fríggjadagur 2. mai 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 83 - 2. mai 2003
NORÐURLANDAHÚSIÐ
Børn hava altíð verið væl-
komin í Norðurlandahúsið.
Tey eru framtíðin og skulu
frá barnsbeini venjast til at
ganga í húsið, sum liggur
høgliga fyri, beint við
Svimjihøllina.
Hvørt fríggjakvøld í vetr-
arhálvuni er barnadansur í
húsinum. Hetta tiltak hevur
verið tað drúgvasta í søgu
Norðurlandahúsins. Tí er
sjálvsagt, at børn koma í
húsið og gerast partur av
virkseminum.
Við hesum í huga hevur
Norðurlandahúsið
gjørt
serligan krók í kaffistovuni,
ætlaður børnum. Her er
runt borð við stólum í
hóskiligari hædd, og her
eru føroysk leiku og bøkur.
Rúm er fyri átta børnum í
hesum ljósa, dámliga horni
í kaffistovuni.
Í sambandi við tjúga ára
haldið hjá Norðurlandahús-
inum vilja vit frá 1. mai
2003 heilsa Føroya børnum
við hesum møguleika at
vitja allar dagar, húsið er
opið.
Við tað at rúm er fyri átta
børnum hvørja ferðina, er
neyðugt at leggja vitjanina
til rættis. Ringið 317900
biðið um Kaffistovuni og
spyrjið um borðið er tókt, tá
tit ætla at vitja.
Nú Norðulandahúsið fer
um tey tjúgu, verða eisini
tiltøk, har serstakur avslátt-
ur verður veittur børnum,
12 ár og yngri. Hesi tiltøk
eru
Musikkskúlakonsert
fríggjadagin 9. mai klokkan
19:30, klassisk konsert
leygardagin 10. mai klokk-
an 16:00 og familjukonsert
sunnudagin
11.
mai
klokkan 15:00.
Eingin royking í
Norðurlandahúsinum
Royking á almennum støð-
um er eitt vandamál, sum
øll kjakast um og helst hava
eina meining um. Kann
henda, at royking er hóski-
ligari á summum støðum,
og ikki á øðrum støðum.
Meiningarnar eru so ym-
iskar.
Stýrið fyri Norðurlanda-
húsið hevur havt hetta
vandamál til viðgerðar. Eitt
samt stýri hevur gjørt av, at
eftir 1. mai 2003 skal Norð-
urlandahúsið verða lýst
sum roykfrítt øki.
Til trivna fyri øll verður tí
ikki loyvt at roykja í
kafeteria og teim rúmum í
Norðurlandahúsinum, har
almenningurin kemur.
Øll tey, sum starvast í
hesum opna og ljósa húsi
vóna, at tikið verður væl í
móti hesi avgerð stýrisins.
Børn í Norðurlandahúsinum
Hósdagin 8. mai eru
tjúgu ár liðin síðani
Norðurlandahúsið lat
upp dyrnar. Í hesum
sambandi verður
gallakonsert í Høllini
um kvøldið og ment-
unarpolitiskt kjak í
Klingruni um dagin.
Fleiri onnur tiltøk
verða fyrskipaði í
sambandi við 20 ára
dagin.
Føroya
Symfoniorkestur
hevur til 20 ára dag Norð-
urlandahúsins 8. mai valt
sum føðingardagsgávu eitt
stórbært blómutyssi av tón-
leiki úr seks norðanlond-
um: Íslandi, Føroyum, Nor-
egi, Danmørk, Svøríki og
Finnlandi. Øll eru hetta
verk, sum eru umboðandi
fyri londini, ella teirra
størstu tónaskøld. Verkini
eru "Festmarsj" eftir Páll
Isolfsson úr Íslandi, "Heli-
os-Ouverturan" eftir Karl
Nielsen
úr
Danmark,
"Våren" eftir Edvard Grieg
úr Noregi, "Midsommar-
vaka" eftir Hugo Alfven úr
Svøríki, "Finlandia" eftir
Jean Sibelius úr Finnlandi
og "Eg oyggjar veit" úr so-
nevndu Højgaard-svituni.
Martin Mouritsen stjórnar
Føroya Symfoniorkestri.
