leygardagur 3. mai 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 84 - 3. mai 2003
Nr. 84 - 3. mai 2003
17
Sjómanstrúboðin
Torleif Johannesen
var við á North At-
lantic Fish Fair, men
tað var ikki fyri at
selja nakað. Hann
tosar við sjómenn og
vísir á arbeiðið, sum
teir gera umborð á
skipunum
HÆGRI MAKTIR
Eyðun Klakstein
Sosialurin í Runavík: Í
einum horni á stóru Fiski-
vinnustevnuni í Runavík
snýr tað seg meira um tað
andaliga enn tað verðsliga.
Við
stórum
stavum
stendur »Føroyska Sjó-
mansmissiónin« á einum
skelti, og í meldrinum av
flakalinjum, trukkum, am-
boðum og ymiskari útgerð
leggur hetta hornið seg á
annan bógv. Tí her liggja
andaligar bøkur, sjónbond
og sálmabøkur.
Hvat selir tú?
– Evangeliið er so dýrt, at
eingin kann keypa tað, men
samstundis fæst tað bara
ókeypis, svarar Torleif Jo-
hannesen, sjómanstrúboð-
ari, í eini knappari vending.
Hann hevur fingið sær
eitt lítið horn á matstað-
num, sum Sjómansheimið í
Runavík hevur í einum av
høllunum, og hann heldur,
at tað er upplagt, at hann er
við á stevnuni.
– Sjómansmissiónin vil
vera ein natúrligur partur
av fiskivinnuni, og tí vilja
vit eisini vísa andlit á hesi
stevnuni, sigur hann.
Heilsan frá Jesusi
Vanliga leitar Torleif Jo-
hannesen umborð á skipini,
har hann hittir sjómenn á
máli, men seinastu dagar-
nar hevur hann hitt nógvar
siglandi menn á gólvinum á
North Atlantic Fish Fair.
– Eg havi prátað við
nógvar sjómenn, og tað er
hugaligt at hoyra, at teir eru
fegnir um okkara arbeiði.
Eg eri eisini altíð sera væl
móttikin umborð, sigur
hann.
Endamálið við arbeið-
num hjá Torleif Johannesen
er at bera orðið um Jesus.
– Mín uppgáva er at bera
eina heilsan frá Jesus, tá ið
eg komi umborð á skipini,
men tað er ymiskt, hvussu
tað liggur fyri, tí við hvørt
hava teir úr at gera, og so
vil eg ikki órógva teir ó-
neyðugt. Og onkuntíð hava
teir fingið frí, so tá vil eg
heldur ikki brúka alla teirra
tíð, greiðir hann frá.
– Men eg havi nógvar
góðar samrøður við sjó-
menn. Við hvørt er tað sam-
an við fleiri, og til aðrar tíðir
er tað undir fýra eygum.
Brúka sunnudagin
Hann hevur ikki gjørt tað
stóra burtur úr, nú hann
skuldi á fiskivinnustevn-
una, men ein faldari um
virksemið hjá Føroysku
Sjómansmissiónin er gjørd-
ur til endamálið, og hann
fer eisini at gera nyttuna
aftaná stevnuna.
– Eg plagi at bera skip-
unum sjónbond og onkrar
bøkur umborð, og eg hevði
ynskt, at øll skipini settu
eina løtu av til at vera saman
um Guds orð. Tað gjørdu øll
skipini í gomlum døgum, og
tað vildi eg ynskt, at øll fóru
at gera aftur, sigur Torleif
Johannesen.
– Tá løgdu skipin stilt
sunnudag, men tað kann
mann neyvan krevja í dag.
Hinvegin hevði tað verið
gott, um teir brúktu eina
løtu til eitt møti, og tað
kundi hóskandi verið um
sunnudagin.
Syngja við
sjónbondum
Á
sjónbondunum,
sum
hann ber umborð, er anda-
ligur sangur, og tað brúka
summar manningar, tá ið
teir eru saman til eitt møti
ella andakt, tí so gongur
sangurin betur.
Tað er Torleif fegin um at
hoyra, tí hann sigur, at
endamálið við bókunum og
sjónbondunum er nevniliga
at geva sjómonnunum nøk-
ur amboð, sum teir kunnu
brúka til at vera saman um
Guds orð.
