leygardagur 21. november 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SR
| Tíðindablaðið
Sosialrådgevararnir
og Almannastovan
Ikki var tað sosiali veruleikin í
hesum krepputíðum, ið bar
fram kjakið um sosialpolitikk í
Føroyum. Nei, tað var eitt ar-
beiðsskjal frá Ríkisgrannskoð-
arunum, lagt fram av umboði
hjá Framburðsflokkinum í
Danmark. Tíðindatænastan
leyp á leistum bæði her heima
og í Danmark og hevur eftir
okkara metan vidgjørt málið
sera einstáttað. Málið var jú
lagt fram av Framburðsflokk-
inum og øll kenna vit floksskrá
teirra viðvíkjandi útreiðslum á
sosiala gkinum. Ikki tí, málið
er sera álvarsligt, men felagið
er av tí áskoðan, at viðgerðin í
fjólmiðlunum hevur sátt ill-
gruna um tann einstaki máls-
viðgerðin á Almannastovuni
hevur arbeitt í heimildarloysi.
Landið er í álvarsamari
kreppu, og ístaðin fyri at fáa
kjak um sosialpolitiska stødid,
nú stórur partur av fólkinum
verður raktur av kreppuni,
royna stjórar og politikarar at
asamþa
Vi sarmband
verja hvør annan, og taka so-
statt skuldsetingarnar frá
Framburðsflokkinum í álvara.
Tað er ikki okkara uppgáva
at taka stóðu til um politik-
ararnir og leiðslan á Almanna-
stovuni hava livað upp til ta á-
byrgd, tey eru sett at umsita,
men tá limir okkara verða
lagdir undir illgruna fyri at um-
sita sosialu lógirnar í heimild-
arloysi, hava vit skyldu at gera
vart við okkum. Málið snýr seg
í høvudsheitum um Forsorgar-
lógina, og vit fara tí bert at við-
gera limir okkara á forsorgar-
deildini.
Tvgrrandi reglugerðir:
Í januar 1988 var seinasti part-
ur av almanna økinum yvirtik-
in. Neyðugt var við reglugerð-
um, men lítið og einki var gjørt
við hetta áðrenn, og tí var farið
at umsita sosialu l6gimar uttan
reglugerðir. Klårt var at fara
undir arbeiði við reglugerðum,
men einki hendi. Politikararnir
lótu ikki við seg koma á hesum
gki. Tey ymisku landsstýris-
umboðini á almanna gkinum
gjørdu ístaðin nýggjar før-
oyskar lógir á hesum gki, og
økti sostatt um arbeiðsbyrðina
hjá starvsfólkunum á Al-
mannastovuni.
Almannastovan fór tí sjálv
undir at gera vegleiðandi regl-
ur viðv. parag. 9 í Forsorgar-
lógini. Sosialráðgevararnir á
forsorgardeildini vóru við í
hesum arbeiði, tí mett var at
hetta var sera umráðandi fyri
Nýggjur SÓMI 800
Hálvfab., lutvíst innrættaður, vindeygu
ísett —til sølu við 200 HK Volvo Penta v/
drevi (ferð uml. 32 fj.) fyri kr. 255.000.
Sami við 130 HK (ferð uml. 24 fj.) — til
sølu fyri 217.000 kr.
Tlf. 11735 — 87735
ÍSL. LUNDAR
»Frålikur veitslumatur«
Enn eru nakrir ísl. lundar at fáa
fyri bert 12 kr./stk.
Eisini eru lundabringur at fáa fyri
14 kr./ stk.
Suduroyar Kjøtsøla
v/ Rudolf Tausen
900 Vågur — Tlf. 73247
arbeidi.
Arbeiðið var tíðarkrevjandi
og starvsfólkið bað tí leiðsluna
um at fáa góðskrivað arbeiðs-
tíðina, soleiðis at tað ikki fekk
avleiðingar fyri viðgerðina av
viðskiftafólkunum, men hetta
varð teimum sýtt, bæði av
leiðsluni og politikarunum.
Starvsfólkið gavst sostatt við
hesum arbeiðinum, tí talið av
viðskiftafólkum gktist, og tey
komu í fyrsta rað.