Havnarkórið fer eisini at
heilsa Norðurlandahúsin-
um á 20 ára degnum. Tað
verður við enn einum úrvali
av norðurlendskum sang-
um. Framførdir verða tveir
Kingo sálmar og tveir
sangir eftir ávikavist Vagn
Holmboe og Sunleif Ras-
mussen. Høvuðsparturin í
sangskránni hjá Havnar-
kórinum verður tó kantatan
"Brúgvar", sum varð skriv-
að til Norðurlandahúsið, tá
tað lat upp í 1983. Tekstin
eigur Karsten Hoydal og
Vagn Holmboe tónsettið.
Havnarkórið fer eisini at
syngja, tá Symfoniorketrið
spælir "Eg oyggjar veit" úr
Højgaard-svituni. Ólavur
Hátún stjórnar Havnarkór-
inum.
Umframt sang og tónleik,
verða eisini røður fluttar
fram á tjúga ára degi
N o r ð u r l a n d a h ú s i n s .
Røðarar verða Helvinn
Høst formaður í stýrinum
fyri
Norðurlandahúsið,
Høgni Hoydal landsstýris-
maður í menta- og norður-
landamálum og Per Unckel
aðalskrivari
í
Norður-
lendska Ráðharraráðnum.
Per Unckel er fyrrverandi
svenskur granskingarmála-
ráðharri og tók fyri stuttum
við sum nýggjur aðalskriv-
ari í Ráðharraráðnum, sum
heldur til í Keypmanna-
havn.
Gallakonsertin í Norður-
landahúsinum verður hós-
kvøldið hin 8. mai klokkan
19:30.
Gallakonsert í Norðurlandahúsinum
Føroya Symfoniorkestur og Havnarkórið
1. mai -
Altjóða
arbeiðar
adagur
TÍÐINDASKRIV
Tað er ofta vandamikið at
samskipa arbeiðsfelagar
sínar til tess at skapa
betri kor. Í flestu londum
er vandin, at tú kanst
missa arbeiðið og livið-
breyðið - tó ikki lívið. Í
Columbia er slíkt arbeiði
lívshættisligt. Fakfelags-
samgongan í Columbia,
CUT, roknar við, at í
minsta lagi 172 fakfel-
agslimir vóru myrdir í
2002. Afturat hesum
vóru 164 hóttir eftir lív-
inum, 26 burturfluttir og
roynt varð at burturflyta
aðrar 17. Tilvildarligar
handtøkur raktu 132 akt-
ivistar og fleiri en 80
flýddu av landinum.
Sambært CUT eru hesi
brot ein beinleiðis avleið-
ing av arbeiðinum hjá
aktivistunum.
Til ber at lesa nógv
meira um støðuna hjá
fakfelagsfólki í Colum-
bia og aðra staðni í
heiminum á heimasíð-
uni
hjá
Amnesty
http://www.amnesty.fo,
har slóð er til tilfar á
svenskum og enskum.
Heitt verður m.a. á øll
fakfelagsfólk um at gera
sítt til at bøta um um-
støðurnar hjá fakfelags-
fólki í londum við verri
umstøðum enn okkara.
Hetta kann t.d. gerast
við at senda brævaupp-
skotini, sum liggja á
svensku síðuni.
TÍÐINDASKRIV
9. og 10. mei fer kórið
Glymur at halda várkonsert
í
Mentunnarhúsinum
í
Fuglafirði og í Gl. Meiarín-
um í Havn.
Kórið hevur mong ár á
baki, men tann kórleiðarin,
sum fólk flest munnu seta í
samband við Glym, man
vera Jógvan Telling Joen-
sen.
Til hesa konsertina fer
kórið at syngja nakrar av
songum Jógvans.
Glymur er eitt sokallað
rútmiskt kór, og tað er skrá-
in fyri konsertirnar eisini
merkt av. Umframt Telling
sangir, so er eisini slíkt sum
The Beatles, SweDanes,
Bobby McFerrin o.a á
skránni.
Pauli Hansen stjórnar
kórinum, eins og hann hev-
ur gjørt seinastu tvey árini.
Við klaverið situr Stamen
Stanchev.
Konsertin í Mentunnar-
húsinum í Fuglafirði verður
fríggjadagin, hin 9.mei, kl.
20.00 Konsertin í Meiarín-
um í Havn verður leygar-
dagin, hin 10.mei, kl. 16.00
Kostn. 80 kr.
Várkonsert við Glymi
TÍÐINDASKRIV
Tann 28. apríl 2003 var
fundur hildin á politistøðini
í Tórshavn, har spurningar
um tilkallingarskipanina til
sløkkiliðini
vóru
við-
gjørdir.
