leygardagur 21. november 1992síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Nr. 223 — 21. NOVEMBER 1992
Tíðindablaðið (SKU
Og heystið kom
Kveldið er kalt og slavið
Geturnar glógva í vætu,
regnið berjir beint ímóti
og bilarnir, sum fyrilitar-
leysir strúka framvið,
oysa brúna evju innyvir
gongubreyt og fólk til
gongu. Heystkveld, beint
eftir arbeidstid. Myrkt,
belamyrkt hóast klokkan
er beint farin av fimm. Og
regnið dýkir niður.
Imóti brekkuni koma
tvey stríðandi. Hon er
tung á sær, og tann slitni
frakkin, sum ikki fæst
rundan um hana, sýnir at
hon er við barn. Tann stóri
búkurin mestsum slóðar
fyri teimum, ger teimum
eitt lítið op í óveðrinum
lann heldur um hana
samstundis
skumpandi undir
eins og orkar hon ikki
ira. Tey eru ung, hann
tey trýati hon nakað
ngri, men ikki hava tey
styðjandi og
hana
€
farra av ungdómsins yndi
og reystleika. Tey eru
gomul
Hetta er triðja barnið
Kanska ikki so
sum ráðini eru,
men kuldin og slevjan i
lu kjallaraíbúðini eru
hon ber
skiiagott
1 óuppslítilig umbering
ri at Kroystast seing-
ýnan og seingin eru
einasta friðskjólið, einasta
í verð.
Víst hevði dagurin eisini
tilhald, við lofnadum
ndum í eini spann við
norreyðum flógvum
vaskivatni vaskandi upp
g niður fyri slík sum ikki
vttust at dálka. Ella við
takulda og runu upp á
álvar leggirnar gravandi
eitir fyri kloakkrerum
ra teimum sum høvdu ráð
aa lortarovkin burtur
í húsum. Heima høvdu
hverki tíð ella ráð. Og
í tey høvdu havt tid, so
hevði moðnaroykurin
helst verið ringur at slopp-
ið av við. Tá onkur var í
bað uppiá dryppaði so
snegt niður á sama brún-
randaða blettin á tí slitna
linoleuminum á tí elalítla
keksgólvinum. Tá onkur
hevði hjálpt sær sjálvum
uppiá, og sendi offrið út í
kloakkirnar — sum hann
hevði lagt — temdist
vatnlásið í kjallarabukku-
ni og ramur deymur fylti
tað lítlu íbúðina, sum ikki
hevði rúm fyri hurðum.
Tey hevdu víst á trupul-
leikarnar, men vóru spurd
hvat tey væntaðu sær fyri
tey oyruni tey guldu
leigu. Fyri tey vóru tað
ikki oyru. Fyri tey var tað
tveir triðingar av innteku-
ni
Fey hevdu bæði hoyrt
tíðindini. Alt farið í hund-
arnar. Landið á húsagang.
„Ov stórt forbrúk<, hevði
leingi ljóðað frá landsstýri
og legtingi. >Vit mugu
spara< varð sagt, men tá
so spart varð, sást skjótt
at rættari var sagt: >Tit
mugu spara«. Íkki tí, hver
er tann innkrevjari sum
leggur á avgjeld á sítt
egna. Og tá spurnartekin
varð sett við framferðar-
háttin og ójavna útreið-
slubýtið varð frá hægsta
stað glefsað: >Tjóvur trýr
at hver maður stjelur!<
Soleiðis teptist smámað-
urin — av teimum stóru.
Nú var tað so hent. Tað,
sum leingi heði verið
spátt, men sum eingin
hevði væntað kundi
henda. Landið var jú eitt
vælútbygt samfelag. Eitt
vælferðarsamfelag har
eingin leið neyð. Øll høvdu
að gott. Einki
Lønarlagid sveimaði
skýggini. Øll
ovmikið. Og tey
arbeiðs-
Eysi
manfyri
hevdu
hevdu ikki, so stóðu bank-
arnir klárir at læna teim-
um, ongantíð ov nógv.
Ætlaði tú at fáa tær tak
yvir hevdið — ikki so
stórt, eina hædd við høg-
ari reising kanska — so
broyttist ætlanin skjótt
til eitt sterri projekt í
trimum hæddum við bil-
húsi — og bili — hjalli, og
hest fekst tú nakrar tús-
und at fara suðureftir fyri
omanå. Elnki var ófert,
og í bankafólkafingrunum
kitlaði eftir at slepap at
læna út, og tá serfreðing-
arnir hedu talað at fór
leikmaðurin ikki at tala
ímóti. Men nú var skriðan
lopin. Alt steðgað upp.
Tey fingu tað at vita í
dag. >Tíverri, tíðirnar eru
so ringar, og vit mugu jú
spara«, og so takk fyri
trúgva tænastu og farvæl.
Tað var sum ein banning
hekk yvir degnum: Bæði
ísenn. VI mugu jú
spara<. Spara hvat? Mat-
in í munnin? Teir ovsmáu
uppslitnu kloddarnar tey
høvdu á kroppinum? Tað
ússaliga kurpaliðið sum
tey igjøgnum skjótt tigg-
ju ár hevdu kallað sítt
heim? Hevdu tey verið
oyðslut? Tey hevdu ong-
antíð havt nakað eftir at
oyðslað við. Og nú skuldu
tey spara. Men hvat
skuldu tey spara? Bæði
fingið takk og farvæl frá
lengjaldaranum, arbeiðs-
marknaðinum. Véru tað
tey sum høvdu koyrt alt í
rot? Tey sum altíð høvdu
sitið á niðastu hill í polit-
iska tombolaspælinum.
