mikudagur 2. desember 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 230 — 2. DESEMBER 1992
Tíðindablaðið ESKE
=
- O
Navnið spillir ongan
Eg dugi ikki við mínum besta vilja at síggja, at tað skal vera
ein grund til at broyta nøvnini á Baileys banka og Lúsabanka,
soleiðis sum málneyndin hevur gjørt av. Nøvn eru ikki bara
nøvn. Hvørt einsta staðanavn er eisini boðberi frå søgu okkara.
1
Við hvørjum navni, sum verður tikið frá okkum, missa vit ein
part av fortíðini og okkum sjálvum. Og bæði Baileys banki og
Lúsabanki eiga ein tátt i fiskivinnusøguni hjá okkum skrivar
Johnny Thomsen m.a. í Sjónarmið í dag.
| Sjónarmið
ED
Í nógv ár hava føroyingar
vitað um Bailays banka
og Lúsabankan (ávikavist
ill Bailay's Bank og
Lousy Bank å eingilsk-
N
á
Á
f
/
7
/ ;
F
bæt: ;
L -
> —-— sn 0
. —
DAnKi
Nýggja kortið, har Bill Baile ybanki
Ytribanki og Ytstibanki.
um). Og tad tykist ongan
hava nervað stórvegis, at
ter itu nettup soleiðis.
Men nú sær ikki mætari
út, enn at onkur hevur
landsstýrið og Føroya
g Lúsabanki hava fingið nyggju nøvnini
fingid ilt av ti. Ti nå upp-
| lýsir eitt tíðindaskriv frå
målnevndini knappliga at
Skúlabókagrunnur hava
|
Í
I
Í
|
Johnny Thomsen -Hesi
navnatýningarpolitikk
ur sker djúpt niður í
søgu og mentan
okkara
gjørt av, at hesir bankar
ikki eita soleiðis longur.
Tey hava rættiliga spent
seg út og funnið upp á at
skírt teir Ytribanki og
Ytstibani!
Grundgevingin fyri hes-
um óvæntaða navnaskifti
er tann, at hesir báðir
bankar nú eru á féroysk-
um sjógki (tað hava teir
nú annars verið leingi), og
tí mugu teir eisini hava
føroysk nøvn.
Navnabót
Ég dugi ikki at siga, hvor
hesin Bill Bailey var.
Kanska tann, sum fann
bankan?
Navnið á bankanum er
so bara eitt burtur úr tí ør- |
grynnuni av geografisk- |
um nøvnum, sum eru
kallað upp eftir fólki, líka |
frá Mount Everest til |
Dánjalsmið.
Tað er meira enn so
komið fyri í summum
londum, at sovorðin nøvn
eru broytt av politiskum
grundum, tá nýggir valds-
harrar eru komnir til ræð-
ið. Men annars plagar tað
at vera hyggjuráð at vera
varin við sovorðnum
broytingum. Og eg dugi |
ikki við mínum besta vilja
at síggja, at tað skal vera
ein grund at broya tað
vælkenda navnið á hesum
banka, sum av berari og
blektaðari søguligari og
geografiskari tilvild er
endadur á føroyskum sjó-
øki, bara ti hann ber
navnid å einum skota ella
eingilskmanni. So kundu
t.d. norðmenn við somu
grundgeving farið at kall-
að Jan Mayen fyri Ytt-
erste øy (Jan Mayen var
hollendari), ella russarar
kundu umdoypt Barents-
havið til okkurt russiskt
(William Barents var
eisini hollendari). |
Og hví Lúsabankin ikki
kann sleppa at eita
soleiðis í frið og náðum er |
uppaftur meira óskiljandi.
Orðini lús og lúsa- eru so
í hvussu er rótføroysk.
Um navnið so er týtt ella
mistýtt úr eingilskum,
kann ikki hava nakað at
siga.
Skal henda navnaupp-
ruddingin halda fram,
verður úr at gera hjá okk-
ara málpolitisku myndug-
leikum. Eisini aðrastaðni
á føroyskum sjógki ella
kanska komandi føroysk-
um sjógki liggja bankar
við útlendskum ngvnum.
Og í hvussu er ein partur
av Wyville Thomson
rygginum (uppkallaður
eftir tí skotska havgransk- |
aranum Charles Wy-ille |
Thomson) liggur nú á før- |
oyskum sjógki. Skal hann
nú hava eitt føroyskt
navn? Ella kanska bara
tann parturin, sum føroy-
ingar hava fingið, meðan
restin varðveitir tað gamla
navnið? (Eg ivist eitt
sindur í, um vit fáa eing-
ilskmenn at taka við ein-
um føroyskum navni). |
Tað verður eitt sindur |
fløkjasligt. |
Søguna reingja vit so |
kortini ikki. Um bankar- |
Í
|
|
|
nir eita Ytribanki ella Bill
Baileys banki, Ytsti bani
ella Lúsabankin, so vóru
tað ikki føroyingar, sum
funnu teir.
Og fyri alt tað, so er |
sjálvtorðið banki ikki — |
petti føroyskt. |
Yistatrgð?
víðka okkara málsliga
Suverenitet til føroyskt
Sjógki, mátti tað verið |
uppaftur meira logiskt og
átrokandi at sloppið av
vid fremmand nøvn á før-
oyskum landaøki, har
nógv meiri fólk kemur í
samband við hesa mál-
spillu. Hví skulu vit drag-
ast við nøvn sum Dímun
(sum er geliskt) og Argir
(eisini geliskt)? Skulu tey
ikki broytast? (Kanska
argjafólk og fólk við eftir-
navninum Arge fara at
mótmæla, men ngkur fá
tvørball eiga vituliga ikki
at sleppa at forða hesi
málsligu kollvelting).
Ella hvat við Jónas
Broncksgøtu, sum er upp-
kallað eftir einum holl-
endara? Ella Quillings-
garði? Og hvat við tí út-
lendska staðanavninum
Debesartrgð? Tað átti so
vælsagtans at itið Ovara-
trød, Ytratrød, Ytsta-
trød ella okkurt tílíkt.
Navnatýning
Nøvn eru ikki bara nøvn.
Hvert einasta staðanavn
er eisini boðberi frá søgu
okkara. Við hvørjum ein-
asta navni, sum verður
tikið frå okkum, missa vit
ein part av fortíðini og
okkum sjálvum. Og bæði
Baileys banki og Lúsa-
banki eiga ein tátt í fiski-
vinnusøguni hjá okkum.
Hesin navnatýningarpoli-
tikkur sker tí djúpt niður í
sØgu og mentan.
Tað er tí at vóna, at
veðurtænastan, útvarpið
0.0. klára at halda tørn og
ikki stinga upp fyri hesi
málsligu týning.
Orð eru seig, eg vænti
nú, at okkara sjómenn
fara at blíva við at siga
Baileys banki og Lúsa-
bankin.
Johnny Thomsen
————————i€<iøiinnnncenennni |