hósdagur 3. desember 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr231-3 DESEMBER 1992 Tíðindablaðið ED
Síða 12 Nr. 231 — 3. DESEMBER 1992
Tíðindablaðið SK
Býráðsvalið í Klaksvík
Hvagar gongur leiðin?
Landið er í kreppu.
Oløgini skola inn yvir
okkum. Vit hoyra dagliga
um húsagang, saneringar,
hópuppsagnir 0.a.tl.
Sparast skal og rational-
iserast. Ja, „sparast burt-
ur“ er loysnarorðið á ti
politiska pallinum í hes-
um døgum.
Avleiðingarnar av hes-
um sparingum er, at hjól-
ini í samfelagnum í dag
mala spakuligari, enn tey
fyrr hava gjørt. Tað er
einki skeivt í at spara og
samfelagshjólini hava
onkuntíð havt ov mikla
ferð, eru tey flestu samd
um. Men vandin er, at um
alt ov nógv verður spart,
so steðgar alt upp, og tá
er lítið vunnið við allar:
sparingini
Politikkur er at fáa tað
at bera til. Í dag mugu vit
fáa tað at bera til við tí,
vit hava, og halda fast um
tað. Tí er tað í dag sera
umráðandi at standa
saman um tað, vit hava,
og ikki missa burtur av tí,
sum er Neyðugt er at
varðveita skip, virkir,
stovnar o.t. og standa
saman um tey, so tey ikki
gleppa okkum av hond-
um, og vit standa fátæk-
ari eftir, enn neyðugt er.
Tí er umráðandi at halda
fast um tað, vit hava.
Vandin við ovurhonds
stórum sparingum er, at
alt steðgar upp.
Skilagóður politikkur í
hesum døgum er at halda
hjólini gangandi og har-
við vera búgvin at taka
ímóti, tá ið rákið aftur
vendir. Tað er umráðandi
ikki at standa á berum tá.
Tað eru tey ungu, sum
eiga framtíðina. Fáa tey
ikki vinnumøguleikar og
góðar fyritreytir at virka
í, rýma tey burtur og
venda neyvan heimaftur.
Hendir hetta, er tað til
Óbótaligan skaða.
Kommunan eigur, um
ikki beinleiðis at reka
vinnu, so at skapa fyri-
treytir fyri, at vinnan
trivist og mennist tl
gagns fyri øll í kommun-
uni.
Javnaðarflokkurin
virkar fyri at halda hjólini
gangandi.
Heðin Klein, Klaksvík
Býráðsvalið
1992
Í hesum tíðum er ikki so
lætt at stilla upp til bý-
ráðsval, sum tað hevur
verið. Men er vilji til tess,
ber altíð til at venda tí
vánaliga, soleiðis, at til
ber at síggja okkurt gott
kortini.
Eftir mínum tykki
hava ringu tíðirnar eitt
gott við sær, og tað er, at
hetta merkir valstríðið
soleiðis, at tað: „velsjálv-
urborð“, ið valstríðið
hevur líkst undanfarin ár,
er við at kámast. Kapp-
bjóðingin av bæði einum
og ødrum, bert tå velur
meg! er ikki so nógv
frammi nú, og tað er eitt
gott tekin. Tí tað er júst
hetta skilaloysið, ið hevur
verið við til at komið
okkum í ta ringu stóðu,
Klaksvík og landið alt er
i.
Nú eru vit komin har-
til, at byggjast skal upp-
aftur, og ein fortreyt fyri,
at hetta skal eydnast
okkum, má vera, at polit-
ikkurin ikki er heftur at
seráhugamálum hjá hes-
um og hasum einkult-
persónum. Tað, ið nú skal
til, er at halda fram við
einum skynsomum fíggj-
arpolitikki og at stríðast
fyri at varðveita og gera
betur tað, ið vit hava her
norðri.
Manglandi peningur í
samfelagnum ger, at vit
noyðast at huga gðrvísi,
enn vit hava verið von við
síðstu árini. Vit mugu fáa
meira burturúr minni.
Javnaðarflokkurin — vil
stremba eftir at visa, at
vallyftir kunnu vera ann-
að enn oyðsl, at tað ber
til at fremja skilagóðar
loysnir við at hugsa øOr-
vísi, og at tað kann bera
til, bert vit vilja.
Ti vil eg heita á øll tey,
ið ynskja ein politikk, ið
hugsar um øll í Klaksvík
og ikki bert tey fáu, um
at seta kross við eitt av
valevnunum á lista C.
