leygardagur 3. mai 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 84 - 3. mai 2003
Nr. 84 - 3. mai 2003
19
- Eg haldi, at fyrireik-
ararnir hava megnað
hetta tiltakið ógvuliga
væl, sigur løgreglan í
Runavík, sum als
ongar trupulleikar
hevur havt av, at út
við 10.000 fólk vitj-
aðu á North Atlantic
Fish Fair týsdagin,
mikudagin og hós-
dagin
EFTIR FISH FAIR
Vilmund Jacobsen
Á seinasta stevudegnum,
hittu við løgreglumannin,
Schandorff Vang, sum í
sínum arbeiði var fram við
á North Atlantic Fish Fair.
Schandorff visti at siga,
at alt hevði gingið væl, og
at løgreglan ongar trupul-
leikar hevði havt av hesum
stóra tiltaki, sum nú at enda
dróg út við 10.000 fólk til
Runavíkar kommunu.
Hann segði, at hóast
nógv fleiri bilar enn vanligt
koyrdu og parkeraðu í økin-
um, elvdi hetta als ikki til
nakrar trupulleikar, tí park-
eringsviðurskiftini
á
havnalagnum eru so góð,
og her er so rúmligt.
Spurdur, um løgreglan
hevði havt trupulleikar av
rúsaðum
fólki,
segði
Schandorff, at tað høvdu
tey ikki.
- Vit eru ikki boðsendir
til nakað sum helst, og
eingin hevur sovið í det-
entiónini.
Løgreglumaðurin visti tó
at siga, at onkur er tikin fyri
at koyra við kenning,
meðan stevnan hevur verið.
Gekk stak væl
Sosialurin hitti eisini løg-
reglumannin, Kurt Ras-
mussen, sum var á vakt
fríggjanáttina, tá ið stevnan
var liðug, og Norrøna
skuldi loysa um 04-tíðina.
Vit spurdu hann, hvussu
henda seinasta náttin gekk,
og hvussu tað mundi gang-
ast at fáa alt fólkið, sum
vitjaði umborð á Norrønu
hesa seinastu náttina, í land
aftur.
- Eg vil siga, at løgreglan
hevur ongar sum helst trup-
ulleikar havt av hesum
stóra tiltaki. Vit eru ongan-
tíð boðsendir til nakað, og
tað taka vit sum tekin um,
at alt hevur gingið væl.
Kurt Rasmussen heldur,
at
fyrireikararnir
hava
megnað
hetta
tiltakið
ógvuliga væl.
- Teir hava sjálvir skipað
fyri, at bilar, sum vitjaðu
økið, sluppu at parkera, og
vit mugu siga, at hetta
hevur eydnast teimum til
fulnar, tí her hava als eingir
trupulleikar verið.
Øll í land aftur
Spurdur, hvussu tað mundi
gangast at fáa fólk í land
aftur av Norrønu, tá ið hon
skuldi loysa um 04-tíðina,
sigur Kurt Rasmussen:
- Vit hava einki hoyrt um,
at alt ikki hevur gingið væl,
og vit vórðu ikki boðsendir
til nakrar sum helst upp-
gávur.
Løgreglumaðurin sigur at
enda, at tveir bilførarar eru
tiknir við kenning í økin-
um, meðan North Atlantic
Fish Fair hevur verið hildin.
EFTIR FISH FAIR
Vilmund Jacobsen
Onkur helt, at fjølmiðlar-
nir í ov stóran mun høvdu
hug at fokusera ov nógv
uppá turrleggingina av
Norrønu, tá ið tað gjørdist
greitt, at eingin skeinking
fór at vera aftur við mat-
inum umborð.
Tað er møguligt, at
heldur nógv bleiv gjørt
burtur úr hesum. Hin-
vegin argaði tað mong –
fyri ikki at siga øll, tú
møtti á North Atlantic
Fish Fair, at føroyska
rúsdrekkalógin
er
so
ótíðarhóskandi, at tey,
sum ótu umborð á Nørr-
ønu, ikki skuldu kunna
leska sær við eini øl ella
víni afturvið tí annars so
frálíka matinum umborð.
Tað er ikki at taka
munnin ov fullan, um sagt
verður, at tað serliga vóru
føroyingar, sum hildu
hetta vera størstu skomm
av verðini.
317 barrir
Í staðin fyri at loyva
matstovunum umborð á
Norrønu at skeinkja øl og
vín, gingu fólk í Rúsuna í
Saltangará at keypa sær
løgir, sum tey partvís
bóru oman í kømrini um-
borð á Norrønu.
