leygardagur 3. mai 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 3. mai 2003
15
Kristian Skannerup
hevur sjálvur staðið
uppundir hendur í
burturkasti.Tað fekk
hann at menna eina
skipan, sum trýstir
burturkast saman so
at tað bara fyllir ein
tíggjundapart. Hetta
er ein skipan, sum
kann fáa stóran týdn-
ing fyri fiskiflotan.
FISKIVINNUSTEVNA
Áki Bertholdsen
Sosialurin í Runavík: At
spara pening og samstundis
verja umhvørvið.
Tað var eitt loysunarorð
hjá Krsitian Skannerup á
fiskivinnustevnuni í Runa-
vík hesa vikuna.
Tað hevur altíð verið van-
lig hugsan, at tað er alt ov
dýrt at seta tiltøk í verk,
sum hava til endamáls at
verja umhvørvið.
Men hesa mýtuna ger
hesin sami Kristian upp
við.
– Veruleikin er tann, at
90% av vanligum burtur-
kastið er luft. Og eg dugi
ikki at síggja nakra orsøk
til at betala pening fyri at
flyta luft aftur og fram,
sigur Kristian Skannerup.
Kristian er ein vinnulívs-
maður, sum er komin burt-
urúr ongum og sum byrjaði
á berum.
Hann arbeiddi í eina
Keypssamtøku í 15 ár.
– Í eini keypssamtøku er
nógvburturkast og eg havi
mangan staðið uppundir
hendur í burturkasti. Tað
fekk meg at hugsa um at
gera eina skipan til at trýsta
burturkastið í okkara egnu
keypsamtøku saman við.
Fyribils er tað endað við,
at hann nú undir navninum
Mil-tek, sum er ein stytting
av Miljø teknik, hevur 40
deildir í ymsum londum og
að so langt burtur sum í
Avstraliaog í japan. Og nú
er hann eisini komin til
Føroya, her tað er Esmar
Simonsen, sum umboðar
hann.
Tí hevur hann gjørt eina
pressu, sum trýstir alt van-
ligt burturkast saman, so at
tað bara fyllir í mesta lagi
ein tíggjundapart av tí, sum
tað gjørdi upprunaliga.
Burturkastið, sum talan
her er um, er papp og
pappír, plast og flamingo,
sum er nógv tað mesta av
burturkastinum.
Hann sigur at hóast hetta
er ein íløga uppá ímillum
25.000 krónur og 50.000
krónur, er tað ein íløga sum
betalir seg rættiliga skjótt
aftur.
Samstundis er tað ein
íløga og ein skipan, sum
bæði tann lítli bakarin og
tað stóra virkið fáa gagn
av.
– Útreiðslurnar til at
leiga ruskbingjur, til flutn-
ing og til brenning, er so
stórar, at verður ruskið trýst
saman, so at tað lítið og
onki fyllir, sparir tað so so
nógv, at tað betalir seg aftur
rættiliga skjótt.
Samstundis er gongdin
tann, at útreiðslurnar til at
beina rusk burtur, eru al-
samt hækkaðar seinastu
árini og tað er onki sum
bendir á, at tað fer at ganga
hinvegin aftur.
Sjálvsagt ber eisini til at
skilja ruskið, so at tað, sum
skal brennast er fyri seg og
tað, sum skal endurnýtast,
er fyri seg.
– Og so verjir tað eisini
umhvørvið, leggur hann
afturat.
Vælegnað til skip
Seinastu tíðina hevur nógv
verið tosað um burturkast
frá skipum og Kristian
Skannerup sigur, at hansara
skipan er sera vælegnað til
júst skip.
– Fyri tað mesta eru tað
virki á landið, sum hava
verið áhugað í skipanini,
men vit síggja eisini at
skipini eru ein veksandi
marknaður og teir hava
eisini
selt
hesaruskskipanina umborð
á oljupallar.
– Okkara útgerð er úr
rustfríum stáli. Tær hava
ongar hydrauliskar pumpur,
men ganga allar við luf-
trýsti, sum øll skip hava
umborð.
– Tí eru tær einfaldar og
har er lítið at verða í ólagi
og sostatt krevja tær eisini
ógvuliga lítla røkt.
Hann sigur, at áhugin hjá
sjófólkið fyri umhvørvis-
vernd er alsamt veksandi.
Hann sigur, at hetta er
fyrstu ferð at hann er á
stevnu og hann hevur ikki
angrað, at hann kom við.
– Hetta hevur verið stak
áhugavert. Fólk eru ógvu-
liga blíð og fryntlig og hug-
burðurin mótvegis um-
hvørvisvernd er positivur.
