Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið GIN: Maiken Mortensen sosialrådgevari Hans T. Henriksen løgtrøbingur Eyðun Joensen sålarfrøbingur Marner Simonsen lækni Skriva ella ring til Sosialin: Argjavegur 26, 160 Argjum. Telf. 11820, lokal 12 Lagt til rættis: Dagny Joensen Telefontid er tysdag og hésdag kl. 15 - 16. Allir spurningar, sum verda svaradir, fåa eitt framerki. Sertrødingarnir fåa ikki at vita, hvør avsendarin er, og teir svara heldur ikki beinleiðis í telefonini. Spurningarnir verða lagdir til rættis á Sosialinum, sum sendir teir víðari til rætta sertrødingin. Løgfrødingurin Hevur mamma loyvi at nokta? f60'unum søkti påpi um loyvi at víðka um húsini við einum útbygningi móti vegnum. Hetta var honum noktað, tí tað skuldi gera útsýnið til vegin vánaligari. Pápi mín er nú deyåur, men mamma fekk í 1990 eitt bræv frå kommununi, har upplýst var, at komm- unan hevåi ognartikid sama grundekið - frå húsunum og oman á vegin, tí hesin skuldi breiðkast! Samstundis fekk mamma bræv frá bankanum um, at kommunan hevåi sett pening inn å konto hennara. Hon gav bankanum boð um at flyta peningin av aftur kontoini, ti hon hevði ikki selt kommununi nakað. Nú stendur kommunan sum eigari av grundoki- num. Kommunan hevur ognartíkið ella keypt jorð frá fleiri persónum her í bygdini, men tað legna er, at summi eru spurð, meðan onnur bert hava fingið bræv við upp- lýsingum um, hvat komm- unan hevur avgjørt á fundi. Vit hava tí mótmælt í metingarnevndini sum sig- ur, at framferðarhátturin hjá kommununi er skeivur. Kortini hendir einki. Tað, sum í síni tíð var grundgivið sum vanda- mikið eki fyri útsýni á veg- num, er sama eki, ið nú skal nýtast til at breiðka vegin. Nevnast skal, at umreddi vegur er ein síðuvegur, sum er umleið 15 metrar breiður. Spurningurin er: Hvat kunnu vit gera fyri at varð- veita økid kring húsini hjá mammu, og hevur komm- unan loyvi at bera seg so- leiðis at mótvegis borgar- arunum? Bygdamaður Tað fær væl verið, atkomm- unan hevur borið seg skeivt at í hesum máli, men tað kemur ikki rættiliga fram, Nr. 230 — 2. DESEMBER 1992 12) Spyrjið Sosialin Undirlutakenslur av ov smáum br Sålarfrødingurin Eg havi hoyrt og lisid so nógv um kendar kvinnur sum fáa skurðviðgerð fyri at vaksa um bróstini. Mín spurningur er til sål- arfrøbingin, ti eg vil vita, um ringur trivnadur i ti dagliga - orsakað av minnilutakensl- um av at hava so lítlar boppur - kann geva mær atgongd til ókeypis viðgerð, so bróstini gerast storri? Kann tað gerast í Føroy- um? Eru dømi um, at kvinnur hava fingið hesa viðgerð av sálarligum orsøkum í Før- oyum? Hvussu nógv kostar tað annars at fáa hetta gjort, um eg skal gjalda sjålv? Eg eri 25 ára gomul, men tað sær út sum eri eg 16 ár, tí eg eri so flat. Tey arga meg við, at eg bert havi "deifolir" so veitst tú, hvussu eg síggi út! Delfolin Tað er trúligt, at fólk kunnu vera so illa foreint við onkr- an sín likamslut, at tað bilar samleikanum (indentiteti- num)so mikið, attað er rími- ligt við læknaligum ábótum, um tað ber til fyri rimiligum kostnaða og ábyrgdar- vanda aðrar vegir. Sjálvur veit eg um kvinnur í Føroyum, sum hava fingið tíkið av bróstunum, men