Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mai 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 84 - 3. mai 2003 Nr. 84 - 3. mai 2003 11 Teir gomlu plagdu at tosa um ein fisk, ið teir róptu "sildaforskrekkjara". Hesin fiskur kundi koma í sildatorvurnar og leypa slíkan kvøkk á sildina, at hon hvarv í allar ættir. Gallupkann- ingar eru at líkna við ein politiskan sildafor- skrekkjara, sum tó virkar øvugt av tí veruliga sildaforksrekkjaranum. Eru Galluptølini ódám- lig ella beinleiðis hóttandi fyri ein ella fleiri samgonguflokkar, so søkja flokkar, sum annars vóru á veg út úr samgonguni, automatiskt saman. Ein samgonguflokkur við vánaligum Galluptølum vil gera alt fyri at vera verandi í samgongu og harvið at sleppa undan veljarans náðileysa dómi. Nakað soleiðis er við Fólkaflokkinum í tí sam- starvskreppu, sum í skrivandi stund tykist at vera av. Fyri at tekkjast arbeiðsgevarum og ser- stakliga meistarunum í Havn hevur politiska cigarføringin, hjá formanni Fólkaflokksins, Óla Breckmann, verið høg í seinastuni. Hann vildi slíta samgongu fyri at fáa nýggjan tekniskan skúla! Men so skjótt politiski sildaforskrekkj- arin, Gallup, vísti seg, fór stríðshugurin hjá Breckmann sama veg sum roykurin frá hansara vælkenda Havanesara t.v.s.upp í ta bláu luft. Og til luft gjørdust allar hóttanir um slit og nýval. Til luft tykist fyri alt tað eisini løgmaður at verða blivin – allastaðir uttan hjá Gallup. Har er hann superstar, ein politisk Gurðun Sólja! So á ein hátt er hann eisini uppi í luftini! Hann sveimar sum ein vælblást ballón yvir einum politiskum cirkusi. Klovnarnir boltra sær í manesjuni, áskoðaðarnir líta ørkymlaðir at glantrileikinum. Og uppi yvir øllum sveimar ein loyndarfull brosandi ballón, sum hóast alt ikki soleiðis uttan víðari letur seg fanga, enn minni hol fæst á hana. Og hetta er kanska eitt av teimum mongu áhugaverdu loyndarmálum við hesi margháttligu samgongu. Soleiðis gekk alt, sum væntað. Samgongan fann gongulagið aftur, og sum ikki eina ferð varð Fólkaflokkurin við góðari hjálp frá Gallupi bukaður uppá pláss. Samgongan skinklar víðari fram til Ólavsøku, tá nýggjar gølur, nýggj klandursevni og nýggjar kreppur koma á dagsskrá. Síðan verður onkur annar bukaður uppá pláss, og so verður aftur damlað víðari fram, til veljarin einaferð um trý ár sleppur at fella sín dóm, hvør so hann enn verður. Úrskurðurin er als ikki givin í forhond. Tað er hann ikki, soleingi politisk luft er í ballónini! DAGSINS MEINING Sosialurin Glantrileikurin av VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Petur Hermansen Aftur skuldi tað eydnast Rúnu Sivertsen at koma við høpisleysum úttalilsum við ongum viti ella skili í, at tað fyrikemur í politikki tað vita vit øll, Men at oyðileggja alt tað stóra arbeiðið, sum Jón Kragesteen og frárarandi formaðurin í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd (RFF) hava fingið upp at standa við tógvið stríð, kann bert Rúna gera, og tað hevur hon so sannuliga eisini gjørt við maner. Eg vil biðja teg Rúnu, um at fara úr starvinum beinan- vegin, áðrenn tú oyðileggur restina av RFF. Í Bilsosialinum er sam- røða við