Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 1992síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 232 — 4. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið Eitt ára gomul genta mundi kvalst: Ringdu 000 — men har svaraði eingin — Tað kom panikkur í okkum, tá tað vísti seg, at eingin svaraði á 000, meðan eitt ára gamla dóttirin lá svímað. Hon var livleys og kølblå í andlitinum, eftir at hon hevði sett ein propp í hálsin, sigur Virgar Viðberg í Havn Tað, sum skuldi havt verið ein vanligur, fridarligur døgurdatimi heima hjá fam iljuni Kaja og Virgar Við berg í Norðasta Horni í Havn mikudagin, gjørdist í staðin tann reina marra. - Tað, sum gjørdi, at vit noyddust at ringja til alarm- sentralin á 000, var at eitt ára gamla dóttirin Johnny hevði tikid ein litlan propp upp av gólvinum, sum hon so hevði koyrt í munnin og síðani sett í hálsin, greiðir Virgar Viðberg frá. — Hetta førdi so til, at hon svímaði og varð liggjandi á gólvinum, kølblå i andlit- inum og púra livleys. Skelkurin enn størri Tey gjørdust sjålvsagt skelkað av hesum, ið hendi, men skelkurin gjørdist ikki minni, tá tað vísti seg, at alarmsentralurin als ikki svaraði á 000. Hetta var klokkan tíggju minuttir yvir eitt, tá kona mín ringdi, men har svaraði ikki fyrstu ferð, eftir at tað hevði floyta einar fimm ella seks ferðir í horninum. Hon breyt síðani av, og ringdi upp einaferð aftrat — fram- vegis uttan at nakar svaraði. Men tíbetur hendi tá tað, at proppurin loysnaði í hálsinum á eitt ára gomlu Johnny, so hon kom ul sín sjálvs aftur. — Gentan bløddi eitt sind- ur, men kom annars tibetur væl frå hesum, sigur Virgar. — Men slikt eru dyrabarir minuttir, har umrådandi er, at ein kann koma igjøgnum til 000 í stundini, tí tad eru jú menniskjalív, tað snýr seg um. Tá sovorðið leikar á, hevur ein ikki stundir at bíða. Virgar Viðberg sigur, at tá ein løta var frålidin, tók hann og ringdi á Politistød- Niclas Akraberg Poulsen, politiovasti, sigur, at onkur al- tíð er til staðar í vaktrúminum, har telefonin hjá alarm- sentralinum stendur. Ofta fleiri enn ein. Mynd: Kalmar ina fyri at fáa at vita, hvussu tað kundi bera til, at telefon- in ikki varð tikin, tá hann ringdi 000. — Men har varð ein ikki júst møttur av vælvild. Eg tosaði við vakthavandi har, men hann var óhgviskur og virkaði ógvuliga Ótiltalandi at tosa við, sigur Virgar Viðberg. Teknikkurin skyldina — I staðin fyri at visa vilja til at finna útav, hvat kundi vera orsøkin til, at eingin svaraði á 000, so helt polit- isturin fast við, at tað pass- aði ikki, at telefonin hevði ringt, tí hann skuldi hava verið har alla tíðina. Har hevði eingin ringt, segði hann, og tað mátti tí heldur vera teknikkurin, ið so ofta hevði svikið áður. Hann ringdi eisini til Telefonstødina, og har fekk hann so at vita, at tey skuldu gera, hvat tey kundu, fyri at kanna, hvat hent var. — Har varð eisini sagt fyri mær, at eitt sovorðið tekniskt brck — um tað nú var tað, ið var gal- ið — bert einaferð var komið fyri áður. — Hetta var okkum ein ringur skelkur, tí ein gongur jú dagliga og heldur, at so- vorðið sum alarmsentralur- in á 000 er nakað, ið virkar, tá tú hevur brúk fyri tí, sigur Virgar Viðberg. — Men vit ringdu jú tvær ferðir, og hvørgu ferðina svaraði. Hjá okkum endaði alt kortini væl, tí proppurin glapp úr hálsinum á dótrini, men saktans kundi tað havt verið mikið verri, um okkurt álvarsligari var áfatt. Og tá hava fólk so sanniliga ikki ráð at skula ringja til ein alarmsentral, ið als íkki svarar, tá brúk er fyri honum í neyðini. hj. Niclas Akraberg Poulsen: Tað hendir alt ov ofta Og just mikudagin vóru fleiri keðiligar uppringing- ar á 000, sigur politiovastin