Í práti við Ólav Hovs-
garð, skipara á Norrønu,
segði hesin, at í staðin fyri
at loyva skeinking á mat-
stovuni, vóru nú 317 barr-
ir umborð á Norrønu.
Hann hevði tó ikki hug
at tosa meira um hetta, tí
rúsdrekkalógin er ein pol-
itiskur spurningur.
Freistandi er tó at
spyrja, hvar moralurin hjá
okkum føroyingum er.
Fokuseraðu uppá
turrleggingina
Løgreglan ongar trupulleikar av Fish Fair
Løgreglan í Runavík hevur ongar sum helst trupulleikar havt av altjóða fiskivinnu-og alistevnuni, North Atlantic Fish Fair. - Vit
eru ongantíð boðsendir til nakað, og tað taka vit sum tekin um, at alt hevur gingið væl. Eg haldi, at fyrireikararnir hava megnað
hetta tiltak ógvuliga væl, sigur Kurt Rasmussen, løgreglumaður. Schandorff Vang, sum eisini hevur verið á vakt, er samdur við
starvsbróðurin
-Við hesar samráð-
ingar skal verkafólkið
fáa ágóðan av tí bú-
skaparvøkstri, sum
farin er fram, við
einari lønarhækking,
ið munar. Vit koma at
halda fast við kravið
um eina munandi
hækking av tímaløn-
ini, tí tað er ikki lønin
hjá verkafólkinum, ið
koyrir nakað á heysin
í samfelagnum og ei
heldur skaðar hon
nakað kappingarføri
segði Ingeborg Vinth-
er, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag í 1.
Mai røðu síni á Vagl-
inum í Havn. Vit
prenta røðuna
1. MAIRØÐA
- Nú halda vit so aftur 1. mai
– alheims arbeiðaradagin.
Hvar vit hava møguleika at
gera
upp
støðuna
hjá
verkafólkinum her á landi.
Land okkara hevur seinasti
árini verið fyri stórum
búskaparvøkstri,
reypað
hevur verið av frá sam-
gonguni, um allan tann pen-
ing, ið landskassin kundi
leggja til góðar og seta inn í
landsbankan, ja, tað er so
nógvur peningur, at vit
føroyingar hava ráð at lata 1
mill. kr. um dagin av blokk-
inum aftur til danska statin.
Men halda tit, at nakar av
hesum
samgongulimum
hevur hugsað um ella virkað
fyri, at verkafólkið skuldi
fáa sín part av hesum bú-
skaparvøkstri ella tey veiku
og eldri í okkara samfelag?
Nei, hvørki verkafólk ella
hesi síðst nevndu hava fing-
ið ágóðan av tí búskapar-
vøkstri, ið fram er farin hesi
seinasti árini.
Tí krevja vit verkafólk, at
við hesar samráðingar skal
verkafólkið fáa ágóðan av tí
búskaparvøkstri, sum farin
er fram við einari lønar-
hækking, ið munar.
Í løtuni eru vit í tí støðu,
at øll arbeiðarafeløgini
stríðast fyri at fáa betur
sømdir fyri okkara verka-
fólk, men sum altíð gongur
hetta ógvuliga strilti. Tað
vísir seg, at verða mest sum
ómøguligt at fáa nakran
munandi bata fyri okkara
verkafólk.
Og tá fakfeløgini hjá
okkara verkafólki krevja
nakrar krónur í hækking
uppá tímalønina verða allar
forðingar gjørdar fyri, at
tað ikki verður ráð til nakað
sum helst.
Nú verður sagt, at real-
lønin hjá løntakaranum
skal verða vaksin við heili
8% og skattalættin, ið verð-
ur givin, skal gera keypi-
orkuna hjá tímaløntum
uppaftur betur.
Men lat tað verða gjørt
greitt, at tey tímaløntu hava
ikki fingið størri keypiorku
seinasti árini og skattalættin
er bert eitt eiti fyri lágu
inntøkurnar - skattatrýstið er
hægri nú enn í 1997.
So Arbeiðsgevarafelagið
skal gera sær heilt greitt, at
vit koma at halda fast við
kravið um eina munandi
hækking av tímalønini, tí
tað er ikki lønin hjá verka-
fólkinum, ið koyrir nakað á
heysin í samfelagnum og ei
heldur skaðar hon nakað
kappingarføri.