teg, og sum vænt- að var einki nýtt, men ym- iskt sum aðrir hava havt á máli fleiri ferðir. Síðan sigur tú, at DREINGIR (diskrimering) skulu virða ferðslulógina, heilt erligt Rúna! ONGIN hevur hug at virða nakað sum helst, sum hevur við ferðslu at gera, aftaná at tú hevur kunngjørt hart og týðuliga í Útvarp Føroya, at tú, tá tað passar tær, vil bróta ferðslulógina og gjalda bótina, álvaratos HVAT BILLAR TÚ TÆR INN, at eggja fólki at bróta lógina ???? Sjálv hevur tú sitið í hægsta lógevandi valdi í Føroyum, so átti tú vitað, at lógbrótarir skulu straffast. Rúna, hevur als einki sivað inn? Eg fari eisini at heita á løgregluna, at taka málið upp til viðgerðar, tí tað kann ikki bera til at al- mennur persónur eggjar ALMENT til lógarbrot. Til Ferðslumálaráharran Bjarna Djúrholm, syrg fyri, at hetta fær tær avleiðingar tað skal. Rúna fekk avhøvdað Ráðið fyri ferðslutrygd eftir fimm døgum Jógvan Arge Løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin Tað eydnaðist til alla lukku ikki sambandsflokkinum at forkoma eini skilagóðari loysn á stórmálunum um framtíðina hjá yrkis- og miðnámsskúlunum í Havn. Við sínum ábyrgdarleysa og einvísa uppskoti vóru Jóhan Dahl og Heðin Mort- ensen um at loypa varg í og skeikla bæði skúlapolitikk og fíggjarpolitikk. Sum andstøðumenn høvdu teir neyvan annað endamál heldur, enn júst at skeikla og forbrongla. Í sínum stuttskygda og grunna stemmufiskiskapi vildu teir bæði sleppa tí týdningarmikla Studenta- skúlanum upp á fjall og brúka Tekniska Skúla og Handilsskúlan til at seta hol á aftur tann illa kenda og dýrtkeypta veðhaldspoli- tikkin. Tað fyrra hevði verið til óbótaligan skaða fyri møguleikarnar hjá upp- vaksandi ættarliðunum, og tað seinna kundi verið startskotið til ein nýggjan landshúsagang. Sjálvsagt eru samgongu- menn sinniligari og stað- festa ætlanir um, at bæði Tekniski Skúli, Handils- skúlin og Studentaskúlin í Havn fáa betur umstøður til at røkja teirra týdn-ingar- mikla lut í yrkis- og mið- námsfrálæruni. Hesum skúlunum verða í komandi árum veittar nýggjar umstøður á økinum í Marknagili, sum Tórs- havnar Kommuna fyri árum síðani beyð landinum til júst slík endamál. Fíggingin verður fyrst og fremst úr landskassanum innan íløgukarmin. Møguleiki verður eisini fyri aðrari fígging at skunda undir loysnina fyri yrkisskúlarnar, men talan verður ikki um, at landið fer út í at veðhalda fyri lánum, sum tað sjálvt skal gjalda aftur í dýrum dóm- um yvir ein heilan mans- aldur. Íløgurnar í skúlar av hes- um slag eru týdning-ar- miklar samfelagsíløgur í framtíðina hjá tí uppvaks- andi ættarliðnum. Tær hava bíðað leingi. Kreppuárini bar lítið ella onki til, og hesi fáu árini síðani hava onnur týdning- armikil málsøki sum sam- ferðsla og heilsuverk verið raðfest ovari enn yrkis- og miðnámsskúlar. Topparnir av teimum íløgunum fara skjótt at hæsa av, og stundin er komin, at teir her umrøddu skúlarnir og aðrir kring landið sleppa upp í part av álvara. Tað er landsframi. Skúlaloysn er landsframi TÍÐINDASKRIV Restorffs Bryggjarí Í Oyggjatíðindum tann 2. mai verður nógv skrivað um ølið umborð á Norrønu í samband við Fish Fair í Runavík. Rætt