hósdagur 3. desember 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI-JAVNAÐUR -BROÐRALAG
| jon: Jan Miller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny Utgevar: P/Æ Sosialurin Bústaður: Argjavegi 26 | Posiadr.: Postsmoga 76
| Fyritaksstjóri. Krisjan Dat Joensen - Tórfinn Smith - | Uppseting: P/ Sosialurin Argjum 110Térshavn
| Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Prent: P/Æ Pressan 1981 | Tølsfon: 11829 Teielax: 14729 :
| Jústinus Eklesgaard
Lagnudagur
fyri Klaksvík
DAGURIN í dag hevur stóran týdning
fyri Klaksvíkina og tey fólk har bú-
leikast. Men eisini fyri føroyska sam-
felagið. Tvey av veteranskipunum í
línuflotanum hjá klaksvíkingunum
verða tá seld í fútarættinum. Skipini,
sum ikki hava klárað seg so væl sein-
astu árini, eitt nú orsakað av friðing av
leiðunum við New Foundland, vórðu
herfyri lýst á tvang. Nú skal
avgerast, hvør skal hava skipini ella um
tey í heila takið loysa aftur frá landi.
so
VONANDI megna klaksvikingar sjålvir
at keypa skipini aftur - um ikki - so er
bert at vóna, at bankin, sum hevur so
nógv tilknýti til júst Klaksvíkina, ber
seg skilagott at og onkursvegna letur
skipini blíva verandi í Klaksvík. Her er
ikki bert talan um nógv arbeiðspláss á
sjógvi og landi. Talan er um ein part av
býarmyndini, av mentanini ja rætt og
slætt eina av lívæðrunum hjá hesum
størsta fiskivinnuplássinum í Føroyum i
eitt mannaminni.
BYRÅDSVAL er fyri framman og i
blaðnum i dag hava vit givið javnað-
arvalevnunum í Klaksvík innivist. Tað
er greitt, at tað er eitt hjartamál hjá
teimum, at skipini ikki fara av plássi-
num. Men tað er meira enn tað.
Langfaralínubátarnir eru vornir ein so
inngrógvin partur av lívinum í Klaks-
vík, at her galda eingi floksmark. Allir
klaksvíkingar, líka mikið hvønn flokk
teir velja, ynskja at varðveita New
Foundlandsbátarnar. Og hetta átti at
verið eins nátúrligt fyri allar aðrar før-
oyingar, tá hugsað verður um, hvussu
nógvan pening hesi skip ár um ár - í
meira enn 30 ár - hava tjent inn til
føroyska samfelagið. Her er jú ikki bara
talan um Klaksvíkina. Í veruleikanum
er talan um ein týðandi part av
føroyskari fiskivinnusøgu, sum "fer í
søguna” verða hesi skip ikki verandi í
Klaksvík og sleppa avstaðaftur eftir
nýggjár.
Í samrødu við blaðið í dag sigur ein av
hesum trúgvu og ernu langfarafiski-
monnunum, at hann væntar eitt rokár til
fisk í 1993. Hetta byggir hann á ára-
langar royndir. Vit hava havt ring og vit
hava havt góð fiskiár. Nú teir fóru at
sigla heim av New Foundlandsmiðjum
ýddi við fulgi og æti, alt tekin um, at
nógv fiskur er á veg.
TAÐ verður mangan sagt, at tað verður
lurtað ov nógv eftir skrivstovufólkunum
í Havn - at hesi í alt ov stóran mun
sleppa at avgera lagnuna hjá skipum og
fólki kring landið - uttan at hesi verða
tikin við uppá ráð. Latið okkum tí nú
einaferð med alla royna at lurta eftir
einum royndum sjómanni, sum kennir
alt til fisk. Latið okkum læra av hansara
bjartskygni og royndum. Latið okkum
taka hann fyri fult.
VÍST eiga vit at lurta eftir okkara fiski-
monnum, sum kunnu vísa á, at glottar
eru fyri framman. Latið okkum ikki
sløkkja teir. Vit eiga enn eina kvotu har
vesturi. Tað ringasta vit kunnu gera nú
er at kappa á stokkinum og lata hesa
kvotu fara. Tí skal tað vera okkara vón,
saman við gllum klaksvíkingum, at
Hans Erik og Sigurfari verða verandi
har norduri og verða gjørdir út at fara
nýggjan túr eftir nýggjár.
HYGGJA vit eftir royndunum frá und-
anfarnu árunum so síggja vit, at tað
hava verið ring og góð ár. Skulu vit tí
vardveita kvotuna og fiskiskapin har so
eru vit noyddir at taka tey ringu årini
við eisini. Tað er annars givið, at verð-
ur hesin flotin nú strikaður, so hava vit
eisini avreitt seinasta blettin hjá línu-
bátunum at fiska tosk uttanfyri 200
fjórðingar.
HÓAST vit vita, at júst spurningurin
um at varðveita skip og at lata tey fara
til onnur pláss oftani er ein spurningur
um pengar, so eiga vit tó ikki at
gloyma, at her so sanniliga eisini er
talan um nakað annað. Nevniliga hetta,
at júst klaksvíkingar saman við góðum
avbygdafólki eisini hava traditión fyri
at vera burturi í upp til fleiri mánaðir.
Hetta er nakað, sum hesar
manningarnar hava lært seg at liva við
og hvør man øvunda teimum hetta at
skulla vera burturi heimanifrå so leingi!
Ein kann ti siga, at just henda
sannroynd eigur at viga tungt, tå
avgerdin um, hvar skipini skulu vera i
framtíðini, verður tíkin. Latið okkum
brúka okkara fiskimenn, har teir eru
best egnaðir. Og tá talan er um New
Foundlandsleiðirnar, so er tað adressan
bara ein - KLAKSVIK.Latið okkum
varðveita hesi skipini í Klaksvík.
ólakalendarin
Henda prýðiliga
jólakalendaran
hevur deyva
kvinnan Anne Zachariassen teknað.
vinningarnar, har samlaða virði er kr. 25.000.
Hesin jólakalendarin er prentaður i 5.000 eintøkum : ||
við numrum, so øll kunnu luttaka í kapping um | #8? + * + ed Á 4%
Jólakalendarin kann bileggjast á tlf. 44127 og 13591
+ komfyrar fyri
4 AVHEINTINGARPRISIR
Ar“ Gorenje K 670 Gorenje K 500 Gorenje E 61
* Std: HxBxD: 85x60x60 cm
* Glaskermiaskur
3
FØ + Voniou om
mur og heitluft | + Vanligur ovnur : + Vanligur ovnur
Se ? kombination av bådum !»Girilelement — >k-
#0 + Vanlig og Impuls/vanlig gr + |
SØN
Á 4“ K-
fj +
| «Sta: HxBxD: 85x50x60 cm
i + 4 plátur (2 snamlátur)
marstein +
Åarv
: + Std: HxBxD: 85x60x60 cm.
: + 4 plåtur (1 snamplåta)
AB