Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin ) Nr. 231 — 3. DESEMBER 1992 Síða 11 UN — Býráðsvalið í Klaksvík Nú kom tann gamli „sjongurin“ fram aftur Aðrir sáa mistreysti í fólkið. Nú fingu vit tað endiliga at hoyra aftur. Jógvan við Keldu og Petur Hans á Høvdanum skapa úrslit. Púra rætt er, at Petur Hans sambært fundar- bókum býráðsins hevur sitid eitt stutt skifti í býráðnum, men annars er ikki meira at siga um tað. Frá honum komu so ikki uppskot um nakrar loysnir. Hann sat hendur i favn í orðsins sanna týdningi. Grótbrot, svimjihøll, vaskikonur o.a. Í staðin fyri at viðgera tað, sum hesin ungi fólk- afloksmaður skrivar, so kundi ein hóskandi spurningur verið at sett honum. Hví spyrt tú ikki høvudsvalevni tykkara, Jógvan við Keldu, sum tit svóru uppá ikki skuldi á listan aftur, hví komm- unan er noydd til at gera gll hesi tiltøk. Hann eigur at kunna greiða tær frá tí. Verulig tíðindi til fjalmiðlarnar „Tað er eisini av stórum týdningi, at tey tíðindi, ið borin verða til fjølmidlar- nar, eru veruligir. Hin- vegin vita allir klaksvík- ingar, at seinastu fýra árini eru — av eini ella aðrari orsøk — í flestu før- um bara vánalig tíðindi borin út frá býráðsleiðsl- uni.“ Eg má siga, at hesar reglur las eg fleiri ferðir í Norðlýsinum. At maður- in kemur sær! Hvørji ver- ulig tíðindi bar hann fram, tá hann legði frá sær í 1988? — Jú, hann læt kommununa gjalda heil- ar 4 síður í Norðlýsinum beint fyri kommunuvalið við reklamu um miðbýin, og ikki bert tað, men her sigur hann, at longu fyrst í komandi ári (1989) verður tikin avgerð um, hvør ella hvørjir skulu hyggja og fíggja handils- miðdenilin. Samstundis sum hann lýsir eftir bygg- iumsøkjarum, tí fleiri skulu vera komnar. Seinasta roysnisverkið var so at halda býráðs- fund 29. desember 1988, har hann fekk tann part- in, sum møtt: upp, at samtykkja at geva einum byggifirma her í býnum lyfti um at halda fram við byggistigi tvey í miðbýn- um. Ikki bert tað, 30. desember, sum hann fer frá dagin eftir, sendir hann bræv til byggifyri- tøkuna um hetta. Eingin fígging var fingin til vega, og sambært kommunu- lógini, so skal fígging vera fingin, áðrenn nakað arbeiði verður sett í verk. Her er tað bert býráðs- formaðurin, ið við síni undirskrift bindir býráð- ið. Hann skal ikki seta arbeiði í verk, uttan fígg- ing er til tað. — Her var ikki ein króna. At binda eitt komandi býráð við slíkari milli- ónaundirskrift, er óhoyrt. Hetta fer at geva kom- andi limum stórar trupul- leikar. Vit hava fingið krav um milliónaupp- hæddir í endurgjaldi fyri hesa undirskrift. Ikki bert tað. Vit vóru so gott sum til grin, tá vit vendu okk- um til fíggingarstovnar við umbøn um fígging til hetta fantasifostur. Óivað tað besta, sum hendi, tí vit kunnu gott fyristilla okkum, hvgrjar ólukkur hetta hevði skapt bæði fyri kommununa og priv- atpersónar, um hetta fór í gongd. Samstundis vórðu gjørdar iløgur í 1988 (val- árið) fyri 68,1 mill. kr., hóast jåttanin var 55,6 mill. kr. Ein meirnytsla uppá 125 mill. kr. Grannskoðarin sigur i sínari revisiónsfrágreið- ing: „Vit hava staðfest, at eingin eykajáttan er sam- tykt uppá hesa meir- nýtslu.