Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mai 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 84 - 3. mai 2003 Nr. 84 - 3. mai 2003 9 Tórsvøllur ov lítil: Týskarar setast aftur Fótbóltsglaðir týskar- ar, sum ætlaðu sær at hyggja eftir lands- dystinum millum Føroyar og Týskland á Tórsvølli, setast nú aftur í stórum tali. Orsøkin er, at teir ikki fáa atgongumerki til dystin, hóast teir longu hava bílagt ferðaseðil og kamar. Ein ferðaskrivstova heldur, at FSF skuldi latið týskarum fleiri atgongumerki LANDSDYSTUR Stefan í Skorini Tann stóra bylgjan av týsk- arum, sum skuldi koma til landið tíðliga í juni mánað, er nú minkandi. Orsøkin er, at teir bert hava fingið um- leið 600 atgongumerkir til tann nógv umrødda lands- dystin, og hetta er ikki nóg mikið at nøkta tann stóra eftirspurningin. Fótbólts- sambandið hevur latið týskarum tey kravdu tíggju prosentini av atgongu- merkjunum. Í vetur var talan um eini 1200 bíleggingar frá týskum umboðsmonnum, men bert helmingurin av hesum hava møguleika at fáa atgongu- merkir til dystin, og tí eru fleiri, ið nú setast aftur. Tvær ferðaskrivstovur, Sosialurin hevur tosað við, hava fingið fleiri avlýsingar frá vónbrotnum týskarum, ið ætlaðu sær hendavegin. – Ein bólkur uppá 40 fólk hevur júst avlýst ferðina til Føroyar, tí umboðsmaðurin í Týsklandi hevur verið ov seinur at bíleggja atgongu- merki til dystin, greiðir Svein í Heiðunum á Flog- felag Føroya frá. Hesin bólkur skuldi búgva á Hotel Vágum, men tað hevur eydnast Flogfelagnum at fylla hotellið uppaftur. Tey í ferðaskrivstovuni Greengate í Havn uppliva tað sama, at fleiri avlýsa sín- ar ferðir til Føroyar vegna vantandi atgongumerki. – Tað var altíð væntandi, at talið av ferðafólki ikki bleiv so stórt, tí so fá atgongumerki eru til taks, sigur Marni Hjallnafoss á Greengate. Ein trupulleiki er, at eingin samskipan er mill- um søluna av atgongu- merkjum til dystin, ferða- seðlum og hotelkømrum. Tá ein ferðaskrivstova selur týskarum ferð til Føroya, verður ikki fregnast eftir, um teir hava atgongumerki til landsdystin. Skuldu fingið fleiri atgongumerkir Marni Hjallnafoss heldur, at FSF kundi latið týskar- um fleiri atgongumerkir fyri at stimbra ferðavinn- una enn meira. – Tað hevði lættliga borið til at selt týskarum 1000 at- gongumerkir, og vit burdu latið teimum fleiri atgongu- merkir, sigur Marni Hjallnafoss. Hansara grundgeving er, at tað er umráðandi at fáa nógv ferðafólk til Føroyar, tí fleiri teirra leggja møgu- liga leiðina aftur hendaveg- in eina aðru ferð, tey skulu út at ferðast. Tí skuldi henda støðan verið gagn- nýtt betur, nú ein so góður møguleiki býðst. Hann leggur afturat, at tað ikki hevði verið nakar stórur trupulleiki at hýst so nógvum fólki í senn. – Vit høvdu kunnað nýtt nøkur bygdarhús sum vall- araheim. Tey flestu, sum koma til fótbóltsdyst, eru ikki serliga erkvisin og leggja vertin á, hvussu tey búgva, sigur Marni Hjallna- foss. Greengate fer at hýsa nøkrum at teirra ferðafólki í bygdarhúsinum við Gjógv. Ferðafólk uttan atgongumerki Bæði hjá Flogfelag Føroya og hjá Greengate eru tey vitandi um ferðafólk, sum koma hendavegin uttan nakað atgongumerki til dystin. Tað er