hósdagur 3. desember 1992síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin ] Nr. 232 — 4. DESEMBER 1992 Síða 11
Neil Sedaka
Vit skulu hoyra nakrar sangir, m.a.
>Breaking Up Is Hard To Do«, »Happy
Birthday Sweet Sixteen« og adrar.
Friggjadagin kl. 22.50:
Er nakar har?
Alexei Sayle og Lesley Sharp
Nåttradioverturin Clarence Flamer, er
kendur fyri at vera bersøgin. Hann leggur
ikki fingramar imillum, og mong eru tey,
sum hann fær sett upp å plåss. Men eina
nåttina ringir Helen. Hon er einsamøll og
bangin...
Hesin enski filmurin er frá 1990.
Leygardagin kl. 20.40;
Dýrafilmur
Í útnyrðingspartinum av Australia liggur
eitt av heimsins størstu 6rørdu lendum. Har
býr Wandjina-fólkið, sum fer væl um
náttúruna. Regngudinnan gevur teimum
eitt ríkt djóralív, undarligar fiskar, krabbar,
saltvatnskrokodillur og fitjufuglar í hópa-
tali.
Leygardagin kl. 23.55:
Cher Live
Í seksti- og sjeytiárunum sang hon saman
við manni sínum, Sonny. Í åttatiårunum
gjørdist hon kend sum sjónleikari, og hon
fekk ein Oscar fyri sin leiklut í »Lunefulde
måne«, og í nitiårunum er hon byrjað aftur
at hava koncertir. Hetta er fyrsta sjónvarps-
konsertin hjá henni — Cher!
Sunnudagin kl. 20.25:
»Hava vit
mist gonguvit«
»Hvussu skulu vit liva tå id fiskurin vil ikki
bita?« Ja — hevði tað bara verið spurningur-
in um bit, so var ongin neyð. Men fiwskurin
hevur ikki fyri neyðini at bíta, hann verður
sópaður upp av grunnunum av ótrúliga
røskum fiskimonnum, við ótrúliga góðum
fiskireiðskapi, soleiðis at í dag er lítið gott
eftir.
Vit fara aftur at vita hvussu gongulagnum
veit við, hesaferð hitta vit Hjalta í Jákups-
stovu, stjóra á Fiskirannsóknarstovuni.
Vit spyrja hann millum annað, umhann
hevur passað sítt arbeiði nóg væl, tá ið so-
leiðis er vorðið, at veiðitrýstið á okkara
grunnum má minkast við einari helvt bein-
anvegin?
Malan Johannesen hevur lagt til rættis.
Sunnudagin kl. 20.55;
Diana — aftan
fyri smílið
Diana prinsessa sæst her á myndini saman
við børnum sínum, William og Henry, sum
hon fram um alt er góð við. Men hvussu
hevur hon tað annars?
Tanamera 7:7
Ps %
Khym Lam og Chris Bowen.
Kríggiðerav, men av teirri orsøk eru trupul-
leikarnir íkki av. Keow Tak hatar bæði ong-
lendingar og japanarar. Og meðan John enn
er í Malaya, er kona hansara, Julie, á Cey-
lon.
Sendirgð í fýra pórtum um tríggjar
fittar vættrar, sum royna at vinna á
tí óndu heksini Aroganziu
Sunnudagin kl. 22.45:
Tilvera
Astrid Saalbach, sum 25 ára gomul skrivaði
sín fyrsta útvarpsleik, er ein væl umtóktur
rithøvundur. Hon sigur, at hon noyðist at
skriva alla tíðina, fyri at halda út at liva.
Hósdagin kl. 19.00
Vilst í Europa
Hjúnini Roots ferðast í Europa framvegis.
Tey eru á veg heim eru nú á veg gjøgnum
Týskland, har Mr. Root verður ovfarin, tá ið
hann sær fólk svimja nakin. Um kvøldid fer
)
x
É:
z
hann å barr og fer eisini at dansa. Og sidani
gongur leidin heimaftur til Onglands.
Hósdagin kl. 21.50:
Tann 15.
høvdingurin 2:3
Annar partur av svensk/samiska filminum.
Tann hóttandi byrgingarbyggingin hevur
skapað ófrið millum teir raktu.
Trupulleikarnir við svium elva til stríð
millum familjurnar í sama-býnum. Tá ið
Lars, eftir áheitan frá gamla Emanuel, yvir-
tekur leiðsluna sum >Tann 15. høvdingur-
in<, verður stríðið uppaftur beiskari.
Vættrarnir av Galdralondum
So at siga alt her í heiminum er ein bardagi
millum tað ónda og tað góða.
Soleiðis er tað eisini í sendirgðini hjá
Sjónvarpi Føroya, >Vættrarnir av Galdra-
londum«. Sendirødin er ætlað børnum.
Honer í fýra pørtum, og fyrsti partur verður
sendur sunnukvøldid.
Søgan er um triggjar fittar vættrar, sum
búgva á Galdralondum. Har býr eisini ein
ónd heks — Aroganzia. Hon hevur, tá ið
sendingarnar byrja, júst tíkið valdið og
ganda vættrarnar til leirdukkur.
Hon heldur at hon nú hevur valdið enda-
liga á Galdralondum, men tá ið hon gand-
aði, gjørdi hon eitt mistak. Í staðin fyri eina
gráa kråkufjødur brúkti hon eina svarta.
Tað hevur vid sær, at dukkurnar verða liv-
andi, tá ið tað er myrkt, og bert dukkur tá ið
tað er ljóst.
Alt foroyskt
Her skal ikki meira greiðast frá, hvussu tað
gongst í bardaganum millum ónt og gott.
i SVF í jólamánaðinum
Nolsøe, hava skrivað søguna um Vættrar-
nar á Galdralondum, og Katarina Nolsøe
hevur eisini stjórnað leikinum.
Nógv hava hjálpt til, so sendirgðin kundi
gerast veruleiki. Sjónvarp Føroya er takk-
samt fyri tað vælvild, sum er víst í samband
við upptøkurnar. Hans Petur Hansen, sum
áður hevur starvast í SvF, men nú gongur á
Filmskúla í Danmark, hevur tíkið allar
myndirnar. J. Herluf Sørensen og Jon
McBimie hava staðið fyri ljóðarbeiðinum,
og Edvard S. Joensen hevur sett sendingar-
nar saman í klippirúminum í Sjónvarpi-
num. Harumframt hava fleiri aðrir teknik-
arar í SYF hjálpt til. Elis Poulsen hevur stað-
ið fyri ti praktiska arbeiðinum í sambandi
við upptøkurnar.
Vættrarnir av Galdralondum verða at
síggja tey trý komandi sunnukvøldini kl. 19
og tollaksmessudag kl. 19. harumframt
verða partarnir endursendir leygarkvøld
umleið kl. 18.30 og 22. desember kl. 18.30
verður 3. partur endursendur.
Spennandi hjá børnum at fylgja við
Vættrunum av Galdralondum í SvF í jóla-
mánaðinum.