er at bert Restorff skuldi verða skonkt umborð og eru vit sjálvandi fegnir um hetta. Vit harmast at viðskifta- fólkið ikki kundi fáa ein góðan øl umborð á Norrønu á hesum sinni og mugu bara vóna, at ábyrgdarfullir politikarar tora at broyta okkara av- oldaðu rúsdrekkalóg, sum ikki sømir seg einum fram- komnum samfelag. Oyggatíðindi insinuera, at vit hava latið fyrireik- arunum ølið rættuliga bí- liga. Vit skulu í hesum føri upplýsa, at vit lótu tann rabat, sum føroysku bryggjaríini nýta við størri ordrum. Kunning um ølprísir Tórur Olsen Fyrrverandi bygdaráðs- limur í Hósvík Nú tosað verður um at leggja kommunurnar saman, vil eg inniliga heita á alt bygdafólkið um at siga nei til saman- legging, tá atkvøðast skal 6. Mai. Vit, sum eldri eru, minnast søguna. Vit minnast, tá ið vit vóru í somu kommunu sum Hvalvík og Streymnes. Vit minnast, hvussu teir bygdu skúla og annað, meðan einki hendi her í bygdini. Vit fingu ikki eitt oyra úr kommunu- kassanum. Vit minnast stríðið og illstøðurnar ímillum bygdirnar, tá Hósvík bleiv sjálvstøð- ug kommuna. Men vit mugu viðurkenna, at tað var tað besta fyri bygd- ina. Síðani tá hevur tað verið framgongd her í bygdini, og samstarvið við Hvalvík og Streym- nes hevur verið gott. Hendir tað, at komm- unurnar verða lagdar saman, verður tað verri enn nakrantíð, tí tær stóru koma at slúka teimum smáu, so tá kemur øll framgongd her í bygdini at steðga. Vónandi standa vit øll saman og seta eitt stórt nei á seðilin 6. Mei. Áheitan á allar hósvíksingar VIÐMERKINGAR Annika W. Joensen Eg takki fyri, at Katrin Dahl Jacobsen tók málið um revsirættin hjá foreldr- um upp í løgtinginum, og vóni, at løgtingslimir skjót- ast gjørligt sleppa at av- gera, um foreldur fram- vegis skulu hava rætt at sláa børn síni. Eg seti mítt álit á, at tinglimir til ta tíð hava verjuleysu børnini í huga og atkvøða fyri einari lógarbroyting, sum tryggjar føroyskum børnum somu rættindi, sum børnini í grannalondunum hava. Slá, um tær vantar orð: Er hetta tað, vit vilja læra børn okkara, skulu tinglim- ir varðveita revsirættin hjá foreldrum. Og kanska minna á, at tað bert er í lagi at sláa sítt egna barn. Tað er ikki loyvt vaksnum fólki at sláa børnini hjá hinum, síni systkin, mammu sína ella pápa sín, ella onnur vaksin fólk. Vilja vit hinvegin læra børnini, at maktarsloysi ikki nýtist at føra til harð- skap. Læra tey, at tað ber til hjá vaksnum fólki at rúma eina spenta støðu, uttan at tey sláa. Og at foreldur virða síni børn og duga at skilja ímillum teirra gerðir og teirra persón. So skulu tinglimir nýta søguliga møguleikan at tryggja før- oyskum børnum vernd móti harðskapi. Almen uppgáva Tað er ein almen uppgáva at tryggja børnum móti harðskapi og tí skulu vit ikki aftra okkum ímóti at lóggeva inn í heimið. Van- ligu flokkspolitisku argu- mentini fyri og ímóti per- sónligum frælsi, kunnu og eiga ikki at vera nýtt her. Málið snýr seg ikki um frælsi ella solidaritet mót- vegis øðrum foreldrum. T.d. teimum, sum siga, at tey ikki longur tora at røra síni børn, tí tey eru bangin fyri at verða drigin fyri rættin Tað snýr seg um vernd av sakleysum børn- um. Málið er eitt