leygardagur 3. mai 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 84 - 3. mai 2003
Nr. 84 - 3. mai 2003
7
Annikka og Poul
Færø úr Klaksvík
høvdu verið gift í 25
ár tann 28. apríl. Og
tann 26. hildu tey
dagin, og ikki færri
enn 750 gestir vóru til
veitsluna, sum varð
hildin í KÍ høllini
SILVURBRÚDLEYP
Solby A. Eliasen
Tað er kalt og grátt í veðr-
inum. Ein skuldi trúð, at tað
var í novembur, men so er
tað í apríl. Onkur vil vera
við, at tað er lambasprænin,
sum nú er komin. Um so er
ella ikki, skal her ikki verða
sagt, men undir øllum um-
støðum, so er tað ikki kalt
inni í hugnaliga heiminum
hjá Annikku og Poul Færø á
Jørundsgøtu í Klaksvík.
Poul situr við borðið og
lesur Sosialin, meðan Ann-
ikka ger kaffi og setur á
borðið. Lagið er gott á
teimum báðum, og tað sást
á øllum brøgdum, at tey eru
væl nøgd við teirra stóra
dag, sum júst er farin fram-
við. Annikka hevur fram-
vegis silvur í hárinum, sum
varð sera vakurt uppsett til
dagin.
Dagurin eydnaðist til
fulnar hjá teimum báðum,
og allir gestirnir lótu væl at.
Stórt silvurbrúdleyp
Líka frá stutt eftir, at tey
vórðu gift í 1978, hevur
Poul tosað um, at hann
gleddi seg til silvurbrúd-
leypið.
- Hann hevur allatíðina
tosað um, at silvurbrúd-
leypið skuldi verða stórt,
greiðir Annikka frá. Hon
helt sjálv, at tað ljóðaði av
øgiliga nógvum í fyrstuni at
fara at leiga KÍ høllina til
dagin, men tá tað avtornaði,
so var onki annað høli í
Klaksvík, sum var nóg stórt
til at hýsa teimum mongu,
sum komu at heiðra parin-
um á degnum.
- Eg var burtur, tá bílegg-
ing av hølum fór fram, men
vit vóru samd um, veitslan
skuldi standa í Betesda - og
um tað blivu ov mong til
tað, so fóru vit í KÍ høllina,
sigur Poul. Annikka setti
seg so í samband við fyri-
støðumannin í KÍ høllini og
bað um at fáa høllina hetta
vikuskiftið. Tað var ongin
trupulleiki, og so var bara
at bíða, til fólk byrjaðu at
tekna seg. Rættuliga skjótt
var greitt, at Betesda fór at
verða alt ov lítið. Tá talið
fór upp um tey 400, vistu
tey, at tey fóru at halda tað í
KÍ høllini. Men talið bleiv
við at vaksa og steðgaði
ikki fyrr enn tað var farið
upp um 700. Og seinasta
leygarkvøld sessaðust 750
gestir við tey mongu og
vøkru borðini í eini sannari
veitsluskríddari KÍ høll.
- Eg kendi øll sum vóru
har á navni, sigur Poul,
meðan Annikka má við-
ganga, at hon ikki kendi øll.
Men meginpartin kortini.
Poul ferðast nógv kring
landið sum trúboðari. Og
somuleiðis
vitjar
hann
mong menniskju bara av
sínum eintingum, og tískil
er hann kendur víða hvar.
Og tað mundi eisini gera
sítt til, at gestirnir gjørdust
so nógvir í tali.
Tey bæði viðganga, at tað
vóru teir stórslignu ábyrgd-
ararfundirnir hjá Norðoya
Sparikassa,
sum
vóru
íblásturin hjá teimum til at
halda veitsluna í KÍ høllini.
Og tað var sami frálíki
kokkurin, sum stóð fyri
matgerðini.
Undir borðhaldinum var
undirhald av ymsum slagi.
Umframt nógvar og góðar
røður, so sungu fýra kór.
Eitt kvinnukór av Toftum,
Betesdakórið, Ebenezer-
kórið og so eitt manskór úr
Betesda.
– Tað seinasta setti rættu-
ligt lív í, siga tey bæði.
Eftir hesa lítlu konsertina
hevði Assa, dóttir Annikku
og Poul, sett eina lítla
mótasýning saman, har hon
og nakrar vinkonur úrval av
gomlum kjólum hjá Ann-
ikku fram.
– Annikku dámar væl at
goyma gomul klæðir, so tað
var stuttligt at síggja allar
tær ymisku útgávurnar av
henni gjøgnum hesi 25 ár-
ini, sigur Poul og hyggur
upp á Annikku.
Vakurleiki í fólkinum
So flott og so vakurt sum
alt var í høllini hetta kvøld-
ið, so heldur Poul tó ikki, at
vakurleikin kom til sín rætt,
fyrr enn fólkið var komið í
høllina at sita.
- Tástani sást, hvussu
vakurt og hugnaligt tað í
veruleikanum var, sigur
Poul, og hann leggur aftur-
at, at tað er ótrúligt, sum
nógv fólk hava hjálpt til.
