leygardagur 3. mai 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 • leygardagur • 3. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
B68-KÍ:
Allan og Ove ivasamir
Hjá B68 eru allir
spælararnir tøkir,
meðan tveir av
lyklaspælarunum hjá
KÍ eru rættuliga
ivasamir undan
fjórðingsfinaluni,
sum verður
seinnapartin í dag
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Tá ið KÍ í 1991 vann FM
fyri fyrstu ferð í nítjan ár,
var Petur Mohr, sum nú
hevur ábyrgdina av B68,
venjari.
Millum
ungu
spælararnar, sum vóru við
til at vinna FM heitið til
Klaksvíkar, vóru Jan Joen-
sen og Olgar Danielsen. Nú
eru hesir ávikavíst venjari
og hjálparvenjari hjá KÍ.
Hvørki B68 ella KÍ vóru
sannførandi í bólkaumfar-
inum, og leingi var møgu-
leikin stórur fyri, at bæði
toftamenn og klaksvíkingar
ikki skuldu halda fram í
kappingini. Men so lagaði
tað seg soleiðis, at bæði
liðini endaðu á næstfremsta
plássinum, og tá ið B68 var
besti tveyarin hevði tað við
sær, at teir eiga heimavøll í
fjórðingsfinaluni. Dysturin
verður spældur seinnapart-
in í dag klokkan 17.15.
Felags fyri B68 og KÍ er,
at feløgini ikki hava serlig-
ar steypatraditiónir. KÍ hev-
ur vunnið FM seytjan ferð-
ir. Steypahagtølini siga, at
KÍ finalusigrarnir bara eru
fimm – ísafjarðarsúlusigrar
í 1966 og 1967 og finalu-
sigrar í kappingini um løg-
manssteypið í 1990, 1994
og í 1999.
B68 hevur vunnið trý FM
heiti – í 1984, 1985 og í
1992 – men B68 hevur
framvegis fyrsta finalusig-
urin í steypakappingini til
góða. Næst við vóru teir í
1995, tá ið teir fyri fyrstu
og higartil einastu ferð vóru
í finaluni. Tá var Petur
Mohr eisini venjari. Ta
ferðina tapti B68 ímóti HB.
B68 er væl fyri undan
fjórðingsfinaluni.
Øssur
Jacobsen
hevur
verið
skaðaplágaður, men hann
venur aftur við fullari ferð.
Jan Ingi Petersen og Fróði
Benjaminsen skulu í dag
vísa, at tað ikki bara er á
landsliðnum, at tað er
dugur í teimum á miðvøll-
inum. Saman við Hans
Fróða Hansen vóru teir or-
saka av landsdystunum
ímóti Kasakstan burtur frá
B68 venjingini í eina lítla
viku.
Lyklaspælarar
ivasamir
Hjá KÍ er ikki so væl
vorðið, sum tað er hjá B68.
Allan Joensen er sera iva-
samur, og Ove Nysted
gavst beinanvegin at venja
hóskvøldið. Í gjárkvøldið
skuldi KÍ hava lætta venj-
ing, og tá fekst at síggja,
um haldið í rygginum hjá
Ova var horvið.
Allan
Joensen
varð
skaddur í tjúkkanum undir
venjing
á
landsliðnum
mánadagin. Hann hevur
ikki vant síðani, og tað er
rættuliga ivasamt, um hann
verður tøkur í dag. Ove og
Allan verða mettir sum
tveir av týdningarmestu
spælarunum hjá KÍ.
