Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mai 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 3. mai 2003 23 Klárar til DM Kvinnurnar í rútm- iskum fimleiki hjá Havnar Fimleikafelag eru farnar til Dan- markar at luttaka í DM sum gestaluttak- arar. FIMLEIKUR tíðindaskriv Tá ið kvinnurnar hjá Havn- ar Fimleikafelag stóðu sum vinnarar av Stórkappingini 2003, var tað við einari ótrúligari stórari gleði, størri enn vanligt, tí tær høvdu nú møguleikan at luttaka í DM í rútmiskum fimleiki, ein stór avbjóðing hjá kvinnunum. Kvinnurnar vóru ikki leingi um at taka endaligu avgerðina, at tær ætlaðu sær at luttaka í hesi kapp- ing, hóast hetta ”bert” var sum gestalið. Kvinnurnar í rútmiskum fimleiki, hjá Havnar Fim- leikafelag, vunnu sum sagt Stórkappingina 2003, sum var hildin í Kambsdali í mars mánaði. Partur av vinninginum var møguleikin at luttaka í Danmarksmeistaraskapin- um í rútmiskum fimleiki, sum gestalið. Tá ið tað tíðliga í fim- leikaárinum varð kunn- gjørt, at í ár skuldi vinnarin av Stórkappingini hjá kvinnunum sleppa at royna seg í DM í rútmiskum fim- leiki, gjørdist áhugin, sjálv sagt bara uppaftur størri at venja. Og tá ið so løtan upprann at tað var Havnar Fimleikafelag sum gjørdist vinnarin av hesum heiðrin- um annað árið á rað, ja tá fekk gleðin ongan enda. Kvinnurnar vóru ikki leingi um at taka endaligu avgerðina, at tær ætlaðu sær at luttaka í hesi kapp- ing, hóast hetta ”bert” var sum gestalið. Nógvar fyrireikingar hava verið og kvinnurnar hava vant nógv, so tá farið var av farstøðini hósmorg- unin vóru vónirnar tilstað- ar, hóast eingi nevndi tað. Hvar og nær er kappingin Kappingin kemur at ganga fyri seg í Påruphallerne í Odense og kappingin verð- ur sunnudagin 4. mai, kl. 14.00 danska tíð. Kapping- in er fyri tey allarbestu og liðini kvinnurnar koma at kappast ímóti eru 6 ítali. Hesi 6 liðini hava kvalifi- sera seg víðari frá sínum kappingum, eins og okkara hava kvalifisera seg víðari, við at vinna kappingina í herheima. Kappast verður í einari fríðari seriu og einari við hondamboðum, bóltum. Okkara kvinnur gera sein- ast í báðum íðkaðunum. Hvussu eru vónirnar Smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag, vóru ífjør gestaluttakarar í DM í rútm- iskum fimleiki, og gjørdu tær ikki minni bragd, enn at vinna kappingina. So vónirnar burdu verið góðar. Men tað er ilt at spáa um hvussu kemur at gangast kvinnunum, tí eingin av okkum kennur nakað til liðini sum tær skulu kappast ímóti, og fyri so vítt kenna vit heldur ikki støðið á hinum liðunum. Vit kunna bara ynskja teimum góðan eydnu og spent bíðar til úrslitið fyriliggur. Spenn- andi verður íhvørtfall. Takka stuðlunum Felagið og kvinnurnar ynskja at takka, SP/F Høgna Mikkelsen, Brdr. Schlie´s Fiskeeksport, P/F Bowling, Føroya Spari- kassa, Radiohandilin, Bila- sølan Øssur Johannesen, Cafe Natur, Kalli, Steen Lorenzen, Hjá Fróða, Før- oya Fimleikasambandinum og Stuðlafelagnum hjá Havnar Fimleikafelag fyri allan stuðul ið tit hava veitt, uttan hann bar als ikki til. Afturberingin av veddingarpengum í Føroyum verður nú