hósdagur 3. desember 1992síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 232 — 4. DESEMBER 1992 Síðag
Vilja ikki út vid
upplýsingum
-Eg havi leingi arbeitt við
oljuspurningum og tað er
eingin loyni, at eg havi
havt serligan áhuga fyri
økinum millum Føroyar
og Hetland. Eg havi leingi
havt varhugan av, at bretar
og eisini onnur lond, sum
arbeida vid olju i hesum
økinum, vilja helst halda
allar upplysingar loynil-
igar fyri umheiminum.
Hesir koma so ikki fram
til almenningin fyrr enn
fleiri ár eftir, at týðandi
oljukeldur eru funnar.
Daniel Poulsen sigur
seg hava fingið álítandi
upplýsingar um úrslitið av
boringunum nær við før-
oyska markið men kann
ikki siga frå hvørjum.
--Eg haldi bara, at tað er
rætt, nú meðan lands-
stýrið, danska stjórnin og
IMF skulu til at leggja
eina ætlan fyri komandi
árini, at hesi vita av longu
nú, at tað finnast risastórar
oljukeldur beint eystan
fyri føroyska markið.
Hann vísir á tølini frå
kelduni í øki 204, har
bædi Teistin og Smyril
hava siglt framvið á
ferðum til Skotlands.
Sammeta vit við okkara
uttanlandaskuld uppá 8
millliardir, so eru tól sum
46 milliardir bara úr
einum boriholi so stór, at
okkara myndugleikar eiga
at taka úrslitini bretsku
megin miðlinjuna í størsta
álvara sigur Daniel
Poulsen.
Áhugavert skriv
Í skrivi frå fyritøku síni,
"Faroe Offshoe Internati-
onal Limited", sum Sos-
ialurin hevur fingið hend-
ur á, verður víst til
seinastu uppdagingarnar
nærhendis føroyska mark-
inum.
Daniel Poulsen sigur
við Sosialin, at hann
komandi dagarnar fer at
koma við enn fleiri
upplýsingum. Hvat
viðvíkur boringini hjá tí
— um ein vil, frá
RÓTTARDEILDIN - N Finsensgete 5
HØVUDSVINNINGUR:
Harris Quadro 24
- tað nyggjasta nýggja dartid við
møguleika fyri at fáa 4 ferðir råkta talið
teknologist vælitgjørda
oljuboripallinum "Ocean
Alliance" upplysir
føroyski oljuserfrødingur-
in, at bretar vóru heilt
tiknar á bóli, tá teir herfyri
boraðu og komu niður á
risastórar oljugoymslur av
lættari olju í einum lag,
har teir als ikki høvdu
roknað við at finna olju.
Hetta hendi tá teir vóru
í ferð við at skula bora
niður á eitt nógv djúpri
lag. Teir vistu rætt og
slætt einki um hetta yngra
grótlagið, tá teir bráddliga
raktu við olju nógv
ovarligari enn roknað við.
Kann vera tað, sum
setir gongd á
Daniel Poulsen vísir á, at
tær seinastu oljuuppdag-
ingarnar millum Hetland
og Føroyar eru av so stór-
um virði, at hetta helst fer
at fáa bretar til at vísa
gkinum so mikið stóran
áhuga, at teir fara undir at
leggja olju- og gassrør har
í økinum tvs. at teir fyrstu
fyrstu ferð nakrantíð fara
undir at leggja til rættis
ein veruligan infrastruktur
í hesum nýggja olju-
økinum vestan fyri Het-
land.
-Júst hetta, sigur Daniel
Poulsen víðari, hevur so
6metaliga stóran tydning
fyri alla framtidina i økin-
um. Hetta merkir, at olju-
vinnan nærkast Føroyum
og verða Føroyar tí meira
áhugaverðar sum oljuøki.
Við eini útbygging av
infrastrukturinum vestan
fyri Hetland við beinleiðis
atgongd til stóru olju-
goymslurnar í Sullom Voe
verður føroyska økid
bråddliga eisini sera
áhugavert.
Olja í Clair sum tjøra
Uppá fyrispurning hvat
nýggju oljukeldurnar hava
at týða í mun til stóra
Clairgkið sigur Daniel
Poulsen, at helst eru
nýggju økini nógv meira
áhugaverd enn Clairgkið,
tí oljan í Clairøkinum er
tjúkk sum tjøra, meðan
oljan nærhendis føroyska
markinum er av besta
slag, løtt olja.
Daniel Poulsen sigur, at
vit føroyingar nú eiga at
taka allan oljuspurningin í
stórri álvara, ikki minst nú
tá oljufeløgini hava funnið
so stórar oljukeldur beint
við føroyskt øki.
Sjålvur heldur hann, at
tad heldur ikki er av til-
vild, at bretska stjórnin nú
leggur so stóra áherðlsu á
at fáa ein stórri bíta burtur
av føroyska partinum av
Hetlandsrennuni, nú oljan
helst skjótt fer at streyma
upp brestsku megin renn-
una.
HBVUÐSVINNINGUR:
ØL í; THOMAS DAM KEYPSAMTOKAN
Feroyar-Hetlands-
rennan!
Hetta seinasta er i samsvar
við tað fyrrverandi BP-
maðurin og núverandi
DGU-oljuserfrødingurin
Steffan Hultberg segði við
Sosialin herfyri. Nevniliga
at tað økid, sum er mest
áhugavert í sambandi við
komandi oljuvinnu við
Føroyar, er tað økid, har
BP júst nú hevur rakt við
olju tvs. alt økid við og
rundan um Føroyar-Het-
landsrennuna.
jan
HØVUBSVINNINGUR:
Olympus (mju:)- 1
Tann litla kempan
(63x117 mm),
sum kann alt —
eisini taka myndir/A4 stødd
so nær sum 35 cm, frå
SMS FOTO & VIDEO
Tit 19820 Postsmoga 1058 FR-1!1
v/ øllum hugsandi snildum
Partateiagid
0 Tørshavn
HØVUDSVINNINGUR:
Piano 1. elektronisk
skrivimaskina
-
Petersen & Guttesen
Sødjagøte 11 Box 10
Tit 1515999 fr 17115