leygardagur 21. november 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hvagar gongur leiðin!
NÚ kreppan fær støðugt álvarsligari av-
leiðingar fyri alt okkara samfelag sýnist
tað kortini sum um at áhugin fyri at
gera okkurt, bróta upp úr nýggjum og
líta frameftir er við at vaksa manna
millum - við einum undantaki, og tað er
stórt sæd frá andstøduni á tingi. Hetta
skulu vit venda aftur ul. Løgmaður
hevur aftur og aftur eftirlyst itøkiligum
uppskotum frá bæði vinnuni og poli-
tísku andstøduna um, hvussu vit í felag
sleppa sum frægast burtur úr hesi
kreppuni. Hann hevur talað at tí altum-
fevnandi negativismu, sum er við at
taka alla vón frá fólki og hevur appeler-
að til allar partar av samfelagnum um at
vera við í eini kreppuloysn og somu-
leiðis endurreisingarætlan.
VIT síggja vit, at bæði frá løtakara-
feløgum og eisini frá arbeiðsgevarunum
og frá Menningarstovuni er ein byrjan
sprottin til at royna okkurt, sum kann
fáa vend í. Hetta síggja vit ma í
teimum uppskotum, sum hesi hava lagt
fyri almenningin seinastu tíðina. Ein av
teimum, sum aftur og aftur hevur verið
frammi í fjølmidlunum og funnist at
landsstýrinum fyri at gera ov lítið til
tess at fáa gongd á hjólini er formaður
fiskimannafelagsins. Nú um dagarnar
kom hann so við einum uppskoti um at
seta eina neynd at arbeiða við hesum og
í gjár almannakunnger FF-blaðið so ein
"handlingsplan", sum fevnir um ítgkilig
uppskot um gongdar leiðir. Løgmaður
hevur í viðmerking í fjølmiðlunum sagt
seg vera fegnan um hetta positiva init-
iativ frá hesum stóra fakfelag og hevur
hann eftirlýst einum líknandi vilja til at
vera við til at loysa trupulleikarnar frá
ødrum fakfeløgum eisini.
dind a FRÆLSI-JAVNAÐUR — BRØDRALAG
á =
NÚ eru so eisini andstøduflokkarnir
farnir at geva hesum felagssøk gætur.
Eitt nú hevur sjálvstýrisflokkurin í
næstum almennan fund um framtíðina.
Ja haldið tykkum fast. Og á hesum
fundi eru umboð fyri teir báðar stóru
flokkarnar, javnaðarflokkin og
sambandsflokkin umframt
sjálvstýrisflokkin. Er tað av tilvild, at
tað eru teir gomlu
heimastýrisflokkarnir, sum skulu stinga
út kósina man onkur spyrja!
MEÐAN tað nú so smátt er farið at
glógva í frá fleiri síðum, so kann hetta
tíanverri ikki sigast um andstøduna á
tingi. Her vóru vit helst ov skjótir á
sjóvarfallinum, tá vit í oddagrein í gjár
skrivaðu, at sambandið nú hevði tikið
annað skinn um bak og vildi vera við til
at loysa trupulleikarnar og vildi vísa á
gongdar leiðir.
AFTANAÁ at hava hoyrt meira av figgj-
arlógarviðgerðini mugu vit tianverri á-
sanna, at tann vón vit settu til and-
støduna í so máta longu er brostin. Tað
var hugstoytt at hoyra hesi mongu
andstødufélkini við Heina í Kunoy á
odda - tað eru jú hann sum myndar and-
støduna á rødarapallinum. Briksl og
meyl - ikki eitt einasta frameftirlitandi
orð, ongin tanki um, hvussu vit saman
loysa trupulleikar. Einki, einki.
OG fara vit so frá hesum lættvektara-
num av einum tjóðveldismanni til ein
av veruligu tungvektarunum i
andstøduni, formann sambandsfloksins,
so var hansara røda ein sætt vónbrot.
Hesin maður, sum so mong - eisini vit -
høvdu stórar vónir til, nú hann tók við
eftir táverandi formannin
"Sprellefsen", manglar framvegis at
Færri nevndir gera
umsitingina betri
Undanfarin år hevur verið
arbeitt dúgliga, soleiðis at
umsitingin hjá Býráðnum
hevur virkað væl og verið
havnarfólki ein góð tæn-
asta. Ein kann siga, at
umsitingararbeiðið er stórt
og umfevnandi og royna tær
ymsu deildimar at húsast
sum frægast í Býráðshús-
unum og uppi á Káta horni.
Her eru bæði býráðs-
skrivstovan, Journaldeild-
in, Lønardeildin, Sosiala
deildin, roknskapardeildin
og tekniska deild. Higartil
hevur ein leigad og keypt
seg inn i bygningar i by-
num, td. Sosiala deild,
Likningardeildin og Tekn-
iska deild.
Tað må sigast at vera
óheppið, at kommunan ikki
hevur fingið alt undir eina
lon, soleiðis at borgarin fær
avgreitt øll síni mál á einum
stað. Tað mátti eisini verið
lættari, betri, bíligari og
effektivari umsiting, hóast
núverandi sparingar hava
gjørt tað neyðugt at flyta
Sosialu deild niðan á Vagl-
ið. Men so er Mentanar-
deildin mest sum nidurløgd.
