Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mai 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 84 - 3. mai 2003 Nr. 84 - 3. mai 2003 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 3. mai. Krossmessa. Var hildin til minnis um, at keisarinnan Helena fann Kristi kross. Á krossmessu sigst tjaldrið at hava fult reiður, kalvi at vera í hvørjari íðu og sólja í hvørjari veit; men teir halda, at hetta er ov tíðliga, og at meint verður við gomlu krossmessu, ið er 15. mai. Krossmessusnertur er knappligt illveður, sum kann bresta á um hetta mundið. Í 1943 var eitt fólkatingsval í Føroy- um, sum var rópt krossmessuvalið. Símun av Skarði verð føddur hendan dagin í 1872. 4. mai. Florianus, deyður umleið ár 300. Rómverskur heryvirmaður og embætismaður, sum royndi at bjarga kristnum fólki, ið vórðu forfylgd, men hann varð sjálvur tikin og fyribeindur. 5. mai. Gotthard, deyður í 1038. Abbati og biskupur í Hildesheim. Týkst navn, samansett av orðunum fyri Gud og harður. Andlát 23. apríl Ann Thomsen, Sumba, dóttir Hildur og Dánjal Thom- sen, bús. Í Hvidovre, 28 ár. 24. apríl Margar Trónd Hansen, vanliga nevndur Tróndur, Tórshavn, 59 ár 26. apríl Ólavur Jacobsen, Kvívík, 66 ár. Jógvan Andreas Debes, Oyri, 84 ár 27. apríl Hanna Olsen, fødd Michelsen, Tórshavn, 86 ár. Poul Joensen av Trøllanesi, 94 ár. 28. apríl Jógvan Ólason, Fuglafjøráur, 61 ár Andreas á Marknagili, í Klaksvík, 84 ár. 29. apríl Marie Louise Hoydal, 91 ár. Petur Karl Hansen, í Klaksvík, 92 ár. Jastrid Toftum, Vestmanna, 72 ár. Hanna Olsen 25 ár í starvi hjá sp/f Haraldsen Í apríl mánaði hevði Hanna Olsen 25 verið í starvi í handlinum hjá Haraldsen í Fuglafirði í 25 ár. Hanna er fødd og uppvaksin í Fuglafirði, dóttir Ingrid og Elias Olsen. Áðrenn Hanna kom í handilin, arbeiddi hon á ísvirkinum hja Haraldsen. Tað er har hon hevur víst sínar dygdir og eginleikar, og tí fekk hon framhaldandi starv í handl- inum hjá somu fyritøku. Í hennara tíð hevur handilin verið fyri stórum broyting- um, og hevur Hanna verið partur av hesi menning. Við síni stillføru og smílandi atferð hevur hon givið starvsfólki og kundum eina góða uppliving, tá tey handla hjá Haralsen. Van- liga situr Hanna og av- greiðir við kassan, men hon hevur partvís ábygd av innkeypi og samskifti við heilsølurnar. Hanna býr á Glyvrum og eigur sonin Kjartan 21 ár og Ninni 11 ár. Hannu verður ynskt tillukku við starvsdegnum og framhaldandi góðan ar- beiðshug. 2. páskadag í ár 21. apríl kl. hálvgum tólv um kvøldið andaðist Hans J. á Brúnni yngri, listamaður, skald, tónasmiður, sjónleikari og tónleikari. Franck Sinatra syngur(My Way): And now, the end is near, and so I face the final curtain my friend, I´ll say it clear, I´ll state my case, of which I´m certain I´ve lived a life that´s full. I´ve traveled each and ev´ry highway; But more, much more than this, I did it my way… etc. Hans J. gjørdi tað á sín hátt í tí tóma rúminum. Var einsamallur mangan i sínum verki sum lista- maður. Mær rennur í hugan mynd- irnar hja danska listamanninum Michael Kvium, sum t. d. av- myndar fólk við heilanum uttan á skallanum. At ganga við einum heila, sum er sjónskur og altíð hugsa um javnvágina, er torført mangan og serliga, tá ið tú hevur ein skapandi heila. Hans J. var væl fyri í hesum skapandi vavi hvønn dag. Tað, at menna henda partin av sinum viðføri, krevur sín mann. Mær tykir, at Kvium er so beinrakin i sini frasøgn um okkum og okkara, at hava heilan ovast uppi a "skalla- tekjuni" er ein viðkvom frásøgn, hvussu viðbrekin vit eru. Bert eitt lítið orð… bert eitt lítið dism av fá- kunnleika kann kollrenna "hard- diskin" ovast uppi, og so er einki, men Hans: Did it in his Way … javnvágin