leygardagur 3. mai 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 84 -3. mai 2003
Í vikuni fekk eg eitt teldubræv
við omanfyrinevndu yvirkrift,
har heitt var á meg at skriva
undir uppá, at Kondittaríið eigur
at varðveitast og latast upp aftur
sum Kondittarí. Áheitanin verður
seinni latin eigaranum, Býráð-
num, Miðbýarfelagnum og bløð-
unum. Fyrst hugsaði eg: ein sera
sympatiskur tanki, men nyttar
hetta nakað? Er - ella var - Kon-
dittaríið ikki ein undirskotsfor-
rætning? Kann ein so krevja av
eigaranum at lata Kondittaríið
uppaftur? Men minnini og
nostalgiin komu eisini á meg.
Síðani eg var umleið 14 ára
gomul, hevur Kondittaríið verið
eitt fast - og eisini best dámda -
tilhaldsstaðið hjá mær í Havnini.
Hóast vitjanirnar tey seinastu
árini ikki hava verið eins nógvar
og fyrr, tí eg næstan bara havi
verið í Føroyum um summarið,
hevur mynstrið verið tað sama:
hvørja ferð eg var í býnum, mátti
eg - sum so mangur annar -
leggja leiðina inn á Kondittaríið
at vita, um ikki onkur, eg kendi,
sat inni har. Og aloftast var tað
so, at onkur var at skifta orð við.
Tær, sum serveraðu - Hanna,
Randi, Heinina, Frida, Merry og
allar hinar góðu, gomlu server-
ingsdámurnar vóru so altíð har
at tosa við.
Í fyrstani, tá eg bara var tann-
áringur, var Kondittaríið eitt stak
spennandi og eitt sindur for-
kunnugt stað at fara inn og spæla
eitt sindur vaksin saman við teim
vaksnu. Har sótu tey, sum mynd-
aðu Havnina, og vit hugdu og
lurtaðu og sugu av fortíðini. Men
seinni, tá fleiri og fleiri javn-
aldrar eisini stukku inn á gólvið,
ognaðu vit okkum Kondittaríið
sum okkara hugnastað eisini, og
so við og við gjørdust vit eisini
havnarmyndir, sum tey ungu
hugdu at og lurtaðu eftir við
forvitni. Fasta klientellið á
Kondittarínum kendist sum ein
partur av familjuni. Hvørja ferð
eg kom inn, spurdu tær, sum
serveraðu, við áhuga, hvussu
gekst, og tær hava fylgt við í lívi
mínum heilt fram til dagin í dag.
Og soleiðis gjørdu tær Konditta-
ríið til eitt so heimligt stað at
koma inn.
Á Kondittarínum flutu sam-
røðurnar millum gestirnar lætt.
Ofta sat onkur, eg kendi, saman
við onkrum øðrum, eg ikki
kendi, og so var lagamanni at
læra eisini hetta fólkið at kenna.
Og mangt var at práta um. Altíð
okkurt á skránni, altíð okkurt at
hava eina meining um - politikk
og annað, sum nú var á vási.
Men tað var ikki neyðugt altíð at
práta í eyst og vest. Kanska tú
fórt inn bara fyri at sita í einingi
og lesa bløðini. Ella tú fórt við
einari vinkonu inn at sita í einum
horni onkustaðni at práta so
spakuliga um intimar fortreðilig-
heitir, tú nú hevði við manni,
børnum ella øðrum, sum eingin
uttan vinkonan mátti hoyra um.
Ella tú fórt inn við dóttrini at
hvíla beinini aftaná ein longri
innkeypstúr at njóta ein deiligan
temunn afturvið einum fransk-
breyðsbita við rullupylsu ella
øðrum. Ella tú fórt inn við út-
lendskum gestum at vísa teimum
hetta serføroyska stað, sum ikki
kennir sín líka í heiminum og
tey nikkaðu og søgdu seg væl
skilja, at hetta staðið var so væl
umtókt. Ella tú fórt inn at halda
ein óformellan arbeiðsfund við
onkran, osfr.
