Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mai 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 • fríggjadagur • 2. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Vitjanin hjá FIFA- forsetanum kann bara vera við til at økja um fokus á Føroyar, heldur FSF- forsetin, Dánjal Andreasen VITJAN Jákup Mørk - Hetta er kanska ikki nakað, sum vit beinleiðis koma at merkja ávirkanina av alt fyri eitt. Hetta eru fyrstu orðini, sum FSF-formaðurin, Dánjal Andreasen, hevur at siga, tá vit spyrja hann, hvat FSF ítøkiliga kann fáa burturúr fínu vitjanunum, sum Fótbóltssambandið fær í ár. Men hann leggur tó afturat, at hann als ikki er í iva um, at upp á longri sikt, kann hetta bara vera til fyrimuns fyri Føroyar og føroyskan fótbolt. - Hetta eru jú teir báðir mætastu menninir innan heimsfótbóltin, og bara tað, at teir koma her, skapar eina rúgvu av umrøðu. Lennart Johansson hevur jú verið her áður, sum formaður fyri svenska fót- bóltssambandið, men sum UEFA-forseti er munandi størri áhugi fyri, hvørjum hann tekst við. - Og so er tað Blatter. Tað eru at kalla altíð fjølmiðla- fólk við, har hann ferðast, og tí eri eg næstan vísur í, at útlendski áhugin fyri hesi vitjanini verður stórur. Ikki minst tá tað samstundis verður lagt saman við ein- um landsdyst, soleiðis at miðlarnir tá kunnu fáa tvey fyri eitt á eini føroyavitjan. Við at sýna fram land okkara fyri honum og ann- ars við at sýna vanligt før- oyskt gestablídni eri eg ikki í iva um, at fótbólturin so- leiðis í enn størri mun kann vera við til at seta Føroyar á heimskortið. Kann ikki skaða Eitt er, at hetta á hendan hátt kann verða enn eitt skump til føroysku ferða- vinnuna sum heild, men hartil metir Dánjal eisini, at vitjanin kann gagna FSF. - Sum sagt, so er ikki akkurát nakað ítøkiligt, sum vit kunnu fáa her og nú. Men júst Blatter hevur á nógvum økjum verði sera aktivur við at stuðla minni londunum í FIFA. Eitt nú var hann sera aktivur, tá so- nevndi GOAL-grunnurin varð stovnsettur. Uttan hendan grunnin – og stuðu- lin frá landsstýri og býráðn- um – hevði so als ikki verið gjørligt hjá okkum at bara hgusa um nýggja bygningin við Tórsvøll. - Tað er so í øllum førum nakað, sum vit kunnu vísa honum, nú hann kemur á vitjan, og í aðrar mátar kunnu vit so eisini kunna hann um, hvørjum ætlanum vit arbeiða við. Bæði innan sjálvan fótbóltin og so eisini umstøðurnar hjá fótbóltinum. - Eitt er so heilt víst. Tað kann undir ongum umstøð- um skaða okkum, at vit á hendan hátt kunna bæði Johansson og Blatter um okkara fatanir og ætlanir, og so má tíðin vísa, um tað enntá kann vera beinleiðis at gagni, sigur Dánjal Andreasen at enda. Bæði UEFA- og FIFA- forsetin koma hetta árið á Føroya vitjan VITJAN Jákup Mørk Tað er ikki hissini vitjan, sum Fótbóltssamband Føroya fær hetta árið. Bæði UEFA-forsetin, Lennart Johansson, og FIFA-forset- in, Jospeh Blatter, eru bodnir hendavegin, og teir hava báðir tikið av inn- bjóðingini. Við hesum koma teir báðir mætastu persónarnir innan fótbóltsheimin til lítla land okkara, og hóast tað í fyrstu syftu ikki nýtist at merkja nakrar ítøkiligar betranir fyri føroyskan fótbólt, so er hetta tó við til í enn størri mun at seta Føroyar á altjóða fótbólts- kortið. Gjørdu skjótt av Fyri mong kann tað tykjast eitt sindur løgið, at tveir so mætir menn hava hug at koma hendavegin, men tað tykist als ikki hava verið nakar trupulleiki í hesum førinum. Lennart Johansson er vanliga við, tá Norður- landafundir verða hildnir, og tá hesin verður hildin í Føroyum í ár, hevur hann gjørt av at koma hendaveg- in. Fundurin hevur eisini áður verið hildin í Føroy- um, men ta ferðina barst undan hjá Lennart Johans- son. Við Joseph Blatter er søgan eitt sindur øðrvísi. Hetta er ein vitjan, sum kom í lag heldur óformliga, tá føroysk umboð fyri stutt- um vóru á UEFA fundi. Formaðurin í FSF, Dánjal Andreasen og aðalskrivar- in, Ísak Mikladal, vóru í mars mánaði í Rom á UEFA kongress. Á hesi kongressini var eisini Blat- ter, og tað fall soleiðis, at føroysku umboðini komu í prát við mannin. Føroysku umboðini gjørdu ikki mætari, enn at spyrja, um hann ongan tíð hevði hugsað um at vitjað í Føroyum, og tað hevði maðurin. - Hann segði, at hetta var nakað, sum hann fleiri ferð- ir hevði ætlað, men at tað enn ikki var blivið til nak- að. Hann helt sjálvur, at hetta helst mátti vera í sam- band við ein landsdyst, og so var bara at gera skjótt av, sigur Ísak Mikladal. Heimafturkomnir settu so teir báðir FSF menninir seg niður at skriva eina innbjóðing, har teir spurdu FIFA-forsetan, um hann vildi koma á vitjan, tá Før- oyar tann 20. august spæla landsdyst móti Íslandi. Vitjanin hjá Lennart Johanssson er annars í døg- unum 1. til 3. august. Enn størri