Undan skaðunum kendi
KÍ venjarin, Jan Joensen,
seg at hava fimtan spælarar,
ið bilaðu til tey ellivu
plássini. Erling Fles og
Eyðun Klakstein hava stað-
ið seg væl í álopinum í
trimum teimum síðstu dyst-
unum í bólkaumfarinum,
og Sámal Eyðfinn Poulsen
hevur víst sera góðan
stríðsvilja. Men nú er tað
okkurt, sum bendir á, at
venjarin ikki verður noydd-
ur at seta fleiri góðar spæl-
arar á beinkin í dag.å
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um
Løgmanssteypið
03.05
17.15
B68-KÍ
Birgir Sondum
04.05
15.00
GÍ-FSV
Eiler Rasmussen
04.05
15.00
EB/S-B36
Petur Skarðenni
04.05
16.00
NSÍ-HB
Suni Johansen
Nú er eisini gjørt av,
hvørjir skulu manna
manslandsliðið í
flogbólti á Oyggja-
leikunum
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Eins og hjá kvinnunum,
so høvdu Jesper Briox og
Suni Hansen ein brutto-
hóp til venjingar um viku-
skiftið. Venjingar, sum
skuldu gera av, hvørjir teir
12 skuldu verða, sum
sleppa við á komandi
oyggjaleikirnar.
Umframt oyggjaleikir-
nar, so er ætlanin hjá FBF,
at menninir á sama hátt
sum
kvinnurnar
fáa
møguleikan at taka lut í
evropeisku kappingini í
C-bólkinum, umframt at
venjingardystir vónandi
verða leiktir móti Íslandi.
Teir 12, sum nú hava
fingið boð, eru hesir:
Bartal Eliasen, ÍF
Johan Petur á Stongum, SÍ
Rúni Weihe, ÍF
Andrass Jógvansson, Fleyr
Ragnar Petersen, Fram
Jan Áki Olsen, ÍF
Bárður Bendix
Mikkelsen, Holte Volley
Johan Nielsen, ÍF Føroyar
Jen Heri Bolstad
Mortensen, Fram
Odd Eliasen, ÍF
Heini Weihe, Fram
Suni Juul Petersen, Fram
Manslandsliðið
klárt
Allan Joensen er saman við
Ova Nysted ivasmur til
dystin móti B68, og í so máta
man tað koma illa fyri, at
hann er framskundaður til
leygardagin
21
20
Nr. 84 - 3. mai 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Setti sjálvur eld á
Ein svenskur sløkkiliðsmaður hevur viðgingið, at hann
var upphavsmaðurin til fleiri eldsbrunar.
Sambært blaðnum Expressen var sløkkiliðsmaðurin
komin í fíggjarligar trupulleikar, eftir at hann hevði
keypt sær hús, bil, sjónvarp o. a. Hann hevði ilt við at
gjalda alt, og tá lánveitararnir fóru at gera vart við seg,
fann maðurin upp á ráð. Hann visti, at hann kundi fáa
164 krónur eyka fyri tann fyrsta tíman og síðani 109
krónur hinar tímarnar, hvørja ferð eldur var í
onkunstaðni.
Løgreglan í Pålsboda stóð á berum, tá ikki færri enn
ellivu eldsbrunar herjaðu býin seinasta summar, men
sum frá leið eydnaðist tað løgregluni at staðfesta, at her
ruggaði ikki rætt. Nú hevur sløkkiliðsmaðurin so
viðgingið, at tað var hann, sum setti eld á - fyri at fáa
pengar til at gjalda skuldina.
Ov nógvir bøndur
Kommunistaflokkurin í Kina er komin til ta niður-
støðu, at landið hevur alt ov nógvar bøndur.
Umleið 69 prosent av øllum kinesarunum ella einar
900 milliónir fólk búgva á bygd, men nú hava myndug-
leikarnir gjørt av at flyta ein stóran part av teimum inn
í býirnar at búgva. Tilsamans er talan um millum 150
og 380 milliónir fólk, og tey næstu tjúgu árini ætla
myndugleikarnir at flyta millum 12,5 og 19 milliónir
fólk av bygd inn í býirnar. Málið er, at um tjúgu ár
skulu bert millum 40 og 50 prosent av kinesiska fólk-
inum búgva á bygd.