So Arbeiðsgevarafelagið
kann nísta og tvína sum tað
vil, vit fara at halda fast um
krøv okkara – tí tey eru
rættvís.
Almenni arbeiðs-
marknaðar-
politikkurin
Hyggja vit uppá Arbeiðs-
marknaðarpolitikkin
hjá
sitandi
samgongu
má
ásannast, at førdi politikk-
urin ikki er til nakran frama
fyri okkara verkafólk.
Karensdagarnir
blivu
avtiknir í juni 2001, so
verkafólkið fekk sjúkrapen-
ing frá fyrsta degi og vóru
tey tá líkastillað við aðrar
lønmóttakarar, eitt nú tey
alment løntu.
Men tíverri toldi sitandi
samgonga ikki, at landskass-
in skuldi gjalda karensdagar
fyri verkafólkið. So broyttu
teir lógina aftur, so nú eitur
tað, at arbeiðsgevarnir skulu
gjalda karensdagarnar. Hetta
kemur so at ganga út yvir
tey, ið eru veik. Eru tey ov
ofta sjúk fáa tey sekkin, tað
er tað fakfeløgini ávaraðu
um, og tað hevur FAG boðað
frá, at arbeiðsgevarnir koma
at gera.
Hetta rakar bara verkafel-
øgini og limir teirra, um-
framt at tað órógvar sam-
ráðingarnar, tí arbeiðsgev-
ararnir brúka tað sum eina
økta lønarútreiðslu, men
hesin trupulleiki rakar ikki
tey alment løntu fakfeløgini
og limir teirra. Soleiðis ger
politiski
myndugleikin
missmun á løntakarunum.
Næsta kupp samgongan
gjørdi móti teimum tíma-
løntu var at broyta barns-
burðarlógina og skerja rætt-
in hjá teimum tímaløntu og
øðrum lágløntum, so hesi
mistu eina einar 3.000-
4.000 kr. um mánaðin.
Politiska rákið her á landi
fer alt meira tann vegin, at
løntakarar missa inntøkur
og aðrar tænastur. Tí tær al-
mennu tænastunar skulu
privatiserast við brúkara-
gjøldum, hetta verður gjørt
í smáum, so brúkarin ikki
skal merkja tað.
Sjónvarpsgjaldið
er
hækkað við 500 kr. um
árið, ikki tí at tað hevur giv-
ið okkum betur sjónvarp.
Sjúkrakassin er hækkaður,
ansingargjøld av børnum
eru hækkað. Og soleiðis
kann ein halda áfram, um
hvussu tann politiski mynd-
ugleikin leggur byrðu oman
á byrðu á løntakaran.
Í 5 ár er tann almenni
sektorurin vaksin við 1,1
milliard kr., uttan at tað er
komið teimum sjúku og
veiku til góða – tey, sum
veruliga hava brúk fyri
umsorgan og hjálp.
Prísansing er ongin og
ongin brúkarapolitikkur, so
handilsfólk hava frítt at
gera sum teimum listir við
vøruprísinum, ið støðugt
hækkar og ger tað alt dýrari
at liva fyri tað vanliga
verkafólkið.
Ágangur móti
fakfelagsrørsluni
Sjálvt um umboð fyri allar
samgonguflokkarnar hava
úttalað, at teir ikki vildu
brúka fútarættin mótvegis
fakfeløgunum, so hevur
samgongan 2 ferðir hesi
seinastu árini brúkt fúta-
rættin í stríði sínum móti
fakfeløgunum.
Fyrsta
málið
var
tá
Fíggjarmálaráðið og Fiski-
málaráðið fingu fútarættin at
seta fútabann móti tí aftur-
svari, sum Føroya Skipara-
og Navigatørfelag hevði
givið Fiskimálaráðnum, tá
ráðið noktaði at brúka limir í
Navigatørfelagnum,
sum
vóru í føstum starvi hjá
Fiskiveiðieftirlitinum.
Aðru ferð var, tá Heilsu-
málaráðið brúkti fútarættin
móti
Havnar
Arbeiðs-
mannafelag. Hóast vøkru
orðini um, at samgongu-
flokkarnir ikki vildu brúka
fútarættin móti fakfeløgun-
um, so koyra málini fram-
vegis í rættinum, og eingin
av
samgonguflokkunum
hevur tikið stig til at taka
aftur hesi mál. Hetta eru
dømi um, at samgongu-
flokkarnir als onga virðing
hava fyri føroysku fakfel-
agsrørsluni.
