leygardagur 3. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Næmingarnir á HF
skeiðnum í Klaksvík
málaðu náttina und-
an síðsta skúladegi
fasaduna á bygningi í
grannalagnum
SKÚLI
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Smálombini fjølgast, og tað
er tekin um, at tað ber móti
sumrinum. Eitt annað tekin
um, at nú er summarið ikki
so langt burtur, er skúla-
árið. Fríggjadagin var sein-
asti skúladagur hjá HF
næmingunum. Næmingar-
nir plaga at vera í skúlanum
náttina
undan
seinasta
skúladegi. Okkurt øðrvísis
plagar at vera á skránni.
Tað ræður um at nýta
hugflogið. Viðhvørt hevur
tað, sum er komið burturúr,
ikki verið so heppið, men í
øðrum førum verður seym-
urin raktur á høvdið.
Tá í klaksvíkingar fóru
eftir Klaksvíksvegnum í
góðveðrinum fríggjamorg-
unin sóu tey, at bygning-
urin, har HF skeiðið heldur
til, var prýddur við ballón-
um, skeltum og bannarum.
Soleiðis plagar tað at vera
seinasta skúladagin. Tað,
sum var øðrvísi, var hinu-
megin vegin. Í góðveðr-
inum fríggjanáttina høvdu
næmingarnir mála fasad-
una á bygninginum, sum er
við síðuna av Roykstovuni.
Har hevur longi verið
tørvur á máling, og nú
syrgdu HF næmingarnir
fyri, at næmingarnir, sum
koma aftaná, fara at síggja
eina vakrari sjón, enn hesir
næmingarnir hava sæð.
Fasadan er málað blá og
heilt ljóst gul. Íblásturin til
litsamansetingina
siga
næmingarnir seg hava fing-
ið úr Tunis, har teir vitjaðu
seinasta heyst.
Tá vit komu framvið,
løgdu næmingarnir sein-
astu hondina á verkið. So
bjóðaði fyrsti HF flokkur
kaffi og morgunbreyð.
Næstu tveir mánaðirnar
verður lítið annað enn
skúli, próvtøkulesnaður og
próvtøkur á skránni hjá HF
næmingum kring landið.
Tey skulu longu í komandi
viku til fyrstu skrivligu
próvtøkurnar, og seinni
skulu tey til munnliga próv-
tøku í øllum lærugreinun-
um, tey hava havt í ár.
Húsið yvir av HF bygningin-
um hevur í longri tíð skríggj-
að eftir máling. Fríggjanátt-
ina málaðu HF næmingarnir
fasaduna, so nú er tað ein
vøkur sjón
Øðrvísi síðsti skúladagur
4
Nr. 84 - 3. mai 2003
Nr. 84 - 3. mai 2003
5
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum vil ikki
góðtaka, at SEV hevur
givið maskinmeistar-
unum 8,8% í lønar-
hækkan umframt
hækkan av eftirløn
BÙSKAPUR
Heri á Rógvi
Maskinmeistarafelagið og
Elfelagið SEV undirskriv-
aðu síðst í mars mánaði ein
nýggjan tvey ára lønarsátt-
mála.
Hesin er galdandi frá 1.
mars og tvey ár fram. Sátt-
málin gevur teimum umleið
45 maskinmeistarunum hjá
SEV 4,3% lønarhækkan 1.
mars 2003 og tað sama árið
eftir. Somu dagar hækka
eftirlønargjøldini við einum
prosenti.
Hesin sáttmálin hevur
verið eitt av grundarløgun-
um undir verandi lønarsam-
ráðingum á privata arbeiðs-
marknaðinum.
Við øðrum broytingum
gevur sáttmálin maskin-
meistarunum eina samlaða
hækkan áljóðandi millum
tíggju og ellivu prosent.
Men hetta heldur Karsten
Hansen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, vera alt ov
mikið. Sáttmálin skal góð-
kennast av Fíggjarmála-
ráðnum, men hetta ætlar
Karsten ikki at gera soleiðis
uttan víðari. Landsstýris-
maðurin kann ikki góðtaka
eina tílíka hækkan, og hann
kolldømir sáttmálan.
