mikudagur 2. desember 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið EA ; Nr. 230 — 2. DESEMBER 1992 Síða 11
Spurningur
um persónar
Vit spurdu Jákup Petersen
hvgrja viðmerking hann
hevur til úttalilsini hjá
Bjarne Lund um, at vit
eiga at miðsavna sergrein-
arnar og at eisini orte-
pediin burturav eigur at
liggja á Landssjúkrahús-
inum.
-Eg ætli mær ikki at
fara út í blødini at tjakast
um hetta, og haldi sum
sagt, at hetta er nakað,
sum vit læknar fyrst av
øllum áttu at tosa um.
Men sum eg longu havi
sagt tað, so er tað fyrst og
fremst spurningurin um
persónar, sum hevur
avgjørt, hvussu eitt nú
ortopediin er vorðin út-
bygd í Førioyum.
Hyggja vit at gongdini i
Føroyum, so síggja vit, at
serlæknaviðgerð oftani
verður nær knýtt at per-
sónum, um hvussu dugna-
ligir og áhugaðir hesir per-
sónar eru ella ikki heldur
enn hvat skilabest er at
gera út frá einum heildar-
sjónarmiði.
-Tað, sum gjørdi, at
ortopediin varð útbygd í
Klaksvík var = ynskið frá
bæði stýri og politikarum
um at varðeita eitt sjúkra-
hús her norðuri - samtíðis
sum ein ortopedur var á
staðnum - og so varð ein
ortopedisk deild bygd
rundan um hann. Hevði
t.d. ein urologur verið her
á staðnum tá, so varð tað
ein urologisk deild, sum
varð bygt upp og ikki ein
ortopeddeild.
Okkum tervar eitt
Landssjúkrahús
-Nú sparitíðir eru og tað
ræður um at fáa sum mest
fyri teir pengar, sum verða
settir av til eitt nú sjúkra-
húsverkið, hvussu heldur
tú tá, at ein eigur at pri-
oritera - í hvgnn mun
skulu vit skerja Lands-
sjúkrahúsið og hini bæði.
-Eg havi fylgt við orða-
skiftinum um sjúkrahús-
verkið og kann siga so
mikið, at brotnar Lands-
sjúkrahúsið saman so
verður tað ruðuleiki á
sjúkrahúsgkinum í Før-
oyum. Tí vit brúka í
veruleikanum LS sum eitt
sentralsjúkrahús, hóast tað
ikki er útbygt sum eitt
slíkt. Men sum sagt, vit
kunnu íkki vera Lands-
sjúkrahúsið fyriuttan, og tí
er tí sera umráðandi,
hvgrjar skerjingar enn
verða gjørdar, at Lands-
sjúkrhúsið fungerar.
Kvalifiseraðir læknar
og smá sjúkrahús
Jákup Petersen leggur
aftrat, at tað er altíð ein
spurningur um, hvat polit-
ikararnir ætla, um teir
vilja varðveita gell
sjúkrahúsini á eins stødi
ella teir heldur vilja leggja
seg eftir at hava í hvussu
er eitt betri virkandi
sjúkrahús.
Nú hann sjálvur starvast
við eitt av teimum sokall-
aðu smærri bygdasjúkra-
húsunum, so hevur hann
eisini hug til at leggja at
aftrat, at er ætlanin at
varðveita hetta sum
sjúkrahús, so er ein altíð í
tí dilemma at fáa kvali-
fiseraðar yvirlæknar at
virka har.
Fyri at fáa slíkar at
arbeiða á einum
sjúkrahúsi sum tí í
Klaksvík, so má har vera
okkurt áhugavert fyri teir
eitt nú onkur sergrein og
ífyri Klaksvíkina er tað so
ortopediin.
-Er eingin sergrein
knýtt at sjúkrahúsinum, so
er vandi fyri, at tað bara
verða teir læknar, sum
ikki fáa arbeiði aðrastaðni,
sum so enda í Klaksvík.
Og tá er tað kanska meira
til skaða enn til nyttu at
varðveita eitt slíkt
sjúkrahús.
Uppá fyrispurning um
samfelagið í verandi stóðu
hevur ráð til at varðveita
trý sjúkrahús sigur Jákup
Petersen, at hetta hevur
hann ikki roknað uppá og
kann hann tí ikki úttala
seg um tað.
Hann vísir á, at flytur tú
funktiónirnar og teir sjúk-
lingar, sum hava samband
við ortopediina í Klaksvík
til Landssjúkrahúsið, so
fer hetta eisini at merkja
øktar útreiðslur.
Sjálvur heldur Jákup
Petersen ikki, at javnvágin
ella prioriteringin í ser-
læknavalinum er nóg góð.
