leygardagur 21. november 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Strembingur var heppin, at hann ikki endaði sum "Scotish Prinsess”
Skarvatanga i februar 1977. Kalmar tåk hesa myndina fyri 15 árum síðan
Strembingur fór illa
Vit hildu okkum
síggja fýrlinjuna"
--Men vit hava verið ov norðalaga staddir, segði Suni Bærentsen,
skipari á Strembingi undir sjórættaravhoyringini á Tvøroyri hós-
dagin.
Klokkan hálvgum eitt í
gjár kom Tjaldrið á Havn-
ina við skopunartrolara-
num Strembingi upp at
síðuni. Tjaldið fór
klokkan hálvgun níggju
um morgunin av Tvgroyri
við Strembingi. Her hevði
hesin ligið síðan miku-
kvgldið, aftaná at hann var
sloppin leysur av boð-
unum uttanfyri Skarva-
tanga.
Orsgkin til at Stremb-
ingur var ov norðalaga
staddur hevur helst verið
ókennskapur.
--Vit sóu tvey ljós á
landi og hildu tað vera
fýrlinjuna, men hetta
hevur ikki verið hon,
segði Suni Bærentsen,
skipari á Strembingi undir
avhoyringunum.
Politiið á Tvøroyri sigur
at Strembingur hevur
verið sera heppin at sleppa
leysur aftur. Okyrt var og
trolarin stóð fastur í einar
10 minuttir. So kom ein
fylling og trolarin flotnaði
aftur. Tá vóru teir skjótir á
brúnni og fingu siglt útfrá
aftur.
Botnurin á Strembingi -
sá ikki tespiligur út, tá ein
froskmaður frá Tjaldrin-
um var og hugdi eftir
honum í gjáramorgunin.
Hol er á fimm tangum og
, sum fór á land á sama staði, útfyri
annars eru stórar buglur í
botninum. Strembingur
verður nú tíkin upp á
Tórshavnar Skipasmiðju.
Var í trolaranum, bert
hol á tangunum og nakað
av olju er líkin út. Stremb-
ingur er nýggjur í
føroyska flotanum. Hann
varð keyptur úr Noregi í
fjør og varð fyrr nýttur til
rækjuveiðu.
jústinus
Móvanes nýggja hjáveiðu
Risakrabbar
—Vit fáa góðan pris fyri stórar krabbar, sum vit fáa í havtasku-
gørnunum, sigur Mannbjørn Solmunde, skipari á Móvanesi
Seinasta árið hevur Móva-
nes av Tvgroyri roynt við
havtaskuggrnum og her er
talan um eina sera reina
veiðu, næstan einki av
hjáveiðu er at fáa.
—Vit hava seinasta árið
fingið 230 tons í hav-
taskuggrnunum og
hjáveiðan telur ikki meir
enn eini fimm tons Av
hjáveiðuni kann nevnast
krabbi. talan er um sera
stórar krabbar teir viga
eini átta pund og strekkir
tú beinini út, so spenna
tey ein metur, sig-ur
Mannbjørn Solmunde.
—Vit hava sent krabbar
til Bretlands og hetta gekk
striltid í fyrstuni, men nú
hava vit funnið ein
marknað og tveir teir
seinastu túrarnar hava vit
fingið góðan pris. I
summar var ein skoti við
okkum og lærdi okkum
hvussu vit kundu halda
krabbanum á lívi. Og
livandi krabbi er ein vera,
Framhald á síðu 12
Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 223 — 21. NOVEMBER 1992 Síða 3
Hjelmoron
stevnir
Heri Hjelm, stóralari í Suðri ætlar at stevna Hans
Jørgen Laursen, forstjóra i Føroya Banka fyri í
Sosialinum at hava sagt, at hansara alivirksemi er
brandólógligt. Hetta boðaði hann frå i sjónvarpinum
héskvøldid.
Hans Jørgen Laursen, forstjóri segði í Sosialinum ,
at Føroya Banki ikki kundi vera vid til at figgja
smolt, sum Heri Hjelm ikki hevði loyvi til at
framala.
jústinus
Rókhamar
lak illa
Klokkan 08:40 hósmorgunin boðaði
klaksvíksbáturin Rókhamar frá, at hann var farin at
leka. Båturin var staddur á Føroyabanka og hann
kláraði illa at halda lens. Vaktartænastan boðaði
Færgernes Kommando frá og tyrlan hjá Beskytteren,
sum lá á Skålafjørdinum fleyg út við eini pumpu,
sum síðan varð sett umborð. Tjaldrið var um hesa
tíðina upptikið av øðrum sleipi.
--Nærmasta skip var Polarhav, hann sigldi móti
Rókhamri og var hjá honum til Beskytteren kom
leiðina fram. Beskytteren fylgdi Rókhamri á
Klaksvík. Báturin hevði sett línu á Føroyabanka,
sigur Jóhan Ziskasson, leiðari á vaktartænastuni.
jústinus
Móvanes um
skruvuna
Hósdagin varð gamabåturin Móvanes sleipaður upp
undir land av Tjaldrinum. Móvanes royndi á
Lúsabankanum eftir havtasku, tá hann fekk um
skrúvuna. Tjaldrið sleipaði bátin upp undir land og
síðan fór ein froskmaður niður og skar av skrúvuni.
Móvanes kundi síðan fara aftur til fiskiskap.
jústinus
Takksom bretsk
kvinna skrivar
Í fjør fór eitt av vaktarskipunum hjá Vaktar og
Bjargingartænastuni eini óvanlig grindi suður úr
Føroyum. Við var ein bretsk kvinna, sum ætlaði at
tveita ein krans út á leiðini har faðir hennara læt lív
undir seinna heimsbardaga. Faðir hennara læt liv, tá
skipið hann var við varð torpederað sunnan fyri
Føroyar.
Kvinnan, Susan Ammon hevur síðan hon kom
heim aftur til Bretland skrivað greinar í kendum
bløðum kring heimin um hesa hending og um
viðurskifti í Føroyum annars.
--Vit hava fingið útklipp, sum hon hevur skrivað í
kendum blødum, sum Die Seefarer, Daily Mail og
Herald Tribune, sigur Jóhan Ziskason, leiðari á
Vaktar og Bjargingartænastuni.
jústinus