Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1992síða 24

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 24 Nr. 245 — 23. DESEMBER 1992 Dáma væl at arbeiða í Íslandi Fleiri av teimum føroyingum, sum fóru til Íslands í heyst at arbeiða, koma nú heim í jóla- frí. Tey lata sera væl at arbeiðsumstóðunum í Íslandi. Tey eru ikki so fá, sum fingu / arbeiði í Islandi ojógnum Tíðindablaðið Sosialin Tað var tann tíð, tå før- yyingar í heilt stórum tali fóru ul Islands. At arbeiða á landi eins og á bátadekki. Fleiri teirra eru har enn. Hetta var í teimum svára arbeiðsloysis- og niður- gongutidunum í fimtiárun- um. Nú arbeiðsloysið tók seg pp aftur í Føroyum, vóru aftur fleiri føroyingar, sum leitaðu tl Íslands. Islend- ingar vildu fegnir rætta lítla granna fyri eystan bróðurhond beinanvegin teir frættu um truplu stóðu okkara í Føroyum. Milum annað við at bjóða føroy- ingum arbeiði har yviri. Enn eru vit ikki vorðin partur av skipaðu arbeiðs- ávísingini millum norður- lond, og tí vóru aðrar loysnir royndar í so máta. Millum annað vendu ís- lendingar sær til føroysku arbeiðsloysistryggingina, sum heldur ikki legðist á boðini. Í ødrum fórum vendu íslendingar sær til Før- oyska Sjómansheimið i Reykjavík, og heldur ikki Símun, fyristødumadurin har, legðist á boðini, men vendi sær til Tíðindablaðið Sosialin, fyri at fáa boðini víðari. Og á hendan hátt fingu fleiri føroyingar samband við íslendskar arbeiðstakarar. Eitt tílíkt samstarv millum blaðið og sjómansheimið í Reykja- vík er eisini avtalað fram- yvir. Nøkur av temum, sum fóru til Íslands í heyst, koma heim við íslands- flogfarinum í dag. Vit tos- aðu vit nakrar teirra áðrenn tey fóru úr Íslandi. Øll lata tey sera væl at. Íslendingar eru góðir at ar- beiða saman við, og føroy- ingar kenna seg væl har. Flestu teirra lata sera væl at lønini, og ikki minni tí lagaliga skattinum. Ein teirra, vit tosaðu við, er Eyðfinnur Poulsen úr Skopun. Hann hevur, sam- an við bygdarmanni sín- um, Jóhan Hendrik Hentze, engt í Olavsvik á Vesturlandinum. Hitt nógvar føroyingar Eyðfinnur sigur, at hann rói út heima, men her kom ikki nógv burturúr. Hann hevur áður verið við ís- lendskum garnabáti, og fyri einum mánað síðani vildi hann royna at fara yvir aftur. Hann letur sera væl at arbeiðsumstøðunum í Ólavsvík. Egningaum- støðurnar eru sera góðar. Ikki at samanbera við "Arbeiðsávísingin" í Tíðindablaðnum Sosialinum gav úrslit. egnaingakroysurnar, vit mangan síggja. Og væl fæst burtur úr. Hendan seinasta mánaðin hevur Eyðfinnur tjent 18.000 krónur, og har fór eingin skattur burturav. Í Ólavsvík hava teir hitt fleiri føroyingar. Millum aðrar vágbingin Finn Kjærbæk, sum hevur búð har í stívliga 30 ár. Hann hevur egnan bát, og rør út við gømum. Íslendingar gjalda ferðina Ein partur av arbeiðs- avtaluni er, at íslendingar gjalda ferðina aftur og fram, og tí liggur væl fyri at koma heim í jólafrí. Men Eyðfinnur fer yvir aftur eftir nýggjár. Línu- veiðan heldur fram til síðst í februar, tá garnaveiðan tekur við. Íslendingar gev- ast við garnaveiðuni 11. mai, og tá roknar Eyð- finnur við at koma heim- aftur. Góðan prís í Hull Eyðfinnur sigur annars, at tað er viðrað stak