Hann heldur ein trupull-
eika vera, at meðan vit
hava heilar seks serfrød-
ingar í ortopedi, so hava
vit ongan urolog. Skeiv-
leikarnir í ortopediini eru
forstørradir til tað heilt
órímuliga heldur hann.
Hann heldur, at hóast
tað sjálvandi er brúk fyri
serlæknum í ortopedi, so
eiga vanligir skaðar og
beinskurðviðgerðir at
kunna verða gjørdar av
almenn skurðlæknum.
Hóast gongdin er tann,
at meira og meira verður
gjørt av serlæknum, so
heldur Jaspur Petersen, at
vit í Føroyum munu hava
almenn kirurgar. Vit
kunnu ikki bert hava ser-
læknar, tí tað finnast
heilar 70 ymsar sergreinir.
Jákup Petersen er
heldur ikki so samdur við
teimum, sum siga, at fyri
at hava eina ortopediska
deild, so mást tú hava at-
gognd til nógvar aðrar
serdeildir.
-Meginparturin av ti,
sum er vanligt hjá eini
ortopedskurðdeild at sam-
arbeiða við finst ikki í
Føroyum, so sum barna-
kirurgi, neurokirurgi og
plastkirurgi.
Spurningurin
-Men eiga vit at halda liv i
smærru sjúkrahúsunum
fyri ein hvønn pris?
-Tað snýr seg alt um
spurningin um kvalitet. Tá
mestu funktiónirnar vórðu
tiknar frá teimum smærru
sjúkrahúsunum í Danmark
og tær bert skuldu vera
skaðastovur umframt at
taka sær av onkrum smá-
vegis akuttum skurðvið-
gerðum sóu vit, at kvali-
fiseraðir læknar fingust
ikki til hesar skaðastovur.
-Er tað ætlanin í Før-
oyum eisini, so mugu vit
bara gera okkum greitt, at
hetta kann verða ein av-
leiðingin.
Kvalitetur og vandar
Jákup Petersen heldur, at
vit longu hava tosað nógv
um spurningin, hvar ser-
greinarnar skulu liggja og
ikki. Tað okkum tørvar at
tosa um nú er spurn-
ingurin um kvalitet og
vandar í sjúkrahúsverk-
inum.
-Tað er hetta vit læknar
nú mugu til at gera: at vit
semjast um, hvat er skila-
best og tryggast at gera í
framtíðini, soleiðis at vit
samanlagt fáa tað besta
burtur úr okkara sjúkra-
húsverki.
-Tað kann tí ikki altíð
vera lætt at vera politikari,
tá teir ongantíð fáa nakrar
fakligar og eintýðugar
meldingar frá okkum
læknum, um hvat er rætt
og hvat er skeivt at gera.
Eg kann ti bert leggja
aftrat, at eg vænti, at tad
orðaskiftið millum læknar
kemur heilt skjótt.
jan
þu nl
Gevið børnunum
HJÁLM!
r f
0
oOo”, N }
re ; N
BA få,
Børn duga ikki so
væl at taka
hendurnar fyri seg,
detta tey á súklu.
VERJIÐ HOVDIÐ!
KUNNGERÐ
Sum áður kunngjørt verður val til
bygdaráð og skúlanevnd í Sunda
kommunu týsdagin 8. des. 1992.
Valt verður frá klokkan 16.00 til klokkan
20.00 og so leingi, sum veljarar meta
uttan steðg.
Valt verður í barnaskúlanum á Oyrar-
bakka.
Havi valkortið við.
Valnevndin í Sunda kommunu
26.11.1992
Arnold Joensen, form.
Kristus-
opinbåringin
Einki kann setast i
Bibliunnar stað,
“ men okkurt er eins
stórt — nevniliga
nýggja og higartil
ókenda
Kristusopinbáringin
»Hetta er orð mitt«
Nærri ókeypis upp-
lýsingar — skriva til
UNIVERSAL LIFE
Dept. 6.40, P.O. Box 5643
87 Worzburg - Germany
v/E. 8 P. Persson p/t
HØVUDSVINNINGUR:
Dupult NOKIA RC 9569
kasettu-/ transistorradio
vid 3. bylgjum, bestu ljóðgóðsku
og øllum hugsandi hentleikum
RADICOHANDILIN
Box 119 - Tlf. 18277 - Fax 18377
HØVUDSVINNINGUR:
Olympus AF - 10
Twin fototól |
vid 2 føstum linsum
(35 og 70 mm) og hópi
av ødrum hentleikum frå
TI. 19820 - Postsmoga 1058 - FR-110 Tórshavn