var líka til tað síðsta. Hans J. stillaði málningar út einsæris i Havnini í fýrati árunum, og var framsýningin i H.N. Jacob- sens Bókhandli. Hetta var so sera sjaldsamt, at maður av bygd fór til Havnar at stilla út. Onkur ypti øksl og kanska smírdist, men hjá Hans J. skuldi javnvágin vera í lagi. Hann gavst ikki so, men var við á Ólav- søkuframsýningini í eini seks ár og hevði um hetta mundi bæði fram- sýning í Klasvík og í Havnini. (1960) Hann gavst við hesum og segði: " Tað var løgið við listini. Eg havi selt 6 málningar til fólk ættað úr Mykinesi til ta bygdina, sum hevur fostrað so matan listamann sum Sámal. J. Mykines. Nú er tað akademiska rákið komið í listina, tað hóvar mær ikki." Hans J. vildi ikki lata javnvágina hja sær fara av lagi, men vildi lata sínar egnu kenslur í málningalistini standa a løriftinum. Hann mælti til í 1969 at fara undir Varmakelduframsýning- ina, sum komandi ár hevur 35 ár á baki. I planned each charted course; each careful step along the byway, but more, much more than this, I did it my way .. etc. Hans J. hevur við sínum veru- máta… við heilanum ovast uppi ført ein bardaga fyri listini í tí tóma rúminum. Pascal sigur einastaðni: Kvirran i ti æviga rúminum fyllir meg við ræðslu. Tá ið tú býrt í Fuglafirði niðast við Falkarás, er tað tóma rúmið ein partur av tær. Eygað leitar av Borgini niður á Svarthamar, niður av Stígnum, um bøgarðarnar, oman eftir Falkarás, Tróndargøtu, út eftir firðinum, upp á Gjógvarahamar, Nón og setir av á Gjógvarafjalli, Kambi og Blábjørg. Tá ert tú leysur uppfrá í tí kosmiska farvegnum, ti æviga rúminum, sum Han J. hevur tulkað á harmonikuni, í kórsangi, hornblástri, Kingosangi, skrift og talu…. Og sum hann ikki var bangin fyri. Yes, there were times, I´m sure you knew When I bit off more than I could chew. But through it all, when there was doubt, I ate it up and spit it out. I faced it all and stood tall; And did it may way… etc Hans J. er vaksin upp á Rætt - niðri við Sjovarmálan. Hann giftist við Vilhelminu 1953. Tey búðu við Rætt til fyri uml. 30 árum síðani og fluttu so norður til Falkarás. Dagliga hittust vit í túninum, og fall orðið altíð um sang og list. Hans var forvitin. Tá ið okkurt nýtt kom fram á tí tøkniliga økinum t. d., sum kundi kveikja og endur- spegla mentanarligt árin, tók Hans J. hetta til sín. Ein dagin segði Hans J.: Kom inn og síggj ein film, eg havi tikið um borð á Ólavi Halga undir Grønlandi einaferð i seksti árunum! Aftur ein endurspegling av farnari tíð, sum var ein skygging í nýggjari tøkni, sum tá var frammi - smalfilmurin. Ein annan dag sigur hann: Kom inn og síggj telduna, brennarin og ljósprentmaskinuna, eg havi skaffað mær! Ikki sørt av spelkni var um mannin, og mátti viðganga, so "streymlinjaður" vart tú ikki sjálvur. Ein annan dag sigur Hans: Kom inn og síggj málning- arnar hjá Rúnu og Hallveig (døtur Vihelminu og Hans). Eg gloymi aldri ta løtuna, hvussu fróur Hans var, at tær nú vóru farnar at mála og stilla út. Tær vóru tær fyrstu, sum góvu kvøldskúla-undirvísing í Fuglafirði í málningalist, og hetta frøddi gamla listamanninum. Hans tók til sín tær bjørtu ljósríp- urnar, sum tepraðu um fjallagrein- irnar í listaheiminum, sum lýstu upp skørð og kneysar, og kveiktu tað listaliga sinnið. Hann goymdi at tí og gav tað víðari. Harmonikan, ljóðførið, sum altíð fylgdi honum, sangkórið, hornorkerstrið og tað skrivaða orðið, sum mentist í ljósinum frá fjallagreinunum og ikki at tala um sjónleikin …og at vera við i filmslistini sum Tormóð- ur í Barbaru.... Hetta var óivað stórsta avbjóðing í skapandi tilver- uni hjá Hans J. Hans J. var farin at syngja Kingo tey seinastu árini, og vóru ofta boð eftir