samfelags- mál. Tí skulu vit heldur ikki aftra okkum at taka trupul- leikar við harðskapi í upp- alingini upp í almenna tjakinum. Og ikki látast at vera óvitandi um, at tað eru fleiri, sum halda, at ein fleingja ella ein undir vangan hoyrir til vanligt uppdragilsi. Vit skulu ikki smæðast at rætta hondina út og hjálpa fólki, sum ynskja at vita, hvussu tey skulu bera seg at at uppala børn síni, uttan at noyðast at taka til harðskap. Tað er ongin landaskom ella totalfiasko at leypa framav. Tað gera vit øll, so ella so. Men tað er skom at eygleiða hjálparsloysi. Og ikki hjálpa. Løgtingslimir kunnu hjálpa. Ikki bert við at seta ein kross við »ja«. Men við - afturat einari lógarbroyt- ing - at seta pening av til upplýsing um, hvussu harðskapur ávirkar børnini, hvagar harðskapurin kemur og hvussu, hann kann bas- ast. Foreldur ynskja at sýna sínum børnum kærleika Og at búgva barnið út til vaksnamannalívið, so tað klárar seg væl og hevur tað gott. Ein liður í hesum er at læra barnið at takla tær støður, sum kunnu føra til maktarsloysi. Hetta eru støður, sum vit tíðum koma í. Hvat gera vit, tá møði, manglandi tol og stutt- skygni koma yvir okkum: rópa, sláa, telja uppí 10, halda um barnið? Hetta mugu vit vita, tí barnið kopierar okkum, og fer møguliga seinni í lívinum at nýta okkara máta at reagera uppá. Tí tað hevur tað lært. Hvussu skal man uppala síni børn uttan at sláa, um man sjálvur hevur lært frá sínum foreldrum, at man slær, tá orðini vanta ella barnið ikki tykist at vilja hoyra? Tað er júst í hesum, at tað almenna skal koma foreldr- um til hjálpar og vísa á, hvussu uppaling uttan harðskap fer fram. Tá er góður møguleiki at bróta óvanan, sum man hevur við sær heimanífrá. Og sum man væl saktans altíð vil royna at forsvara. »Tað var ikki so ringt«, »eg havi ikki tikið skaða av tí« og so framvegis. Nei, tað er møguligt, at tað var ikki so ringt. Spurningurin er, um tað var neyðugt og rætt at sláa. Og hvønn gagn, tað gjørdi. Søgan hevur lært okkum, at vit menniskju yvirliva tað mest ótrúliga, men í uppal- ingini av børnunum mugu vit hava hægri felagsnevn- ara enn, at »tað gekk«. Tað skylda vit børnunum og okkum sjálvum. Børnini skulu ikki taka yvir »Børnini skulu ikki taka yvir«, siga nógv. Og for- eldur skulu seta mark fyri børnini, tí tað megna tey ikki sjálvi. Víst skulu vit tað. Men at seta mark fyri børnunum og at sláa tey, eru ikki tvær siður av somu søk. Mørkini verða sett, so barnið kann kenna seg trygt. So er ikki við harð- skapinum. Harðskapur ger barninum ilt, og setir niður á sjálvsvirðið hjá barnin- um. Tá um harðskap ræður, er tað tann, sum slær, ið skal seta sær sjálvum mark. Tað er tann vaksni, sum skal kenna sær hógv, ikki barnið. Barnið skal vera barn »Tveir eru kostirnir, hvørg- in er mjúkur« »Jú, men er tað ikki best at avrokna við kassa 1?