hósdagur 3. desember 1992síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið #35; 8
Politiskur tjakfundur á Café Natúr:
Borgarliga hugsjónin
jarðað mikukveldið
- Evnið var "Tey arbeiðsleysu i Tórshavn 1993", men just
hest luttóku ikki í stórum tali. Góð 20 fólk komu saman -
íroknað tey fimm valevnini, sum søgdu sína hugsan um
framtíðar møguleikar at liva og virka
Tad verður mangan sagt, at
fólk ikki eru so eldhugað
fyri at taka lut á politiskum
kjakfundum, tá tað "bert"
snýr seg um kommunuval.
Hóast evnid var "Tey
arbeiðsleysu" - fleiri hund-
rað fólk hava mist arbeiðið í
Havn, so kundu arbeiðsleys
teljast á einari hond, á kjak-
fundinum mikukveldið, har
umboð fyri fimm flokkar
løgdu síni sjónarmið fram.
Valevnini vóru: Torfinn
Smith, Kristanna Rein,
Lisbeth Petersen, Hans J.
Hermanssen og Ingi Mohr.
Eingi tóm
lyftir hesaferð
Hvønn flokk valevnini
umboðaðu varð ikki nevnd
við einum orði, og tað setti -
fyri so vítt - góðan dám á
fundin.
Tíðin er farin frá teimum
stóru orðunum um, hvat
hver flokkur sær vil virka
fyri og fremja. Tað er hug-
vekjandi og ikki sért áhuga-
vert, tí tá verður kjakið
meira veruligt og ikki bert
orðafloymur um, hvat hini
hava gjørt skeivt, sum nú
skal fáast í rættlag, um tú
velur réttu umboðanina í
komandi byråd o.s.fr..
Fundarstjórin Oli Samró
legði eisini fyri við at biða
valevnini gloyma farnar tíð-
ir og gamalt agg, men held-
ur tosa um, hvat kann gerast
í framtíðini, ul tess at bóta
um arbeidsumstødumar i
kommununi.
Valevnini tóku hann upp
áorðið, tí neyvan hevur ver-
ið so lítið skotið eftir hvørj-
um ødrum í valstridnum,
sum hetta kveldið.
Valevnini vóru nærum
samd í øllum lutum - eisini,
at borgarliga hugsjónin ikki
longur kann nýtast. Sterkari
lútur enn tóm orð og reyp er
neyðugur, um havnarborg-
ararum skal verða lív lagað í
framtíðini.
Fýra ára |
gomul sjónarmið
Eg veit ikki, hvussu nógv
tey ymsu valevnini leggja í
at upplýsa um teirra leiklut,
fyri at sleppa í býráðið, men
Ingi Mohr sletti úr ermini
nøkur sjónarmið, sum hann
hevði ført fram í greinum,
hann skrivaði fyri seinasta
valstríð - fyri fýra árum síð-
an.
Lisbeth Petersen helt, at
Havnin hevði størstu trup-
ulleikarnar at berjast við, tí
so nógv eru vorðin arbeiðs-
leys her.
-Eingin peningur er til, og
tier hjálp til sjålvhjålp besta
hugskot i løtuni, segdi Lis-
beth.
Kristianna Rein helt, at
fyribrigdid arbeidsleys
hevur fingið ringt orð á seg.
Hon vildi helst nýta orðið
"arbeiðstøk". Hon nevdi at
kommunan kundi veita
teimum arbeidstøku inni-
vist, at arbeidstøk kundu
fingid atgongd til kvøld-
skúlan , móti at gjalda minni
upphædd enn hini. Hon
endaði við at nýta javnaðar-
orðini: At har tað privata
ikki røkkur, noyðist tað al-
menna at taka um endan.
- Kommunan eigur eisini at
kanna, hvgrji arbeiðsskap-
andi tiltøk kundu verið sett í
verk, segði Kristianna.
—
ICELANDAIR fl
REYKJAVIK
Ferðaseðil til Reykjavikar aftur og fram
umframt innivist í 4 nætur við morgunmati,
leygardag til mikudag.
kr. 2.560,-
Tilboð frá icelandair/Herz bileigan
kr. 550,-
bilur í A-flokki leygardag til mánakveld við
100 km koyring, VSK skatti og sjálvsábyrgd.
ICELANDAIR
tif. 10024
Ferdaavgjøld ikki íroknað.
Tilboðið er galdandi til 31/3 1992
Meira fyri
hvønn stertin
Torfinn Smith segði m.a.
at vitlivaav fiski, men hann
er horvin. Eftir standa virk-
ir og tól ið ikki verða nýtt,
sum stórar íløgur eru gjørd-
ar í.
- Tí er neyðugt at gera
nakað ítgkiligt fyri at fáa
meir fyri hvønn stertin, sum
hóast alt kemur upp á land.
Tað kann gerast m.a. við
at góðska fiskin meira, og
vid at seta onnur tiltøk í
verk - eitt nú betri marknað-
arføring, sum kann gera
fiskaútflutning til meira
lønandi vinnu enn higartil.
Tað ber til, um rætt verður
farið fram. Marknaðurin er
har. Torfinn segði frá
manni, sum einaferð hevdi
sagt, at um vit árliga kundu
selt bara eina frikadellu til
hvønn íbúgva í Europa, so
hevði staðið væl til.
Hann var samdur við
Kristionnu Rein í javnaðar-
sjónarmiðinum, at har tað
privata ikki rakk, skal tað al-
menna at taka um endan.
Tað helt hann framvegis
Tað var rúmsátt í
kaffistovuni tå fólk og
kommunalpolitikarar
hittust at tosa um
arbeidsloysid og hvørji
tiltøk eiga at verda sett i
verk. Flestu fundarfólkini
vóru valevni í ymsu
flokkunum
Orð: Dagny
Myndir: Kalmar
Hóast ymisk í
flokspolitiskum liti, so
vóru flestu valevnini samd
um at tað er uppgáva hjá
býráðnum at taka um
endarnar, har tað privata
ikki røkkur
vera nýtiligt, hóast allar
ákoyringar fyri hetta orða-
fellið og skoytti uppí:
Sum ryssa
yvir deyðum fyli
- Tað privata røkkur ikki
longur, tað hava vit fingið
váttað, og tí eigur og skal
okkurt munagott gerast. -
Tað alemnna kann ikki sita
sum ryssa yvir deyðum fyli
- Vit hava ídnaðargkið á
Sundi, og við góðum hug-
skotum, skilagóðum iløg-
um og kommunalum stuðli
ber til at fremja lønandi
vinnu, sum er grundað á
góðar marknaðarskipanir
og utflutningsmøgulcikar.
Verdur rætt borid at og
hesi vidurskifti fåast at vir-
ka, áðrenn farið verður til
verka, ber tað til, hóast tíðir-
nar eru vánaligar.
- Tað gerst bert, um vit
broyta fíggjarpolitikkin í
Tórshavnar Kommunu so-
leiðis, at bert iløgur verða
gjørdar í arbeidsskapandi
og produktivt virksemi.
Menningarstova - bert
fyri havnarborgarar
Hans J. Hermanssen bar
fram dómi um hvussu
arbeiðsloysið ávirkar fólk :
Tann unga gentan, sum
verður koyrd heim, tí brúk
ikki er fyri henni longur, og
tann miðaldrandi maðurin,
sum kanska hevur verið í
vinnu í 25 ár. Hvussu tað
Framhald á síðu 22