Alt bar so væl til á Konditta-
rínum, tí her var hugnin, tann
rætti friðsæli dámurin og ikki
tann harði tónleikurin, sum ofta
dominerar so manga aðra staðni,
har sterkari løgur verður seldur
og ein næstan má rópa fyri at
hoyra hvør annan. Onnur meira
nýmótans støð eru komin, sum á
sín hátt klæða Havnini, tí ein
nýggjari pulsur skal eisini til í
einum metropoli, men Konditta-
ríið var Kondittaríið, tann tryggi
grundsteinurin, sum ikki broytt-
ist. Tráðurin aftureftir, sum setti
restina í relieff. Eg dugi ikki við,
at hesin tráðurin nú er kvettur!
At eg ikki kann fara inn á
Kondittaríið, nalvan í Havnini -
tá eg komi heim aftur í summar
at tryggja mær, at Havnin enn er
staðið, eg innast inni hoyri
heima, tí her traðkaði eg
barnaskógvarnar og vaks upp
saman við øllum hinum havnar-
fólkunum.
Tað er, sum um einki annað
kann setast ístaðin, sum gevur
mær tað sama, sum Kondittaríið
gjørdi Eg sigi ikki, at tað gamla
pr. definitión altíð er vert at
varðveita, bara tí tað nú einaferð
altíð hevur verið har. Tað er
neyðugt við eini ávísari endur-
nýggjan í einum samfelag alla
tíðina og okkurt má fella, ið ikki
kann standa. Hinvegin er tað
heldur ikki so, at alt tað nýggja
pr. definitión altíð er betri enn
tað gamla. Okkurt millumting
má vera onkustaðni. Havnar-
mentanin hevur eitt stað sum
Kondittaríið fyri neyðini, tí
Kondittaríið var fram um alt
staðið har fortíð og nútið, ung og
gomul, møttust og bundust
saman.
Eg vóni inniliga, at til ber at
finna onkra loysn, so Kon-
dittaríið kann stuðlast og lata
upp aftur - og enn vera tann
nalvin Havnarfólkið saknar. Tí
skrivaði eg undir áheitanina, og
heiti á onnur um at gera tað
sama!
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Bjargið Kondittarínum!
Elin Heinesen skrivar:
www.heinesen.fo
FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI
Eirikur Lindenskov
Tann 29. apríl í 1978 skrivar
Sosialurin um tað fyrra av
nýggju farmaskipunum hjá
Skipafelagnum Føroyar, Lóm,
sum er farið í sigling millum
Føroyar og Danmark. Sosialurin
skrivar:
»Hann kom til Føroya fyrra-
partin týsdagin (tað er flaggdagin
í 1978), og hevur síðani verið
framsýningarferð kring oyggj-
arnar, til hann í gjárkvøldið ella
tíðliga í morgun skuldi fara til
Danmarkar á fyrsta túrin.
Samstundis sum Lómur er sett-
ur í siglingina, verður norska
farmaskipið Vela, sum Skipa-
felagið hevur leigað, síðani
gamli Lómur varð seldur, latin
norsku eigarunum aftur.
Sama slag sum Vera
Lómur er bygdur á sama hátt
sum Vela, men er nakað størri.
Tað eru norðmenn, sum hava
útviklað hesa serlgu skipatypuna.
Lómur er 77 metrar langur,
14,5 metrar breiður og 9,40
metrar djúpur, máludr av shelter-
dekkinum. Ferðin er um 14 míl.
Hann er merktur 1460 tons
deyðvekt, lastarúmið er 172.000
kubikføtur, og hann hevur
frystirúm upp á 20.000 kubik-
føtur. Frystirúmið er býtt sundur
í fýra líka stór rúm, sum kunnu
hava ein hita upp á millum +30
og - 30 stig.
Skipið hevur tvey síðuportur í
bakborðssíðu.