«, siga summi. Tað vil siga, at fáa ein undir vangan ella eina fleingju og so er man kvitt, heldur enn at vera útsettur fyri at vera ignorarað/ur ella at vera fyri øðrum sál- arligum ákoyringum. Sum eg síggi tað, so er trupul- leikin til staðar, tá vit sum foreldur halda okkum vera noydd at velja ímillum hesar uppalingarhættir. Eftir mínum tykki er tað ikki spurningur um at velja ímillum »tveir kostir, har hvørgin er mjúkur«, men um at læra seg og barnið, at rúma gerðir, sum ikki av almenninginum vera mettar at vera góður atburður. T.d. at barnið slær eitt annað barn ella blakar seg hyster- iskt á gólvið frammanfyri bommhyllina ella at tað blakar ein tallerk á gólv, tí tað ikki orkar at eta meiri. Mínar royndir eru, at tað er altíð ein skilagóð orsøk til eina gerð hjá einum barni. Og at mín reaktión ofta er tengd at, hvørt eg eri móð ella væl fyri. Troðkað upp í ein krók ella totalt avslappað. Er tað rímuligt at uppala barni eftir hesum leisti? Nei, men tað er veruleikin. Tað minsta, vit kunnu gera, tá so er, er at taka avgerð um ikki at vilja barninum ilt við at nýta harðskap – sálarligan ella kroppsligan. Børn skilja væl, at man er móður. Tey skilja væl, at tey ikki kunnu fáa alt, tey peika á. Uttan at verða sligin ella eyðmýkt. Ongin dámar at sláa Hetta rokni eg við, at vit skjótt kunnu blíva samd um. Tó er tað ein dagligur veruleiki, at føroysk børn verða sligin. Og hetta hevur ikki góða ávirkan á barnið. Tað hevur ikki gott av at verða sligið, og jú, tað kann taka skaða. Um ikki kroppsliga so sálarliga. Sjálvsvirðið hjá barninum ávirkast skeiva vegin av at vera sligið. Vit hava tørv á strammari loggávu, og mugu liva við einari slíkari, so børnini, sum eru fyri harðskapi, kunnu verjast. Eg seti mítt álit á tinglimirnar og vænti, at tey hava verjuleysu børn- ini í huga, tá tey - vónandi í komandi tingsetu - atkvøða um lógaruppskotið og tryggja føroyskum børnum somu rættindi, sum børnini í grannalondunum hava. Yvirlýsing Borgarstjórar og nevndin í nýstovnaða felagnum fyri ferðavinnuna í Suðuroynni, saman við øðrum áhugaðum, vórðu á stovnandi aðalfundi tann 29. apríl 2003 samd um at gera hesa yvirlýsing um samferðsluviðurskiftini úr og til Suðuroy við Smyrli og tyrluni. Tá tyrlan kom, varð túratalið 3 túrar um vikuna, síðani varð flogið tvær ferðir um vikuna, og nú er tyrluflúgvingin til Suðuroynna eftir 1. mai 2003 niðurløgd. Smyril hevur siglt tvær ferðir dagliga millum Suðuroynna og Havnina, og hevur ferðaætlanin verið løgd soleiðis tilrættis, at suðuroyingar 3 dagar um vikuna sluppu suður aftur eftir hóskandi steðg í Havn. Til dømis mánadag, tórsdag og fríggjadag bar til at sleppa suður aftur kl. 12.30. Hesin møguleikin er skerdur í nýggju ferðaætlanini, tí nú verður bert siglt suður aftur tvær ferðir um vikuna kl. 12.30. Allar hinar dagarnar verður siglt suður aftur kl. 10.15. Vit halda ikki, at tað hevði verið ov nógv, um Strandferðslan kunnaði kommunurnar í Suðuroynni um broytingarnar í nýggju ferðaætlanini, so tær kundu gjørt viðmerkingar, áðrenn ferðaætlanin kom í gildi. Vit meta okkum at verða útjaðari í Føroyum og at broyta ferðaætlanina til tað verra, er ikki mennandi fyri útjaðaran, og er eftir okkara tykki ikki í samsvar við útjaðarapolitikkin hjá sitandi samgongu. Fundurin krevur, at tyrluflúgvingin til Suður- oynna verður uppaftur tikin og at ferðasambandi sjóvegis verður á nøktandi støði. Slá, um tær vantar orð Lesið Sosialin -tað loysir seg! C M Y K 11 10