Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin. ] Nr. 233 — 8. DESEMBER 1992 Sida9 145 fólk ganga iløtuni åS jømansskålanum, ogtey kunnu vænta sær arbeiðið, tá tey eru liðug at ganga í skúla - i Føroyum ella uttanlands, har brúk er fyri fólki við slíkum útbúgvingum Sjómanslívið --Ikki fyri einki at rokna Nútíðar sjómenn eru ikki bert teir, sum sigla við fóroyskum fiski- og farmaskipum. Nógvir fara í langfarasigling, men tað er ikki so torført longur. Frítíðin er oftani eins long og siglingartíðin Tað var mangan torført í gomlum døgum, tá påpin var burtur í hálvtannað ár, um hann var í langfara- sigling. Tað setti krøv til foreldur og børn, sum vit ikki kenna longur. Í dag eru menn í langfara- sigling bert burtur í tveir mánaðar og heima eins leingi. T.v.s. at teir hava frí helmingin av árinum - við løn. Aðrir eru úti í ein års- fjóðring og heima tveir mánaðar, men tað eru kort- ini arbeiðskor, sum fólk kunnu liva við. Hent útbúgving Arbeiðsloysið í Føroyum er ivaleyst ein orsøk til, at Sjómansskúlanum í Havn hevur havt so stóra fram- gongd seinastu árini. Helst nýta teir/tey - tað er bert ein kvinna í útbúgving á Sjómansskúlin - tíðina væl, nú einki arbeiði fæst, til at fáa sær eina útbúgving. Næmingarnir eru í aldurs- bólkinum frá 20 til 30 ár. nakrir eru eldri enn tað eisi- ni. Í dag ganga eini 145 næmingar á skúlanum, sum útbúgvir fólk til heimaskip- arar, skiparar, vatkaryvir- menn og skipsførarar. Í fjør var tilgongdin so stór, at Sjómansskúlin noyddist at býta næmingar- nir í tveir flokkar, við 18 í hvørjum flokki, sigur Olav- ur á Heygum, sjómans- skúlalærari. - Í summar vóru seks næmingar lidnir, og teir fóru allir við donskum skip- um í langfarasigling. Allir fingu kjans í ár Hetta er seinastu næm- ingarnir, áðrenn næminga- talið fór at vaksa, men útlit eru til, at flestu teirra søkja sær kjans uttanlands. Tað eru heldur ikki so nógvir aðirir møguleikar í løtuni. Vil tað siga, at vit í løtuni útbúgva fólk til at fara av landinum at arbeiða? - Teir flestu royna at fáa arbeiði herheima, men tað gongst ikki so væl í løtuni. So er tað heilt natúrligt at teir søkja i Danmark fyrst, men teir hava eisini søkt aðrastaðni, t.d. í Noregi. Ein altjóða forsøgn sigur, at tørvur er á skipsførarar- um fram til ár 2000. Brúk fyri sjófólkum Felagsskapurin BIMCO hevur júst gjørt eina kann- ing og forsøgn um framtíðar møguleikar hjá sjómonn- um. Her er upplýst, at í 1990 var samlaða talið av sjófólki 1,25 mið. fólk, harav 400.000 vóru yvirmenn og 840.000 vóru meinigir sjó- menn. Framtidarforsøgnin sigur at brúk verður fyri 460.00 yvirmonnum og 600.000 meinigum sjómonnum fram til ár 2000. Hertil kemur at teir eldru gevast at sigla, umframt t.d. at tað í Danmark verður sagt, at danir fara í land, eftir at teir í miðal hava verið í langfarasigling í fýra ár. Tí verður eisini brúk fyri at útbúgva sjófólk, og góð útlit fyri atarbeiði fæst . - Umstødurnar til arbeiðis í hesum yrki eru eisini sera góðar, stutta arbeiðstíð og langa frítíð. Fyri familjuna er tað eisini nógv lættari í dag, nú siglingartíðin er so nógv stytt og frítíðin heima er longd, heldur Ólavur á Heygum. - Tað