Tað størra portrið verður lagt
niður á bryggjuna, soleiðis at
truckar og bilar kunnu kjoyra
beinleiðis umborð. Hitt síðu-
portrið er har frammi, og gongur
inn á millum dekkið.
Innan fyri tað størra portrið
eru tveir elevator, sum tilsamans
kunnu lufta upp til 8 tons. Teir
verða brúktir til at flyta góðsið
niður á hini bæði dekkini. Tað er
pláss fyri 34 20 fóts kontainarum
í lastini , um framt 6 20 fóts
frystikontainarum.
Hæddin á dekkinum er 2,70
metrar, og hetta er ein stórur
fyrimunur. Góðsið fær eina betri
viðferð, tí tað er ikki neyðugt at
stápla góðsið ov nógv oman á
hvørt annað.
Hitt skipið lastast í
desember
Manningartalið á Lómi verður
12, og skipari er John Hansen,
sum er ættaður av Toftum. Tað
eru 27 koyggjupláss, harav tey
12 eru roknað til ferðafólk.
Samlaði byggikostnaðurin er
29 milliónir krónur. Sáttmálin er
gjørdur í norskum krónum, og
Skipafelagið hevur spart eini 6%
við tað, at norska krónan varð
nðurskrivað við 8% fyrr í ár,
meðan tann danska kronan ikki
varð niðurskrivað.
Tað er Frosen Verft í Rissa,
norðan fyri Tróndheim, sum
hevur bygt Lóm. Sama skipa-
smiðja skal byggja eitt skip av
sama slag til Skipafelagið.
Byrjað er upp á byggingina, og
skipið skal latast Skipafelagnum
í desember mánaði í ár.«
Lómur farin
í sigling
Nýggjasta farmaskipið í flotanum
kostar 29 milliónir krónur
Rósing Rasmussen, stjóri í Traderline, var eisini við á framsýningarferðini
týsdagin. Hann sæst her saman við Oddi Niclasen, stjóra í Skipafelagnum
Føroyar
… og skipasýnið var eisini umboðað
HUGLEIÐINGAR
Ása undir Kletti
auk@post.olivant.fo
Eg havi verið ein vikuskiftistúr í
Skotlandi, sum er mítt yndis-
ferðaland. Vit vóru 6 konur, sum
fyri tíð síðani stungu út í kortið
at fara ein túr til Aberdeen.
Sjálvandi høvdu vit “lisið
uppá”, áðrenn vit fóru, og var
mítt uppskot, at vit skuldu
fara og vitja skotska
parlamentið í Edinburgh,
sum bert hevur nøkur fá ár á
baki. Hvør minnist ikki Sean
Connery í eyðkenda skotska
búnanum við kiltinum
sveiggjandi um maskulinu og
sexutu knøini, tá parlamentið
varð sett tann 1. juli 1999.
Nú komi eg sum ketta úr
høvdatrog, men eg haldi, at
her er so avgjørt vert at
skoyta uppí, at skal kilturin
seymast á rættan hátt, fara
uml. 6 metrar av ullintum
fyrsta floks tilfari í skjúrtið,
so her er eingin vandi fyri at
gerast kaldur hvørki so ella
so!
Ná. Eg hevði sum eg
nevndi verið inni á heima-
síðuni http://www.scottish.
parliament.uk/ bæði tíðliga
og síðla, so mítt mentanar-
ískoyti til ferðina var ílagi.
Hevði enntá ætlanir um, at
vit skuldu fara at vitja eitt
Chamber og ordiliga dusa
okkum saman við skotsku
tingkonunum/-monnunum.
Vert er at nevna, at alt tilfarið
á heimasíðuni eisini finst á
geliskum máli, men eg
skundi mær at viðganga, at
eg lætt og elegant leyp tað
um. Tað var sum at lesa
swahili, og tað havi eg
ongantíð lært. Hinvegin, so
skuldi ein mestsum trúð, at tað
var har, eg hevði lisið uppá.
