Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. desember 1992síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið EST Aftur í ár kom hon - bókin við skemtitekningunum hjá okkara fræga teknara, Óla Petersen. Skemt 92 er tann fjórða í rgðini og í bókini eru ikki minni enn 150 tekningar, sum hava staðið á baksíðuni í Sos- ialinum seinasta árið. Bókin kostar 95 kr. og fæst kring alt landið. Við hesi bókini er talið av tekningunum hjá Óla Pet- ersen, sum eru givnar út í bók síðani 1989 íalt 700. Gongst sum ætlað kem- ur fimta bókin í rødini út um eitt ár. Tað er Tíð- indablaðið Sosialurin, sum stendur fyri útgávuni. ÆÐ TOYOTA OLJUSKIFT Ringið og biðið um tíð og latið okkum skifta oljuna meðan tygum njóta ein drekkamunn í okkara hugnaliga bilumhvervi. Vælkomin! — uttan mun til bilmerki — & TOYOTA Í sambandi við at bókin er komin út undan jólum øll hesi árini hevur tað verið vanligur siður at Óli Petersen sjálvur hevur handað løgmanni fyrsta eintakið. Og so var eisini í ár. Í vikuni varð óli P úti í Tinganesi og handaði Atla Dam, løgmanni eitt eintak av bókini. Løgmaður takkaði fyri og segði seg vóna, at Sos- ialurin fer at halda fram við hesi útgávuni, soleiðis at tað eisini komandi løg- menn fáa høvi at fáa hesa bók. Hann helt fyri, at tekn- ingarnar hjá Óla Petersen eru av stórum týdningi fyri okkum øll og vónaði, at samarbeiði millum blaðið og teknaran fór at halda fram. jan Óli Petersen handar Atla Dam, løgmanni fyrsta eintakið av Skemt 92. Mynd kalmar Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaða kona og mamma INGEGERD LUTZEN OVERSKEID GERD andadist i Sauda 4. desember, 37 åra gomul Jardarferdin verdur år Solbrekk Kapel. N-4200 Sauda, hósdagin kl. 11. Jostein, Oddgeir og Sigurd