– Innanst inni vita sjó-
menn sjálvandi, at teir eiga
at taka burturkastið heim
aftur við sær, tí tað burtur-
kastið, teir tveita fyri borð,
fáa teir aftur í høvdið, tí tað
rekur aftur á land á teirra
egnu Strendum.
Tað er ógbvuliga
áhugavert, at
ruskskipanir, sum
hendan, eru at finna,
sigur Eyðun, elttør,
landsstýrismaður
FISKIVINNUSTEVNA
Áki Bertholdsen
Sosialurin í Runavík:
Eyðun Elttør helt, at rusk-
skipanin
hjá
Kristiani
Skannerup var serstakliga
áhugaverd.
Og tað vóru tað eisini
fleiri onnur, sum hildu, tí
tað vóru fleiri á stevnuni,
sum heitti á hann um at
leggja leiðina framvið bás-
inum hjá Mil-tek, tí tey
hildu, at hetta var nakað,
sum kundi brúkast í Føroy-
um.
Men tað er neyðugt at vit
hugsa um umhvørvið og
hetta er so ein skipan, sum
bæði kann brúkast á landi
og umborð á skipum.
Eisini reiðarar, vit tosaðu
við, hildu at skipanin var
áhugavert.
Teir eru samdir um, at tað
líkist ongum, so nógv burt-
urkast verður tveittí havið,
so ein skipan sum hendan,
eigur avgjørt at vera um-
hugsað.
Tað er neyðugt
at hugsa um
umhvørvið
Bjóðar seg fram at rudda Føroyar
Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum, fekk sær eitt ordiligt prát við Kristian
Skannerup um ruskpressuna
Henrik Old, løgtingsmaður, vinstrumegin, EyðunElttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum í miðjuni vóru óvuliga áhugaðir í
ruskpressuni hjá Kristian Skannerup
15
14
Nr. 84 - 3. mai 2003
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Viðhvørt havi eg hug at hugsa, nú slapp
hann endiliga heim til Harran, tá ið eg
hoyri deyðsboðini av einum, sum hevur
ligið óhjálpin leingi, og sum kanska slett
ikki reiðuliga hevur verið í hesum heimi
reint mentalt seinastu tíðina. Tó, tað havi
eg ikki rætt til sum menniskja, tí eg eri
ikki harri yvir lívi og deyða og eg havi
einki við at gera, nær løtan er komin hjá
mínum medmenniskjum.
Tó havi eg havt ilt af farbróður hesi
seinastu fimm árini, nú hann hevur ligið
lammaður á røktarheiminum, og slett
ikki hevur verið førur fyri nakað sum
helst. Havi havt ilt av, at hesin maður,
sum var so glaður fyri at vera saman við
fólki, nú sat kleppaður í koyristóli, og var
fullkomiliga givin upp í hendurnar á
røktarfólkunum.
Og eg havi hugsað nógv, um hvat Gud
vildi læra Andrias, nú hann lá sum sum
eitt barn og illa nokk orkaði at tosa og
fylgja við hvat hendi uttanfyri gluggarnar
á røktarheiminum. Og meira eg havi
hugsað um hetta, tess minni veit eg, tí
Guds vegir eru ikki mínir vegir, og tó veit
eg, at tað Gud vil, altíð førir til tað góða.
Mánakvøldið slapp hann og nú er
Andrias millum tað hvíta lið, sum
Brorson so vakurt yrkir um í sálminum
»Eitt snjóhvítt herlið er at sjá« Brorson
hevur fingið íblásturin úr Opinberingini í
7. kaptili ørindini 9-17, og fyrsta ørindi
verður her endurgivið í máttmiklu
týðingini hjá Janusi skaldi:
Eitt snjóhvítt herlið er at sjá
sum túsund fjøll við kava á
um alla vídd
við pálmum prýtt
við song´ Guðs hástól’ hjá.
Tað er hitt vígda lið, sum vann.
tá stríð um allan heimin brann,
og tváað stóð
í lamsins blóð
og himnasælu fann
Har halda tey nú halgan fund
og takkarsong á hvørji stund;
eitt samfallsljóð
sum várloyst flóð
til Guds kvað teirra lund
Tað er Andrias á Marknagili skrivað
verður um. Hann var føddur í Oyndar-
firði 19. august 1918, elsti sonur
Magninu og Jústinus Ejdesgaard. Tey
bygdu upp á Marknagili í Oyndarfirði og
fluttu inn sum nýgift í 1916. Húsini stóðu
einsamøll uppi í bønum og her vóru teir
fyrstu dagarnir av teimum 84 árunum hjá
Andriasi livdir, í fjálgan við móðurbróst,
nógvari andaligheit og vælstandi, tí
føroyingar vunnu eisini pening undir
fyrra kríggi og abbi var skipari.