beinleiðis knýtt at, hvat veddingin kastar av sær í Føroyum ÍTRÓTTARVEDDING tíðindaskriv Hósdagin 3. apríl hevði Sp/F Ítróttarvedding ársað- alfund. Í síni frágreiðing frá virk- seminum í farna ári greiddi nevndarformaðurin, Tor- finn Højgaard, m.a. frá, at Sp/F Ítróttarvedding hevði gjørt nýggjan sáttmála við Dansk Tipstjeneste á vári 2002. Sambært hesum sátt- mála kundu skavispøl selj- ast í Føroyum, og eru tey nú at fáa í handlunum. Í vetur hevur danska skattamálaráðið tó gjørt av at broyta donsku tipslógina. Hetta inniber, at parturin hjá Føroyum framyvir ikki verður tengdur at vinning- inum hjá Dansk Tipstjen- este, men at afturberingin til Føroya verður beinleiðis knýtt at tí úrsliti, sum spæl- ið kastar av sær í Føroyum. Tað er eysæð, at nýggja skipanin fer at seta størri krøv til marknaðarføring- ina av spølum í Føroyum. Í hesum sambandi fer Sp/F Ítróttarvedding at hava ein virknari leiklut enn áður. Spennandi verður at síggja, hvussu nýggja skip- anin fer at roynast. Nevndarformaðurin Tor- finn Højgaard handaði á aðalfundinum umboðum fyri Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðnum kekkar við upphæddunum, ið vórðu tillutaðar í ár. Ítrótta- samband Føroya fekk 3,99 mió. kr., Føroya Ungdóms- ráð fekk 1,33 mió. kr. og Mentamálaraðið fekk 1,33 mió. kr. Nevndarval var eisini á skránni. Nevndin var øll afturvald og skipaði seg eftir fundin. Nevndarlimir- nir eru hesir: Torfinn Højgaard, formaður Sigmund Poulsen, næstformaður Hans Petur Joensen Petur Elias Petersen Heðin Mortensen Jan Dam Vang Sørin Pram Sørensen Gentuliðið hjá Havnar Fimleikafelag vunnu stórkappingina, og harvið rættin at taka lut í DM- kappingini Broytt veddingarlóggáva Torfinn Højgaard handar her Andreu Eldevig vegna Føroya Ungdómsráð kekk 23 22 Nr. 84 - 3. mai 2003 EB-Streymur-B36: Gamlir kenningar hittast Stórur partur av fel- agsliðnum hevur onkursvegna eina fortíð í B36, og tað ger ikki spenningin minni, at EB/Streym- ur higartil hevur ver- ið stóra positiva yvir- raskilsið í steypa- kappingini UPPTAKT Jákup Mørk Tað er einki at siga til, at fótbóltsfepurin er høgur á Eiði og har um leiðir í hesum døgum. Eftir at felagsliðið nú í tvey ár hevur hvat eina nóg so trupla tilveru í bestu deildini, tykjast ljósari dag- ar nú at standa fyri framm- an. Í steypakappingini varð liðið fremst í sínum bólki, framman fyri bæði KÍ og VB, og nú verður tað so ein av FM-favorittunum, nevn- liga B36, sum kemur á vitjan í fjórðingsfinaluni. Einki er at siga til, at hetta eisini økir um spenningin hjá leikarunum, men har eru eisini onnur viðurskifti, sum gera seg galdandi. Ikki minst tann sannroynd, at tað í øtuni er ein lítil herur av monnum í EB/Streymi, sum onkurs- vegna áður hava havt við árstalsfelagið í Havn at gera. Ein teirra er Egil í Bø, og hann sigur seg gleða seg til dystin sunnudagin. - Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ein spennandi upp- gáva. Ikki minst nú tað hevur gingið so væl. Í øll- um førum eru fólk kring felagið ógvuliga spent, nú uppgávan er somiki stór. Til dystin sigur Egil ann- ars, at teir hava mest