minnist onga, sum hevur fingið sett uppí. Eg haldi ikki, at slíkar skurðviðgerðir verða gjørd- ar í Feroyum enn, men nu er ein lækni serkønur ella um at gerast serkønur innan skurðkynstur av hesum slagi (plastik-kirurgi). Í Danmark er manna- gongdin tann, at sjúklingur annaðhvort fer vanliga kommandovegin innan heil- suverkið, tvs. fer til sín egna kommunulækna, meguliga víðari til serlækna. Verður mett at at skurðviðgerðin er alneyðug fyri persónin, gerst innstilling til bidirød á almennari plastikskurðdeild. Er ein ótolin og/ella vil rinda sjålvur einar 20.000 krénur, ber sjålvsagt til at venda sær til privatriknar plastikskurðstovur ella priv- atsjúkrahúsini. Nú havi eg ikki verið spur- ninginum viðvíkjandi stór- um og smáum boppum nærri enn í síni tíð í Dan- mark, tá vit kannaðu ment- alar sjúklingar, har heilsu- verkið frammanundan metti skurðviðgerðina vera iva- sama fyri sjúklingin upp á longri sikt. Tað, at ein avgjørt vil broyta likamsútsjónd kann jú vera svaklig hugsan, t.d. líður í einari paranoidari psykosu. Verður tí ov lætt og skundisliga farið um knívin, kann speril koma í. Um ørskapurin síðani rennur av aftur persóninum, og hann ikki vil kennast við seg sjálvan við tí nýggju útsjóndini, er einki vunnið. Tessvegna er almenna heilsuverkið meira vandið og vil tryggja sær, at sjúk- lingurin - áður enn kosmet- iska skurðviðgerð - er við sítt fulla vit og skil, og at við- gerðin er grundað á ein rímiligan samleika í persóni- . ostum num, soleiðis at størri eydnusemi spyrst burturúr slíkari viðgerð. Í Danmark havi eg verið við í slíkum ráðgevingum til broytingar av eitt nú næs- um, flúgvaraoyrum, bopp- um og sogar eisini kyni (1), men veit lítið og einki um tað her í Føroyum, tó at skurð- deildin hevur spurt meg í ødrum føri. Best hevdi mær dåmt, um tú vart so stinn í tínum sam- leika - og tað skuldi tú verið í tínum aldri - at tu kundi verið skurðviðgerðini fyri uttan, men funnið teg í tínum "delfolum“, sum náttúrligan part av tær. Vilja onnur ikki góðtaka teg tessvegna, so lat teir og tey sigla framvið, vælsigna- ða! Ey Jo A ————IIIKIKIKIIIIIIK hvat kommunan hevur gjørt galið. Tí fái eg ikki rættiliga tíkið um rótina. Alment er at siga, at tá ið kommur hava brúk fyri jørd/bygningum til eitthvørt endamål, eiga hesar at taka upp samrådingar við eig- ararnar vid keypi fyri eyga. Eydnast einari kommunu soleidis ikki at samråda Seg fram til ein vanligan handil, kann kommunan fara undir ognartøku. Til ognartøku krevst greið légarheimild. Fleiri formligar treytir skulu vera í lagi, men einki verður beinleiðis upplýst her um brot á slíkar reglur. Í hesum máli snýr tað seg um ein síðuveg. Eg dugi illa at hugsa mær, at heimildar- spurningurin ikki er í lagi hjá kommununi, um vegurin er til almenna nýtslu. Spurningurin um útsýnið fær neyvan tydning, tí saml- adu vidurskiftini kunnu vera broytt sidani 60'ini, og talan er eisini um 15 metrar breiðan siduveg, tvs. at kommunan neyvan kennir seg bundnan av eini meting, sum er gjørd fyri skjótt 30 árum sidan, og ikki skal nógv til, at ein tílík meting verður gjørd eðrvísi (tann fyrra metingin kann vera "á kantinum"). HansTrygvi Síða 7