Tey sum hevdu verið góð
at tikið til — lættir vinn-
ingar, sum sam-
stundis ikki vóru verd at
goyma tá lummin fyltist.
Tey, sum frá tí letu tey
tóku av avbjóðingini og
men
gjørdust vaksin, høvdu
barst fyri hvørjum einasta
oyra, barst fyri at fingið
eina líkinda tilveru, men
enn ikki vóru komin á mál.
Spurningarnir vóru nógv-
ir, men svarið var eittans:
»Øll mugu spara, tí oll
hava åbyrgd«.
Við eitt streyk ein stór-
ur svartur bilur framvið.
Hann pløgdi seg igjøgn-
um ánna sum rann fram-
við gongubreytini og so
smátt gjerdist sterri og
sterri. Ferðin var nógv,
onkur hevði skund, og
sprenurin stóð sum brota-
sjógvur innyvir tey bæði
frammanundan illa til-
tøssadu. Runan rann úr
hverjum tráð, og tey
spýttu eyr og rusk út úr
munninum. Hann kroysti
hana fastari innat sær og
mestsum bar hana við
sær. Hann græt stillan av
meði og pínu, men tárini
blandaðust í stundini við
tí treiska regninum sum
bardi andlitini. Hon hevði
mist vónina. Vónina um
nakrantíð at koma upp-
undan. Vónina um nakr-
antíð at gera ungdóms-
dreymar sínar til veru-
leika. Hon græt, tí hon
visti at ellin var komin.
Hon græt um mistu
manndómsárini. Hon
græt í vissuni um óvissu-
na sum var komin fyri at
vera. Ovissuna sum hevði
átt hana, sum enn átti
hana, og sum hon nú visti
allar dagar fór at vera ein-
asti trúgvi fylgisneyti
hennara. Hon græt tí hon
var fallin í einum stríði,
sum hon nú sá ongantíð
hevði verið meguligt at
vunnið. Hon græt, og
gráturin var eitt við regn-
ið.
Nakað seinni steðgar
ein stórur svartur bilur
uttanfyri ein stásilig hús í
nýggjum grannalag ovar-
laga í býnum. Tvey ung í
stásklæðum trína út og
renna stetlandi undan
regninum ímóti durunum.
Legtings- og vinnulívs-
maðurin fyllir runt í dag.
Hann heldur stóra veitslu.
Einki er spart. Men hvat
tá, hann hevur jú stungið
sær nakað til síðis. Hann
er ikki tað slagið, sum
oyðir alt burtur so skjótt
sum hann hevur fingið
tað. Nei hann dugir at
húsast.
„Dekans ófýsi veður í
kveld<, hugsar hann við
sær, tá hann fer út og let-
ur teimum báðum nýkom-
nu upp.
07.11.92
Jóanes N. Dalsgaard
Frá Føroyingafelag í Keypmannahavn:
Bókadagurin 1992
Bókadagurin er vorðin ein
fastur táttur í mentunar-
lívinum í Keypmanna-
havn í november mánað
og so verður eisini í ár.
Komandi sunnudag 22.
nov. skipar Feroyinga-
felag fyri bókadagshaldi í
samstarvi við bókaverðin
í Feroyahúsinum Hugin
Eide, sum hevur fingið
okkum allar tær nýggj-
astu føroysku bøkurnar til
vega.
Samstarvid umfatar eis-
ini Mentunargrunnin hjå
Føroyska Studentafelag-
num, sum fer at frambera
tær nýggjastu útgávurnar
hjá grunninum.
Bekurnar, sum fram
verða sýndar, eru sjálvan-
di miðdepilin í sjálvum
bókadegnum, og tí leggja
vit dent á, at fólk fær hevi
og stundir til at hyggja at
bókunum, taka tær upp í
hendurnar og blaða í
teimum — og práta saman
um bekurnar ella um ann-
að, meðan ein drekkamuð-
ur verður netin.
Okkurt verður so inn
ímillum til undirhald, t.d.
verður lisið brot úr onkr-
ari av teim nýggjastu bók-
unum — vit kunnu soleið-
is nevna, at sjónleikar-
kvinnan Annika Johanne-
sen fer at luttaka vit upp-
lestri — hon fer at lesa
brot burtur úr spildurnýg-
gju skaldseguni »Vivil«
eftir Marionnu Debes
Dahl.
Eisini kann nevnast, at
Heini Madsen, rithevund-
ur kemur og sigur frá
nýggju bók síni um
grindadráp, og inn ímill-
um fara vit at hoyra livan-
di tónleik spældan, tí
Sunnleif Rasmussen fer
eisini at luttaka á bóka-
degnum. 4
Bókadagshaldini hava
verið sera hugnalig hini
árini, síðani Feroyingafel-
ag tók hendan táttin upp
og soleiðis verður vónandi
eisini í ár.
Tað er nú komandi
sunnudag tann 22. no-
vember at bókadagshald-
ið fer fram í Feroyahúsi-
num — opið er millum kl.
14 og 20.00.
Olympus AF - 10
Super fototól
vælroynda heil-
við Smyrli
Landsins
Strandfaraskip
HØVUDSVINNINGUR:
Snarferð fyri tvey
til Aberdeen
Strandfaraskip
Landsins
5
HØVUDSVINNINGUR:
Vikuskifti fyri tvey
å ståsiliga og hugnaliga
HØVUBSVINNINGUR:
Bay Jacobsen heilsubótar-
madrassa og -koddi,
heimskendar fyri at veita linna bæði
skjótt og væl,
frá
BAY
kulavegur
JACOBSEN
Jogvar
A
|