sum alt fólkið tókt. Einasta iva- málið er Ingi Hansen, sum hevur drigist við ein skaða. Takk og farvæl Hjá B36 eru somuleiðis mest sum allir mans tøkir. Undantøkini eru Jens Kristian Hansen og Bárður Mortansson, sum báðir hava verið skaddir í longri tíð, men í aðrar mátar tykist talan verðu um sama liðið, sum spældi seinastu dystir- nar í bólkaspælinum. B36 mundi annars senda nakrar vinarligar tankar til Vágs, tá EB/Streymur í sein- astu sekundunum bjargaði sær javnleik í Vági og harvið staðfesti víðari luttøkuna hjá B36. Sjálvt á heimasíðuni varð ein tøkk send, men nú er so eftir øllum at døma liðugt við hesum. - Sjálvandi siga vit takk fyri hjálpina, men fyri tað er tað í øllum førum ætlan- in, at tað verða vit, sum koma víðari, heldur Jákup á Borg, tá vit royna at fregn- ast um hugburðin til dystin. - Men tað verður trupult. Teir hava verið sera væl koyrandi í ár, so vit rokna á ongan hátt við nakrari lætt- ari uppgávu. Heldur tvørtur ímóti, staðfestir Jákup at enda. Ronnie Samuelsen er ein av fleiri í EB/Streyma-leguni, sum hevur ein fortíð í B36 GÍ venjarin hevur í vikuni brúkt nógva tíð at tosa ungu menninar heilt niður á jørðina, nú teir ivaleyst verða mettir at vera størstu favor- ittarnir í fjórðings- finaluni UPPTAKT Jóannes Hansen GÍ fær í morgin vitjan av FS Vágum. Ivaleyst eru tey mong, sum undan fjórð- ingsfinaluni rokna gøtu- menn sum mest uppløgdu luttakararnar í hálvfinalu umfarinum. Tað órógvar GÍ venjaran, Krzystof Popc- zynski. – Vit hava staðið okkum betri í bólkaumfarinum, enn eg hevði torað at rokna við. B36 og HB verða av mongum mett sum mest uppløgdu boðini at vinna landskappingina, og bæði liðini hava nógvar góðar spælarar. Men kortini eydn- aðist tað okkum at vinna bólkaumfarið. Tí hava vit heimavøll ímóti FS Vágum, og tað eri eg sjálvandi væl nøgdur við. Men er tað so ikki akkur- át eftir bókini, at tit eru fav- orittar í fjórðingsfinaluni? – Eg eri ikki so vísur í, at liðið hjá okkum megnar at vera støðugt. Vit hava nógvar ungar spælarar á liðnum, og ofta vísir tað seg, at ungir spælarar eru óstøðugir. Serliga í Føroy- um havi eg lagt til merkis, at tá ið tað í einum ella tveimum dystum hevur gingið einum liði væl, so er vandin stórur fyri, at teir ikki eru so væl uppsettir í næsta dystinum. Tað er hetta, sum eg havi brúkt nógva tíð til í vikuni. At siga mínum spælarum, at teir ikki vinna ímóti FS Vágum, um teir ikki eru eitt hundrað prosent uppsettir. Talan er bara um ein dyst, og tað gerst ikki umaftur, um tað kiksar í morgin. So tað er einki sum eitur, eru orðini hjá GÍ venjaranum sum seinnapartin í dag fer á Svangaskarð at fregnast. Annan sunnudag fara hann og GÍ í fyrsta umfarinum í landskappingini at fáa vitjan av KÍ, sum spælir á Toftum í dag. Hjá GÍ varð Poul Enni- garð nú eitt kvøldið skadd- ur undir venjing, og Popc- zynski roknar ikki við, at hann verður førur fyri at spæla tær báðar næstu vik- urnar. Hjá FS Vágum er tað rættuliga ivasamt, um bras- ilski verjuspælarin, Alex- ander Silva, verður førur fyri at spæla. Hann hevur ikki vant síðstu dagarnar, tí hann er