Samstundis ætla myndugleikarnir at seta eina rúgvu
av almennum arbeiðum í gongd fyri at forða fyri ar-
beiðsloysi. Eitt nú er ætlanin at bøta um sam-
ferðslukervið við at leggja eina jarnbreyt til Tibet og at
grava eina veit frá Yangtze-ánni norður til Beijing.
Samstundis skal landbúnaðurin nútímansgerast.
Kuffertið sprongdist
Ein maður, sum arbeiddi á flogvøllinum í jordanska
høvuðsstaðnum Amman, doyði, tá eitt kuffert brádliga
fór í luftina.
Jordanska løgreglan sigur, at ein japanskur tíðinda-
maður átti kuffertið, og tíðindamaðurin er nú tikin. Tíð-
indastovan Petra skrivar, at tíðindamaðurin hevði verið
í Irak, og at hann hevði tikið eina granat við sær sum
eitt minni um kríggið í Irak.
Kuffertið skuldi umborð á eitt flogfar hjá egyptiska
flogfarinum EgyptAir, sum stóð í floghavnini í
Amman. Jordanska løgreglan sigur, at bæði starvsfólk
og ferðafólk gjørdust ræðslusligin, tá granatin í kuffert-
inum brast.
Loysir seg ikki at gera
pengar
Norski tjóðbankin hevur gjørt av at, at arbeiðið at gera
norskar myntir og pengaseðlar skal bjóðast út. Orsøkin
er stutt sagt, at tað loysir seg ikki hjá bankanum at gera
arbeiðið. Útreiðslurnar eru lutfalsliga stórar, og har-
afturat noyðist tjóðbankin at gera íløgur í nýggja útgerð
um stutta tíð, skal hann framvegis gera seðlarnar og
myntirnar.
Leiðslan í tjóðbankanum hevur longu tosað við eina
finska verksmiðju um at gera tær norsku myntirnar, og
hesar samráðingar eru komnar so væl ávegis, at finska
verksmiðjan helst fer at gera tær fyrstu myntirnar í
2009. Arbeiðið at prenta pengaseðlarnar verður ætlandi
boðið út á altjóða marknaðinum, so prentsmiðjur víða
um heimin kunnu bjóða upp á arbeiðið.
Tað er kortini ikki tjóðbankin, sum hevur tað enda-
liga orðið at siga í slíkum málum, men fíggjarmála-
ráðið.
Arbeiðaraflokkurin
hjá Tony Blair, for-
sætisráðharra tapti
lokalvalið. Irak-krígg-
ið var orsøkin.
BRETLAND
Árni Joensen
Tony Blair, forsætisráðharri
og Arbeiðaraflokkurin vóru
fyri einum eyðmíkjandi
ósigri á bretska lokalvalin-
um hósdagin.
Arbeiðaraflokkurin misti
umleið 700 sessir, meðan
teir konservativu vunnu
542 og teir liberalu 150.
Úrslitið var so vánaligt
hjá Arbeiðaraflokkinum, at
undirtøkan er tann minsta,
sum flokkurin hevur havt
síðani í sjeytiárunum. Hó-
ast valið yvirhøvur snúði
seg um lokal viðurskifti, iv-
ast eygleiðarar ikki í, at tað
var
mótstøðan
ímóti
bretsku luttøkuni í Irak-
krígnum,
sum
kostaði
stjórnarflokkinum dýrt.
Úrslitið hevur ongan
beinleiðis
týdning
fyri
Blair og stjórnina, tí flokk-
urin hevur avgjørdan meiri-
luta í parlamentinum, og
parlamentsval verður ikki
aftur fyrr enn um trý ár.
Hinvegin hevði úrslitið
stóran týdning fyri konser-
vativa leiðaran, Ian Duncan
Smith. Hevði flokkurin ikki
fingið framgongd, hevði
Duncan Smith ivaleyst ver-
ið noyddur at leggja frá sær.
