hósdagur 3. desember 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 231 — 3. DESEMBER 1992 — Sida3
fyri okkum
Orð jan
Myndir kalmar
Teir tríggir IMF-ar-
arnir á fundi í Tingnesi
saman við løgmanni og
landssstýrismonnum
Ein avgerandi spurnin gur fyri eina end-
urreisingarætlan fyri fóroyska samfelag-
ið er møguleikin at skaffa fígging. Tí vil
ein frágreiðing frá einum stovni sum
IMF, sum viðger truplu stóðu okkara,
verða ein fyrimunur fyri møguleikarnar
at fåa figging i framtidini sigur Atli
Dam, løgmadur, nú landsstýrið hevur
havt sín fyrsta fund við umboð fyri
altjóða gjaldoyragrunnin IMF.
Lýgmaður heldur tað er sera posi-
tivt, at vit nú kunnu fáa búskaparliga
ráðgeving frá fremmandum serfróð-
ingum. Og hann leggur dent á, at talan
er um ráðgeving, sum skal brúkast av
landsstýrinum og donskum myndugleik-
4m.
Tey trý umboðini fyri
IMF høvdu í gjár fund við
landsstýrið. Fundir vera
alla hesa vikuna og so fara
útlendingarnir til Dan-
markar at tosa við umboð
fyri donsku stjórnina. Síð-
ani fara teir víðari til
Washington at arbeiða við
tilfarinum og koma so aft-
ur til Føroya í januar.
Ahugaverdur
Atli Dam, løgmadur sigur
í eini viðmerking til henda
fyrsta fundin við IMF-ar-
arnar, at fundurin varð á-
hugaverdur. Teir greiddu
frá síni arbeiðsætlan bæði
uppá stytri og longri sikt.
Teir vilja virka sum ráð-
gevarar hjá landsstýrinum
og vilja helst eisini hava
eitt ávíst samband við
donsku stjórnina.
-Men, leggur løgmaður
aftrat, -tann ætlan, sum
skal gerast verður gjørd
saman við okkara egnu
buskaparfrødingum og
síðani verður hon løgd
fyri landsstýrið, sum
annadhvørt tekur hana til
sín ella fær hana broytta -
soleiðis at tað verður
landsstýrið, sum sendir
IMF-ararnir Birgir Árnason, Kye-Sik
fyri Búskaparráðið
eitt sokallað búskaparligt
memorandum til donsku
stjórnina til sína tíð.
Ráðgevar
Atli Dam leggur aftrat, at
tað verður ikki IMF, sum
kemur at leggja navn til
hetta men landsstýrið.
Tær endaligu samráðing-
arnar um viðurskiftini og
hetta 500 mill. lánið verð-
ur so millum stjórnina og
landsstýrið.
-Sum teir hava sagt í
pressuni og sum eg havi
sagt frá byrjan, so koma
IMF-ararnir at vera ráð-
gevarar fyrst og fremst.
Uppá fyrispurning
hverja viðmerking hann
hevur til vanligu fatanina
av IMF, um at teirra
umboð verða sendi til eitt
nú menningarlond til at
krevja Og gjøgnumirumfa
stórar skerjingar í eitt nú ti
sosiala trygdarnetinum ol.
sigur Atli Dam:
-Tað var nettup tosað
um, hvussu týdningarmik-
ið tað er, at ein hevur eitt
gott sosialt trygdarnet
kemur ein inn í stórri
trupulleikar av skerjingum
ella av fíggjarpolitikk-
inum. Hetta vita vit er
longu hent. Arbeiðsloysið
er nógv vaksið. Tá er tað
sera umráðandi, at ein
kann leggja ein politikk til
rætis, sum miðjar móti at
bóta um á tí sosialu
síðuni, hjá teimum, sum
verða veikast fyri. Hetta
havi eg varugan av, at teir
hava góða fatan fyri.
Ráðgeving og —
figgingarmøguleikar
-Nú hevur Jógvan Sund-
stein nevnt, at talan er
stovn, og al hetla kann
koma okkum til góðar í
síðsta enda. Hvørja við-
merking hevur tú til tað?
-Vit kunnu sjálvandi
ikki beinleiðis læna peng-
ar frá IMF, tí vit eru ikki
limir har. So vítt eg havi
skilt læna teir mest til
limalond. Hinvegin er tað
greitt, og tað eru teir
greiðir yvir, at ein øgiliga
týdningarmikil spurningur
í sambandi við eina tílíka
endurreisingarætlan er
figgingarmøguleikarnir.
Tad er greitt, uttan mun
til hvadani vit skulu ella
kunnu læna pengar, so må
ein munandi partur av
viðgerðini snúgva seg um
figgingarmøguleikarnar
hesi komandi árini. So tað
ber als ikki til at siga, at
nú er eingin møguleiki at
læna longur. Tað neyðuga
virksemið má fíggjast
, xsA 1 w
-Men er tað tá so, at ein
-Lee og Erik Clifton á veg út i Tinganes gjáramorgunin saman vid umboðum
frágreiðing frá IMF í
síðsta enda kann vera okk-
um at gagni í royndunum
at fáa fígging?
-Tað rokni eg avgjørt
við, at hon kemur at gera
og uttan mun til, hvussu
hon kemur at síggja út.
Bara hetta at tað kemur at
fyriliggja eina slík frá-
greiðing, sum viðger
truplu stóðu okkara, er ein
fyrimunur fyri okkum.
Stødan nú, har ein líkasum
bíðar, er tann, at proppur
er komin í nógvar av teim-
um kanalunum ein fær
fígging frá, og teir propp-
arnir fara at lætta sær á, tá
hetta arbeiðið er komið
nakað væl áleiðis.
Einki við fremmanda
umsiting at gera
-S0 tú sær tað s D
um naka
Framhald a baksiduni