skaðaplágaður. Annars eru allir FSV spæl- ararnir tøkir. FS Vágar hevur áður staðið seg væl í Gøtu, og teir vístu í bólkaumfarinum á útivølli ímóti NSÍ, at tað er ikki ógrundað, tá ið teir í Vágum hava ætlanir um at vera við, har tað gongur fyri seg. Einki er at ivast í, at pf. Vágatunnulin fer at hava ein góðan dag í morgin, tí tey verða ikki so fá, sum fara undir Vestmannasund og til Gøtu við FSV. GÍ-FS Vágar: Popczynski dámar einki at vera favorittur GÍ-venjaranum dámar lítið, at ungu menn hansara skulu roknast sum upplagdir favor- ittar ímóti uppflytarunum úr Vágoynni Finalistarnir frá í fjør hittast í Runavík, men tann dystin tykist hvørgin parturin hugsa um í dag UPPTAKT Jákup Mørk Tað verður ein endurtøka av steypafinaluni í fjør, tá HB vitjar í Runavík sunnu- dagin. Ein steypafinala, ið sum kunnugt endaði við sigri til NSÍ, og í so máta hava havnarmenninir kanska nakað at hevna. Tá tosað verður við um- boð fyri liðini bæði, er tað tó ikki hetta, sum liggur fremst í huganum. Í øllum førum ikki, tá prátað verður Jens Martin Knudsen, sum avgjørt má teljast millum royndastu leikararnar í landinum. - Eg vil ikki siga, at vit hugsa so nógv um finaluna í fjør. Men tað er klárt, at HB vanliga er eitt lið, sum kemur langt í steypakapp- ingini, so skalt tú vinna hesa, so rennur tú teg nokk í HB fyrr ella seinna. Tí er tað kanska líka so gott, at vit nú fáa teir á heimavølli. Um liðið veit Jens Mart- in at siga, at teir eru á leið so væl fyri, sum tilber. Iva- mál er um, hvussu stendur til við fótliðinum hjá Helga L. Petersen, men í aðrar mátar eru allir mans tøkir, og so er spurningurin, hvussu langt hetta røkkur. Hugsar um teir tøku Heldur ikki í HB eru stór- vegis trupulleikar av skað- um. Tað er vís, at Martin Christiansen, sum kom til felagið undan hesum árin- um, ikki verður við, tí hann framvegis dregist við skaða, men harumframt er bert ivamál um Nico Du- garu. Rumenski miðvallar- in dregist við ein vødda- skaða, men hann hevur so runnið í vikuni, og so er spurningurin, hvussu støð- an er sunnudagin. Venjarin hjá HB, frank Skytte, heldur í øllum før- um ikki, at teir skulu lata so illa at. - Viðvíkjandi skaðum, so er tað slíkt, sum kann henda í einum ári, og enn hava vit so ikki verið meira enn vanliga hart raktir. - Annars havi eg vanliga tann hugburðin, at eg ikki vil nýta orkuna at hugsa um teir leikarar, sum eru skaddir, men heldur um teir, sum eru tøkir, og her haldi eg, at vit standa heilt væl. Ikki minst er tað gleðiligt, at mest sum nýggja verjan hevur staðið seg so væl, sum hon hevur gjørt, heldur hann. Um dystin sjálvan, metir Frank annars, at hesin sjálvsagt verður trupul. - Øll ætla sær jú altíð at vinna, so tað verður trup- ult. Men eg haldi, at vit standa væl saman í løtuni. Vit hava reist okkum, eftir at vit eitt skifti vóru í heilt álvarsligum trupulleikum í bólkaspælinum, og ferðin til Íslands var sera góð venjing hjá okkum, og vónandi kann tað geva bonus. NSÍ-HB: Í fjør telir ikki Helgi L. Petersen gav landsliðsavboð herfyri, og hann tykist sera ivasamur undan stórdystinum í Runavík C M Y K 22