Vanlukkutryggingar-
lógin
Landsstýrismaðurin í al-
mannamálum hevur fyri
stuttum lagt uppskot um
nýggja vanlukkutrygging-
arlóg fyri Tingið.
Hóast fakfeløgini áður
hava gjørt vart við, at
neyðugt er at slík lóggáva
tryggjar teimum, sum koma
til skaða eitt endurgjald,
sum dekkar veruliga inn-
tøkutap teirra, so tykjast
fakfeløgini at tosa fyri
deyvum oyrum, tí lands-
stýrismaðurin leggur upp
til, at vanlukkutryggingin
bert skal dekka 80 % av
einari vanligari arbeiðs-
mannaløn, og hetta fer at
gera, at tey, sum koma til
skaða, ikki kunnu klára
fíggjarligu skyldur sínar.
Hendan lóggáva fer fyrst
og fremst at raka tey lægst-
løntu, tí tað eru tey, sum
ikki hava møguleika fyri at
spara upp at standa ímóti
við, um slíkur vanlukkutil-
burður hendir, og tí er vandi
fyri at tann, sum fær ar-
beiðsskaða má fara frá hús
og heimi.
Er tað veruliga tað sum
okkara politikarar ynskja?
Fólkapensiónin
Verandi samgonguflokkar
hava klárt meldað út, at tað
almenna ikki í framtíðini
kemur at hava ráð at gjalda
pensiónina ella eftirlønina
hjá føroyska løntakaranum,
men at fakfeløgini sjálvi
mugu skipa eftirløn fyri
egnu limir sínar.
Hetta
er
vælkendur
Fólkaflokspolitikkur, sum
hinir samgonguflokkarnir
fult út tykjast at hava tikið
undir við.
Borgarin skal sigla sín
egna sjógv, og einki sam-
haldsfesti ella solidaritetur
skal vera í samfelag okkara
- tað er politikkurin hjá
verandi samgongu.
Hetta merkir, at sam-
gongan við vilja roynir at
halda fast við tann stættar-
mun, sum er í samfelag
okkara, eisini tá fólk røkka
pensiónsaldur - t.v.s. at tey,
sum í vinnuførum árum
hava forvunnið sær mest av
peningi skulu ikki hjálpa til
at gjalda til aldurdómin hjá
teimum sum ikki hava havt
somu møguleikar, men
munurin í lønarinntøkunum
skal halda áfram tá fólk
fara um pensiónsaldur og
skulu liva av eftirlønini har
ein fær kr. 5.000,00 um
mánaðin og ein annar fær
kr. 25.000,00 um mánaðin.
Eitt tílíkt samfelag ynskja
verandi samgonguflokkar.
Samstundis tykjast okk-
ara politikarar at royna at
tryggja sær og sínum bæði
høga løn og høga eftirløn,
og hvør skal gjalda ? - jú
tað er vanligi skattagjaldar-
in, t.v.s. tú og eg sum skulu
gjalda, og nú tykjast polit-
ikararnir ikki at halda at
landskassin ikki hevur ráð,
tí tá tað er teirra egna løn
og eftirløn, so ber alt til.
Nú heldur onkur kanska,
at eg eri í so politisk, men
sum umboð fyri løntakaran
hava vit bæði rætt og skyldu
at tala at einum politiskum
stýri, sum hetta í stýrir
Føroya landi í dag, ein kann
gott siga, at ongin stýring er
í landinum, tað hevur verið
klandur og stríð av hesi
samgongu, síðan hon fekk
valdið. Fólkaflokkurin fær
allan sín borgarliga politikk
ígjøgnum uttan at Tjóðveld-
isflokkurin maktar at støðga
teimum.
Landsstýrisfólk
verða skift út aðru hvørja
løtu, so ein gøla avloysir ta
næstu á politiska vígvøllin-
um - hetta er so tað politiska
stýrið í Føroyum í løtuni.
Til seinast skal mín áheit-
an verða til øll verkafólk
kring land okkara, latið
okkum standa saman, sam-
an eru vit sterk og tá skulu
vit nokk vinna stríðið sjálvt
um tað kann blíva hart í
endaspurtinum av hesum
samráðingunum.
Verkafólkið skal hava ágóða av
búskaparvøkstrinum
Borgarin skal sigla sín egna sjógv, og einki samhaldsfesti ella solidaritetur skal vera í samfelag okkara - tað er politikkurin hjá
verandi samgongu
C
M
Y
K
19
18