Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. desember 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ÆSK í Eftir Hilmar Jan Hansen Mánadagin 3. september í 1990 varð í R. C. Effersøes- gøtu 4 í Havn sett frímerki á eitt bræv, sum skuldi send- ast inn á Skålafjørdin. Brævið var adresserað til Runavíkar Kommunu, og avsendari var Føroya Jarð- arráð. Í hesum góða brævi lá eitt svar upp á eina umsókn, sum Runavíkar Kommuna hevði sent jarðarráðnum viðvíkjandi einum ávísum jarðarstykki á Glyvrum. Uppískoytisstykkið Kommunan hevði søkt um at fáa til keyps eitt uppí- skoytisstykki til skúla- grundstykkið á Glyvrum. Stykkið hoyrdi framman- undan til festið, ið Per Han- sen, bónda á Glyvrum, situr við. Talan er um eitt stykki, ið er 1.310 fermetrar til støddar. Sambært svarinum hevdi jarðarráðið hendan sama dag játtað at selja kommun- uni stykkið fyri tilsamans 45.398 krónur — sjálvur keypspeningurin fyri hetta stykkið var 39.300 krónur, og so vórðu 6.098 krónur at gjalda fyri formalitetirnar, so sum tinglýsing, uppmát- ing og sakargjald. Treytir lagdar við Men við í brævinum vóru eisini seks treytir lagdar við, ið Runavíkar Komm- una skuldi uppfylla í sam- bandi við keypið. Teirra millum, at stykkið skuldi nýtast til skúlaenda- mál sambært byggisam- tyktini fyri Runavíkar Kommunu, og at tað ikki uttan jåttan Jarðarráðsins skuldi veraloyvt Runavikar Kommunu at selja stykkið, fyrr enn allar tær seks ásettu treytirnar vóru loknar. Jarðarráðið legði í brævi sínum enntá dent á, at um treytirnar ikki vórðu hildn- ar, fall stykkið aftur, og Jarðargrunnurin hevði tá onga skyldu at lata keyps- peningin aftur. Brúkt til pylsuvogn Tá fólk í dag koyra fram við nevnda stykki, ið hevur fingið navnabroyting frá matrikulnummari 133gtil at eita matrikulnummar 133h, jr UNDIR J ANNA rr > SJON- EYKUNI rr N SNTERERERKRERNERNERERRRAT ENDNU ZmanasnnmanennneonennnenannnnnnnanknnanneeDDØeDDBI DM 2 lala lll So leingi hesin pylsuvognurin stendur á skúlagkinum við Glyvra Skúla brýtur Runavíkar Kommuna sína egnu byggisamtykt Nr. 233 — 5. DESEMBER 1992 Síða 3 Mynd: Hilmar Jan Runavíkar Kommuna brýtur byggisamtykt Hóast eitt 1.310 fermetur stórt jarðarstykki i 1990 varð selt Runavíkar Komm- unu fyri 45.398 krónur við treytum, sum millum annað siga, at tað skal brúk- ast til skúlaendamál sambært byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu, kann Tíðindablaðið Sosialurin í dag avdúka, at stykkið nú verður brúkt sum grundøki til pylsuvogn hjá býráðslimi. Jarðargrunnurin kann tí krevja stykk- ið aftur, uttan at kommunan fær keypspeningin afturgoldnan og er lagt saman við grund- stykki Glyvra skúla, ið hev- ur matrikulnummar 1192, er ikki nógv, ið bendir á, at tal- anerumeittstykki til skúla- endamál. Á hesum góða stykki stendur nevniliga í dag ein pylsuvognur, ið ikki sær út til at tæna skúlanum nakað serligt. Tíðindablaðið Sosialurin kann í hvussu er skjalprógv- að, hvgrjar treytirnar eru, ið Føroya Jarðarráð setti, tå stykkið varð selt Runavíkar Kommunu. Býráðslimur eigur pylsuvognin Um tað hevur nakað bein- leiðis samband við tað heila ella ikki, er ikki gott at vita, men tað løgna av tí heila er, at tað er ein býráðslimur í Runavíkar Býráð, ið eigur pylsuvognin, ið hvønn ein- asta dag stendur sum ein varði yvir eina kommunu, sum er í ferð við at bróta sína egnu byggisamtykt. Enn er pylsuvognurin íó ikki komin í gongd aftur, eftir at hann frammanundan hevdi staðið á keigkinum úti í Runavík, har nýggja omankoyringin meira ella minni tók grundarlagið undan at tað var fíggjarliga forsvarligt at lata hann verða standandi har. Men í øllum fórum er tal- an altso um eitt brot á byggisamtyktina, komm- unan sjálv hevur gjørt, og sambært teimum treytum, Føroya Jarðarráð hevði lagt á, kann stykkið nú fella aft- ur til jarðarráðið, samstund- is sum tað onga skyldu hev- ur at lata keypspeningin — tilsamans 45.398 krónur, umframt møguliga rentu — aftur til Runavikar Komm- unu. Hvør endin verdur å hes- um måli, tykist ikki vera greitt i løtuni, men fylgir jarðarráðið teimum treyt- um, ásettar vórðu í sam- bandi við keypið, missir kommunan bæði stykkið og í minsta lagi hálvthundrað- túsund krónur. Fiat Uno 1,1 Årg, 90, bert koyrt 23.400 km. Kr. 88.000 Tlf. 84700 Arsins jólagáva — ikki minst til vinir og skyld- fólk í grannalondum okkara Ein hálvan tíma langur Feroya- filmur, ið ferðast kring alt landið Fæst í bókhandlum, kioskum og á flestu service-stødunum Fæst bæði á donskum, enskum og týskum Film- og Videoframleiðsla v/Klaus Kiesewetter Tlf. 47501 ella 86055 Fax. 48732