Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 230 — 2. DESEMBER 1992 Feroyingar mitt Í uppreistrarmeldri Vóru innibyrgd í Caracas, har tey vóru eygnavitni til skot- bardagar , Ein føroysk familja var innibyrgd i venezuelska hevuðsstaðnum Caracas friggjadagin, tå hardir bar- dagar við bumbuspreing- ingum og skotriðum leik- aðu á. Talan er um hjúnini Sím- in og Daniu av Toftum. Tey eiga trý børn, og øll familj- an er á veg til Føroya at halda fri frá trúboðaraar- beiðnum í indianskum ætt- arbólki á markinum millum Venezuela og Brasilia. Á vegnum steðgaðu tey í Caracas í góða viku, og tað var meðan tey vóru har, at uppreistur brast á móti fólkavalda forsetanum. Hettaseinkaði fráferðini hjá føroyingunum, men sunnu- náttina komu tey til New York. Vit hava havt Símin í tele- fonini og lata hann greiða frá, hvussu tey upplivdu uppreisturin: — Ætlanin hjá okkum var at flúgva úr Venezuela fríggjamorgunin. Vit høvdu pakkað og fóru upp tíðliga fríggjamorgunin fyri at flúgva til New York. Men sjónvarpið boðaði frá, at einki samband var við umheimin, tí skifti fór fram í leiðsluni av landinum. Hetta gekk fyri seg kl. 8 um morgunin, men so komu tíðindi um, at alt var í lagi aftur og at valdi forsetin hevði fingið tamarhald á støduni. Tá skundaðu vit okkum avstað við hýru- vogni móti floghavnini, sum hevur mesta ferða- fólkaflutningin út av land- inum. Noyddust at venda aftur Vit vóru ikki komin rætti- liga langt, tá motorvegurin var sperraður, so vit noydd- ust at venda við aftur, og tíbetur eydnaðist at koma á gistingarhúsið aftur. Tá høvdu rættiligir luftbardag- ar tikid seg upp yvir bynum, og tað var stak óhugnaligt. Hetta helt á úl klokkan trý seinnapartin og tóktist ógvuliga langdrigið fyri okkum. Orsøkina til at bardagar- nir rættiliga kyknadu upp aftur eftir at vit vóru farin av gistingarhúsinum við hýru- vogni móti flogvøllinum, hava vit funnið út av aftaná: Uppreistrarmenninir móti forsetanum tóku í fyrsta umfari triggjar sjón- Varpsstødir og royndu á tan hátt atbilla fólkinum og ser- liga herinum inn, at nú vóru tað teir, sum høvdu valdið. Herurin trúði ikki boðskap- inum, og so varð roynt at taka valdið við at gera nýtslu av stórum bumbu- flogførum. Uppreistrarmenninir vóru serliga úr luftvåpnin- um, og tað tóktist øgiligt, tá tey stóru og harðligu dun- andi flogførini komu strúk- andi fram við og omanfyri, har vit vóru stødd. Málið hjá teimum var at bumba for- setaborgina og flogvøllin, sum herurin fyri tað mesta ger nýtslu av. Hetta er alt í Stuttari fjarstødu haðani, vit vóru stødd, og tí vóru vit eygnavitni til slíkt, sum annars bert sæst í sjónvarp- inum. Tað var stak óhugna- ligt, heldur Símin í Túni. Fridarligt kveld Ikki fyrr enn leygardagin seinnapartin var so mikið av skili komið á aftur, at ráði- ligt var at fara útum. Familj- an í Túni fór ætlaðu leiðina á flogvøllin, sum verður nýttur til vanliga ferðslu, og har tóktist alt at vera í lagi. Verri er statt nógva aðra staðni í Caracas. Onku- staðni millum 100 og 200 fólk lógu eftir á, og nógvir bygningar eru illa farnir av bumbuspreingingum. Før- oyingarnir høvdu steðgað í knappar tvær vikur í Cara- cas, og fyrstu dagarnar búðu tey í íbúð, sum trúboðanar- felagsskapurin eigur, sum tey arbeiða fyri. Íbúðin er dygst við har mesta stríðið gekk fyri seg, og har liggur Símun og Dania í Túni saman við børnunum, sum herfyri vóru inni- byrgd í venezuelenska høvudsstadnum Caracas nógv i skelja sori. Símin í Túni dylur ikki fyri, at tað var lætti at koma til USA, og saman við familjuni gleðir hann seg nógv til at lenda í Vágum leygardagin. Toftamaðurin sigur einki um støðuna í Føroyum sam- mett við hana i Venezuela. Men okkurt er sum líkist: ónggdin við sitandi forsetan í Venezuela stavar ikki minst frá, at í hansara for- setatíð er midallønin lækk- ad ur 23.000 og nidur i 18.000 kr. um árið. At føroyingar fara at royna at sekta myndug- leikarnar fyri lønarlækking, soleidis sum sudurameri- kanararnir ætlaðu, er óhugs- andi, tíbetur! -nes sø Tíðindablaðið GS PÅ ICELANDAIR ÆÐ REYKJAVÍK Ferðaseðil til Reykjavíkar aftur og fram umframt innivist í 4 nætur við morgunmati, leygardag til mikudag. kr. 2.560,- Tilboð frá Icelandair/Herz bileigan kr. 550,- bilur í A-flokki leygardag til månakvøld við 100 km koyring, VSK skatti og sjålvsåbyrgd. ICELANDAIR tif. 10024 Ferdaavgjøld ikki íroknað. Tilboðið er galdandi til 31/3 1992 Hálvfabr., lutvíst inn- rættadurtil solu fyri 200 HK nýggjur motorur/ kompl. 130 HK nýggjur motorur/ kompl. Motorur kann verða ísettur fyri - 125.000.- 200 HK motorur/kompl. bert gingið 500 tímar kr. 95.000,- 132.000,- 91.000,- 3.500,- Tlf. 11735 - 87735 - 15741 Kjølbro Í trupu- leikum Fíggjarnevndin viðgerð í løtuni eina umsókn um at sanering av einum láni til Kósa- virkið Størsta fyritøka í landinum, P/F JøF Kjølbro er eins og so nógv onnur í svårum fíggjarligum trupuleik- um. Herfyri fekk lands- stýrið eina umsókn frá stjórnini í Kjølbro um sanering av einum láni uppá 13 milliónir til Kósavirkið. Landstýrið samtykti at strika ein part av lán- inum og at niðurfrysta ein part av hesum. Mál- ið er síðan sent figgjar- nevnd løgtingsins og har verður tað vidgjørt í løtuni. jústinus