honum, Nielsi og Petur J., tá ið hesin táttur í mentanararvi okkara skuldi hevdast. Hóast sjónin var farin at bila síðstu árini, legði Hans ikki árarnar inn, men hevði fingið sær teldufor- rit við stórum bókstavum: Hvat kundi eg ikki havt skrivað, tá ið eg var ungur Og eyguni voru góð, Hvat kundi eg ikki havt lært meg sjálvan, Um eg hevði slík tól, Elektroniska skrivimaskinu, teldu og litaðan skýggja, Og á hillini hundrað tals bøkur, men nú kann eg lítið síggja, Men meðan tað dimmir, tendrast eitt ljós innan í mær. Hetta ljósið eingin annar kann síggja, Tað er ikki deytt, men livandi og ultraviolett! Sigur Hans J. í einum av sínum yrkingum…… To think I did all that; And my I say - not in a shy way, " No, oh no not me, I did it my way". Vilhelmina og Han J. høvdu gullbrúdleyp 28. febr. í ár og lógu bæði tá á Landssjúkrahúsinum, men hóast tað var ljós og lagkøka á borðinum… silvur hava tit skrivað og gull upplivað. 20. mars í ár var Hans J. 75 ár. Soleiðis kann tað vera, at í lagnunar speiðsemi er við hvørt ein villafavnur millum sorg og gleði. Við Falkarás hava tit havt nógvar gleðiløtur og serliga, tá ið døturnar, dótturmenn og børn teirra hava vitjað klettarnar. Tá var ung- mannakæti og ljóðkát børn undir bitunum, og ikki so sjaldan hoyrd- ist harmonikan ljóma innan veggja í hesum meldri. Hesi orð, sum eg her havi fest á blað, eru um listaligu eyðkennini hjá Hansi. Hann hevði jú eisini sítt borgarliga yrki, men tað lati eg liggja. Heilin hjá Kvium, sum datt mær í hugan, nú eg festi hesar reglur á blað, avspeglar tað hárfínu greins- una, sum kantast á eggini eins og skrýggið hja Edv. Munck - greins- an millum alt ella einki, sorg ella gleði, orð ella stummari talu, lív ella svarðloysi, ljós ella myrkur, lív ella deyða o.s.fr. Saknaður verður tú, Hans J., i familjuni, við endan á Bøvegi og Falkarás og í bygdini sum heild. Men hvat, vit síggjast aftur a grønum vølli ein dag… You dit it in your way! Hans J. Hansen úr Fuglafirði til minnis Heri 30 ára starvsdag Hósdagin 1. mai vóru tre- divu ár liðin, síðani Heri Lava Olsen varð settur í fast starv hjá Tórshavnar kommunu. Tey fyrstu árini var hann í svimjihylinum í Gundadali, og síðani svimjihøllin í Gundadali varð tikin í nýtslu í 1982, hevur hann verið har. Í 1985 varð Heri settur í leiðarastarvið, sum varð leyst, eftir at Ivan Carlsen var deyður. Svimjihøllin í Gundadali er eitt av populerastu og mest vitjaðu støðunum í høvuðsstaðnum og tað av fólki í øllum aldursbólkum úr bý og av bygd. Hóast høllin er meiri enn tjúgu ára gomul, so kennist hon framvegis nýggj og inn- bjóðandi. Starvsfólkini eru samvitskufull, blíð og fyri- komandi, og tað hevur eydnast leiðaranum, sum gongur upp í sítt arbeiði við lív og sál, og sum hevur gott eyga fyri kundarøktini, at sannføra lokalpolitikar- arnar um týdningin av støðugt at játta pengar til viðlíkahald og alla tíðina at arbeiða við hugskotum um nýggj tiltøk í høllini. Tá ið gamli svimjihylurin varð tikin í brúk í 1959, var tað skjótt, at Heri og aðrir havnardreingir lærdu at svimja, og Heri var millum teirra, sum gjørdu nógv við svimjingina. Frá fyrst í seksti árunum og fram til miðskeiðis í sjeyti árunum vann hann FM heitini í frísvimjing, og Heri var partur av tiltikna liðnum hjá Havnar Svimjifelag, sum í 1964 stóð seg so væl í kapping við danir, bæði í Gundadali og í Danmark. Heri hevur verið formaður í Havnar Svimjifelag, sum fyri nøkrum árum síðani gjørdi hann til heiðurslim. Heri er Lava maður. For- eldrini vóru Hanna, sum var ættað úr Nesinum í Vági, og Palli á Lava. Heri er uppvaksin á Ingutrøð, og tá ið hann bæði er Lava maður og uppvaksin á Ingutrøð, so ber tað ikki annað til, enn at fótbólts- felagið