fokus Við at sýna fram land okkara fyri Blatter og annars við at sýna vanligt føroyskt gestablídni eri eg ikki í iva um, at fótbólturin soleiðis í enn størri mun kann vera við til at seta Føroyar á heimskortið, sigur FSF-foramðurin, Dánjal Andreasen Sterku menninir koma til Føroya Tað skuldi bert ein leysur fyrispurningur til, áðrenn sterki maðurin í altjóða fótbólti, Sepp Blatter, mest sum hevði játtað at koma á føroyavitjan Mynd: Reuters 27 26 Nr. 83 - 2. mai 2003 KROSSORÐ Súsanna Nielsen Mýrisnípuvegur 44 100 Tórshavn Hvønn fríggjadag er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka- deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka- grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys- unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum fríggjadagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan. Vinnari: Loysunar- orðið: ……………………………………… Navn: ……………………………………………………… Bústaður: ……………………………………………… Bygd/býur: ……………………………………………… 339 Lesið føroyskt – hugsið føroyskt! Frá BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS: ❑Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl ❑Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/ Beinta Johannesen ❑Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen ❑Meistarin og teir fýra skrivararnir - Ulf Nilsson/Karl N. Hansen týddi Frá FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNI: ❑Villini súgdjór - Dorethe Bloch/Edward Fuglø ❑Rura - Þóra Þóroddsdóttir ❑Havið - Bogi Hansen ❑Íslandsklokkan - Halldór Laxness ❑Fólk og mentan - Jóan Pauli Joensen Bøkur og annað tilfar – bæði innan og uttan skúlagátt Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: LIKKUDALUR GJALDOYRAKURSIR USA Dollarar Bretland Pund Svøríki Króna Noreg Króna Sveits Frankur Ísland Króna Kanada Dollari Japan Yen Evra 30.04.03 666,9900 1065,1800 81,4300 94,7200 490,6700 8,8800 462,9200 5,5830 742,4300 Ultimo mars 681,6300 1076,9100 80,1900 94,0100 503,0100 8,8900 463,0800 5,7489 742,6400 Gjaldoyrakursir ásettir av danska Tjóðbankanum Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 28. apríl kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.30-18 Veving á loftinum kl. 14-18 Kortspæl, landastrok, telving, dart og onnur spøl Túrurin mikudagin til Váganar, skal gjaldast áðrenn, 200 kr. Týsdagin 29. apríl: kl. 10-12 Vit baka kl. 10-11.30 Sangur, Jóhann R. Jacobsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. kl. 15 Hugleiðingar um at verða gamal. Jógvan Fríðriksson Mikudagin 30. apríl: Tilhaldið stongt í dag. Túrur til Váganar. Úr Steintúni kl. 10. Vitja verður í Sandavágs kirkju, bygdasavnið í Miðvági, Kálvalíð, døgurði á Hotel Vágum kl. 12. Síðan verður vitja í Bø. Aftur í Havnini kl. 16. Kostnaður 200 kr. gjaldast áðrenn. Ferðaleiðari verður við á túrinum. Hósdagin 1. mai kl. 10.30-11 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-17 Telduprát – Brandur Petersen Fríggjadagin 2. mai: kl. 10-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. NA (Anomymir narkomanar) Reinsaríið, Tórsgøta 5: Fundur er hvønn hósdag kl. 17.30 til 18.30 og sunnukvøld kl. 20.00 til 21.00. AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Fundur verður í kvøld kl. 20- 21 og 22.30-23.30. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ Al-Anon Fundur fyri avvarðandi at alk- oholikarum er hvørt týskvøld og hóskvøld kl. 20 í Al-Anon, Tórsgøta 5 (inngongd vestan- fyri). Telefontíð er fríggja-, leygar-, sunnu- og mánadag frá kl. 19-21 á tlf. 508030. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 í Reinsaríinum, Tórsgøta 5, Tórshavn. www.aca-danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.co m Opin roykfríur fundur fyri øll áhugaði er hvønn sunnudag kl. 16.00-17.00, í Mariu- kirkjuni, Varðagøta 16. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúl- an. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu- dag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mán- aðinum – opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í Undirhús- inum onsdag og leygardag kl. 19.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Hugnaløta verður í Kapp- róðrarneystinum á Glyvrum fríggjakvøldið 2. mai kl. 21.00. Á skránni. »Lívsvanar og ítróttur« v/ Sólvu R. Hansen ÍSF-ungdómsráðgeva. »Lívsvanar millum ung« v/ Tórhild Bjarkhamar, Blákross verkætlanarleiðari. Sangbólkurin VOF syngur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vika 18 – 30. apríl Vinnaratøl: 09 - 21 - 27 - 34 - 43 - 47 Eykatøl: 08 - 40 6 vinnaratøl: 2.475.521,- kr. 5 vinnarat.+ eykatal 76.595,- kr. 5 vinnaratøl: 4.682,- kr. 4 vinnaratøl: 116,- kr. 3 vinnaratøl: 38,- kr. –––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum TILTØK C M Y K 26