Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. desember 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 233 — 5. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið [ sostalurin | Foreldur skulu hava sterri ávirkan í skúlamálum -og Skúlaráðið skal síggja til at við varðveita ein fólkaskúla sum sømir seg, og verða í minsta lagi á hædd við skúlarnar í okkara granna- londum, sigur Johan Samuelsen, skúlaráðslimur í Havn Tá ræður um skúlaviður- skifti ræður býráðið fyri tí peningaliga og Skúlaráðið fyri tí pedagogiska. Mill- um annað skal Skúlaráðið góðtaka undirvísingartil- farið, gera av, um næm- ingum tørva serundirvis- ing, og somuleiðis skal Skúlaráðið siga sína hugs- an tá ræður um byggimál viðvíkjandi skúlum. Johan Samuelsen hevur verið limur í Skúlaráðnum í Havn seinastu fýra árini, og hann er aftur á javnað- arlistanum nú til komandi skularådsval. Hann sigur, at í hesum fýra ára valskeiðinum, hevur Skúlaráðið tikid stóðu til trý byggimál. Uppíbyggingina í skúlan í Hoyvík og á Venjingar- skúlanum, og í málinum um byggjan av nýggjum skúla í vesturbýnum. Johan Samuelsen sigur seg vera sera væl nøgdan við tær báðar útbyggingarnar, ikki minst, tí hesir skúlar nú kunnu sigast at vera sera brekadvinarligir. Hetta leggur Johan stóran dent á. Han hevur merkt tað á egnum kroppi, og leggur aftrat, at við hesum eru vit komin eitt stig nærri málinum at hava ein skúla fyri øll. HØVUBSVINNINGUR: 1.000 litrar av olju Halda fram aðrastaðni Seinastu broytingarnar í fólkaskúlalógini eru skila- góðar, heldur Johan Samu- elsen. Hann sigur, at før- oyski fólkaskúlin er nú meira líkur skúlunum í grannalondunum, og hetta er stórur fyrimunur fyri næmingarnar, skulu teir halda fram í skúla aðra- staðni. At vit eisini hava fingið lærugreinir sum søgu, landalæru og livfrødi sum tvungnar lærugreinir i framhaldsdeildini, heldur Johan eisini vera stórur fyrimunur. Sterri ávirkan Sum er, er Skúlaráðið sambindingarliðið millum heimið og skúlan, men hetta heldur Johan Samu- elsen kann betrast. Hann heldur, at foreldraráð skulu skipast við hvgnn skúla sær, og skulu hesi hava ávísan myndugleika, so foreldrini fáa betri innlit í og ávirkan á, hvat fyriferst í skúlanum. Hetta verður millum málini, komandi Skúlaráð fer at arbeiða við. -Tað tydningarmesta av øllum,- og ikki minst í hesum sparitidum er, at vit Johan Samuelsen hevur verid limur i Skúlaráðnum seinastu fýra árini, og er nú aftur millum valevnini á javnaðarlistanum til Skúlaráðið varðveita ein fólkaskúla sum sømir seg mentaðum fólki. At bæði skúlakar- marnir og innihaldið er dygdargott, og virkis- møguleikarnir hjá øllum, sum har skulu starvast, eru teir bestu. Fólkaskúli okkara má í minsta lagi vera á hædd við hann í grannalondum okkara, | heldur Johan Samuelsen fyri. Blokkurin I år broytti byrådid skipan vidvikjandi figging- ini av skúlunum. Nú fáa skularnir ein åvisan fíggj- arligan blokk at ráða yvir, og hendan skipan má varðveitast, sigur Johan. Hann leggur aftrat, at nú uppundir val, tykjast øll at vera so sera positiv mót- vegis skúlanum, men føgur orð eru ikki nóg mikið. Síðsta ár vóru ikki pengar settir av til vanligt við- líkahald, hóast Skúlaráðið fleiri ferðir vísti á tílíkan tørv, sigur Johan Samu- elsen, sum kundi hugsað sær betri samsvar millum tað, sum verður sagt undan einum valið, og tað, sum í veruleikanum hendir tá valið er av. tór.