fríggjadagur 2. mai 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 83 - 2. mai 2003
Nr. 83 - 2. mai 2003
25
Tað verður ikki undir
sitandi samgongu, at
rúsdrekkalógin
verður broytt, soleiðis
at skeinkiloyvi kunnu
gevast til einstøk al-
menn tiltøk. Einsa-
malli tingmaðurin
hjá Miðflokkinum er
ikki fyri einari slíkari
broyting, og hann
vikast ikki
SKEINKILOYVI
Rúnar Reistrup
Rúsdrekkalógin er væl
tjóðrað og fer ikki at flyta
seg, so leingi verandi sam-
gonga situr við stjórnar-
valdinum í Føroyum.
Tað ger Jenis av Rana,
einasti maður á tingi fyri
Miðflokkin og tungan á
samgonguvágskálini, púra
greitt.
Bjarni Djurholm, vinnu-
málaráðharri, royndi fyrr í
ár at leggja eitt broytingar-
uppskot fyri tingið, sum
skuldi gera tað møguligt
hjá einstøkum tiltøkum at
fáa skeinkiloyvi. Soleiðis
kundi Norrøna sambært
uppskotnu broytingunum
fingið skeinkiloyvi í nakrar
dagar, nú hon virkar sum
hotelskip fyri Fish Fair
stevnuna. Men broytingar-
uppskotið varð broytt eftir
kravi frá Miðflokkinum.
Gummiparagraffur
- Vit í Miðflokkinum sóu
ætlaðu broytingina sum
eina leysgeving av rús-
drekkalógini, og tað fer
Miðflokkurin ongantíð at
ganga við til, sigur Jenis av
Rana. Eftir hansara tykki
innihelt ætlaða broytingin
ein gummiparagraff um, at
skeinkiloyvi kundu flytast
frá einum stað til eitt annað
í avmarkaða tíð, sum sam-
bært formanni Miðfloksins
kundi verið misnýttur og
hevði verið misnýttur um
so var, at broytingin bleiv
samtykt.
- Vit vita at alt, sum kann
misnýtast verður misnýtt
og handan lógarbroytingin
hevði í roynd og veru givið
alt púra leyst. Tað hevði
blivið ein vinnuvegur at
leiga skeinkiloyvir út, og tá
hevði eingin avmarking
verið longur, sigur Jenis av
Rana.
Føtur í spenn
Eingin avmarking á hvør
kann fáa skeinkiloyvi ljóð-
ar sum søtur tónleikur í
oyrunum á nøkrum, men
ikki í oyrunum hjá Jenisi og
hinum í Miðflokkinum.
- Rúsdrekka oyðileggur
samfelagið meira enn nakar
droymir um. Tað drepur,
sindrar familjur og ger fólk
sjúk, sigur Jenis av Rana.
Tí er tað eitt hjartamál
hjá honum og flokkinum, at
tað ikki skal gerast lættari
hjá fólki at fáa hendur á
rúsdrekka. Og hetta hjarta-
mál er hann til reiðar at
stríðast fyri. Eisini um tað
kostar politisk samstørv.
- Vit eru komnir í sam-
gongu fyri at gera okkara
ávirkan galdandi, har vit
kunnu. Vit kunnu ikki
fremja tær broytingar í
rúsdrekkalógini, sum vit
ynskja, tí tað eru vit ov
smáir til. Men vit kunnu
forða fyri leysgeving av
lógini, og so leingi vit sita í
samgongu, verður eingin
lógarbroyting framd, sum
ger tað lættari at fáa hendur
á rúsdrekka. So einfalt er
tað, sigur Jenis av Rana.
Samgongufund um
rúsdrekka
Sama boðskap gav hann
eisini løgmanni í einum
brævi, eftir at vinnumála-
ráðharrin hevði sent sítt
broytingaruppskot til hoyr-
ingar hjá teimum fýra sam-
gonguflokkunum.
Tað fekk løgmann at
kalla inn til samgongufund
um ætlaðu broytingarnar í
rúsdrekkalógini. Úrslitið av
fundinum var, at broyt-
ingaruppskotið varð broytt,
soleiðis at tann parturin,
sum heimilaði skeinkiloyv-
ishavara at standa fyri
skeinkingini til støk tiltøk
sum størri samkomur, ráð-
stevnur, veitslur og líkn-
andi, varð tikin úr broyting-
ini. Eftir í uppskotinum
vóru tá bert lógartekniskar
broytingar.
Ódramatiskt
Søgur ganga um, at hesin
samgongufundurin
var
rættiliga dramatiskur, men
sambært Jenisi av Rana var
tað øvugt.