Eyðgunn Samuelsen,
valevni javnaðarfloksins
til býráðið
Undirbygd tíðindi
Sosialurin
Týsdagin 8. desember
verður býráðsval. Allir
teir politisku flokkarnir
hava stillað upp til valið.
Hetta vil siga, at allir
flokkar bjóða seg fram at
stýra kommununi
næstu fýra árini.
Javnaðarflokkurin,
sum hevur stillað upp til
øll tey kommunalu valini
í Klaksvík síðani 1936,
hevur sjálvandi eisini
stillað upp á hesum sinni.
Flokkurin hevur 15 val-
evni á býráðslistanum og
9 á skulanevndarlistan-
um.
Undirritaði er eitt av
valevnunum til býráðið. Í
tí sambandi skal eg senda
eina heilsan til allar velj-
tey
arar í Klaksvíkar komm-
unu. Eg loyvi mær at
heita á tykkum um at fara
á val og um at greiða at-
kvødu fyri javnaðarlist-
unum ella einum av val-
evnunum á hesum listum.
Stóran part av tíðini
hevur Javnaðarflokkurin
sitið við ábyrgd í okkara
kommunu. Hetta hevur
flokkurin gjørt, bæði í
góðum tíðum, í minni
góðum tíðum og í ringum
tíðum. Við hesum hevur
flokkurin sýnt, at hann er
ein ábyrgdarflokkur, og
at hann hevur ábyrgdar-
kenslu.
Tá Javnaðarflokkurin
hevur verið við í fíggjar-
liga góðum tíðum, hava
hesi tíðarskeið verið
merkt av framstigum á
øllum gkjum. A tí vinnu-
liga gkinum hevur talan
verið um stór framtøk.
Tað sama hevur gjørt seg
galdandi á tí sosiala øki-
num og á tí mentanarliga
økinum.
Soleidis, sum figgjar-
ligu útlitini eru i løtuni,
ber ikki til at geva stór og
gylt lyftir. Tað, sum er
mest umráðandi nú, er at
halda vinnutólunum
gangandi og at varðveita
arbeiðsplássini í so stóran
mun sum gjørligt.
Eitt komandi byråd
eigur eftir førimuni at
stuðla, soleiðis at lang-
faraskipini, ið nú liggja,
koma aftur í vinnu. Tað
er eisini umráðandi at
varðveita feskfiskaskip-
ini, av tí at hetta er meg-
intreytin fyri, at fiskiídn-
aðinum á landi verður lív
lagað.
Hinir flokkarnir hava
prógvað sítt dugnaloysi.
Eisini á tí kommunala
økinum. Tí er ein at-
kvgða til hinar flokkar-
nar burturspilt.
Mín áheitan er tí:
Greiðið atkvgðu fyri
Javnaðarflokkinum á bý-
ráðsvalinum týsdagin 8.
desember!
Heilsan
Petur J. Vágsá
Um at sáa mistreysti
— ein viðmerking
Ein ávísur flokkur hevur
nú upp undir býráðsvalið
skrivað upp og niður um,
at sitandi samgonga sáar
mistreysti niður í fólkið,
og tað liggur sum ein tóni
undir, at tað er optim-
ismu, okkum nýtist.
Gott er at vera optim-
istur, og sjálvandi eiga vit
at síggja ljóst uppá fram-
tíðina. Men eg haldi, hes-
in optimistflokkurin mis-
skilur okkurt. — Tí tað,
teir kalla mistreysti, haldi
eg er realisma, tað vil
siga: „at síggja veruleikan
í eyguni“. At hesin flokk-
ur altíð hevur havt ilt við
tað, vita vit øll. Tað er
júst teirra manglandi evni
at síggja veruleikan í eyg-
uni, ið nívir okkara
kommunu fíggjarliga í
dag.
Tann frsta treytin fyri
at kun a loysa trupul-
leikarr ar er at vilja síggja
Í eyguni, at teir eru har,
og tað hevur Javnaðar-
flokkurin í býráðnum
gjørt. Vit hava nýtt tey
síðstu 4 árini til at rætta
upp. Tað hevur verið ein
tung uppgáva, og lætt er
ikki at síggja itøkilig úr-
slit, men eg eri sannførd
um, at tíðin fer at vísa, at
Vit eru á rættari leið.
Vit vilja fegin vera við
til at gera hetta arbeiðið
liðugt og vera við til at
útbyggja og menna
Klaksvíkina. Tí biðja vit
teg um at vísa okkum álit
og seta kross við lista C
til býráðsvalið.
Eyðgunn Samuelsen
www