Hevur tú fingið nakað
burtur úr hesi stevnuni?
– Eg veit ikki rættiliga,
hvat eg skal fáa burturúr.
Eg havi tosað við nógvar
sjómenn, og tað hevur verið
gott. Harafturat havi eisini
fingið onkra kontakt, sum
fer at hjálpa okkum við at
finna ein hjálparfelagsskap
í Litava, so vit kunnu senda
brúkt klæði tann vegin,
sigur hann.
Missiónin í stevnuhýri
Landsstýrismaðurin
við vinnumálum var
hósdagin á vitjan á
Fish Fair-stevnuni í
Runavík. Hann var
sera fegin um tað,
sum hann sá, og held-
ur, at tað hevur stór-
an týdning at fáa út-
lendingar hendan-
vegin til slíka stevnu
LANDSSTÝRISMAÐUR
Eyðun Klakstein
Nógvir politikarar vóru á
vitjan á stóru fiskivinnu-
stevnuna, sum varð hildin í
Runavík.
Hósdagin
var
Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur við vinnumálum, á vitj-
an, og hann var á inni á
gólvinum hjá ymiskum
framsýnarum.
– Eg eri imponeraður av
hesi stevnu, bæði av stødd-
ini og av útboðnum. Hetta
er ein góður sýnisgluggi
fyri føroyskar framleiðarar,
sigur Bjarni Djurholm.
– Stigtakararnir hava
verið dugnaligir, tí hendan
stevnan er fyrmyndarlig.
Her eru nógvir útlendingar,
og tað hevur stóra týdning,
at vit fáa teir at vitja hend-
anvegin.
Stevnan er
imponerandi
– Tá løgdu skipin stilt sunnudag, men tað kann mann neyvan krevja í dag. Hinvegin hevði tað verið gott, um teir brúktu eina
løtu til eitt møti, og tað kundi hóskandi verið um sunnudagin, sigur Torleif Johannesen, sum var við á North Atlantic Fish Fair
Mynd: Eyðun Klakstein
Bjarni Djurholm, Rodmund Nielsen og Petur Mohr Reinert vitja á básinum hjá Formula
Mynd: Eyðun Klakstein
Sigast má, at North
Atlantic Fish Fair
eydnaðist til fulnar.
- Fyri tveimum árum
síðan var stevnan ein
»succes«, men tað er
mangan torført at
endurtaka nakað,
sum eydnast so væl.
Nú hava vit sjón fyri
søgn; fiskivinnu-og
alistevnan hesaferð
var ein uppaftur
størri »succes« enn
seinast, sigur
Rodmundur Nielsen,
býráðsformaður í
Runavíkar kommunu
EFTIR FISH FAIR
Vilmund Jacobsen
Sløk 10.000 vitjandi ímóti
stívliga 7.000 fyri tveimum
árum síðan.
Hetta er úrslitið av al-
tjóða fiskivinnu-og ali-
stevnuni, North Atlantic
Fish Fair, sum hevur verið
hildin á havnalagnum í Sal-
tangará týsdagin, mikudag-
in og hósdagin í vikuni,
sum fer.
Fyrireikararnir, Áki í
Skemmuni
og
Andrias
Jacobsen, eru ovfarnir og
sera væl nøgdir við undir-
tøkuna, sum framsýningin
hevur fingið.
Fleiri vitjandi enn í
Glasgow
Andrias sigur, at altjóða
fiskivinnu- og alistevnan í
Føroyum hesaferð hevur
verið nógv betur vitjað enn
stevnan, sum hildin verður í
Glasgow.
- Tað hevur víst seg, at
undirtøkan fyri stevnuni í
skotska stórbýnum hevur
verið minkandi seinastu
árini, og ein orsøk kann
vera, at hon verður hildin á
hvørjum ári, sum ivaleyst
er ov ofta.
Sum skilst, er North
Atlantic Fish Fair væl betri
vitjað í ár enn stevnan, sum
hildin varð í Glasgow fyrr í
ár.
