leygardagur 5. desember 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tí Ól n d Á FRÆLSI-JAVNAÐUR-BROÐRALAG
Fyritaksstjóri- Krisjan Dahí
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith - | Upøs
Hilmar Jan Hansen -
Útgevari: P/1 Saslaturin
eting: Pt Soslaturin
Prent: P/Æ Pressan 1981
Bústaður: Arglavegi 28 | Postadr- Postsmoga 78
Argjum 110 Tórshavn
Telefon: 171820 Telefax: 14720 =
Jåstinus Eldesgaard
Nýggjur
fíggjarpolitikkur
TÝSDAGIN verður val til land-
sins hálvthundrað kommunur.
Tá skal veljarin gera av, hver
skal manna bý- og bygdar-
ráðini, eins og skålanevndirnar.
BERT í fáum kommunum verð-
ur stillað upp politiskt, men í
gllum førum má sigast, at val-
stríðið hevur verið tamt.
Høvudsorsøkin man helst vera,
at tíðin ikki er til gylt vallyfti,
nú búskaparstgðan er so álvar-
som, og fleiri kommunur eru í
svárari fíggjarligari neyð.
TAÐ HEVUR ongantíð verið
gjørt nógv burtur úr forsøgnum
undan kommunuvalum, men
hesaferð hevur so Studenta-
skúlin í Hoydglum gjørt eina
veljarakanning millum gll
starvsfólk og næmingar, sum
snýr seg um býráðsvalið i
Havn.
KANNINGIN vísir eina aftur-
gongd til Fólkaflokkin og eina
framgongd til Sambands-,
Tjóðveldis- og Javnaðarflokkin.
Nú skal úrslitið av eini tílíkari
kanning sjálvandi takast við
størsta fyrivarni, men ábending-
in tykist at vera rættiliga greið.
SUM størsti landsstýrisflokkur
hevur Javnaðarflokkurin nú
verið í andgletti í longri tíð, og
hevur verið noyddur at taka
mong illa dámd stig. Tí kundu
vit borið ótta fyri, at ein ávís
misnggd millum javnaðarfólk
fór at gera seg galdandi til hetta
valið.
HINVEGIN ásanna helst gll, at
búskaparliga stødan,- tað verið
seg hjá landi ella kommunum -
er sera álvarslig, og at eingin
annar politiskur flokkur uttan
fyri landsstýrið hevur havt
nakað boð uppá hvussu trupul-
leikarnir verða loystir.
HARAFTRAT hava valevnini á
javnaðarlistanum eitt greitt boð
uppá, hvussu Havnin kann
bjargast fíggjarliga. Heldur
verandi fíggjarpolitikkur fram,
við minkandi inntgkum og
vaksandi útreiðslum, verður
galið. Havnini nýtist fyrst og
fremst ein aktivan arbeiðsskap-
andi fíggjarpolitikk, so fleiri
aftur kunnu koma í arbeiði,
heldur enn at alt fleiri gerast
arbeiðsleys.
BOÐ Javnaðarlistans til hetta
býráðsvalið í Havn er í høvuds-
heitum: Nýggjur fíggjarpoli-
tikkur, aktivur vinnulívspoli-
tikkur, borgarin størri åvirkan
og innlit, og til tess at fremja
hesi høvudssjénarmid velja vid
umboð við einum demokratisk-
um sinnalagi.
Endurrelsa
tlemokratiið
Hetta býráðsval kann gerast byrjanin til eina
nýggja tíð fyri Havnina. Eina tíð, har
demokratiið virkar, har býráðið er fyri og við
borgarunum, og har borgararnir eru við at
skipa framtíðina. Og tað er neyðugt, tí fyri
nýggja býráðnum standa ovurstórar avbjóð-
ingar
Býráðsvalið 1992 í Havn
er á mangan hátt ser-
merkt. Tað ber til at
siga, at ein epoka kann
enda við hesum vali. Ein
tíð, har mestsum eina-
veldi hevur verið. Har
býráðsarbeiðið hevur ver-
ið so afturlatið, at bert
fá vita, hvat veruliga er
farið fram og hvussu
standurin er.
Tey royna at siga okk-
um, at standurin er
rímuligur. At Havnin er
brynjað at taka ímóti
teimum ovurstóru trup-
ulleikum, sum vit vita
eru fyri framman. Tað
kunnu tey gera, tí tey í
stóran mun hava einkar-
rætt til upplýsinar, ið
veruliga kunnu lýsa
støðuna.
