Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mai 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 84 - 3. mai 2003 Nr. 84 - 3. mai 2003 3 17 Sangarar á konsertferð til Íslands Dýrabiðjudagshalgun a fara 17 Sangarar úr Klaksvík til Íslands á konsertferð KONSERTFERÐ Solby A. Eliasen Tvær konsertir verða á ferðini. Onnur verður í Hvolsvelli á Akranesi, har kórið kemur at hava kon- sert saman við einum kam- arkóri úr Hólmavík. Og hin verður í konserthøllini í Kópavogi. Sunnudagin er so ætlanin at vitja brøðra- samkomuna Núpalind í Kópavogi. Við á ferðini verða eisini Monika Stauss Joensen og Helga H. Gerðalíð, sum fara at spæla klassiskan tónleik á ávíkavist violin og klaver. Í sambandi við ferðina verða tað tvær konsertir í Føroyum. Ein í Runavík mikukvøldið 7. mai kl. 20 og hin í Ósáskúlanum í Klaksvík 9. mai kl. 20. Men tá verða tað ikki bara 17 Sangarar, sum lut- taka. Í Runavík verður kvinnukórið Suð eisini við og í Klaksvík kemur Barnasangskúlin við afturat hinum báðum. Ein snotulig skrá er gjørd til konsertirnar bæði í Før- oyum og Íslandi. Í skránni hevur partur av føroyska vinnulívinum saman við Klaksvíkar kommunu at latið lýsingar frá sær til skránna og við hesum eisini stuðlað ferðini hjá kórinum. Og tað fegnast tey um. Hesar fyritøkur koma at verða nevndar á eini plakat, sum verður gjørd í sam- bandi við túrin og so sjálv- andi eisini í skránni. Seinastu árini hevur kamarkórið 17 Sangarar verið uttanlanda so gott sum á hvørjum ári. Eisini hevur kórið havt vitjanir av ymiskum, útlendskum kór- um, sum samband hevur verið við - eitt nú úr Dan- mark, Svøríki og Íslandi. 17 Sangarar hava vitjað í ymsum býum í Danmark, í Noreg har tey millum ann- að hava sungið í Nidaros dómkirkjuni fyri fullsettum høli. Í fjør gekk leiðin til Norrkøping í Svøríki, sum er vinarbýur hjá Klaksvík, og vóru gestir hjá Musik- alska Selskapets Kammer- kør. Á hesum túri varð eis- ini ein steðgur gjørdur í Danmark. Og í 2001 vitjaði kórið Aberdeen. Og nú fer kórið sostatt til Íslands, har steðgað verður frá 16. til 19. mai. Kamarkórið 17 Sangarar fer til Íslands á konsertferð um Dýrabiðjudagshalguna C M Y K 3 2