Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. november 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 223 — 21. NOVEMBER 1992 Tíðindablaðið [ sostalurin | Hvat er menniskjan? Sveitsisk meistarakrimi á føroyskum Friedrich Dómarin og bødil hansara. Tyddir tekstir 2. Kirsten Brix tyddi ur tyskum Forlagið Náttsólin. 134. s. Dúrrenmatt Krimisegurnar hjá Fried- rich Dúrrenmatt víkja í mangar mátar frá hevuðs- rákinum, fevna longri og eru nærri í ætt við Franz Kafka og Jorge Luís Borges enn við Dashiell Hammett við Agathu Christie hesi bæði seinnu eru nú heldur ikki so nærskyld. Men farið ikki skeiv, tá ið tað snýr seg um spenning, ber Dúr- renmatt av tí mesta. »Démarin og bødil hans- ara« leggur fyri 3. nov 1948, tá ið politisturin i Twann, Alphons Clenin, å morgni kemur fram å ein bláan Mercedes. Í bili- num, sokkin saman niður yvir róðrið, situr Ulrich Schmied, legreglumaður úr Bern. Hann er skotin tvertur igjøgnum báðar tinningarnar Yvirmaðurin hjá tí deyða er Hans Bárlach, kriminalkommiserur i Bern. Yrkisleidin hjå hes- um er heldur óvanlig. Sagt verður frá, at hann hevur búð leingi í út- londum og vakt ans í Kon- stantinopel og síðani í Týsklandi sum gitin kriminalfreðingur. Men at hann longu í 1933 var farin úr starvi sínum í Frankfurt am Main: >Or- sekin til, at hann vendi aftur, var ikki so nógv kærleiki til Bern, sum hann ofta nevndi gyltu grev sína, men harafturí- móti ein oyrafika, sum hann hevði givið einum hegum embætismanni í tí nýggju týsku stjórnini. Í Frankfurt varð nógv tosað um hesa valdsgerð tá, og í Bern varð hon, samsvarandi broytingun- um í europeiskum poli- HØVUDSVINNINGUR: Olympus „ (mju:)-1 fototól 117 mm Tann bókaummæli tikki, fyrst hildin at vera skammilig, síðani átalu- verd, men tó skiljandi, og til seinast enntá at vera tann einasta meguliga framferðin hjá einum røtt- um sveitsara; hetta tó ikki fyrr enn í 45«. Hendan speisama lýs- ingin sigur ikki sert um bæði tónan í skaldseguni, og um hvussu viðurskift- ini eru millum hevuðsper- sónin og umheimin. Lýs- ingin av Bárlach fær teg at hugsa um Maigret — báðir eru hugsunarsamir og róligir — men nógv er sum skilir. Maigret felir seg fram til sannleikan, hann er altíð tryggur, og hann demir aldrin. Bár- lach er meiri óróligur, og hann tekur sær rættin at dema. Fyri eina brotsgerð finst eingin fyrigeving, og tað er at avdúka segu- gongdina í einum krimi- ummæli. Slíkir ummælar- ar hava eftir mínum tykki uppiborið at fara lúkst til helvitis og brenna har til æviga tíð. Tað havi eg ikki hug til, og tí fáa tit ikki meira at vita um, hvussu leikur fer fram í >Dómari- num og beðili hansara«. Men tit kunnu líta á, at hann ella hon, sum fer undir lesnaðin, leggur ikki bókina frá sær fyrr enn evsta síðan er nádd. Afturfyri skal eg siga nekur orð um, hver kjarn- in er í krimisegunum hjá Dúrrenmatt, hvat tað er, ið leikar á. Fyrst og fremst snýr tað seg um bardagan hjá einstaklinginum ímóti tí ónda, ímóti óndskapinum í menniskjasligum hami, ímóti einum kensluleysum og líkasælum samfelagi. Diurrenmatt vísir ein heim, har tær grundleggj- andi kreftirnar — tað góða og tað ónda — stríðast um mannasálina. Hetta er ein heimur, sum mannaviljin ikki hevur tamarhald á, og sannleiki og lygn hava somu kor. Menniskjan kann — at síggja til — velja at gera tað góða ella tað ónda. Men munurin er ikki greiður. Sjálvt tey sum látast at gera tað góða mugu mangan brúka at- burðin hjá teimum óndu. Spurningurin er so: er tann — at síggja til — góða menniskjan, sum brúkar óndan reiðskap, betri enn tann ónda menn- iskjan? Er alt treytað av endamalinum? Kann allur atburður verjast, bert hann hevur tað góða sum mið? Friedrich Dúirrenmatt var gjøgnumsúrgaður pessimistur, og hetta merkir skaldskapin hjá honum. Omanfyristand- andi spurningar. verða sjálvsagt ikki svaraðir, tí hevundin, í ellum hann skrivaði, bardist ímóti at harmonisera ella pynta tann syrgiliga veruleikan. At lýsa hendan antin sum skemtileik ella sum keipu- mynd var einasti mátin at sættast við vitskuna um, at hóttafall stendur fyri durum. Eisini >Dómarin og bød- il hansara< er í steðum bæði skemtilig og spei- som. Í skaldseguni leggja politikararnir seg — eins og heima hjá okkum — upp í líkt og ólíkt, og tann HØVUDSVINNINGUR: Piano 1. elektronisk skrivimaskina litla kempan (63x117 mm) sum kann alt — eisini taka myndir so nær Sur A4 stødd 26 em frá 35 ( a Vit lag num til føroyska pengapungin. it laga okkum eftir tidunum við røttu bilu ( = ÓTRÚLIGT NORDBIL kann nú bjóða føroyingum tann spildurnýggja FAVORIT PICK-UP'in, framleiddan i samstarvi vid VOLKSWAGEN, Til bilin fæst sjålvandi hent og rustverjandi plastikklast, sum kann skott- ast upp, serliga snildur viðfestiskrókur, prosending og sum myndirnar visa — snøggur og rumligur HARD-TOP við rútalúku aftan og við ella uttan síðurútum. roynið henda sera vælutgjørda Komið og síggið og men bíliga dygdarbilin FAVORIT PICK-UP... so nógv tann bíligasta flutningsloysnin. NORDBIL (TT w Martin Dam Jacobsen Bllverkstaður - Dekksøla Oyggjarvegur - tif. 13707 ráðandi samansjóðingin hevur hetta lýsandi heiti: »Ohefta Konservativa Li- beralsosialistiska Sam- gongan«. Navnid kundi sum einki verði brúkt av eini landsstýrissam- gongu. Og fulltrúarnir fáa hesa: >Tað er jú soleiðis við leygardegum... tá vísa tænastumenninir tenn av berari ringari samvitsku um, at teir ikki hava gjørt nakað til nyttu alla viku- na«. Tydingin hjå Kirsten Brix tykist mær væleydn- ad. Målid er lætt og geran- disligt, og hon fyrir ikki fyri i stødum at brúka talumál: >behagiligan leni- stél«, »orånadi hann, »Hann tjenar pengar«. Samanumtikið er »Démar- in og beðil hansara<, hó- ast av sveitsiskum upp- HØVUBSVINNINGUR: Harris Quadro 24 - tað nýggjasta nýggja dartið vid møguleika fyri at fáa 4 ferðir rakta talið — um ein vil, frá Í kall TRÓTTARDEILDIN. - N Finsensgør 2 rTHOMAS DAM Í ig æ runa, eitt væl ur hondum greitt klipi i føroyska mentanargardinum. Jogvan Isaksen KEYPSAMTOKAN ST