Kommunal
keipumynd
Men so hvert valdag-
urin nærkast, gerst alt
meira greitt, at talan í
stóran mun er um leik-
tjóld Potemkins, at nógv
orka er løgd í at mála
myndina vakrari enn hon
veruliga er. So nógv
verður lagt burturúr, at
bert ein keipumynd er
eftir.
Undir sminkuni, sum
nú skortnar og dettur av,
koma til sjóndar mangir
veikleikar, sum roynt
hevur verið at fjala.
Roknskapur við
huflogi
Tey reypa av, hvussu
væl figgjarvidurskiftini
eru umsitin og gera ein
roknskap, ið vísur
kommunalu skuldina at
verða um 400 milliónir.
Men hetta er kreativ
roknskaparføring. Í
hvussu er tá samlaða
stødan hjá kommununi
skal lysast.
Tå um rædur at reypa
av avrikum, visa tey m.a
á havnaútbygging,
brennistød og býlings-
hús. Og tó halda tey hesi
uttan fyri roknskapin,
hóast øll vita, at í
síðstu atløgu er tað
Havnar kommuna, ið
hongur uppá skuldina,
um tað gongur galið við
nøkrum av hesum.
— valevni á
|- javnaðarlistanum
Sjálvandi eiga allir
tættir í kommununi at
verða tiknir við, tá
fíggjarstandurin i
kommununi skal lýsast,
uttan mun til um
býráðið heftir fyri skuld
hjá kommunalum sjálvs-
ognarstovnum. Hvør
annar enn kommunan
kann taka um endan, um
eitt býlingshús fer á
heysin? - samlaða
skuldin hjá býlings-
húsunum er um 65
milliónir. Og hvør annar
enn kommunan hongur
uppá tær meiri enn
hundrað millióninar,
sum Nýhavn er skuldar-
bundin við?
Skuld: 850 milliónir
Og soleiðis vísir tað
Seg, at veruliga
skuldin hjá Havnar
kommunu ikki er 400
milliónir, men heldur
táttar í 850 mill-
iónir (skrivast
850.000.000) kr. Stødan
i Havnini er sostatt nógv
meira álvarslig, enn tey
royna at siga okkum.
Skattaprosentið
ásetast dagin eftir
valið?
Ein ábending um, at
stóðan veruliga er so
álvarslig, sum vit siga,
er at enn er skatta-
prosentið fyri 1993 ikki
endaliga ásett, hóast tað
skuldi verið kommunala
eftirlitinum í hendi ikki
seinni enn 1. desember.
Fryktandi er fyri, at
meirilutin lúrir eftir at
seta skattaprosentið upp
beint eftir valið.
Raðfesta tervin
Stødan í kommununi,
stødan í landinum og
stødan í umheiminum
setur nýggj og strong
krøv til framtíðar virk-
semid i bynum. Karm-
arnir gerast alsamt
trengri. Vit verða tving-
að, at raðfesta (priorit-
era), hvussu orkan í
kommununi skal brúkast.
Tað merkir, at vit mugu
gera okkum greitt,
hvgrjar uppgávur liggja
fremst fyri — hvgrji mál
eru tey týdningarmestu.
Ungur býur
Og fyri at gera tað,
mugu vit gera okkum
greitt, hvat Havnin er
fyri ein búseting, hvørji
menniskju liva her og
hvgrjar teirra fortreytir
eru.
Fyrst og fremst eru í
Havn nógv fleiri ungar
familjur enn aðrastaðir í
Føroyum. Tað merkir, at
tórvurin hjá smábarna-
familjunum merkist
týðuligari. Flestu út-
búgvingarnar eru í Havn-
ini og harvið eisini eitt
stórt tal av ungum í út-
búgving — ungdómsins
trupulleikar koma best
til sjóndar í Havn. Arb-
eiðsplássini eru ikki tey
somu í Havn, sum á
bygdunum — nógv fleiri
virka í umsiting og í
tænastuvinnum. Og ídn-
aðar- og byggivinna viga
meira her í mun til
fiskivinnuna enn annars í
Føroyum.
Onnur krøv - aðrir
møguleikar
Greitt er, at serstaka
fólka- og vinnulívs-
grundarlagið í Havnini
setir síni serligu krøv og
trupulleikar. Og loysn-
imar vera tiskil serstak-
ar.
Men henda stóða hevur
eisini íbygdar serstakar
møguleikar, sum vit
mugu brúka.
Her er mest fjøl-
broytta vinnugrundar-
lagið. Her er størsta
Framhald á síðu 14