- Fundurin var púra
ódramatiskur. Eg segði sum
var, at hatta kundi Mið-
flokkurin undir ongum um-
støðum ganga við til, og tað
varð tikið til eftirtektar,
sigur Jenis av Rana, sum tó
ikki dylir fyri, at tað helst
hevði verið ein onnur søga,
um støða Miðfloksins ikki
var tikin til eftirtektar av
samgongufeløgunum..
Bjarni Djurholm, vinnu-
málaráðharri, segði við
Sosialin í gjár, at hann
mátti bara staðfesta, at
broytingaruppskotið ikki
vann frama í samgonguni
og legði afturat, at løg-
maður segði honum, at tað
kundi fáa fylgjur fyri
framtíðina hjá samgonguni,
um hann legði uppskotið
fram í sínum upprunaliga
líki.
Eg eri ógvuliga
harmur um at
hoyra skiparan á
Norrønu finnast at
atløguviðurskiftun
um í Havn, nú eftir
at vit hava brúkt
einar 60 milliónir
uppá at fyrireika
havnarlagið til
nýggja skipið, sigur
Jan Christiansen,
borgarstjóri fyri
Tórshavnar
Kommunu. Hann
væntar tó, at tað
sum frá líður fer at
ganga betur at
leggja Norrønu at
kei
ATLØGA
Rúnar Reistrup
- Alt, sum vit hava gjørt
á havnarlagnum fyri at
fyrireika tað til nýggju
Norrønu er gjørt í góð-
um neyvum samstarvi
við Smyril Line. Tí er
tað eitt sindur hugstoyttt
nú at hoyra skiparan á
Norrønu kalla tað eina
skomm
at
bjóða
Norrønu slíkar umstøð-
ur, sigur borgarstjórin í
Tórshavnar Kommunu,
Jan Christiansen.
Í Sosialinum miku-
dagin kallaði skiparin á
Norrønu, Ólavur Hov-
garð, umstøðurnar at
leggja Norrønu at í
Havn út av lagi vána-
ligar. Skiparin segði, at
havnalagið í Havn er
rætt og slætt ov lítið, so
umstøðurnar fóru aldrin
at verða góðar, uttan
mun til hvat verður
gjørt.
Í tráð við ynski hjá
Smyril Line
- Um tað eru so álv-
arsligir trupulleikar at
leggja Norrønu at í
Havn, so er tað stórt
spell, tí nú hava vit
akkurát brúkt einar 60
milliónir uppá rampu,
trapputorn og annað í
sambandi við nýggju
Norrønu,
sigur
Jan
Christiansen.
Sambært borgarstjór-
anum í Havn hevur
Smyril Line, ið eigur
Norrønu, ongantíð ynskt
annað enn at skipið skal
leggja at í Havn.
- Smyril Line hevur
allatíðina sagt, at tað
ikki fór at verða nakar
trupulleiki at fáa nýggja
skipið at bryggju í Havn.
Og eg gangi bara útfrá at
teir hava tikið skiparan
upp á ráð í hesum, sigur
borgarstjórin.
Stjórin á Smyril Line,
Óli Hammer, vil hvørki
gera nakrar viðmerking-
ar til tað, sum skiparin á
Norrønu hevur sagt, ella
til nakað annað í sam-
bandi við atløguviður-
skiftini í Havn.
Krevur venjing
Jan Christiansen sigur
seg tó væl skilja, at
skiparin
á
Norrønu
kanska er eitt sindur ør-
kymlaður av at leggja
Norrønu at í Havn.
- Skipið er stórt og
fyllir nógv í havnalag-
num. So tað kann ikki
vera lætt at fáa skipið at
kei. Tað tekur tíð, og har
er ivaleyst stórt trýst á
skiparanum. Tað ber tó
væl til, eftir hvat eg havi
skilt, men tað er sum við
øllum øðrum, at tað
krevur
venjing.
Tá
gamla Norrøna kom, tók
tað langa tíð at fáa hana
inn at fyrstu tíðina. Tað
sama var við Smyrli, tá
hann kom, men nú
verður hann lagdur at í
eini handavending. Eg
vænti, at sum frá líður
fer at ganga betur og
betur at leggja Norrønu
at kei, og eg eri vísur í,
at til tá hava øll forstáilsi
fyri, at tað tekur upp í
ein tíma at leggja at kei,
sigur Jan Christiansen,
sum sjálvur kom á
Havnina við Norrønu
mánamorgunin.
Jan Christiansen um atløgutrupulleikar
hjá Norrønu:
Tað verður
lættari við
tíðini
Jenis hevur rúsdrekka-
lógina í tjóðri
Hertil og ikki longur. Rúsdrekkalógin er væl tjóðrað fer ikki at flyta seg, so leingi verandi samgonga situr við stjórnarvaldinum í
Føroyum.
Modelmynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
25
24