– Enn havi eg ikki fingið
sáttmálan á borðið hjá mær,
men eg havi frætt um sátt-
málan. Og fyribils havi eg
ikki fingið nóg góð argum-
entir til at góðkenna sátt-
málan,
sigur
Karsten
Hansen.
Orsøkin er einføld: Løn-
arhækkingin er ov stór.
Tað er kortini eitt sindur
ógreitt,
hvørjar
fylgjur
hetta fær. Hvørki Karsten
Hansen ella Maskinmeist-
arafelagið kundu fríggja-
dagin geva okkum nakað
svar, men greitt er, at
Karsten Hansen hevur góð-
kenningar myndugleika á
økinum.
Av
skrivstovuni
hjá
Maskinmeistarafelagnum
siga tey, at tað vanliga ikki
hevur verið nakar trupul-
leiki at fáa sáttmálarnar
góðkendar, og tað verður
roknað við, at SEV kann
samráða
seg
til
ein
sáttmála.
30 sáttmálar
Stutt eftir, at partarnir á
privata arbeiðsmarknaðin-
um eru lidnir at samráðast,
fer Karsten Hansen og
Fíggjarmálaráðið at sam-
ráðast við ymsu fakfeløgini
innan almenna sektorin.
Samanlagt skal Fíggjar-
málaráðið við samráðing-
um fáa einar tretivu sátt-
málar upp á pláss.
Karsten Hansen sigur, at
við seinastu samráðingar
fingu fakfeløgini innan al-
menna sektorin 12,5% í
samlaðari
lønarhækkan
yvir tvey ár og sjey mánað-
ir.
– Hetta er tann hægsta
hækkanin nakrantíð, og so
nógv verður tað ikki hesa-
ferð, sigur Karsten Hansen.
Hann sigur, at eftir
kreppuárini vóru lønirnar
komnar langt niður, og
landið kundi tískil ganga
við til eina so stóra hækk-
an. Men nú er aðrar tíðir.
–Vit hava havt eina
ekstremt høga lønarhækk-
an, sum er hægri enn í flest
øðrum londum. Men nú er
vend komin í búskapin.
Tann methøgi búskapar-
vøksturin heldur ikki fram,
og tískil er ikki rúm fyri
stórum
lønarhækkanum,
sigur Karsten Hansen.
Skattalætti
Filosofiin
hjá
Karsten
Hansen og landsstýrinum
er heldur at geva skatta-
lættar enn stórar lønar-
hækkingar.
– Tað er mín fatan, at
skattatrýstið - serliga á
teimum við miðal- og
láinntøkum – er ov høgt, og
tískil er eisini neyðugt við
skattalættum, sigur Karsten
Hansen.
Og stendur tað til Karst-
en Hansen, so skal skatta-
lættin telja nógv í komandi
samráðingum. Men hetta
vilja fakfeløgini ikki hoyra
talan um, og tey afturvísa
blankt, at skattalættin fær
nakra sum helst ávirkan á
lønarkørv.
Á 1. mai haldinum í
Havn staðfesti Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag, hesa støðu.
– Eru skattalættarnir bara
til fortreð, sum Ingeborg
Vinther sigur, so dugi eg
ikki at síggja nakra meining
við teimum, sigur Karsten
Hansen.
– Nær hevur nakar sátt-
máli givið so nógva hækk-
ing í reallønini sum skatta-
lættin?, sigur Karsten Han-
sen.
Skattalættin, sum Løg-
tingið hevur samtykt, fer at
kosta landskassanum 270
mió. kr. í mistum inntøk-
um.
Og Karsten Hansen er
ikki í iva um, at hvørki
vinnulív ella tað almenna
ikki hava ráð til eina stóra
lønarhækkan.
–Vit mugu í síðsta enda
gera ein sáttmála. So mugu
vit taka fylgjurnar av hon-
um. Vit binda okkum til at
gjalda ávísar lønir, men vit
binda okkum ikki til at hava
øll í arbeiði, sigur Karsten
Hansen.
Karsten góðtekur ikki sáttmála hjá SEV
Karsten Hansen setir hart móti hørðum. Hann kann als ikki góðtaka ein sáttmála, sum gevur
næstan 11% samlaða lønarhækkan, sum SEV hevur gjørt við Magismeistarafelagið
Yvirkskotið á
landsroknskapinum
er minkað við einari
hálvari milliard í
2002 í mun til 2001.
