Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 1992síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sosialurin | Nr. 232 — 4. DESEMBER 1992 Síða5 Miðvingur Á # ú á 08 % 4 á 6 02 Um hesin og mangir aðrir unglingar sleppa aftur til New Foundlands við gomlu seglhæusbátunum, tað er púra óvist í løtuni. Myndin er tíkin á Molanum tá Sigurfari setti fólk av seinasta túr. Mynd: kalmar Føroya Banki keypti Kanska verandi Enn er møguleiki fyri, at teir báðir saltfiskalínubát- arnir Sigurfari og Hans Erik vera verandi í Klaks- vík. Nú er tað upp til klaksvíkingar, um nakað peningur er tøkur at keypa skipini aftur. Men neyvan verður gravgangur eftir hesum skipum, tí útlitini á Flemmish Cap eru íkki góð, samanmeta vit við seinastu tíðina. Tó løgdu teir merki til í heyst, á Í Klaksvík Klokkan 11:20 í gjár fyrrapart byrjaði tvingsilssølan av Sigur- faranum og klokkan 11:30 av Hans Erik. Skipini eru n'ú endi- liga gloppin P/F Joensen & Ol- sen av hondum og nyggi eigarin er Føroya Banki seinasta túri at meira æti var í sjónum og eisini sást fuglur. Hetta er so einasta vónin, teir sum møguliga keypa hesi skip eiga. Føroya Banki keypti Sigurfari fyri 1,8 millión og Hans Erik fyri 1,7 millión. Landskassin ella skattagjaldarin er aftur hesaferð tann stóri taparin. Landskassin misti 14 milliónir av tvingsilssølu- num av hesum báðum bátum. Sjóveðrættarkrgvini vóru 1,1 millión, maskin- meistarafelagið kravdi eftir 280.000 krónum og lønjavningargrunnurin kravdi eftir 1,7 milliénum. Nordborg selt fyri 10.000 kr. Samstundis sum salt- fiskalinubåtarnir nú eru seldir á tvingsilssølu vóru eisini føstu ognirnar hjá P/F Joensen & Olsen eis- ini seldar. Fyrr so gull- randaði nøvn sum Segl- húsið og Nordborg vórðu seld fyri 10.000 krónur. Fram kom í rættinum, at Heilsufrødiliga Starvs- stovan ikki kundi góð- kenna Norðborg í verandi líki sum løggilduga til hagreiðing av feskum fiski. Tað var bert Føroya Banki sum bjóðaði, men | tá túrurin kom til Seglvirkið kom kapping í. Tað byrjaði við 10.000 krónum og tá Føroya Banki hevði 50.000 krónur fyri seglvirkið varð bjóðað | 55.000 av einum klaks- víkingi. Tá helt Føroya Banki at nú var nóg mikið og bjóðaði eina millión og tá lá boðið. jústinus bjóðað | 'krigsfangi I fýra ár I bókini Teir sigldu t uti greiðir Andrias Hansen millum annað frá tey fýra árini hann strandaði á oynni Java Andrias Hansen, ættaður úr Miðbági, búsettist í Kollafirði, strandaði fýra ár á oynni Java undir kríg- num. Teir høvdu tað ringt, um hetta stendur at lesa í bókini Niels Juel Arge ætlar ikki at gevast so. Aftur í ár hevur latið eina bók av bakkastokki, ein stein afturat føroyska søguvard- anum, sum vónandi ong- antíð gevst at vaksa. Hendan verdur ikki tann seinasta. Í fororðunum skrivar hann: "Eg havi verið noyddur at leggja ikki so lítið burturúr, tí tað rúmtist ikki í bókini, men tað skuldi givið dirvi til at komið við eini bók afturat næstu jól, um lív og heilsa og ráðini verða." Hetta er onnur bókin í rødini "Teir sigldu úti" og aftur hesuferð nýtir Niels Juel journalistiska stilin vid samrødum, har føroy- ingar geva sitt ikast til heimssøguna og hetta er blandad saman vid søgu- ligum keldutilfari, sum høvundurin sjálvur hevur funnið fram til. Niels Juel er íkki ringur at lesa, hann skrivar eitt lætt mál við stuttum setn- ingum og aftast í bókini er yvirlit yvir á hvørii síðu allir teir persónar, sum eru nevndir í bókini finnast. Tí er lætt at finna runt, hevur tú ikki tíð at lesa alla bókina beinanvegin. Føroyska søgan verður ongantíð fullskrivað, men Niels Juel hevur hjálpt munandi til at lýsa helst tað daprasta tíðarskeiði í føroya søgu, stridsårini. Fleiri av teimum monnum sum samrøtt er við í bók-- ini høvdu ongantíð verið kendir fyri almenningin- um, tók ikki onkur stigið at skriva teirra søgu. Tað hevur Niels Juel gjørt. Hvussu søguliga virði er í bókini, tað mugu søgu- frødingarnir meta um, eg kann bert garantera fyri at hetta er stuttligur lesnaður. jústinus