Tíðindablaðið Sosialuin hevur spurt politiovastan, Niclas Akraberg Poulsen, hvussu tað bar til, at alarm- sentralurin ikki svaraði á 000, tá Virgar Viðberg ringdi hagar mikudagin. — Júst um tað mundi og nakað áðrenn, tá hann hevur ringt, var eittella annað við, at onkrar meira ella minni løgnar uppringingar vóru, sigur politiovastin. — Hetta kunnu hava verið børn, ið spæla við telefonina, ella vaksið fólk, ið berter úti eft- ir at gera fortreð. Fleiri ferðir síðstu tíðina Hann upplýsir, at tað er komið fyri fleiri ferðir hesa síðstu tíðina, at fólk hava >Góðan dagin! Eg eiti Høgni Jacobsen. Ein bumba liggur í kjallar- anum hjá tykkum, og hon fer at bresta nú kl. 16.“ Hesí vórðu orðini, ið telefondaman hjá Advo- katfelagnum å Bryggju- bakka hoyrdi, tå hon tók telefonina kl. 13.24 týs- dagin. — Sambært okkara frå- greiðing vórðu politistar sendir á staðið, økid sperrað av og øll fingin åt úr bygninginum á Bryggjubakka, greiðir vakthavandi á Politi- stødini í Havn frá. — Har varð tó tíbetur eingin bumba at finna nakra- staðni. Panikkur í Tá hetta hendi vóru bert konufólk í húsinum, og sum skilst var ikki sért, at panikkur kom í. Vakthavandi sigur, at ein sovorðin útferð hjá politinum kann kosta nógv, og at sovordid »skemt« kann verða sera dýrt. Verður ein tikin fyri at hava givið slík sagt frá, at tey ikki eru kom- in igjøgnum á 000. — Tá vit fáa fráboðan um slíkt, gera vit beinanvegin alt vit kunnu fyri at fáa tað kannað út í æsir, og soer eis- ini gjørt í hesum førinum, sigurNiclas Akraberg Poul- Men fólkini frá telefon- verkinum, ið hava verið her tumgingid skipan- ina og eisini hava kannað samlaða telefonkervið í øk- inum, hava ikki funnið nak- og gjøgr ið ka mn geva åbending um nakað brek á skipanini. Sambært kanningunum virkar hon, sum hon skal Men kortini fáa vit meira enn so fráboðanir um, at fólk ikki eru komin igjøgn- um, sum eitt nú í hesum akt- uella dóminum. Men er tað ikki hugsandi, at vaktleiðarin ella tann, ið skal sita við telefonina, av og á ger sær ørindi, eitt nú á — Ein bumba liggur niðri í kjallaranum hjá tykkum, og hon brestur kl. 16, hótti ein maður seinnapartin týs- dagin starvsfólkini á advo- katfelagnum. fann kortini onga bumbu Men politiið følsk boð, kann tað geva revsing og eina rættiliga stóra bót. At bumbuhóttanin i hesum førinum tó ikki man hava verið so álv- arslig, skilst á lagnum. Tríggjar ferðir í ár Eisini er handilin hjá Samvinnufelagnum, ið er í grannalagnum hjá Advokatfelagnum á Bryggjubakka, ernevni- líga vorðin bumbuhótt- ur á sama hátt — og tað enntá ikki færri enn tríggjar ferðir, bara í ár. Um tað so er onkur, ið av tilvild hevur funnið fyri gott at ringja ymsa- staðni við bumbuhótt- anum, ella tað kanska er ein granni onkunstaðni á Bryggjubakka, ið finnur fyri gott at ringja eina hóttan fyri so ateygleiða ruðuleikan, ið stendst av hesum, er ikki gott at vita. Men enn er ikki nøkur bumba funnin nakra- staðni í sambandi við hesar sera lítið skemti- ligu hóttanir. hj. WC ella út í køkin eftir ein- um kaffimunni, og at fólk so ringja samstundis, men ikki koma igjøgnum av teirri or- søk? — I vaktrúminum er altid fólk at taka telefonina, og vaktleiðarin fer ikki út uttan at tryggja sær, at avloysari er, sigur politiovastin. — So har haldi eg ikki, at orsøkin kann finnast. Kunnu ringja tlf. 11448 Niclas Akraberg Poulsen vísir annars á, at um fólk hava varhugan av, at okkurt er galið við 000, kunnu tey ringja 11448, ið eisini altíð eigur at verða tíkin beinan- vegin — Men fyrst og fremst vil eg inntreingjandi heita å fólk um ikki at spæla við telefonina og misbrúka 000. Tað kann fáa nógv álvars- ligari fylgjur, enn nakar trýr, sigur hann. hj.