hjá honum altíð hevur verið og er B36. Hera dámar væl at takast uttandura. Hann er traðar- maður í Havnardali, har hann hevur seyð og gæs. Hann er ofta gongutúrar, hann hevur stóran tokka til fuglin og fuglalívið, og nógvu tey seinnu árini hevur hann verið í Myki- nesi og fleygað lunda. Hann er ein av álitismonn- unum hjá kommununi, tá ið grind verður hildin til í høvuðsstaðnum. Í 1968 giftist Heri við Almu, sum er ættað úr Túni á Toftum. Tey búgva í Krosslíð, og tey eiga fimm børn, sum øll búgva í Havnini: Jóhanna, Marni, Andrias, Høgni og Hanus. Upprunaliga lærdi Heri, sum er føddur 1. oktober í 1945, til blikksmið hjá Demich. Óli Debess og Jó- hannes Mikkelsen, Lill, sum búðu í grannalagnum og eru svágrar, høvdu stovnað fyritøkuna í 1959. Heri varð avlærdur í 1964. So arbeiddi hann eitt ár hjá Wenzili Petersen, sum var við til at byggja hospitalið. Síðani var hann í sjey ár hjá Esso, har bæði pápin og abbin, Palli á Lava og Dia á Lava, høvdu tænt alt sítt virkna lív. Dia arbeiddi hjá Valdemari Lützen, sum tá hevði oljuna, í 63 ár, og Palli var hjá Valdemari Lützen og Esso í eini 55 ár. So drúgvur var Heri ikki í Esso. Men nú hevur hann verið tredivu ár í svimji- hylinum og svimjihøllini. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Føðingar 5. apríl fingu Anna Sofía og Elmar Reinert Fjallheim, Vanløse, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3662 gr. 13. apríl fingu Maria Mørkøre og Kristian Hansen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3500 gr. Hon eitur Bjørk. 15. apríl fingu Hildur og Brian Skonning Jacobsen, Herfløge, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3340 gr. 19. apríl fingu Eyðvør Müller og Jens Heri Jacobsen, Sumba, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3830 gr. 22. apríl fingu Herbjørg Eysturdal og Carsten W. Andersen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4700 gr. 23. apríl fingu Anja W. Holm og Kári Niclasen, Trongisvági, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4580 gr. 24. apríl fingu Sigurð Fríði og Dann ein lítlanbeiggja. Hann vigaði 4650 gr. og var 57cm langur. Foreldrini eru Estrid og Fróði Hansen úr Sandavági. 24. apríl fingu Skarphéðinn Njálsson og Johanne Lindenskov Joensen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3180 gr. 25. apríl fingu Gudny og Brian Rasmussen, Kaldbak, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3500 gr. 25. apríl fingu Lý og Bogi Niclasen, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3300 gr. 25. apríl fingu Edith Dahl og Magnus Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3450 gr. 25. apríl fingu Brynhild Zachariassen og John Leif Joensen, Tórshavn, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 1740 gr. 26. apríl fingu Gunnbjørg og Torri Thomsen, Sumba, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3600 gr. 27. apríl fingu Anna Louisa og Steffan Gaard, Skálafirði, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3200 gr. 27. apríl fingu Petrina Hentze og Fríði Nolsøe, Sandi, ein son. Hann var 60 cm langur og vigaði 5000 gr. 28. apríl fingu Beinta og Agnar Jensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3900 gr. 28. apríl fingu Sólfríð og Bjørn Fjallsbak, Miðvági, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4320 gr. 28. apríl fingu Katrin og Júst Vang, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 58 cm long og vigaði 4300 gr. 29. apríl fingu Jenny Gudmundsen og Evan Hansen, Sørvági, eina dóttur. Hon var 47 cm long og vigaði 2400 gr. 30. apríl fingu Miriam Magnussen og Høgni Johannesen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3700 gr. 30. apríl fingu Ester Simonsen og Niels Mortensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 58 cm long og vigaði 4600 gr. 30. apríl fingu Una Fagraberg og Christian V. Dalsgaard, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3950 gr. 30. apríl fingu Lív Skoubo og Yngvi S. Guttesen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 2740 gr. 1. mai fingu Laila Vang Djurhuus og Benny Haraldsen, Miðvági, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3500 gr. Brúdleyp Í dag kl. 16.00 giftast í Hvannasunds kirkju Henny Stenberg, Porkeri, og Magni Rubeksen, Norðdepli. Brúdleypsadr.: Skálin í Klaksvík. Í dag kl. 15.00 giftast í Viðareiðis kirkju Helena Gudjónsson, Klaksvík, og Signar Kallsberg, Viðareiði. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Norð. Í dag kl. 11.00 giftast í Elim í Søldarfirði Durita Sigurðsdóttir Rasmussen og Heini Eliasson Egholm. Opið hús verður í Ólastovu í Saltangará millum kl. 13.00 og 19.00. Mirjam Carlsen 50 ár Mánadagin 5. mai fyllir Mirjam Carlsen í Havn 50 ár. Mirjam er fødd og uppvaksin í Havn, dóttir Juttu og Finnur Hansen. Hon er elst av fimm systkj- um, hini eru: Sofus, Rutt, Myrna og Lydia. Eftir lokna skúlagongd fór hon í 1971 á Sjúkrasystraskúla Føroya, og tók hon í 1975 prógv sum sjúkrasystir. Síðan hevur hon arbeitt á A2, føðideildini á Lands- sjúkrahúsinum. Hon er gift við Victor Carlsen úr Havn, børnini hjá teimum eru: Vanja, Laila, Barbara og Finnur. Innan andaligan sang hevur Mirjam verið við í fleiri plátuinnspæling- um, har hon ofta hevur sungið saman við pápa og systkjum. Eisini hava tey trý systkini, Mirjam, Sofus og Myrna, sungið til møtir og onnur tiltøk hjá hvíti- sunnurørðsluni í Føroyum. Miriam er eisini dugnalig til handaligt arbeið so sum at seyma, binda og brodera. Hon hevur m.a. gjørt nógv- ar føroyskar búnar bæði til børn og vaksin. Pól á Nesi deyður Sunnudagin 27. apríl andaðist Pól Joensen av Trølla- nesi á Klaksvíkar Røktarheimi, 94 ára gamal. Hann varð føddur á Syðradali í 1908, sonur Jógvan Joensen, Jógvan á Syðradali, og Marin Malenu, sum var bónda- dóttir í Innistovu á Trøllanesi. Jógvan tók við festinum á Nesi. Marin Malena og Jógvan fingu 7 børn. Mikkjal tók við festinum, hann giftist við Annu Jacobsen av Hús- um. Jóhanna Mathea giftist við Sigfried Skaale í Havn. Pól var triðelstur. Jóna giftist við Mariusi Johannesen úr Funningi, tey búðu í Mikladali og í Havn. Hjørdis giftist við Alex Jacobsen av Húsum, tey búsettust í Klaksvík. Thorstein giftist við Karolinu Michaelsen úr Kunoy, tey búsettust í Klaksvík. Jóhannes var yngstur, hann fall 18 ára gamal í 1917 í Hvannrók, sum er vestantil á Kallsoynni. Av teimum 7 systkjunum er bara Jóhanna Mathea eftir. Á Trøllanesi vóru trý hús í langsamiliga tíð. Men tá Pól giftist við Juliu Hansen av Húsum í 1943, bygdu tey á Trøllanesi. Saman við Jakku Samuelsen fekk Pól sær revagarð á Trøllanesi og hevði revar í nøkur ár. Hann plagdi m.a. at fleyga havhest at mata revarnar við. Tað var tó ikki so leingi, at fýra húski vóru á Trøllanesi. Í 1961 fluttu Julia og Pól til Klaksvík- ar. Men tá tey eldust búðu tey aftur í nøkur ár norðuri á Nesi. Pól var m.a. útróðrar- maður. Saman við Petur Martin í Tungu í Mikla- dali og øðrum keypti hann útróðrar-bátin Tind (nevndur eftir Nestindi), og teir róðu út frá Klaks- vík. Julia og Pól fingu 4 børn: Marita giftist við Martinus Holt, tey búsettust í Horsens. Eyðun giftist við Mildrid Niclasen úr Klaksvík, har tey búsettust. Jóngerð giftist við Kristian Poulsen úr Hvannasundi, tey búsettust í Havn. Yngst av børnunum er Steinvør. Tað vanliga hevur verið í mong ár, at fólk av Trølla- nesi hava verið grivin í Klaksvík. Men Pól varð jarð- aður í heimbygdini. C M Y K 13 12