Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mai 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 84 - 3. mai 2003 Í tíðindunum í Útvarpi Føroya, hósdagin 1. mai, varð sagt, at nýggi formaðurin í Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen, ikki ætlaði sær at taka píkadekkini av, hóast lógin sigur, at bilar ikki hava loyvi at koyra við píkadekkúm eftir 1. mai. Rúna sigur, at hon koyrir ikki við píkadekkum, hon eigur píkadekk, sum einans verða brúkt tá tað er neyðugt. Tíðindaskriv Um tríggjar vikur skipar Skála Ítróttarfelag fyri árligu bygdarstevnuni. Eins og undanfarin ár verður nógv ymiskt til undirhalds á stevnuni, eins og skipað verður fyri hópin av ítróttartiltøkum. Í fleiri enn tjúgu ár hevur Skála Ítróttarfelag skipað fyri bygdastevnu á Skála seinasta vikuskiftið áðrenn Norðoyastevnuna, og seinastu nógvu árini hevur henda stevna givið eina ábending um, hvussu fer at gangast hjá kappróðrarbát- unum, sum eru við at byrja kappingarárið. Henda møguleikan fáa róðrarfólk aftur í ár, tí enn einaferð skipar Skála Ítróttarfelag fyri bygda- stevnu. Stevnan, sum setir summarið í gongd, verður hildin í vikuskiftinum 23. til 25. mei. Nógv ítróttartiltøk eru á skránni. Fríggjadagin verð- ur longu byrjað við dystum í fjórðu deild og teimum yngru liðunum. Tíðliga leygarmorgunin eru dystir í teimum yngru deildunum. Klokkan 17.00 verður landskappingardystur í 1. deild hjá monnum, tá Skála tekur ímóti B68. Hetta er samstundis fyrsti heima- dystur hjá Skála í hesum kappingarárinum. Eisini spæla 3. deildar liðini hjá Skála og ÍF. Sunnudagin er tað kapp- róðurin, sum stendur fyri tí ítróttarliga partinum. Van- liga luttaka nógvir bátar í hesum róðrinum og felagið roknar við, at undirtøkan í ár verður eins stór. Men tað er nú ikki bara ítróttur á skránni. Okkurt er eisini til skemtunar. Felagið skipar, sum siður er, fyri tivoli báðar dagarn- ar. Leygardagin, klokkan 15.30, letur tivoli upp í høllini, og har verður m. a. møguleiki hjá børnum at royna skreiðiborgina, hoppiborgina, gladiator- banan, umframt at tey eis- ini kunnu royna í pútu- kríggi, hava tey hug til tað. Sunnudagin flytir tivoli oman á keiøkið í sambandi við at kappróðurin verður. Eisini sunnudagin letur tivoli upp klokkan 15.00. Umframt tivoli sleppa børnini í ár at royna seg í go-kartum. Byrjað verður fríggjakvøldið og hildið verður fram bæði leygar- dagin og sunnudagin. Andalig tiltøk eru eisini á skránni. Fríggjakvøldið kl. 21.00 er ungdómsmøtið í Meinigheitshúsinum, leyg- arkvøldið, klokkan 20.30, verður sangur við ungum úr Kelduni og sunnudagin verður fyrst kirkjugongd klokkan 11.00 við Jógvani Fríðrikssyni, presti, og klokkan 21.00 skipar Nerija fyri útimøti. Til annað undirhald hoyr- ir, at Finn og Ásbjørn fara at undirhalda í høllini leyg- ardagin tá tivoli letur upp. Seinni – klokkan 19.30 – syngur Magni Christiansen í høllini, og sunnudagin klokkan 18.00 verður skemtidystur millum skála- konur og strandakonur. Beint aftan á verður brots- sparkskapping. Seinnu árini hevur sjavskapping eisini verið, og hon verður aftur í ár. Í ár verður sjavskappingin í húsunum hjá pensjónistunum og hon byrjar sunnukvøldið klokk- an 18.00. Eingin stevna uttan dans og heldur ikki á Skála. Fríggjakvøldið og leygar- kvøldið verður skipað fyri barnadiskoteki í Losjuni fyri teimum yngru. Fríggja- kvøldið byrjar dansurin klokkan 18.00 og endar klokkan 20.00, og leygar- kvøldið, tá tey eitt sindur eldru sleppa framat, byrjar tiltakið klokkan 19.30, og tað endar klokkan 22.30. Tey vaksnu sleppa eisini at dansa. Tað verður leygar- kvøldið, klokkan 23.30, tá skipað verður fyri stórum dansi í høllini, har kendi bólkurin All That Rain fer at spæla. Tað er sum sagt Skála Ítróttarfelag, sum skipar fyri