er ikki so tungt hjá familjunum, um t.d. pápin siglir úti, tá hann er stutt tíðarskeið burtur, eins og steðgurin heima er langur. - Ti er tað sera gott hug- skot at fara undir sjómanna- útbúgving, tá so lítið annað er til at taka. - Hóast føroyingar ikki í løtuni havaso nógvar kjans- ir heima, so hava teir brúk fyri slíkari útbúgving kort- ini. Eitt gott hugskot til teirra, sum hava hug til sjógvin. Dagny Mynd: Kalmar 1 5 7 eJ, ancy Olsen, valevni i Nes Kommunu: Rum fyri øllum sum hava tørv Í Dimnmalætting skrivar Súni í Hjøllum, næstfor- maður í Nes Kommunu, at tað Ld. er onkur, sum fram- vegis roynir at forgykla íbúgvararum, at vit fram- vegis mugu byggja/keypa bamagard í kommununi, hóast vit hava eina rímiliga bíliga og góða loysn við dagrøktarskipanini, sum byrjadi i 1986. Henda skipan kostar kommununi umleið 500.000 krónur árliga við SS børnum í røkt, meðan bara raksturin av einum barnagarði hevði kostað út- við 700.000 krónum meira árliga. Til hetta vil Jancy Olsen, bygdarådlimur, fegin gera eina viðmerking. Hon er valevni í Nes Kommunu. - Vit hava nógv børn i kommununi, sum hava ser- ligan tørv. Hesi børn verða send í aðrar kommunur, ti vitikki hava pláss fyri teim- um her. Vit hava eina sera góða dagrøktarskipan, sum er ein tann besta í landinum. Trupullekin er, at vit ikki hava pláss fyri okkara børn- um, sum hava serligan tørv. Um vit broyttu skipanina soleidis, at øll vøggustovu- børn vóru í dagrøktarskipa- nini, og barnagardsbørnini í barnagarði, so er als ikki ta- lan um, at hetta hevdi kostar nær námind 700.000 kró- nur, sigur Jancy Olsen. Hon hevur fingið tøl til vega, sum prógva hetta. Fíggjarætlanin til ansing í kommununi er i dag 504.000 krónur fyri 50 børn. Fyri bømini, sum verða send aðrastaðni, ið hava serligan tørv, rindar kommunan 74.000 krónur. Tilsaman kostar henda skipanin 578.000 krónur. - Um vit høvdu broytt ansingarskipanina eftir mínum uppskoti, høvdu vit pláss fyri øllum bórnunum í kommununi, fyri 526,500 krónur. Jancy Olsen, bygdaráðlimur í Nes Kommunu: - Alt tos um at vit eru ein sjálvstóðug kommuna er møsn, um vit ikki hava pláss fyri øllum íbúgvarum og kunnu veita teimum ta hjálp, sum er neyðug - Vit eiga góð hølir í kommununi, sum vit kunnu leiga fyri ein bíligan pen- ing, og tí er als íkki neyðugt, hvorki at keypa ella byggja slíkan stovn. - Hóast vit tá høvdu veitt øllum íbúgvararum somu tænastu, so er talið lagt frá teimum 700.000 krónu- num, sum Súni í Hjøllum skrivar í Dimmalætting. - Alt tos um at vit eru ein sjålvstødug kommuna er møsn, um vit ikki hava plåss fyri øllum íbúgvarum, og kunnu veita teimum ta hjálp, sum er neyðug, sigur Jancy Olsen, og skoytir uppí: Tað hevði sømt seg betur, um Súni í Hjøllum vildi vidgjørt hetta mål å bygdarådfundi, heldur enn at farid i blødini vid ti. Arbeidsåvising Arbeidarafeløgini í Hósvík, Haldórsvík og Sundi, hava felags arbeiðsávísing í hølunum hjá Sunda Arbeiðarafelag á Oyri. Upplatingartíðirnar eru: mánadag kl. 10-12 og 17 - 19. TIf. 22258 og fax 22557. Hósvíkar Arbeiðarafelag Halldórsvíkar Arbeiðara- felag og Sunda Arbeiðara- ' felag. altid undir hjålmi tå ið tit sukla tr mm