Við á fundinum vóru um-
boð fyri politiið, tilbúgving-
arsamskipanina, Føroya Te-
le og Brunaumsjón landsins.
Málið við hesum fundin-
um var at avtala, hvussu
allir viðkomandi partar
enn betur kunnu taka til
eftirtektar og viðgera allar
spurningar í sambandi við
tilkallingar, tá eldsbruni
hevur verið, - serliga um
okkurt ikki hevur gingið so
ræði, sum ynskiligt var.
Niðurstøðan á fundinum
var, at ein bólkur umboð-
andi Politiið, Føroya Tele
og Brunaumsjón landsins,
kemur saman hvørja ferð
tað er neyðugt at meta um
møguligar afturmeldingar
eftir eldsbruna, og skal hes-
in bólkurin síggja til, at
rættað og betrað verður, har
tað á nakran hátt ber til.
Setningurin framyvir skal
sostatt verða, at tær royndir,
sum sløkkiliðsmanningar-
nar hava fingið eftir eina
tilkalling og eisini, at tær
royndir, sum alarmsentral-
urin hevur eftir at fráboðan
er gjørd, verða skrásettar
og síðani viðgjørdar við tí
fyri eyga at rætta brek,
skeivleikar og misskiljing-
ar, so hvørt hesi koma fyri.
Við hesum er enn eitt stig
tikið til, at sokallaðar aftur-
meldingar
frá
sløkkiliðunum og royndir
hjá alarmsentralinum verða
skrásettar og tiknar til við-
gerðar, til tess at hesin
kunnleikin kemur til nyttu
og verður brúktur til at
betra um tilkallingarskip-
anina.
Fyri sløkkiliðsmanning-
arnar hevur hetta við sær, at
tað hereftir er ynskiligt, at
brunaumsjónarmaðurin í
kommununi ella varamaður
hansara kunnar alarm-
sentralin um, hvussu ein út-
kalling royndist, og hvussu
tað gekst sløkkiliðsmann-
ingini at fáa boð.
Fundur um tilkallingarskipanina
C
M
Y
K
28
Nr. 83 - 2. mai 2003
29
Tað stendur ógvuliga
langt ímillum
arbeiðarafeløgini og
arbeiðsgevarafelagið,
nú samráðingar um
nýggjan sáttmála eru
farnar í gongd.
Mikukvøldið klokkan
11 sendi arbeiðs-
gevarafelagið boð
eftir semingsstovn-
inum, tí ósemjan var
ov stór
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Stefan í Skorini
Í gjár, hósdagin 1. mai,
vóru ongar samráðingar
millum arbeiðarafeløgini
og Føroya Arbeiðsgevara-
felag, tí alheims arbeiðara-
dagurin skuldi hátíðar-
haldast.
Partarnir eru tó komnir
ásamt um at leingja verandi
sáttmála við einari viku, so
at einki verkfall verður fyrr
enn eftir 7.mai. Hósdagin
vóru semingsmenninir á
fundi við arbeiðsgevararn-
ar, og fríggjadagin skuldu
teir fundast við arbeiðarafe-
løgini.
Langt ímillum
partarnar
Ingeborg Winther,
for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag, slær fast, at tað sten-
dur ógvuliga langt ímillum
partarnar.
- Vit krevja eina lønar-
hækkan uppá 16 krónur og
45 oyru yvir tvey ár. Vit
skulu ikki hava minni
lønarhækkan enn Maskin-
meistarafelagið, tí teir hava
lagt støðið, sigur Ingeborg
Winther.
Arbeiðsgevararnir hava
boðið
feløgunum
eina
lønarhækkan uppá 2,5 %.
Hetta svarar til einar 4-5
krónur.
- Tað kemur als ikki uppá
tal at taka av tilboðnum frá
arbeiðsgevarunum. Um vit
halda fram við at rokna i
prosentum gerst gjógvin
millum lønirnar bara størri
fyri hvørja samráðing, sum
fer afturum bak, og tað
kunnu vit ikki góðtaka,
sigur forkvinnan í FA.
Spurd um hon heldur, at
arbeiðsgevararnir yvirhøv-
ur eru førir fyri at geva so
stóra lønarhækkan, sigur
Ingeborg, at hesum ivast
hon ikki í, tí búskapar-
vøksturin
hevur
verið
ómetaliga stórur seinastu
árini, men tey einastu, sum
ikki hava merkt nakað til
hetta, eru hennara limir í
framleiðsluvinnuni.