Neyðugt verður nú at
stramma í við
almennu útreiðsl-
unum í ár, sigur
fíggjarmálaráðharrin
ROKNSKAPUR
Heri á Rógvi
Hósmorgunin legði Leif
Abrahamsen, stjóri fyri
Gjaldstovuna, og Karsten
Hansen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, fram lands-
roknskapin fyri 2002. Sum
vit skrivaðu í gjár, so vísti
roknskapurin eitt yvirskot
áljóðandi 191 milliónir
krónur. Hetta er rakstrar,
løgu-
og
útlánsúrslitið
(RLÙ).
Avdráttirnir í 2002 vóru
144 milliónir, og landið
hevði tá avtornaði 124
milliónir afturat í tøkum
peningi. Hesir peningur er
fyri ein stóran part av finna
á bók í peningastovnum.
Gjaldførið í Landsbankan-
um vaks ikki við hesari
upphædd, men Leif Abra-
hamsen sigur, at peningur
liggur á øðrum kontoum.
Sambært landsroknskap-
inum eigur føroyski lands-
kassin 2,7 mia. í tøkum
peningi.
Inntøkurnar hjá lands-
kassanum vóru í 2002
3,973 milliardir, og út-
reiðslurnar
vóru
3,542
milliardir. Íløgurnar vóru
240 milliónir.
Yvirskotið er 504 milli-
ónir minni enn í 2001.
Karsten Hansen sigur, at
hetta serliga skyldast, at
blokkurin er skerdur 366
milliónir og framdar eru
fleiri yvirtøkur.
Sostatt sæst skerjingin í
blokkinum týðuliga aftur.
Sjálvur er Karsten Han-
sen ikki í iva um, at var
blokkurin ikki skerdur, so
vildi fíggjarlógin bara verið
tað hægri, og yvirskotið als
ikki verið hægri.
Karsten Hansen er fegin
um úrslitið, sum er góðar
hundrað milliónir hægri
enn roknað varð við.
Roknað verður við, at
2003 fer at geva nakað tað
sama úrslitið sum 2002,
sigur Karsten Hansen.
Skuld
Sambært landsroknskap-in-
um eigur landskassin eina
samlaða ogn upp á 5,38
mia. Av hesum eru 2,7 mia.
í tøkum peningi í Lands-
bankanum og á ymsum
øðrum kontoum.
Í miðal hevði Landsbank-
in 2,4 milliardir innistand-
andi í desember 2002.
Minstainnlánið, t.e. eitt
kravd ogn hjá landinum
roknað útfrá % av BTÙ, er
1.385 milliónir.
Samlaða skuldin var við
árslok 2002 fimm milliard-
ir.
Tað almenna ov dýrt
Á tíðindafundinum hós-
morgunin nýtti Karsten
Hansen eisini høvi til at
nevna, at útfrá øllum bú-
skaparligum spádómum, so
nærkast føroyski búskapur-
in verri dagar enn seinastu
gull árini hava bjóðað.
Hetta ger, at neyðugt
verður at tátta í. Landsstýr-
ismaðurin hevur sett tvey
fólk at hyggja eftir almenna
sektorinum við atliti at
retionaliseringum, og sam-
gongan er samd um at spara
eitt prosent av fíggjarætl-
anini fyri 2004.
Og Karsten Hansen segði
eisini, at eftir hansara tykki
so vóru ráðini í umsitingini
alt ov nógv. Níggju ráð er
ov mikið, og hetta merkir í
síðsta enda størri útreiðslur,
segði Karsten Hansen.
Slakari úrslit
Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, leggur landsroknskapin
fram hósmorgunin
Hesin grafurin vísir, hvussu inntøkurnar og útreiðslurnar
nærkast hvørjum øðrum. Ovara linjan eru inntøkurnar og tann
niðara útreiðslurnar.Hesin grafurin vísir, hvussu inntøkurnar
og útreiðslurnar nærkast hvørjum øðrum. Ovara linjan eru
inntøkurnar og tann niðara útreiðslurnar.
Grafur: Gjaldstovan
C
M
Y
K
5
4