- Og so at síggja, hvussu
glað tey tóktust fyri at
hjálpa okkum, tað vermir,
leggur hann afturat og Ann-
ikka nikkar samtykkjandi.
Bæði vilja tey ikki taka
nakran fram um, men tey
rósa bæði fyrstøðumannin-
um í KÍ høllini fyri hansara
hjálpsemi.
Bæði eru tey samd um, at
kvøldið eydnaðist til fulnar.
Nógv fólk kom og eisini
avbygdafólk, og øll sluppu
heimaftur, tí Dúgvan sigldi
eftir veitsluna. Tað vildu
tey fegin, tí annars høvdu
tey flestu av bygd farið av-
stað aftur, áðrenn borðhald-
ið var heilt liðugt.
Poul og Annikka sita
bæði her nú eftir, at dagurin
er farin framvið móð og
troytt, men so hjartans feg-
in og takksom, tí so mong
hava gjørt so nógv fyri at
gleða tey á teirra silvur-
brúdleypsdegi.
25 ár í stórum stíli
Annikka og Poul Færø hildu
eitt stórsligið silvurbrúdleyp í
KÍ høllini leygarkvøldið 26.
apríl
Mynd: Steinvør Fonn
750 fólk til borðs í KÍ høllini seinasta leygarkvøld
Mynd: Steinvør Fonn
Lógin um viðgerð av
persónsupplýsingum
verður ikki broytt í
hesi tingsetuni. For-
maðurin í Rættar-
nevndini, Jógvan á
Lakjuni, valdi heldur
at súlta málið enn at
bera tað ófullfíggjað
til 2. og 3. viðgerð.
Uppskotstillarin,
Høgni Hoydal, dugir
ikki at síggja tað sum
annað, enn at ting-
menn ikki tora at taka
eina støðu
POLITIKKUR
Rúnar Reistrup
Lógin um viðgerð av per-
sónsupplýsingum,
sum
løgtingið samtykti í 2001,
er sambært løgmálaráð-
harranum ikki nóg greið í
sínum máli um flyting av
persónsupplýsingum
av
landinum. Tí valdi hann
fyrr í ár at leggja eitt
broytingarupskot fyri tingi,
ið ásetur við lóg, hvussu
spurningurin um útflutning
av persónsupplýsingum til
onnur lond skal handfarast.
Men hóskvøldið gjørdist
endaliga greitt, at broyt-
ingaruppskotið ikki kemur
aftur úr rættarnevndini í
hesi tingsetuni. Formaðurin
í nevndini hevur valt at
leggja seg á málið, tí hann
metir tað vera ov fløkt at
taka støðu til í eftir so
stuttari viðgerð.
Tað áliggur soleiðis enn
sum áður løgmálaráðharran-
um at kunngera um, hvussu
mannagongdir skuldu vera,
tá ið persónsupplýsingar fara
av landinum.
Tora ikki at taka støðu
Tað royndi Høgni Hoydal í
fjør, tí hann metti ikki
nýggju GjaldSkipanina hjá
Elektron vera er í tráð við
galdandi lóggávu, men
fekk nógv ímóti sær.
Eftir stórt trýst frá vinn-
uni, serliga frá teimum báð-
um størstu peningastovnun-
um og Elektron, valdi løg-
málaráðharrin,
Høgni
Hoydal, at sleppa ætlanini
um at kunngera og fór
ístaðin niðan í tingið við
broytingaruppskotinum til
lógina um viðgerð av per-
sónsupplýsingum. Broyt-
ingaruppskotið er í sama
anda sum ætlaða kunngerð-
in, men tó minni víðgongd.
Nú málið er súltað, held-
ur Høgni Hoydal, at lobby-
arbeiðið hjá ávísum pen-
ingastovnum eisini hevur
forðað tingviðgerðini av
broytingaruppskotinum, og
tað er hann rættiliga harm-
ur um.
- Eg dugi ikki at síggja
tað, sum nú hendir, sum
annað enn tingmenn ikki
tora at taka eina støðu til
hetta málið, og tað er ikki
nøktandi. Tað verður lagt
eitt stórt trýst á tingmenn-
inar frá ávísum peninga-
stovnum, men tað eigur
ikki at forða tingmonnun-
um í at taka eina greiða
støðu fyri ella ímóti upp-
skotinum, sigur ein ónøgd-
ur Høgni Hoydal.
Ivi allan vegin
Tingsins vilji var allatíðina
ivasamur í hesum máli, og
tað er hann enn. Tað eru
skjótt tveir mánaðir síðan at
uppskotið var til 1. viðgerð
og varð beint í rættarnevnd-
ina 10. mars, men tá løgting-
ið hevði sín seinasta ting-
fund í gjár, var málið enn
ikki komið aftur úr nevndini
og hervið fall tað burtur.
Jógvan á Lakjuni úr
Fólkaflokkinum er for-
maður í rættarnevndini.