bygdastevnuni, og ágóðin av stevnuni fer allur til rakstur av felagnum. Bygdaráðið í Sumba hevur umskipað seg í samband við, at borgarstjórin er farin í landsstýrisessin í Fiskimálaráðnum POLITIKKUR Dagfinn Olsen Í samband við at Jacob Vestergaard hevur tikið við sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er hann farin frá sum borgarstjóri. Hann satt í kommununi í Sumba og var formaður, borgarstjóri. Nú hevur Beinta Poulsen tikið sessin í kommununi og kommunustýrið hevur umskipað seg. Formaður, borgarstjóri, er nú Jacob Poulsen og nýggjur næst- formaður er Snæbjørn Vestergaard. Hini í bygdar- ráðnum í Sumba eru Niclas Hentze, Poul Johannus Poulsen og Beinta Poulsen. Tíðindaskriv Nordisk Maskinbefelsfede- ration NMF, ið er felags- skapur fyri norðurlendsku maskinmeistarafeløgini hevði fund í Havn 1. og 2. mai. NMF umboðar tilsamans umleið 20.000 maskin- meistarar. Við støði í teimum mongu skipum, ið síggjast uppankraði í Nólsoyarfirði og aðrastaðni í Norðan- londum varð spurningurin um sokallaði substandard skip - tað eru skip í vána- ligum standi - umrøddur og semja var um, at tað er ynskiligt, at altjóða flutningsarbeiðarafelagssk apurin ITF setir eitt eftirlitsfólk til at kanna tey arbeiðsligu og sosialu við- urskiftini umborð í hesum skipum. Av royndum við líknandi skipum aðrastaðni og við kanningum umborð er NMF kunnað um, at viðurskiftini umborð í nógvum slíkum skipum ikki eru nøktandi og hetta er orsøkin til, at heitt verður á ITF um at kanna viðurskiftini nærri. Føroya Handilsskúli og skúlar á Malta, í Grikkalandi, í Noreg og í Danmark samstarva um verkætlan um vatn, nevnd Water Wisdom ALTJÓÐA SAMSTARV Føroya Handilsskúli Tað eru Sonja Oyrabø Petersen, inspektørur á Handilsskúlanum og Herth Olsen, lærari á Handils- skúlanum, sum arbeiða í einum FHS flokki við evninum. Verkætlanin um vatn er ein samstarvsverkætlan millum londini, og er Dan- mark umboðað við einum handilsskúla í Køge, meðan Noreg er umboðað av fólkaskúla, miðnámsskúla og læraraskúla í Hønefoss. Malta og Grikkaland eru somuleiðis umboðað av miðnámsskúlum umframt fólkaskúla og barnagørð- um. Á Malta og hvussu maltabúgvar útvinna vatn. Malta er 316 km2 (sum Eysturoyggin) og har búgva um 400.000 fólk Føroyar eru umboðaðar av Føroya Handilsskúla. Endamálið við verkætl- anini er at gera kunnandi tilfar um vatn, sum skal brúkast sum undirvísingar- tilfar í skúlunum. Kunnandi tilfar skal gerast um vatn við atliti at t.d.: - vatn sum orkukelda - almenn vitan um vatn - spillvatn - vatnnýtsla í Føroyum - góðska á vatni í Føroyum Tveir læarar av Handils- skúlanum fara í hesum mánaðinum til Grikkalands á samstarvsfund. Í mai 2004 skal alt kunningartil- farið verða liðugt. Tá skulu tveir lærarar og fimm næm- ingar verða við til endaligu framløguna, sum eisini verður í Grikkalandi. Í sambandi við verkætl- anina koma nakrir av sam- starvspartnarunum hjá Før- oya Handilsskúla á vitjan higar. Tann 5. -7. mai vitjar Carten Blom Ruud, dekan- ur á Høgskolen í Buskerud og formaðúr í verkætlanini, WaterWisdom, og 1. - 7. mai vitjar Ernest Azzo- pardi, deildarleiðari á Juni- or College, sum er partur av Malta Universiti. Ernest Azzopardi er eisini st´jori fyri the Water Institute á Malta. Bygdastevna á Skála Samstarva um vatn Heðin Samuelsen frá Handilsskúlanum her saman við gestunum av Malta á Fish Fairstevnu í Runavík. Mynd Jan Müller Norðurlendskur maskin- meistarafundur í Havn Rúna koyrdi ikki við píkadekkum Jacob kemur fyri Jacob Nr. 84 • leygardagur • 3. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Langur vegur til stjørnurnar Tað hevur ongantíð verið so trupult at vinna fram innan tónleikavinnuna, sum tað er nú, sigur Jens Ove Friis, plátufelagsstjóri Lesið síðu GONGUFERÐ Edvard Joensen So klárir og hvassir rísa tindarnir móti luftini. Dimt og djúpt er bláa loftið at síggja handan risarnar, sum alt í senn hóttandi og bjóðani standa her og vísa seg frá teirri blíðu og vøkru síðuni í morgun. Sólin stendur longu høgt á luftini, og ikki eittt einasta skýggj er at hóma kring allan sjónarringin. Sálmaørindi rennur í hugan, sum ikki kann hóska betri enn júst í dag. »Hesin er dagurin, Guð hevur sett«. Ikki kann annar enn tann alvaldi Skaparin lata slíkt meistaraverk úr hondum, sum hendan dagin, vit hava valt at fara á fjøllini. Og skjótt skuldi sannast, at hetta var bara ein lítil partur av tí stórbæri seinni fór at opinberast á túrinum. Dalurin liggur berur so tíðliga á árinum. Her er annars livandi í kvæði og søgn, her huldukonan úr Húsagjógv fór stunandi heim gjøgnum Klovan aftan á hestin- um hjá Seyðamanninum á Sond- um. Tá hevur verið meira ferð á teimum, sum her ferðaðust, enn tað er á gongumonunum, sum í dag fara seigliga niðan brekkuna sunnanvert við kós móti Borgarheyggi. Stórbært letur landslagið seg upp fyri okkum. Fjallavatn í neðra og fjøllini fyri vestan, sum rísa alt hægri, nærri vit koma. Tað er turt í erva. Onkur hendinga bloti er at hóma, annars er hagin turrur. Hann, ið skøtt seg hevur til gongu í vátlendi, verður »snýttur«, hóast hann ikki leggur so nógv í tað. Hóast stutt útliðið á árið, ligg- ur seyðurin høgt. Tungar eru tær vorðnar á sær, nú tað nærkast lembing, men kortini fara tær ikki heilt spakuliga undan, nú hesi ófriðarkropparnir koma stunandi um heyggjarnar og kløkka tær í lagdum og giljum, har einstakar grønar nálir síggj- ast kaga undan millum alt tað brúna, sum enn annars er ráðandi í haganum. Reipsá fer spakuliga glíðandi úr Fjallavatni út móti Endanum, har hon stoytir sær út av og ger Reipsáfoss, sum í fleiri stigum fer gjøgnum bergi. Í grundini ein sjáldsamur fossur, tá ein hugsar um tað. Og har vestanfyri liggja Vík- arnar, sum vit seinni fara at síggja niðuryvir. Hetta staðið, har tann í føroyskum bókmentum so navnframi Ketil var og kastaði nót og leitaði eftir reka. Har hann fann tann stóra rek- an, javnaldran og lestrardreingin Lias Berint, sum rýmdur var undan nýggju tíðini og serliga hesum, at tey skuldu fáa pengar frá kommunununi fyri at hava hann í húsinum. »Å denn vanæriliga skomm, sum skuldi koma oman yvir hann á gamalsaldrinum.« Og einki er at siga til, at teir júst vóru her og leitaðu eftir reka, og funnu Klávus bein- brotnan. Tað sær tann, sum gongur út á Endan og hyggur niður yvir víkina her heimi. Reki manglar ikki. Men vit halda okkum í erva. Fara fram við Mannaskarði, har vit síggja niður yvir Hviltkinna- vatn, og taka okkum niðan móti Snældansfjalli og Knattarheyggi. Vit ætla okkum á Jatnagarðar og enn meira, heilt á Árnafjall. Og vit náa Jatnagørðum. Hesum sjáldsama náttúrufyri- brigdinum, sum er allan túrin vert. Væl skiljandi, at teir gomlu hava givið hesum staðnum hetta navnið. Tí hvør annar enn yvir- náttúrliga verur kunnu laga slík- an garð. Hann er sum gjørdur til at verja heim teirra móti áloyp- andi fíggindum. Og sær út, júst sum er hann lagdur av manna- hondum ella onkrum, sum minst líka væl dugir á laða. Tú hyggur, sært og undrast. Og kanst bara siga sum Brorson: »Hvat gat eg sagt«? og ásanna, at hóast vit halda okkum duga og skilja, so megna vit kortini ikki »minsta blað á notulegg at festa«. Men tað hevur so onkur annar undan okkum gjørt, og vit kunnu í dag bara njóta tað, undrast og vera eyðmjúk í slíkari løtu. Hátt á hamra høllum Fjøllini kalla og draga. Ryggsekkurin verður pakkaður, og farið verður ein túr á fjøllini, fyrsta dýrdardag á árinum. Her er høgt til loftið og vítt til veggja, hóast veggirnir eru bæði høgir og breiðir Jatnagarðar Mynd: Edvard Joensen C M Y K 25 24