“ 45,5 mió. kr. vóru upp- tikin í lánum í 1988. Ur- slitið av hesum var, at stórur partur skuldi gjaldast av tí peningi, sum var uppspardur til at gjalda lán aftur við. Pr. 1. januar 1989 vóru sam- stundis arbeiðir í gongd uppá 40 mió. kr., sum eingin fígging var til. Rentu- og avdráttar- byrðin var nógv stórri, enn fíggjarætlanin visti, sum var gjørd í 1988. Vit máttu upptaka 63,5 mió. kr. í lánum fyri at gjalda hesi arbeiðir og avdráttir og rentu í 1989. Positivur tidindaflutningur At her før at enda galid, sóu vit beinanveg, men vit vóru bundnir av teim- um sáttmálum uppá út- grevstur til barnagarð við Borðoyarvík, á Helna- brekku og miðbýnum 0.a., 10 vóru gjørdir av undanfarna byråd. Vit fingu gjørt eina „analysu“ av gongdini. Hon visti, at vit ikki kundu halda fram við hesum villa leiki, rentu- og avdráttarbyrðin fór at kvala okkum. Vit fingu rætt, tí analysan vísti, at tå alt hetta var gjørt, so kláraðu vit ikki at gjalda rentur og avdráttir uttan við einum inntøkuvøkstri uppá 25% um árið fimm ár fram. Hetta var óhugs- andi við tí gongd, sum hevði verið her í 80- unum, har inntøkan ikki var vaksin munandi, men likviditeturin øktur nógv við samtíðarskattalógini, tí nógvar skattaeftirstød- ur komu inn. Hetta varð kunnað borgarunum í fjølmidl- unum, men hetta varð kallað negativur tíðinda- flutningur. Vit sáddu mistreysti millum manna við slíkum tíðindum. At kunna veljaran um veru- ligu stýðuna er objektivur tidindaflutn- ingur, at hon so ikki var ella er góð, hevur einki við negativitet at gera. Var meiningin, at vit skuldu mála hana góða? Hvar var so trúvirðið? Vit løgdu kortini á borðið og hava tí mett vælvild frá fíggingarstovnum og hava gjørt avtalur, sum vit og komandi býráð eiga at halda. Um vit ikki klára tað, so er at leggja kortini á borðið. Við nú- verandi gongd verður tað trupult. Jógvan við Keldu skuldi tikid ábyrgd Heldur enn nú at vaska sínar hendur og geva ørum skyld fyri at såa mistreysti, so skuldi Jógvan við Keldu tikið ábyrgd av sínum egnu gerðum og komið við skilagóðum uppskotum um loysn av kreppuni. — Jú, satt er. Hann kom við einum konsulenti frá ein- um donskum konsulent- firma, sum hann sjálvur umboðaði. Hann skuldi gera eina kanning av hotelltørvinum í Klaks- vík. Virðið av hesi kann- ing er neyvan so stórt sum pappírskostnaðurin, hon er skrivað á. Tað var heilt ótrúligt, hvussu nógvar altjóða hotellket- ur skuldu vera áhugaðar at byggja í Klaksvík. Hetta kostaði okkum 100.000 kr., men síðani hava vit ikki hoyrt eitt orð. Lýgið nokk heldur ikki frá Jógvani við Keldu sjálvum, sjálvt um so gott sum allir býráðs- limir vóru sera positivir. Atsamanbera 1981 við í dag gevur lítla meining. Fyri tað fyrsta so var lán- byrðan nógv minni, hartil kom, at vinnuligu útlitini vóru bjørt. Í dag er um- vent. Stór lánbyrða, og døpur vinnulig útlit. Samanbera vit roknskap- artølini fyri øll árini i 80- unum, so sæst, at ikki fyrr enn nakað eftir, at sam- tíðarskatturin var farin at virka, fingu vit rímiliga javnvág í roknskapin, so- leiðis at vit høvdu yvir- skot áðrenn iløgur. I 1988 fer alt av lagi. Roknskapurin vísti hall uppá 67,7 mill. kr. Hetta var ein kostnaðarmikil løgtingssessur, sum skuldi vinnast. Hann varð vunnin, hvat fingu vit so burtur úr tí? Klandur og stríð. Nú sigur maðurin: „Latum okkum heldur nýta tíðina at gera hart, samskipað og seriøst arbeiði ... at loysa vandamálini ger okkum bæði glaðari og ríkari.“ Júst hetta, vit takast við, at loysa tey vandamál, tú hevur skapað okkum. Vit sáa ikki mistreysti, men siga sum er. Vit vænta heldur ikki nakrar loysnir frá tær, men bert skomm og skitin orð við ábendingum um at sáa mistreysti, vónloysi 0.a.m. Er tað so løgið? Hvat hevur tú at vísa á av tí, tú hevur tikist við? Er ikki bert mistreysti og vónloysi, sum standa sum varðar eftir teg? Slíkum hava vit havt ov nógv av í Klaksvík, tí sær út sum ger. Fólk kunnu ikki halda á at lata seg blinda av háfloygdum orðum, sum einki hald hava í veruleikanum. Óli E. Heinesen e Vitgeraeisini „ e jólakort eftir egnum negativi e * 10 JÓLAKORT + Í * v/ BRÆVBJÁLVA „ 19%,