í veruleikan- um ikki trupulleikin hjá ferðaskrivstovunum, um teirra viðskiftafólk hava at- gongumerki til ein lands- dyst ella ikki. Hesi ferðafólkini koma væl hendavegin í tí vón at kunna útvega sær eitt at- gongumerki á ein ella annan hátt. – Trupulleikin er í veru- leikanum, at vit hava ov lítið stadion til ein so stóran dyst, sigur Svein í Heiðun- um frá Flogfelag Føroya. Tórsvøllur rúmar bert umleið 6000 fólkum, og øll atgongumerkini eru nú seld. Fleiri týskarar setast nú aftur at koma til Føroya, tí eingi atgongumerki eru tøk Mynd: Jens Kr. Vang Krabbamein: 190 tilburðir í fjør Hetta er talið av føroyingum, sum í 2002 fingu staðfest krabbamein. Hetta er 29 fleiri enn árið fyri ÁRSFRÁGREIÐING Stefan í Skorini Hetta stendur at lesa í árs- frágreiðingini hjá Føroya Felag móti Krabbameini. Talið av krabbatilburðum í fjør er eisini hægri enn miðaltalið átta tey sein- astu árini, sum er 180 til- burðir. 23 tilburðir av bróst- krabba vórðu staðfestir í fjør, og hetta talið er fimm færri enn árið fyri. Í miðal hava eisini 23 fólk fingið staðfest bróst- krabba seinastu átta árini. 18 fólk fingu staðfest lungnakrabba í 2002. Hetta eru tríggir fleiri enn í 2001. Í miðal hava 15 fólk fingið lungnakrabba um árið seinastu átta ár- ini. Fleiri kvinnur spyrja Føroya Felag móti Krabbameini hevur eisini eina ráðgevingarstovu, har fólk kunnu ringja ella koma á gátt at spyrja um ráð. Í 2002 vóru 712 telefonsamrøður og vitj- anir á ráðgevingarstovuni. Hetta er størsta talið av fyrispurningum, síðan felagið fór at skráseta sítt virksemi. Tað vísir seg, at nógv fleiri kvinnur enn menn nýta hesa tænastu. 83,4 prosent av fyrispurning- unum komu frá konu- fólki, meðan 16,6 prosent komu frá mannfólki. Tølini í 2000 og 2001 vóru ávikavist 595 og 430 samtalur og vitjanir. Um- leið 35 sjálvboðin eru knýtt at virkseminum í felagnum. Eftirlýsa einum alternativi Felagið fílist í ársfrágreið- ingini á, at einki alternativ er til sjúkrahúsið, so at álvarsliga sjúkir krabba- meinssjúklingar kunnu fáa viðgerð heima ella á einum øðrum stað uttan- fyri sjúkrahúsið. Helena Dam á Neysta- bø setti í síni tíð sum landsstýriskvinna ein ar- beiðsbólk at kanna møgu- leikarnar fyri hesum, og eftirmaður hennara, Sám- al Petur í Grund, fekk álit handað frá bólkinum. Eftir ætlan skuldi eitt palliativt team setast á stovn á Landssjúkrahúsin- um, men vegna vantandi fígging er hetta útsett, sigur Føroya Felag móti Krabbameini í ársfrá- greiðing síni. NEVNDARVAL Stefan í Skorini Tann 29. apríl hevði Føroya Felag móti Krabbameini ársaðalfund, og val av nýggjari nevnd var á skránni. Í nevndini sita nú Jákup N. Olsen, Helena Dahl Olesen, Agnar á Dul, Gisela Djurhuus og Eliesar Olsen. Tiltakslimir eru Jón- vør Christiansen og Davina Lamhauge. Jákup N. Olsen er for- maður, Helena Dahl Olesen er næstformaður og Agnar á Dul er kassameistari. Í nevndini fyri Hjálpar- grunnin sita Jákup N. Olsen, Helena Dahl Ole- sen,og Eliesar Olsen. Nevndin skipað seg HAGTØL: Ár tilsamans bróstkrabbi lungnakrabbi 1995: 156 24 9 1996: 209 28 15 1997: 197 13 19 1998: 173 21 17 1999: 207 18 15 2000: 168 26 11 2001: 162 28 15 2002: 191 23 18 Í meðal hesi 8 árini 180 