Einki er at ivast í, at um-
sitingin má takast upp til
viðgerðar, við tí fyri eyga at
bøta um tænastustødid og
arbeidsumstødurnar = hjá
kommununi. Umsitingin
má hava rúmlig kor at virka
undir, um hon skal vera før
fyri at ráðgeva og stýra. Tað
kostar, vil onkur siga, men
óivað kostar tað meira at
húsast í fleiri húsum enn
einum.
Annar partur, ið kann
gjalda part av hesum, eru
allir fundarpengamir, ið
verða nýttir í teimum
mongu býráðsneyndunum.
Ístaðin fyri at hava av-
gerðarrættin í einans trim-
um nevndum, sosialu
nevnd, fíggjarnevnd og
teknisku nevnd. Allar aðrar
nevndir áttu at verið strik-
aðar. Heilsunevnd, ment-
anarnevnd, stationnevnd,
býar- og bygginevnd, líkn-
ingamevnd, havnanevnd
og aðrar nevndir áttu ikki at
Ábyrgdarblaðstjóri: Bisdioix: Randi Jacobsen - Dagny yn PA Sosialurin
Fyritakestóri Køln Da nun Tern Spi | Umsding ON eng FO
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen -
Jåstinus Eldesgaard
Bústaður: Argjavegi 26
Argjum
Tølston: 13828 rer 14729
i ” 410 Tórsharn
visa Føroya fólki, at hann er verdugur
til tydningarmesta sessin i andstøduni.
Sum tann royndi og virkni
vinnulívsmaðurin hann er høvdu vit
væntað okkum annað enn bert sama
meyl og briksl. Hvar vóru hansara
loysnir, hvar vóru framtíðar ætlanir
hansara sum formaður størsta andstødu-
floksins! Tær vóru í hvussu er ikki
frammi á tingi í vikuni. Men kanska vit
fáa okkurt at vita í so máta á almenna
fundinum í Hósvík í næstum. Vit fáa at
síggja.
TOSAÐ verður um, at landsstýrið skal
fara frá. Nýval er eisini frammi. Hetta
er tað einasta itøkiliga boðið, sum and-
stødan á Føroya løgtingi hevur at geva
Føroya fólki. At teir ikki skamma seg.
Hetta er jú eingin loysn, ikki minst nú
andstødan einki annað hevur at bjóða
uppá uttan briks! og meyl. Tað vildi
verið ábyrdarleyst av landsstýrinum at
latið eini slíkari andstødu valdið. Tað,
sum neyðugt er at gera, er at fáa allar
góðar kreftir í landinum til saman at
loysa trupulleikarnar og seta út í kortið
av nýggjum. Júst tí liggur tað so mikið
stórri ábyrgd á verandi stýri, at tað má
og skal taka gll góð uppskot og ráð við í
sínum metingum. Latið okkum øll -
landsstyri og andstødu á tingi saman
við løntakarafeløgunum,
arbeidsgevarum og vinnufeløgum og
eisini einstaklingum - taka sama
hendur og í felag royna at betra um
støduna í samfelagnum.
VITANDI at tað hevur skund bæði at
finna sparingar og at fáa gongd á nýggj-
ar ætlanir mugu vit tó ansa eftir ikki at
forkoma øllum ti, sum bygt er upp her á
landi, men við tilrættalegging og skyn-
samari prioritering taka tær réttu av-
gerdimar. Og her eigur høvudsdenturin
at verða lagdur á, hvussu vit skaffa
nýggj arbeiðspláss í framleiðandi
vinnulívinum. Hetta er sjálvur kjarnin í
øllum. Og tað tykist sum at alt fleiri her
á landi hava sannað hetta og vilja gera
okkurt fyri tí.
verið, men lagdar undir tær
triggjar høvudsnevndirnar,
soleiðis at málini vóru av-
greidd skjótari, á einum
breiðari grundarlagi og so-
leiðis at umsitingin slapp
frá at senda málini frá Peri
til Pól, (les Jens Marius til
Pól), áðrenn tey verða
endaliga viðgjørd.
Talan verður um at hækka
tænastustødid munandi fyri
borgararnar, = umsitingin
sparir samsýningar og
ivaleyst verða býráðslim-
irnir glaðari fyri at kunna
viðgera málini soleiðis, enn
at renna frá fundi til fund.
Ikki soleiðis at skilja, at
hesir ikki eru neyðugir, men
alt við máta. Samstundis
ar
á, at allir flokkar fáa
munandi stórri ábyrgd í
býráðnum, soleiðis at allir
13 arbeiddu fyri at gera
Havnina til ein góðan og liv-
andi bý.
Javnaðarlistin fer at ar-
beiða fyri, at býráðsarbeiðið
gongur væl og til frama fyri
tann einstaka. Umsitingin
eigur at fáa hóskandi kor at
arbeiða undir, soleiðis at
tann einstaki havn-
armaðurin fær góða viðgerð
í eini vælvirkandi og bíligar!
umsiting.
Tað verða umleið 8 mió.
nýttar til umsitingina. Hetta
er neyðugt, um býurin skal
virka og møguleiki skal vera
fyri at gera býin enn betri.
eigur at verða lagdur dentur Góð umsiting er fyrsta
á, at flokkarnir ikki kunnu treytin, um borgarin skal
gera nýggjar nevndir fyri at trívast í býnum.
fáa mál síni igjøgnum. javnaðarlistanum
Heldur áttu flokkarnir at Anfinn Danielsen,
tikið málið upp á býráðs- valevniJavnaðarfloksins
fundi, um nevndin ikki var
samd í sínum máli. Dentur
eigur tí eisini at verða lagdur