Hann hevur allatíðina sagt
seg ivast í, hvat rættast er at
gera í hesum málinum, og
hósdagin,
dagin
undan
seinasta tingfundi, var hann
enn í iva. Hósmorgunin
helti hann tó til at koyra
uppskotið í tingið í evstu
løtu til 2. og 3. viðgerð, og
boðaði limunum í rættar-
nevndini til fundar klokkan
9 fríggjamorgunin, ein tíma
áðrenn tingfundin. Men
sama kvøld ringdi hann aft-
ur til umboð fyri flokkarnar
og avlýsti fundin. Harvið
var greitt, at uppskotið ikki
kemur aftur úr rættarnevnd-
ini, og harvið fellur tað
burtur í hesi tingsetuni.
Ella
sum
Jógvan
á
Lakjuni sjálvur sigur tað:
- Eg havi valt at súltað
málið.
Ov stutt tíð
Sambært Jógvani á Lakjuni
hevur rættarnevndin havt
ov stutta tíð at seta seg
nøktandi inn í málið.
- Málið er snøgt sagt ikki
búgvið at koyra niðan í
tingið aftur. Vit hava havt
nógv fólk inni til hoyringar,
men eg kann bara ásanna,
at eg ikki enn kenni meg
nóg vísan í, hvat er rættast
at gera, sigur Jógvan á
Lakjuni, sum leggur aftur-
at, at um uppskotið fór til 2.
viðgerð í gjár, hevði tað
verið við einum kravi um,
at tað varð endurskoðað í
komandi tingsetu. Ein greið
ásannan av, at støðan hjá
rættarnevndini til uppskotið
var ógreið.
Ta frágreiðingina gevur
Høgni Hoydal, løgmálaráð-
harri, ikki nógv fyri. Eftir
hansara tykki hava fleiri
størri og torførari mál verið
viðgjørd uppá styttri tíð, og
er sannførdur um, at tað er
ein spurningur um politiskt
dirvi.
- Tað er ov lætt at siga, at
man ikki rættiliga veit hvat
man skal halda. Eg meini at
løgtingið skyldar okkum
øllum at taka eina støðu.
Við onga støðu at tora at
taka lata tingmenn tað vera
upp til tilvildarligar pen-
ingastovnar at tulka lógina
um
persónsupplýsingar
sum teimum lystir. Tað er
ikki haldbært, sigur Høgni
Hoydal.
Løgtingið
fór
í
summarfrí eftir tingfundin í
gjár. Tað ber tó til at kalla
løgtingið saman aftur og
broytingaruppskotið
er
prinsipielt ikki burturdottið
fyrr enn á ólavsøku. Men
tað er óvanligt at tingið
savnast aftur í úrtíð.
Støðuleysir tingmenn
Jógvan á Lakjuni hevur
allatíðina ivast í málinum
um persónsupplýsingar.
Hósmorgunin helti hann tó
til at koyra uppskotið í tingið
í evstu løtu til 2. og 3. við-
gerð, og boðaði limunum í
rættarnevndini til fundar.
Men sama kvøld ringdi hann
aftur til umboð fyri flokkar-
nar og avlýsti fundin
Mynd: Jens Kr. Vang
Í gjár høvdu løgtingsmenn-
inir sín seinasta arbeiðsdag
áðrenn summarferiuna, sum
varir til ólavsøku
Mynd: Jens Kr. Vang
Húsarannsókn á
Hamrinum
Fýra mans vóru hóskvøldið handtiknir fyri at
hava smærri nøgdir av rúsevnum uppi á sær
RÚSEVNI
Ingrid Bjarnastein
Hóskvøldið varð ein húsarannsókn gjørd á Hamrinum
á Argjum í sambandi við, at fýra mans vórðu steðgaðir
í einum bili fyrr um kvøldið. Hesir fýra vórðu allir
handtiknir.
– Ein rannsókn var gjørd, og vit funnu smærri nøgdir
av rúsevnum, váttar Bergleif Brimvík á Kriminaldeild-
ini á Politigarðinum í Havn.
– Vit arbeiða allatíðina við slíkum málum, og tað kann
væl vera, at tað er tí vit høvdu eina ábending um rús-
evni, at júst hasin bilurin varð steðgaður.
Bergleif Brimvík leggur afturat, at allir menninir eru
kendir hjá politinum.
Leikudagur ‘ 98
Aftur í ár verður Leikudagur ‘ 98 tann 3
mei. Fyrireikarin Elin Mouritsen sjónleikari, takkar
øllum,sum seinastu árini hava gjørt leikudagin so
væleydnaðan. Hon vónar,at fólk taka líka væl undir við
Leikudegi ‘ 98 í ár. Allar leikur eru kærkomnar,tó helst
ikki “ vápn-leikur.” Leikurnar verða lætnar børnum
úti í heimi.I fjør fingu børn á barnaheimum í Rumenia
gleði av leikunum.
Innsavning verður frá klokkan 13-18
tann 3. mei
uttanfyri Ide-Møblar á Hálsi,har ein bingja stendur til
endamálið.
C
M
Y
K
7
6