Blair fekk ein frammaná
Á dekkinum á flog-
beranum "Abraham
Lincoln" boðaði
George W. Bush, for-
seti frá, at tað hernað-
arliga kríggið í Irak er
liðugt. Men hvat nú
tað veruliga málið við
krígnum?
IRAK
Árni Joensen
Tá amerikanski forsetin í
næstsíðsta mánað boðaði
frá, at nú var kríggj í Irak,
sat hann aftan fyri skriv-
stovuborðið í Hvítu Húsun-
um. Nú hann boðaði frá, at
hetta sama kríggið yvirhøv-
ur er at enda komið, var
pallurin ein annar. Hesaferð
stóð forsetin langt úti í
Kyrrahavinum á dekkinum
á flogberanum "Abraham
Lincoln", sum er á veg úr
Persaflógvanum til San
Diego í Kalifornia.
Undan røðuni var fráboð-
að, at forsetin fór at boða frá,
at tey stóru hernaðartiltøkini
vóru liðug. Orðini eru vald
eftir
umhugsan.
Hevði
forsetin sagt, at kríggið var
liðugt, høvdu reglurnar í
Genevesáttmálanum komið
í gildi. Tær siga millum
annað, at krígsfangar skulu
latast leysir, og at tapararnir
kunnu ikki fyribeinast. Tað
hevði eitt nú borið í sær, at
Saddam Hussein kann ikki
fyribeinast, verður hann
funnin.
Harafturat var tað trupult
hjá Bush at kunngera krígg-
ið liðugt, tí amerikanskir
hermenn
verða
dagliga
álopnir í Irak. So seint sum
hósdagin vórðu sjey am-
erikanskir hermenn særdir,
og fyrr í vikuni skutu her-
menninir 16 irakar í saman-
bresti í býnum Falluja.
Eygleiðarar spyrja nú,
um tann uppgávan, sum
Bush lovaði at loysa, tá
hann boðaði frá krígnum,
er loyst. Tá segði forsetin,
at tað var neyðugt at leypa á
Irak fyri at verja Amerika
og onnur ímóti, at Saddam
Hussein og hansara yvir-
gangsvinmenn
skuldu
leypa á við sínum hópoyð-
ingarvápnum. Hann segði
seg vera sannførdan um, at
Irak hevði og fjaldi hóp-
oyðingarvápn, og at irakar
høvdu
vant
yvirgangs-
menn, eisini limir í al-
Qaeda.
Enn hava amerikanarar-
nir ikki kunnað prógva, at
forsetin segði satt, siga
eygleiðararnir. Nakrar ferð-
ir hava teir tosað um, at
hermenninir hava funnið
illgrunasamar tunnur og
annað, men prógv eru
eingi. Og teir vilja ikki
hava Hans Blix og hansara
vápnaeftirlitsmenn at leita.
Samstundis er ymiskt
hent í Irak, sum Bush
neyvan hevði í tonkunum,
tá hann boðaði frá krígnum.
Shiittiskir muslimar gera
vart við seg, og USA leggur
Iran undir at eggja teimum
til uppreistur.
Og 1. mai skipaði irakski
kommunistaflokkurin fyri
mótmælisgongu í Bagdad.
Tað kann tykjast sum lagn-
unnar speisemi, siga eyg-
leiðarar, at USA fer í kríggj
við Irak, so iraksku komm-
unistarnir kunnu koma til
orðanna. Men har var eing-
in tøkk at hóma. Á skeltun-
um hjá kommunistunum
vóru boðini greið: Amerik-
anararnir skulu av land-
inum.
Tann hernaðarligi partur-
in av krígnum er av, men
stríðið fyri friðinum er
valla byrjað.
Kríggið í Irak er liðugt
- so at siga
Bush forseti á dekkinum á flogberanum "Abraham Lincoln"
C
M
Y
K
20