Vit høvdu sett ein heilan dag
av til at verða “mentaðar” í Edin-
burgh, so vit rættiliga kundu
njóta og náa at vitja ymiskt hug-
farsligt á Royal Mile, sum er
gøtan millum Edinburgh Castle
og Holyrood Palace, áðrenn vit
so at siga rundaðu mentanar-
treffið av við vitjanini í skotska
tinginum.
Stuttligt at standa í kø ymsa-
staðni í Skotlandi. Serliga uttan-
fyri inngongdina til borgina, tí
“kioskirnar”, har atgongumerkini
vórðu seld, mintu allarmest um
pylsuvognarnar hjá Gøl, so eg
mundi biðið um eina stokta við
øllum, tá eg slapp framat. Og so
skuldi tú næstan vera tveir
metrar høg, skuldi tú røkka upp
at tosa við fryntligu konuna
aftanfyri lúkuna og siga tíni
ørindi. Hugsaði eina løtu, at
smílandi kinesararnir, sum sóust
í hópatali, mestur høvdu leigað
sær eitt eykaflogfar til skammlar,
tá teir bíløgdu ferðina til Skot-
lands. Sjarmerandi hóast alt.
Vit byrjaðu, sum vera man, við
Edinburgh Castle, og var borgin
væl og virðiliga kannað og hvørt
skot vitjað. Onkuntíð snýtti eg
eitt sindur og setti meg at sóla
mær á einum beinki á “torgin-
um” saman við ymsum øðrum
fólkasløgum, meðan “mínar
konur” stukku innum í elligomul
skot og krókar at hyggja at yms-
um áhugaverdum.
Hugfarsligt at eygleiða tað,
sum fyrifórst. Sá hópin av fólki,
sum gingu aftur og fram, og
blundaði eg, var tað sum at sita á
beinkinum við Stephanssons hús
á Ólavsøku. Eitt hugnaligt suð
við tutli og mutli, pjátri og práti.
Havi lisið á netinum, at umleið
ein millión vitja borgina árliga,
so tað má sigast at vera praktiskt
og skilagott, at øll ikki vitja
ísenn! Pylsuvogna-atgongumerk-
ið kostar 8 pund, so har er eitt
sindur at gera sær dælt av. Gott
hjá skotunum.
Nú var tíð at hugsa um at
ganga oman eftir Royal Mile.
Nógvar freistingar eru á vegnum
- handlar við alskyns serskotsk-
um vørum. Ikki vardi leingi,
fyrrenn onkrar konur vóru
“vanished from the face of the
earth”. Løtu seinni komu tær
undan kavi aftur, og so PUFF
vóru tær burturi aftur. Hetta var
næstan sum at hyggja at Road
Runner í Cartoon Network.
Mestur var okkurt plaggið í
taskuni, tá av tornaði.
Nú var løtan komin, har eg
skuldi vegleiða og leiða okkum
allar inn í játtaða staðið —
skotska tingið. Tað var ikki sørt,
at eg var eitt sindur errin, tí eg
hevði gjørt mær stóran ómak við
undankanningum á netinum, so
einki skuldi taka okkum á bóli.
Komnar heilt oman ímóti Holy-
rood Palace var stórt skelti, sum
við grønum stavum segði “Scott-
ish Parliament”. “Her var tað,”
segði ein í bólkinum, hon kendi
staðið aftur. Og so fóru vit til
gongu. Og so gingu vit og gingu
vit framvið einum stakitti runt og
runt, men einki ting vit funnu.
Kom at hugsa um Jerikos múrar.
Men her hjálpti eingin gása-
gongd við fittum, føroyskum,
forharmaðum, fyriløgstum, for-
vitnum frúum. Ikki so mikið sum
ein sprunga var at síggja í
verjuni.