23 15 Fiskivinnuskúlin i Vestmanna hevur kroniskar hølistrup- ulleikar. Pínan verður doyvd við fyribils- loysnum soleiðis her og har, og tann sein- asta av slagnum tykist fara at vera, at fýra arbeiðsskúrar, sum hava staðið uttan fyri tunnilsmunnan í Leynum, enda í tún- inum hjá Fiskivinnu- skúlanum í Vest- manna. Grannunum dámar einki hesa ætlanina SKÚLABYGGING Edvard Joensen Nú verður partur av hølis- trupulleikunum hjá Fiski- vinnuskúlanum í Vest- manna ætlandi fyribils loystur við at flyta fýra ar- beiðsskúrar úr Leynum og seta teir í túni hja Fiski- vinnuskúlanum. Grannun- um hjá skúlanum dámar einki hesa loysnina. Tá skúlaárið byrjar aftur, fara 17 nýggir næmingar at byrja á Fiskivinnuskúlan- um. Samstundis fara eisini einir seks- sjey lærlingar frá flakavirkjum og alivinn- uni at byrja skúlagongd í Vestmanna, sigur Jákup Andreasen, stjóri á fiski- vinnuskúlanum í Vestmanna. Men har er, sum fyrr hev- ur verið, ov lítið pláss frammaundan, og tað verð- ur ikki betri við fleiri næm- ingum. Nógvar royndir hava verið gjørdar at loysa hendan trupulleikan, men einki hevur enn borið til. Nú hevur Mentamálaráð- ið fingið loyvi frá Vest- manna Kommunu at byggja tvær skúlastovur í túninum uttan fyri Fiskivinnuskúlan. Talan er um ein leysan bygning, sum gerast skal eftir viðlagdari tekning, sigur Gunn Joensen, borg- arstjóri í Vestmanna. Men trupulleikin tykist vera, at um ætlanin verður til nakað, verður bygt eitt sindur øðrvísi, tí fýra skúr- ar skulu flytast úr Leynum til Vestmanna, og tað hevur Vestmanna Kommuna ikki givið loyvi til, sigur borgar- stjórin. Jákup Andreasen, skúla- stjóri, sigur, at hann hevur biðið um 70 fermetrar av skúlastovu, og at tað svarar til eina fýra av hesum ar- beiðsskúrunum, sum standa í Leynum. Hann er annars einki fyri at siga nakað annað um málið í løtuni, men vísir til Mentamálaráð- ið og Vestmanna Kommunu. Á Mentamálaráðnum um- sitir Hans Andrias Dam Joen- sen málið, men hann eydn- aðist ikki at fáa orð á, áðrenn blaðið fór til prentingar. Grannarnir hjá Fiski- vinnuskúlanum eru einki fegnir um ta fyribilsloysn, sum tykist standa fyri. Ein teirra, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at verður hetta við arbeiðs- skúrunum í Leynum veru- leiki, fer at tað bera í sær, at í fyrsta lagi skal ruddast burtur av trøum og øðrum vøkstri í garðinm við skúl- an, eins og stórur partur av parkeringsplássinum eisini má víkja. Tað fer so væl at merkja, at teir bilar, sum har hava verið, mugu aðra- stani. Og hvar tað er, ber til at ímynda sær. Hesin grannin heldur tað vera løgið at fremja bein- leiðsi vandalismu móti um- hvørvinum har, tá tað bara eitt hanagleiv niðari liggja í túsundvís av fermetrum berir, sum saktans kundi verið bygt á. Han vísir tá til økið við ferjuleguna, har nógvir fiskivinnuskúlar kundu verið. Men sum skilst á øllum pørtum, vit hava tosað við, ivast tey kortini eitt sindur í, um hetta verður til nakað. Tí eitt eru ætlanir, men eitt annað er fígging. Peningur er settur av til bygging av nýggjum fiski- vinnuskúla. Part av hesum peningi ynskir Mentamála- ráðið at fáa fluttan til hesa fyribilsloysnina, skilst. Men har hevur fíggjar- nevndin hjá