illa, men báturin, teir hava engt til, er so mikið stórur, at hann hevur verið úti alla tíðina. Tað er serliga toskur og hýsa teir fáa, men eisini nakað av Tíðindablaðið (ExX))"1 SIÐ. FT rardarhott -3 Arbeiði í Íslandi bh ØD AR SB PE. PR OM FR 3 BR 0 lr ÓA OR hr Á brosmu og skøtu. Fiskurin verður ísaður í kassar, og fluttur í kuldabyngjum til Hull. Fyri toskin hava teir fingið upp í 26 krónur fyri kilo. Arbeiðsávisingin Frá Sjómansheiminum í Reykjavík hava vit annars júst nú fingið at vita, at sekt verður eftir tveimum royndum egnarum til Patreksfjørdin, sum skjót- ast. Helst millum jól og nýggjárs. Okeypis innivist og matpengar. Engt verður til tveir bátar, 130 og 180 tons stórir. Fólkið fær part, og skulu átta stampar egnast um dagin. Eisini kunnu au-pair gentur fáa arbeiði í Grinda- vík og í Keflavík. Ahugaði kunnu ringja á Sjómans- heimið í Reykavík: Telf. 1.680.777 tór.- Hóast Streymoyarbergholið er komið: vid DÚgvuni Dan Petersen, lýgtingsmaður spyr landsstýrið hvussu verður við Skálafjórðin og Havina Hóast Streymoyarberghol- ið er tíkið í nýtslu, nýta enn mong av Skålafjørd- inum farðleiðina við Dúgvuni til Havnar. Hetta sigur Dan Petersen, løg- tingsmadur, í samband við ein fyrispurning til Svend Aage Ellefsen, landsstýris- mann. Løgtingsmadurin vil tí fegin hava at vita hverjar ætlanir landsstýrið hevur við Skálafjarðar- siglingini. Dan Petersen leggur dent á skjóta og trygga flut- ningin, Dúgvan er á Skála- fjarðarleiðini til Havnar við lesandi og fólki, sum arbeiða í Havn og búgva í bygdunum við Skála- fjørdin. Løgtingsadurin spyr landsstyrismannin hvussu verður við Dúgvuni nú hon missir sína játtan á komandi fíggjarlóg. Mong ferðast við Dúgvuni Løgtingsmadurin hjá Javnaðarflokkinum í Eyst- uroynni vísir á, at mong fólk fara at kenna seg ótrygg, verður Dúgvan tíkin úr hesi sigling. Hann sigur, at líka síðani 1908 hevur fast samband verið millum Skålafjørdin og siglingini millum Havnina, og hevur hetta havt vid sær, at fleiri, sum arbeida i Havn, framhald- andi kunnu búgva við Skålafjørdin. Ferðafólka- talið er stórt enn, hóast bergholið er komið. Van- liga hava eini 115 fólk ferðast við Dúgvuni,- morgun og kveld, og síðani bergholið er komið, hevur talið ligið um 80. Løgtingsmadurin sigur, at tað er ikki føroysk sið- venja, at ferðast til og frá arbeiði í tveir tímar, sum tað tekur við Bygdarleið- um av Toftum og Strond- um til Havnar. Dan Petersen, løgtingsmadur, vil fegin hava at vita hvørjar ætlanir landsstýrið hevur við Dúgvuni Nógv framleiðsla Dan Petersen minnir á, at Eysturoyggin teknar seg fyri 40 prosentum av aliari landsins framleidslu, og hevur hetta eitt sjålvsagt krav til skjótan flutning, eisini av tungari ferðslu. Hann leggur aftrat, at ein treyt fyri at gólvupp- bodssølan á Toftum skal virka sum ætlað, krevst regluligt samband sjóvegis til og frá Toftum. tór.- je Arsins jólagáva — íkki minst til vinir og skyld- fólk í grannalondum okkara Ein hálvan tíma langur Føroya- filmur, ið ferðast kring alt landið Fæst í bókhandlum, kioskum og á flestu service-staðunum Fæst bæði á donskum, enskum og týskum Film- og Videoframleiðsla v/Klaus Kiesewetter Tlf. 47501 ella 86055 Fax. 48732