- Vit eru ovfarnir og
ógvuliga fegnir um, at alt
hevur gingið so væl hesa-
ferð.
Andrias sigur, at tað
verður ongantíð soleiðis, at
alt gongur eftir vild, tá ið
eitt so stórt og umfatandi
tiltak skal reisast á føtur.
- Men tá ið úrslitið fyri-
liggur, og tað hevur gingið
so væl sum hesaferð, eru
øll glað, og tað eru vit
eisini, sigur Andrias Jacob-
sen.
Stórur vilji
Við døgurðaborðið umborð
á Norrønu hóskvøldið eftir,
at stevnan var liðug, segði
býráðsformaðurin í Runa-
víkar
kommunu,
Rodmundur Nielsen:
- Eg eri ómetaliga errin
av tykkum báðum, Andriasi
Jacobsen og Áka í Skemm-
uni, sum eiga størsta heið-
urin av hesum tiltaki. Men
vit eiga ikki at sovna í stolt-
leikanum, legði hann aftrat.
Rodmundur segði, at
North Atlantic Fish Fair
hevur sett Føroyar, Eystur-
oynna og Runavíkar komm-
unu á heimskortið.
- Stevnan er eitt úrslit av
samstarvi og vilja millum
fleiri partar her í kommun-
uni.
Hann rósti Skipafelag
Føroya og reiðaravirkinum,
Beta, fyri, at feløgini vildu
leggja virksemið niður,
sum hann tók til, meðan
stevnan hevur verið.
Goymslubygningarnir
hjá hesum feløgum vóru
nevniliga ein partur av
framsýningarøkinum.
At enda heitti býráðs-
formaðurin á øll, sum vóru
komin saman til døgurða-
borðið, um at reisa seg og
rópa hurrá fyri stigtakar-
unum og tiltakinum, sum
nú er liðugt á hesum sinni.
Á havnalagnum
Áki í Skemmuni takkaði
øllum teimum, sum høvdu
viðvirkað til, at North
Atlantic Fish Fair kundi
haldast undir so góðum
umstøðum.
- Runavíkar kommuna
hevur gjørt ein stóran inn-
sats, har býurin hevur verið
ruddaður og spulaður.
Hann
takkaði
eisini
býráðnum fyri alla vælvild
í samband við stevnuna.
- Vit vilja eisini takka
vinnulívinum í kommununi
fyri hjálpsemi og beinasemi
og stovnum og feløgum fyri
stuðul.
Áki segði, at North At-
lantic Fish Fair ikki verður
hildin í Runavíkar komm-
unu – bert tí, at hann og
Andrias, sum stigtakarar,
búgva her.
- Hetta er best egnaða
staðið til eina slíka stevnu.
Eg veit ikki um nakað ann-
að stað í heiminum, har ein
slík stevna kann haldast á
sjálvum
havnalagnum.
Hetta halda vit, er ein
stórur fyrimunur hjá okk-
um, segði hann.
Hann helt, at tað einasta,
sum hevði gjørt økið upp-
aftur betur egnað, hevði
verið, um øll stevnan kundi
verið undir taki, og at eitt
hotell var á staðnum.
Tað var rættiliga kalt í
tjøldunum tann fyrsta dag-
in, tá ið væl var av vindi,
men mikudagin var longu
lýggjari, og hósdagin var
alt, sum tað skuldi, segði
Áki í Skemmuni.
Fleiri vitjandi á Fish Fair enn í Glasgow
- Hetta er best egnaða staðið til eina slíka
stevnu. Eg veit ikki um nakað annað stað í
heiminum, har ein fiskivinnustevna kann
haldast á sjálvum havnalagnum. Hetta halda
vit, er ein stórur fyrimunur hjá okkum, heldur
Áki í Skemmuni
- Eg eri ómetaliga errin av tykkum báðum, Andriasi og Áka,
sum eiga størsta heiðurin av hesum tiltaki. Men vit eiga ikki
at sovna í stoltleikanum, segði Rodmundur Nielsen við
døgurðaborðið umborð á Norrønu eftir, at hurðarnar á North
Atlantic Fish Fair vóru lætnar aftur.
C
M
Y
K
17
16