mikudagur 2. desember 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 230 — 2. DESEMBER 1992
Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi:
Vit læknar
mugu tosa
meira saman
Læknarnir í Fóroyum eiga ein stóran part av
skyldini av skeivu gongdini innan fóroyska
sjúkrahúsverkið. Trupulleikin er m.a. tann, at vit
reint fakliga hava tosað alt ov lítið saman.
Høvdu vit sum eitt nú yvirlæknar havt
tosað saman og vóru komnir ásamt um, hvat
fakliga hevdi tænt øllum tí føroyska sjúkra-
húsverkinum best, tá hevdi tað ikki verið so
nógv at raflað um hjá politikarunum
Hetta sigur Jákup Peter-
sen, yvirlækni á Klaks-
víkar Sjúkrahúsi í sam-
réðu við Tidindabladid
Sosialin.
Hann heldur sjålvur, at
tað tíanverri hava verið
reint persónligir spurning-
ar eitt nú millum læknar í
Havn og í Klaksvík, sum
hava lagt kósina fyri út-
byggingina av sjúkrahús-
verkinum og hetta hevur í
nógvar mátar verið óhepp-
ið fyri støðuna sum heild.
tt
Undarligt geråabyti
Jákup Petersen vísir við
hesum á eitt rættiliga feskt
dómi, har útbyggingin
hevur verið heilt burtur-
við. -Í síni tíð varð gjørt
eitt sera undarligt
gerdabyti. -Sam-
tundis sum ortopedur varð
settur i Havn, varð
ortopedisk skurdstova
bygd i Klaksvik. Men
politikkur er nú einaferð
politikkur, so tað skal eg
ikki leggja meg út í.
Men Jákup Petersen
heldur tó ikki, at henda
avgerð var nógv væl um-
hugsað.
Uppá fyrispurning um
hvat tá varð galið við
avgerðini, um t.d. eingin
ortopedur átti at verið
settur í Havn ella um
skurðstova ikki átti at
verið bygd í Klaksvík sig-
ur Jákup Petersen, at hetta
vil hann ikki gera við-
merkingar til í dag, men
heldur, at tað er uppá tíð-
ina, at læknarnir nú seta
seg saman og tosa um,
hvat tænir samfelagnum
best í framtíðini.
-Tað, sum er gjørt, er
farið. Vit mugu líta fram-
eftir og royna at fáa sum
frægast burtur úr okkum
øllum at gagni.
Mugu tosa saman
Jákup Petersen!
Bjarne Lund, yvirlækni á
Ríkishospitalinum, sum í
farnu viku í Sosialinum
úttalaði seg um fóroyska
sjúkrahúsverkið. Mynd
kalmar
Men hvørji boð hevur so
-Nú havi eg íkki fast
starv sum yvirlækni, men
røki bert verandi starv
sum vikarur. So tað er
sjálvandi ein spurningur,
hvat eg kann loyva mær at
siga. Men lat meg
endurtaka, og hetta havi
eg eisini sagt við mínar
starvsfelagar, at vit læknar
mugu seta okkum saman
og koma ásamt um, hvat
vit meina er fakliga
forsvarligt at gera . Jú
meira vit standa saman
reint fakliga jú sterkari
standa vit og her hugsi eg
m.a. um ikki at endurtaka
somu mistøkini, sum
gjørd eru.
Jákup Petersen heldur
ikki, at tað eigur at verða
nakað til hindurs fyri, at
læknarnir á teimum ymsu
sjúkrahúsunum kunnu
tosa saman. -Teir
yvirlæknar eg havi tosað
við á Landssjúkrahúsinum
eru ógvuliga fyrikomandi
og hjálpsamir í allar
mátar, og eg rokni tí við,
at vit fyrsta dagin kunnu
seta okkum saman um eitt
runt borð og finna út av tí
heila.
-Men er hetta ikki ov
seint nú, tá kósin longu er
stungin út í kortið?
-Ein hevur tosað um at
tað hevur verið ov seint nú
í 20 ár men her má so
Tíðindablaðið (SKI
okkurt henda. Vit kunnu
ikki halda fram við ver-
andi gongd, har útbygging
av sjúkrahúsverkinum í
nógvar mátar hevur verið
tegnd at ávísum
persónum. Tað er
frameftir vit skulu líta.
Roynt í Klaksvík
Jákup Petersen vil fegin
sleppa at gera nakrar við-
merkingar til samrøduna
Sosialurin nú um dagarnar
hevði við danska yvir-
læknan í ortopædi á Ríkis-
hospitalinum, Bjarne
Lund.
-Tá tað varð nevnt í tí
greinini, at nakrar nýggjar
knæprotesur til giktsjúk-
lingar vórðu royndar á
Landssjúkrahúsinum, so
er hetta ikki nakað nýtt í
Føroyum, tí hesar protesur
hava verið brúktar í
Klaksvík í fimm ár. Tað
finnast sjálvandi minni
variatiónir av hesi protes-
uni, men uttan avgerandi
týdning.
Fyritøkan Howmedica
hevur leverad hesa protesu
til Klaksvíkar Sjúkrahús í
5 ár, og seinast teir vóru í
Føroyum varð í samband
við, at eg bað um eina
nýggja sending. Tá løgdu
teir leiðina framvið
Landssjúkrahúsinum og
eydndist tað teimum at
Jákup Petersen,
yvirlækni
selja hetta merkið eisini til
teirra. Onki galið í tí.
Jákup Petersen sigur
víðari, at okkurt má verða
misskilt, tá sagt verður, at
henda protesa bara er til
giktsjúklingar. Hon kann
brúkast til ymisk endamál.
-Her er sostatt einki nýtt,
men heldur talan um at
Landssjúkrahúsið er farið
at brúka somu protesu
sum Klaksvíkar
Sjúkrahús.
Jákup Petersen heldur
annars ikki, at prísurin á
einum CT-scannara er 30
mill. kr., sum upplýst í
Sosialinum. -Keypir tú ein
CT-scannara fyri 30
mill. so hevur man goldið
fyri wíggjar. Hinvegin er
henda kanning so gott
sum ongantíð bráðneyðug
innan ortopediina. Tað vil
siga, at fólk kunnu í frið
og náðum fáa kanningina
gjørda, áðrenn viðgerðina.
Henda kanning kann tí
væl gerast í Havn og
innan ortopediina er tað
fullkomiliga óneyðugt at
hava ein CT-scannara í
Klaksvík leggur hann
aftrat.
IK