Almannastovan helt áfram
at gera reglugerðir, men eftir
okkara metan gekk tað ongan
veg, m.a. tí at vit, ið høvdu vit-
anina frá tí dagliga arbeiðin-
um, ikki luttóku í arbeiðinum.
Endamálið við reglugerðun
um er, at avgerdirnar verða so
rættvísar og eins sum gjørligt.
Neyðugt er helst ikki at gera
meira burtur úr hverjar avleið-
ingar eru av ongum reglugerð-
um.
Allir sosialráðgevararnir á
forsorgardeildini hava nomið
sær útbúgving í Danmark, og
flest øll hava arbeitt í donskum
kommunum. Sostatt hava tey
øll kunnleika til at tulka lógir-
nar og taka sjålvstødugar av-
gerðir. Hóast hetta gjørdist
stødan við ongum reglugerð-
um ótolandi, tí talið av við-
skiftafólki vaks, so hvert sum
kreppan breiddi seg. Serliga
munurin á føroyska og danska
samfelagnum gjørdi viðgerð-
ina torféra. Starvsfólkið
royndi bæði á ein og annan hátt
at gera leiðslu og politikarar
varug við stóðuna, at fáa tey at
taka prinsipiella stóðu, uttan
úrslit. Politikararnir høvdu
ongan áhuga fyri sosialpoli-
tikkinum, og leiðslan metti, at
so leingi vitkláraðu at útgjalda
veitingar, so stóð væl til. Av-
leiðingin av hesum var, at
starvsfólkið á forsorgardeild-
ini einsamalt legði sosialpoli-
tikkin í landinum — við avgerð-
unum í teimum einstøku mål-
unum.
Vit mæltu viðskiftafólkun-
um til at kæra avgerðirnar til
Føroya Landsstýri, við ti fyri
eyga at fáa politikararnar at
taka prinsipiellar avgerðir.
Men hetta gav eitt heilt annað
úrslit. Kærumar vóru við-
gjørdar í ti einstaka førinum,
og ikki sum prinsipiell mål.
Tær reglugerðir, ið vóru gjørd-
ar av Almannastovuni, eru
ongantíð góðkendar í lands-
stýrinum, og virði av teimum
er ti 6vist.
Raðfesting av uppgávum:
Í fjølmidlunum hevur leiðslan
á Almannastovuni gjørt vart
við, at eftirlit hevur ikki verið
raðfest í arbeiðinum, men held-
ur viðgerðin av viðskiftafólki.
Hesum eru vit ikki samd í. Rað-
festingin hjá leiðsluni hevur
verið bygnaðarbroytingar á Al-
mannastovuni og gðrum stovn-
um, ið hon ynskti at leggja inn á
Almannastovuna. Upp í saman
vóru broytingar gjørdar í bygn-
aðinum og arbeiðsgongdini á
forsorgardeildini, so starvs-
fólkið fekk ikki arbeiðsfrið.
Hverja ferð ein nýggjur deild-
arleiðari varð settur, og tað var
ofta, byrjaði hesin av nýggjum
við Adam og Evu, meðan
starvsfólkið hoknaði undir ar-
beiðsbyrðini og tvørrandi po-
litisku ábyrgdini.
Hóast hesi ótolandi viður-
skifti bæði fyri viðskiftafólk og
starvsfólk, hava leiðsla og
politikarar raðfest miðspjað-
ingina av Almannastovuni. Eitt
álit var gjørt um miðspjaðing,
og í hesum var viðmerkt, at
neyðugt var at høvudsdeildin
virkaði, áðrenn farið var í holt
við miðspjaðing. Reglugerðir-
nar vóru ikki gjørdar, og langt
var á mál at fáa hevuðsdeildina
at virka, men miðspjaðingin
hevur helst havt ein serligan
politiskan týdning, tí hesar
uppgávur vóru raðfestar.
Spurningurin um avgerðirnar í
Norðuroyggjum og Suður-
oynni eru líka og rættvísar hev -
ur sostatt ikki so stóran týdn-
ing.