løgtinginum sagt kortanei. So í Vestmanna hugsa tey bara, at hetta eins og annað, sum hevur við Fiskivinnu- skúlan at gera, kanska verður eitt sindur ræst, áðrenn liðugt er. Ferðafólkatalið um flogvøllin í Vágum var í apríl mánað 21,6 prosent hægri enn í apríl í fjør. Eisini tey, sum koma at taka í móti og siga ferða- fólki farvæl, er mun- andi vaksið, síðan undirsjóvartunnilin lat upp FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Flogvøllurin: Føroyinar hava góðan hug at ferðast, vísa hagtølini hjá flogvøllinum í Vágum. Vøksturin í apríl var meira enn ein fimting í mun til sama mánað í fjør. Jákup Persson, varaleið- ari hjá Statens Luftfarts- væsen á flogvøllinum í Vágum, sigur, at tað sjálv- andi hevur spælt inn, at bæði páskirnar og fiski- vinnustevnan vóru í apríl. Men tað er ikki øll frágreið- ingin, sigur hann. Tað ferð- aðust veruliga nógv meira fólk í aðrar mátar, enn somu tíð í fjør. Hann vísir á, at rutur sum Ísland og Skotland hava havt vøkstur, og metir hann tað vera orsakað av teimum tilboðum, sum flogfeløgini javnan hava. Eitt nú feðast væl av fólki til Aberdeen, vísir hann á og nevnir í tí sambandinum, at fyri stuttum fór væl av fólki til eina konsert, sum vera skuldi onkunstaðni í grannalagnum har niðri. Eisini er tann nógv umrødda konsertin hjá Paul McCartney í Danmark, og hann hevur drigið nógvar føroyingar um flogvøllin, sigur Jákup Persson. Samlaði vøksturin í ár hevur verið 4,8 prosent, og tað er mest vanlig ferða- fólk, sum bera tann vøkst- urin, sigur hann. Tiltøk sum fótbóltslands- dystir plaga at merkja eitt útslag í hagtølunum, men enn hevur eingin slíkur verið í ár. Tveir dystir hava verið móti Kasakstan, men har var ikki tað stóra av ákoðarum, sum kom við, so tað síggja tey ikki aftur á flogvøllinum. At tað ferðast nógv fólk við flogførunum, merkir eisini, at nógv fólk kemur og fer um terminalin, sum ikki skal við flogfarinum kortini. Hetta eru fólk, sum koma at taka í móti fólki og siga farvæl. Hesi koma vanliga við egnum bili, og tað sæst væl aftur uttanfyri, sigur Jákup Persoon. – Summar dagar er rætti- ligur hurlivasi við parker- ingini, tá flogførini koma og fara, sigur hann. Hinvegin er ikki so galið við bilum, sum standa í longri tíð. Teir vísa seg at vera færri, enn fryktast kundi fyri. Men einki røkist fyri, at parkeringsviðurskiftini fara at betrast, vísir Jákup Pers- son á. Hann sipar til fyri- spurningin hjá Marusi Dam í løgtinginum, har hann frá Bjarna Djurholm, lands- stýrismanni, fekk at vita, at pengar ikki eru settir av til at gera nakað parkerings- pláss, sum er. Men teir ætla at hjálpa upp á tað við at seta parker- ingsvørð, sum skal ansa efir, at bilarnir ikki standa ov leingi, varð upplýst í tinginum. Fiskivinnuskúrar í Vestmanna Fiskivinnuskúlin hevur frá byrjan verið býtisbarn. Hølistrupulleikarnir eru øgiligir, og nú verður aftur tosað um at pjøssa eina fyribilsloysn saman. Men nú fara grannarnir hjá skúlanum at gera vart við seg Fólk ferðast dúgliga Bæði ferðafólkatalið og talið á teimum, sum siga góðan dag og farvæl á flogvøllinum er vaksið munandi í seinastuni. Feðrafólkatalið vaks við 21,6 prosentum í mun til apríl í fjør C M Y K 9 8