Til endans fór eg lúkst inn í
ein arbeiðsskúr og spurdi, um vit
vóru á beinari kós. Fryntligi
arbeiðsformaðurin hugdi við eitt
sindur av sorgblídni at mær og
segði, at vit skuldu fylgja stakitt-
inum runt aftur og so fara beint
yvirum aftur, haðani vit vóru
komnar. So gingu vit longur
fram og aftur, runt og runt og so
beint yvirum aftur. Nú var eg
heldur ørkymlað.
Hevði sæð myndir av tingin-
um, kendi onkran eyðkendan
part aftur, men hetta var eitt
veldugt byggipláss, alt sum tað
var. Minti ikki sørt um Bursa-
tanga, sum hann hevur sæð út í
seinastuni.
Spurdi eisini onkran “lokalan”,
og var onkur teirra millum, sum
ikki visti, at tey høvdu eitt parla-
ment yvirhøvur! Løgið. Nú vóru
vit við at geva skarvin yvir. Vóru
vit ikki púra í ørviti, blivu vit tað
við vissu, tá vit knappliga sóu
ein handil, sum spældi “Jingle
Bells”, so tað hoyrdist langa leið,
og sum hevði gluggan fullan av
jólapynti. Í mars!
Nú høvdu vit gingið og gingið,
so sveittin lak av okkum. Var tað
so spinnandi galið, at einki
parlament var? Hvat so við Sean
Connery og sexutu knøunum?
Vit hugdu at hvørjari aðrari. Við
drýpandi høvur máttu vit við-
ganga, at vit høvdu mist parla-
mentið burtur. Soleiðis var tað.
Komnar nakað niðan ímóti
Royal Mile sóu vit eitt, sum
nevndist “Scottish Parliament -
Visitor’s Center”. Hurrá. Endi-
liga. Nú vóru vit har. Men gakk!
Her var einki parlament. Bert ein
kunningarstova. Komnar innum,
greiddi ein fryntligur skoti okk-
um frá, at broytingar og seink-
ingar høvdu við sær, at parla-
mentið ikki fór at verða liðugt
fyrrenn í 2004! Men vit vóru
vælkomnar at síggja ein film um
upprunan til nýggja tingið. Vit
mestsum sukku niður á sjáld-
somu sofurnar, sum mintu mest
um jollukjølar, andaðu djúpan,
hugdu uppá hvørja aðra og so
flentu vit, so tárini duttu niður
eftir kjálkunum. Ikki vóru nógv
fólk og vitjaðu beint tá, men
konan aftan fyri
handilsdiskin, har tey seldu
krúss o.a., sá út sum um hon
hevði bestan hugin at ringja
eftir trygdarvørðinum. Tað
var uttan iva ein stuttlig/ræð-
andi sjón - seks troyttar, før-
oyskar konur í skellilátri,
hálvavegna liggjandi og
sitandi á” kjølunum”
frammanfyri stórskíggjan,
har sinniligi spanski
arkitekturin við síni floyals-
mjúku, djúpu rødd royndi sítt
ítarsta at greiða frá grund-
hugsjónini aftan fyri nýggja
bygningin, har júst kjølurin
hjá “the dinghy”, eyðkendu
skotsku jolluni, hevur ein
stóran leiklut.
Og vit? Jú. Vit komu fyri
okkum aftur eftir einari løtu.
Tá ein okkara hevði handað
fryntliga skotanum teppið
aftur, sum hon slapp at leggja
undir troyttu føturnar,
takkaðu vit honum so
miriliga fyri, keyptu okkum
hvør sítt tinganest frá kløkku
skotsku handilskonuni og
funnu okkum síðani eina
rætta kafé, har vit skolaðu
burturmista parlamentið
niður við einum góðum
kaffimunni. Og ikki var sørt,
at vit kendu okkum rættiliga
parlamentaðar eina løtu.
Kanska fara vit avstað aftur
at leita í 2004. Hvør veit.
Sosialurin Nr. 84 -3. mai 2003
3
Burturmista parlamentið
C
M
Y
K
27
26