Og so fór hann til skips. Helt seg í høl-
unum á pápanum tey fyrstu árini og var
síðan við øðrum skipum. Andrias var sjó-
maður um ein háls, honum dámdi væl at
flóta og hóast heilsan andøvdi móti ein-
um harðbalnum sjómannalívi, so legðist
Andrias ikki uppi, fyrr enn hann hevði
flotið væl og virðiliga eina hálva øld. Tá
tú tosaði við Andrias um hansara ár á
sjónum, so gekk ikki long tíð, fyrr enn
steðgað varð á í vandasiglingini undir
krígnum. Andrias sigldi nógv undir
seinna heimsbardaga, og hetta kom at
merkja hann alt lívið.
Sjálvur havi eg hugsað nógv um, hvat
fekk menn til hesa hasardsigling og hvat
var tað sum dró, sum var so týdningar-
mikið, at teir settu lív í vága fyri nøkur
pund. Eg spurdi Andrias hendan spurn-
ing fyri ikki so langari tíð síðani, ein dag-
in inni á røktarheiminum. Tað sást bein-
anvegin, at hetta var ikki ein spurningur
um veður og vind ella onkrar aðrar sjálv-
fylgiligheitir hjá okkum landkrabbum.
Tár komu í eyguni, og hann hugsaði hart
í sínum blóðtøppsrakta og skroypiliga
heila. Og so kom svarið snøgt telgt og
greitt: »Eg veit ikki Jústinus, vit gjørdu
tað bara, vit sigldu, tí vit vistu ikki um
annað enn at sigla.«
Andrias liggur undir loki meðan hesar
reglur verða skrivaðar og eg hugsi um
hansara alsk til skrivaða orðið og til
pennin. Hann dugdi væl at skriva, hann
dugdi væl at taka til, og hann hevur ríkað
føroysk bløð við mongum gullkorni.
Hann var eitt natúrtalent við penninum.
Eg hugsi um kærleikan hjá Andriasi til
mín, sum eg havi merkt alt lívið. Tey
fyrstu árini haldi eg, at tað var tað, at eg
var uppkallaður ordiliga eftir abba, sum
tann einasti í familjuni, ið gjørdi at hann
forkelaði meg næstan uttan mátahald og
síðan gjørdi ikki verri, at eg valdi
skriving sum mína yrkisleið. Og hóast
lívsleiðin hjá mær á yngri árum mangan
var, stikk tað øvugta av tí sum sum
Andrias skilti við eina skilagóða lívsleið,
so nartlaði tað ikki burtur av kærleika
hans, heldur tvørtur í móti.
Andrias hevur lagt nógv góð klípi í
mítt lív og akkurát nú, meðan eg skrivi,
rennur fram fyri meg, hvussu góður
Andrias var við tey menniskju, sum hann
var góður við. Eg hugsi um teir menn,
hann sigldi saman við, og teir har í mill-
um sum gjørdust hansara vinir. Sum
nýklaktur pensionistur, hevði hann eina tí
størstu privatu telefonrokningina í land-
inum, tí hann helt regluliga sambandið
við sín vinaskara og hesin var ikki lítil.
Andrias forgudaði sínar vinir, og vit
sum kendu hann duga søgurnar uttan at
um Jens Klæmint, um gamla Kjølbrø, um
sítt ættfólk í Oyndarfirði og aðrar staðir,
um vinirnar í Betestda, um Reyða Símin,
um Jákup Wentzel í Kollafirði, um Vic-
tor Danielsen, Dávamennirnar, Godfred
Thomsen í Gøtu, um Garðamenninar, um
brøðurnar í Havn og kring alt landið og
um so nógv onnur og kanska nógv týdn-
ingarmiklari, men sum ikki renna fram
fyri meg akkurát nú.