- TVEIR HØVUDSVINNINGAR: Olympus AF - 1 við ollum hugsandi »finessum« og sum tolir bæði regn, kava, dust og sand, frå Tif 19820 Postsmoga 1058 FR-110 Tórshavn Eitt gott skulaverk -men ongar dyrar loysnir Tad skal sparast vid skili verður sagt, og so er. Búskaparfreðingar hava sagt, at bernini eru besta tilfeingi í Feroyum, nærum tað einasta. Tí skulu vit verja okkara bern, teirra framtíð, sum eisini er okkara aldurdóm- ur, hetta til frama fyri landið vit búleikast í. Gleðiligt var tað tí eisini at hoyra frå samgonguni, at kontoin skúlamál ikki varð skerd fyri komandi ár á fíggjarlógaruppskoti- num. Har standa 400 mill. kr., ella tað sama sum fyri 1992. Tað vil tó ikki siga, at peningurin ikki kann nýtast retur, men tað er rætt at varðveita somu upphædd. Á henda hátt enda vit ikki í somu grev sum Bretland. Har hevur aft- urhaldið spart skúlaverk- ið í sor. Teir góðu lærarar- nir rýma og analfabetar- nir eru fleiri og fleiri mill- um uppvaksandi ættarlið- ið. Seti á B.B.C og tit fáa sjón fyri segn, tá skúla- mál verða umredd. Í U.S.A. er skilið tað sama. Fleiri og fleiri born vita ikki hvussu nógvir statir eru í ríkissamveldi- num U.S.A., ella hvussu fyrsti forseti landsins æt. Teir hava sostatt slept børnunum og teimum ungu upp á fjall meir ella minni m.a. við sparingum. Ikki undarligt at japanes- arar vinda burtur úr teim- um. Vit skulu ansa okkum at vit ikki gera tað sama. Tað er so lætt at bróta niður, verri er at byggja upp aftur. — Og skal henda tjóð og hetta fólk koma burtur úr hesi krep- pu, skulu vit hava ein væl- lærdan ungdóm; ein ung- dóm, sum er ferur fyri at finna nýggjar vegir og framleiða okkum burtur úr kreppuni. Lærdómur er ein fortreyt og hver ynsk- ir ikki sínum bernum nógvan lærdóm. Javnaðarflokkurin á i løgtingi hevur sostatt vist ; ábyrgd fyri skulaverki- fíggarlógarupp- skotinum. Hetta meðan mest sum allar aðrar kontoir verða skerdar. Skúlaráðið í Havn fær tí til uppgávu, at ansa eftir at hesin peningur verður nýttur á best meguligan hátt. Ikki til dýrar iløgur, so sum nýggjan skúla í vesturbýnum, sum heilt givið fer at seta meiri trýst á skattaprosentið hjá teimum frammanund- an hart raktu barnafamilj- unum í nýggjum húsum o.sfr. Nei, tað snýr seg heldur um, at nýta verðan- di meguleikar og húsa- råmd og so heldur hækka tænastuna hjá Bussleið- ini. num í valevni á javnaðarlístanum Heldur kundi eg hugsa mær at Eysturskúlin varð nýttur til barnaskúla og framhaldsdeild við tveim- um linjum ístaðin fyri 4 núverandi. Mesta av skúlanum kundi tá verið nýtt av Læraraskúlanum og Pedagogskúlanum, nevniliga: Føroya Løgting num. Tað verður her gjørt kunnugt, at vid val- ið til Tórshavnar Býráð og Tórshavnar Skúlaráð tann 8. des. 1992, sum fer fram millum kl. 10.00-13.00 og millum kl. 15.00-20.00, verða 2 atkvødingarøki, 1. Kaldbak og Kaldbaksbotnur við val- høli í skúlanum í Kaldbak. 2. Sund, Hvítanes, Hoyvík og Havnin við valhøli í itrottarhøllini á Hálsi. Vart verður gjørt við, at valrætt til by- ráðsvalið hevur hvør tann, sum: sum í dag halda til á Venj- ingarskúlanum. Tá skuldi verið pláss fyri børnunum í vesturbýnum á Venjing- arskúlanum. Tílíkum loysnum er brúk fyri, heldur enn at byggja skúl- ar fyri milliónir hverja ferð tað verður útstykk- jað. — Og so hvert sum bernini vaksa til, skulu bygningar standa tómir. Nærumhvervinum skulu vit ell hava virðing fyri, men spurningurin er bert: Hvat er nærumhver- vi? Vit kunnu ikki krevja at skúlin skal liggja >yvir um vegin« hjá ellum børn- um. Tí mugu vit, sum tíð- irnar eru, loysa trupulleik- arnar hjá vesturbúgvum og serliga teimum á Norð- asta Horni á ein slíkan hátt. Tað avgerandi er hóast alt, at skúlin er góður, byggir á eitt kristi grund- arlag og at bernini duga tað tey skulu, tá tey eru liðug við barnaskúlan. Álvur Danielsen, Valevni til Skúlaráðið a. hevur fylt 18 ár og annars lýkur hinar treytirnar fyri valrætti og valbæri til b. er tilmeldaður fólkayvirlitið í Tórs havn í seinasta lagi 7 dagar áðrenn tann dagin, valið fer fram. Statsborgarar úr hinum norðanlondun- um kunnu, hóast teir ikki eru valbærir til Føroya Løgting, velja til kommunuval um so er, at teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu 3 árini undan vali- Bert tann, sum stendur á vallistanum, kann útinna valrætt. Um onkur er komin á vallistan, men sum ikki longur er fastbúgvandi i kom- mununi, hevur hann ikki rætt at velja. Tórshavn, 28. november 1992, Valnevnd Tórshavnar Býráðs