Afturglaldingarskipan:
Kjakið hevur eisini snúð seg
um afturgjaldsskyldu av av-
dråttarpartinum til húsalán. Í
Danmark er allur stuðul til av-
drátt upp á húsalán veittur við
afturgjaldsskyldu, og nú undr-
ast øll á, hví hesar reglur ikki
eru galdandi í Føroyum. Einki
spurnartekin verður sett, um
somu reglur skulu vera settar í
gildi her. Soleiðis eru reglurnar
í Danmark, og soleiðis skal eis-
ini vera her. Er hetta rætt? Bú-
staðarpolitikkurin í hesum
landi er ein heilt annar enn í
Danmark. Í Forsorgarlógini
stendur, at avdráttur upp á
húsalán skal veitast viða ftur-
gjaldsskyldu, men í øll hesi ár-
ini hevur einki verið gjørt við
tað. Uppgávan er ikki raðfest.
Sjálvandi skulu vit hava
reglur á hesum øki, men tær
eiga at vera lagaðar bústaðar-
viðurskiftunum her.
Vit skulu tó gera vart við, at
ein fullåi á Almannastovuni
gjørði eitt fullfíggjað uppskot
um afturgjalding av avdráttar-
partinum av húsalánum, fyri 4-
5 árum síðan. Alt var gjørt klårt.
Tað tørvadi bert starvsfólk at
taka sær av uppgávuni og at
uppbyggja samstarvið við Før-
oya Gjaldstovu. Talan er ikki
bert um at veita avdráttarpartin
við afturgjaldsskyldu. Hesin
skal eisini tinglýsast sum pant í
ognini og síðan krevjast inn
aftur.
Ætlanin var kanska, at
sosialráðgevararnir = skuldu
røkja hesar uppgávur, og tað
høvdu tey helst eisini verið før
fyri, um tey fingu neyðugu
upplæringina. Sosialráðgevar
eru ikki útbúnir økonomar men
til at ráðgeva, vegleiða og taka
stóðu í sosialum málum.
Áhyrgd
Vitætla ikki at leggja okkum út
í kjakið um tvørrandi grann-
skoðan og eftirlit av roknskap-
inum hjá Almannastovuni,
Nr. 223 — 21. NOVEMBER 1992 Síða 17
men eru samd í, at hetta hevur
verið út av lagi vánaligt. Av-
leiðingarnar síggja vit í dag.
Eisini á hesum øki hava vit
gjørt vart við okkum, bæði til
leiðslu og politikarar. Orsakað
av arbeiðsbyrðini, vantandi
starvsfólki og raðfestingini av
útgjalding av veitingum eru vit
sannførd um, at í meðal er talið
av feilútgjaldingum sera stórt.
Hetta hava vit gjørt Føroya
Landsstýri vart við fleiri ferðir,
seinast á sumri 1991, men tey
hava ikki ønt aftur.
At enda vilja vit einaferð enn
gera vart við, at sosialráðgev -
aramir á forsorgardeildini
einsamallir hava sitið við á-
byrgdini av sosialpolitikkinum
á forsorgarøkinum. Ikki ti teir
vildu hava ábyrgdina, men tí
hvørki leiðsla ella politikarar
átóku sær ábyrgdina, tey vóru
sett at umsita.
Vegna
Soslalráðgevarafelag
Føroya
Ingrid Jensen, forkvinna
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, Tórshavn, afholdes
Torsdag den 17. dec. 1992 kl. 10.40
tvangsauktion (AS nr. 461/92) over
matr. nr. 1572, Klaksvik, beliggende
Kråargøta, Klaksvik.
Auktionen er begæret af advokat Jógv-
an Påll Lassen, Advokatfelagid, 100
Tórshavn, tlf. 1.1260 (j. nr. 33807) på
vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 434 kvm. storgrund, det bebyggede
areal udgør 86 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den 19.11.92
Ole G. Olesen
dfm.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, Tårshavn, afholdes
Torsdag den 10. dec. 1992 kl. 09.10
tvangsauktion (AS nr. 499/92) over
matr. nr. 163 f, Klaksvík, tilhørende P/F
Klaksvikar Roykivirki.
Auktionen er begæret af advokat ) Pet-
ur Even Djurhuus, Advokatfelagid, 100
Tórshavn, tif. 1.1260 (j. nr. 206/1991)
på vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er en erhvervsbygning,
det bebyggede arealudgør 1604 kvm. i
2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den 18.11.92
Ole G. Olesen
dím.
A