Andriast flutti Klaksvíkar eftir kríggið
og giftist við Linu hjá Klokkaranum, eitt
ediligt og elskiligt friðarmenniskja og
hóast hon nú hevur verið deyð í fleiri ár,
so hoyri eg enn fyri mær hennara mjúku
rødd, tá hon plagdi at taka telefonina á
Bumahamri og siga: »Fimmhálvtrýss-
fimmhundraðogfimm og tjúvee.«
Andrias kom úr eini bygd, ið var fast
meitlað í grundarsteinarnar á fólkakirkj-
uni, og hann kom úr einum andaliga virk-
num heimi, har bæði mamman og pápin
vóru umvend og talaðu og bóru fram
vitnisburð á møtum. Og í Klaksvík talaði
andin til hann við eini heilt aðrari tungu
og vekti hann upp til eitt nýtt lív, sum á
mangan hátt, tá og eisini í dag, er ørvísi
enn í fólkakirkjuni. Persónliga vekingin
og nýggi andaligi heimstaðurin, Brøðra-
samkoman, var eitt djarvt stig at taka hjá
hesum unga oyndfirðingi fyri góðum
hálvt hundrað árum síðan og tað hevur
neyvan verið heilt uttan rembingar fyrstu
árini, tí Lina hjá Klokkaranum var ikki
minni knýtt at kirkjuni enn Andrias á
Marknagili. Men at enda vann kærleikin,
sum er størstur av øllum, og Andrias
angraði ongantíð, at hann fylgdi síni
samvitsku og kallan.
Sólin var ikki farin niður klokkan átta í
kvøld uttanfyri í tí spírandi urtagarðinum
í nýggju húsum okkara í Hoyvík, sum
Andrias ongantíð vitjaði, tí hann legðist
fyri ein vind, lammaður og fjøtraður heili
fimm ár áðrenn hann slapp higani mána-
kvøldið. Og meðan sólin smeltaði niður í
grótið á Húsareyni, tann æviga kelda til
lív, sendi eg Andriasi ein heitan tanka,
nú hann mót vestri var á flogi, til tað
land, ið hann visti lá fyri framman. Hann
var í góðum hondum á lívi og hann er
ikki í minni góðum hondum, nú hann er
deyður.
»Tú var mær ein góður farbróður,
Andrias, vit síggjast!«
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Minningarorð um Andrias á Markagili
Hósnáttina 1. mei andaðist Poul Justinus-
sen í Klaksvík, 84 ára gamal. Poul var
føddur í Svínoy 20. mei 1918 og var
miðlingasonur Anniku úr Yvirstovu og
Olivur, bónda Uppi í Húsi. Hinir báðir
synirnar hjá Anniku og Olivuri vóru Jutt,
sum er føddur í 1916 og býr í Svínoy, og
Karl, føddur í 1920 og deyður í 1972. Jutt
tók við festinum Uppi í Húsi og seinni
eisini við festinum í Yvirstovu. Hann
giftist við Petru úr Svínoy, sum doyði
stutt fyri jól í fjør. Karl varð lærari í
Svínoy í mong ár. Hann giftist við Turið,
sum er úr Kunoy.
Olivur doyði ungur av sjúku. Poul var
ikki meira enn 6 ár, tá hann misti pápan.
Poul var sjómaður øll síni bestu ár.
Hann var ikki rættiliga komin til mans, tá
hann fór at rógva út við opnum báti
saman við øðrum svínoyingum. Seinni
fór hann til skips við Polo, sum
mammubeiggin Símun hjá Póli førdi og
átti saman við Kjølbro.
Saman við øðrum keypti Poul í 1946
Fuglberg úr Danmark, og henda stóra
bátin átti hann og førdi í so mong ár, at í
Klaksvík varð hann ikki kallaður annað
enn Poul á Fuglberg.
Heimferðin úr Danmark við Fuglberg
er tiltikin. Teir komu í januar mánað
1947, og ferðin gjørdist sera ring. Teir
komu í ódnarveður, fingu ein øgiligan
sjógv, og báturin vann ikki upp fyri holv-
ingina, men gleið eftir hekkuni niður
aftureftir, holvdist í hjólingini og reisti
seg uppaftur á rættkjøl. Við øðrum
orðum: báturin fór runt. Teir róku nú í
ódnarveðrinum, til trolarin Norðbúgvin
kom fram á teir 170 fjórðingar í ein land-
nyrðing úr Kallinum. Teir komu á
Klaksvík 12 dagar eftir, at teir vóru farnir
úr Danmark.
Poul á Fuglberg førdi stóra veiðu til
lands. Hann gjørdi serliga nógv við at
veiða upsa við snellu og var rokskipari í
hesi veiðu.
Í seinnu helvt av fimtiárunum yvirtók
Poul allan ognarrættin til Fuglberg. Í
1971 keypti hann eisini Soli deo Gloria
og hevði so tveir bátar. Hann seldi
Fuglberg í 1983 og Áarberg, sum hann
kallaði hin bátin, í 1985.
Í 1947 giftist Poul við Elisabeth, kallað
Betti, Højgaard úr Rituvík, og tey
búsettust í Klaksvík. Hon var lærarinda í
Klaksvíkar Skúla í mong ár.
Friður verið við minninum um
systkinabarnið og gubban.
Ása Justinussen
Poul á Fuglberg deyður
C
M
Y
K
14