, og tey
fingu 6 børn. Næstyngst av
teimum var Niels Andreas
Jensen, sum fórst sorgar-
dagin í desember 1912.
Taka vit saman um, so
síggja vit, at Inga, mamm:
teir tríggjar úti í Váli, var
systkinabarn við abb:
Niels. Soleiðis fær Jukin
tað at hanga saman!