Hon fegnast samstundis
um, at øll arbeiðarafeløgini
standa saman undir hesum
samráðingunum, tí hetta
gevur teimum størri slag-
kraft, og størri trýst kann
leggjast á arbeiðsgevararn-
ar enn við seinastu samráð-
ingar, tá Havnar Arbeiðs-
mannafelag samráddist fyri
seg.
Sterkasta vápnið, sum
arbeiðararnir hava, er verk-
fallið, og hóttanin um verk-
fall gerst enn meira ræð-
andi fyri arbeiðsgevararnar,
tá ein samlað arbeiðsstyrki
leggur arbeiðið niður.
Tað eydnaðist ikki blaðn-
um at fáa eina viðmerking
frá Føroya Arbeiðsgevara-
felag, áðrenn blaðið fór til
prentingar, tí tey sótu á
fundi við semingsstovnin.
Sáttmálasamráðingar:
Semingsstovnurin boðsendur
Einki verkfall verður fyrr enn 7.mai, tí verandi sáttmáli er longur eina viku. Mikukvøldið var
semingsstovnurin boðsendur, tí ov langt var millum partarnar
Savnsmynd
Nú verður bíðirøðin
hjá argjafólki, sum
skulu til Havnar at
arbeiða um
morgnarnar, skjótt
styttri.
Rundkoyringin, sum
hevur verið á
tekniborðinum leingi,
er við at taka skap, og
ætlanin er, at arbeiðið
skal vera liðugt síðst í
hesum mánaðinum
FERÐSLA
Stefan í Skorini
Leingi hava argjafólk ilsk-
ast um tær longu bíðirøð-
irnar av bilum, ið hava
staðið frá J.C. Svabosgøtu
og omaneftir Dr. Dahlsgøtu
og yvirum Sandá. Bilarnir
eru ikki slopnir inn á
høvuðsvegin, tí tann nógva
ferðslan um morgnarnar
hevur forðað hesum.
Nú er arbeiðið uppá eina
rundkoyring, sum skal fáa
ferðsluna at glíða meira
smidliga, langt um leingi
farið í gongd, og rundkoyr-
ingin verður skjótt veru-
leiki. Hetta munnu tey
flestu argjafólkini gleðast
stórliga um.
Tað er vorðið alt meira
vanligt at nýta rundkoyr-
ingar fyri at loysa teir ring-
astu ferðsluknútarnar, og
hendan loysnin vísir seg at
rigga avbera væl.
Liðugt í mai
Býarverkfrøðingurin Boði
Haraldson sigur, at arbeiðið
eftir ætlan verður liðugt
síðst í mai mánaði. Ein slík
rundkoyring kostar eina
slaka millión at gera.
Hann sigur, at kommun-
an eisini ætlar at gera nak-
rar forðingar, so at bilar, ið
koyra omaneftir Velbastað-
vegnum verða noyddir at
minka um ferðina.
Ein slík rundkoyring fer
at stytta munandi um bíði-
tíðina hjá einum, ið kemur
av Argjum, men hinvegin
verður bíðitíðin longri hjá
teimu, ið koyra eftir Velba-
staðvegnum og J.C. Sva-
bosgøtu. Nú verður bíðitíð-
in javnt deild út til allar bil-
førarar.
Hann leggur dent á, at tað
er týðandi at minka um
stressfaktorin hjá bilførar-
um, og tað er endamálið
við hesi rundkoyringini.
Sølumiðstøðin
í
Havn
hevði
mikukvøldið
mótaframsýning
á
torginum í SMS, har tann
nýggjasti
summarmótin
varð sýndur fram.
Sýnd vórðu fram løtt
summarklæðir í løttum og
ljósum litum. Talan er
millum annað um berar
nalvar og nettroyggjur, sum
eftir øllum at døma fara at
eyðkenna summarmótan í
ár.
Hetta
gav
mótaframsýningin í SMS
mikukvøldið í øllum førum
ábendingar um.
Nógvur
áhugaverdur
móti var at síggja á
framsýningini fyr tey, sum
ætla sær at vera moderna í
summar.
Summarmótin
sýndur fram í SMS
Summarklæðini verða løtt og ljós, og tað seinasta nýggja er eftir
øllum at døma nettroyggjur
Argjafólk gleða seg til
rundkoyring
Menn frá kommununi eru
farnir í gongd við
rundkoyringina, sum skal
minka um tær longu
bilarøðirnar av Argjum. Hon
verður væntandi liðug í
hesum mánaðinum
MYND: Jens Kr. Vang
29